Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 187 — 10. oktober 1991 Øssur og Dagmar frá SvF vildu sleppa fram skjólunum um Sundsætlanina. Svarið frá Jens M. Poulsen, skrivstovustjóra á býráðnum, var NE Jens Marius Poulsen, skrivstovustjóri á býráðnum (stóra myndin), vildi ikki lova Øssi Winthereig frá SvF at síggja yvirlitið yvir almennar býráðsfundir í áttatiárunum Fyrrakvgldið fór fyrsta drill-sendingin hjá Dag- mari Joensen-Næs og Øssi Winthereig av bakkastokki í SvF; hon snúði seg um >Ta deiligu havn«; fyrst og fremst hana inni á Sundi. Stigtakarin til Sunds- ætlanina var Hans Mort- ensen, sum eisini átti pengar, - >í hvussu er tå«, sum Poul Michelsen, býráðsformaður tók til í sendingini. Stillisliga varð lagt fram, hvussu skjótt og eir- indaleyst tað skal ganga fyri seg, tá eyðmenn og teirra alment valdu slóð- brótarar skulu hava nakað i gjøgnum. Marghåttligt Sendingin átti at verið 6- maksleys at gera, tí málið er einfalt: ein privatur, ein kommuna og eitt lands- stýri vóru partarnir. Men so lætt var tað als ikki. Dagmar og Øssur sluppu snøgt sagt ikki framat teimum skráunum, sum hava verið til býráðs- fundirnar í tíðarskeiðnum. - Tað er heilt marg- háttligt, sigur Øssur Winthereig, tí talan er um skráir, sum í síni tíð hava hingið á vegginum í ráð- húsinum til almenna kunn- ing. Men har var eingin bøn, tá SvF-fólkini spurdu Jens Marius Poulsen, skriv- stovustjóra á býráðnum: talan kundi ikki verða um, at tey fingu atgongd til "protokollina” hjá býráðn- um. Har var “hermetiskt lukkað', sum sjónvarps- fólkini taka til. - Og at fáa referatini og onnur skjøl frá býráðs- og nevndararbeidnum kundi at Býráðið bjóðaði SvF meira enn tey bóðu um TEY TÓKU IKKI AV... - Hann fríi meg væl, sigur Jens Marius Poulsen, skrivstovustjóri á býráðn- um, í sínum ummæli av SvF-sendingini hjá Øssi Winthereig og Dagmar Joensen-Næs tyskvøldid. Jens Marius Poulsen sigur, at sendingin var bædi vindsk og skeiv og tiskil eisini langt av leið frá eini sakligari lýsing av evninum. Brúktu konuna - Hví f... skuldi handan konan sita har í hálvan tíma og gremja seg á skerminum um spreinging, steinar og boring, spyr ein argur skrivstovustjóri. - Sjálvandi skuldi hon sloppið framat, men máti skal vera við! Hvat vildu tey (sjónvarpsfólkini, blm.) við hasum har, spyr Jens Marius Poulsen og ivast ikki í, at ætlanin var at brúka bóndakonuna á Sundi í eini misvísandi, kenslubornari lýsing av evninum. - Tey skuldu heldur spurt onkran annan, hvat vid skulu vid eini kai og eini deydari iløgu inni á Sundi, sigur skrivstovu- stjórin. Alt stóð SVF í boði Sendingin argar ikki minst skrivstovustjóran, tí hann veit, at hon kundi verið gjørd við skili, høvdu SvF- fólkini ikki vilja tað ødrvisi. Hann afturvísir harðliga, at hann hevur noktað SvF-fólkunum at sleppa framat skjølunum. - Tvørturim6ti! Eg segði við Øss, at skuldi ein sending gerast um havnina á Sundi, skuldi tað vera seriøst. Tískil slapp hann at seta seg við øllum skjøl- unum, sum lógu í málin- um. Eg kravdi, at hann setti seg við øllum og ikki bara einum parti, sum hann vildi hava, sigur Jens Marius Poulsen, ið vísir á, at tað ber ikki til at lýsa eitt evni við bara at hyggja eftir skráunum fyri býráðs- fundimar og um hetta ella hitt málið fall ella var samtykt. - Býráðsfundirnir eru minsti parturin. Aftanfyri liggja viðgerðir í havna- nevnd, teknisku nevnd, figgjarnevnd, kanningar 0.s.fr., sum tú mást hava, fyri at lýsa málið til fulnar, sigur hann. Sensatión er avgerandi Jens Marius Poulsen legg- ur aftrat, at hann bað Oss Winthereig bíða til bý- ráðsformaðurin kom aftur av uttanlandsferð, tí hann visti mest um evnið Skrivstovustjórin vist ikki betri enn at tað var í lagi at tey bíðaðu. - Journalistar hava altíð hug at gera sensatiónir burturúr, sigur skrivstovu stjórin, og tí havi eg ta áskoðan og tann praksis, at journalistar altíð fáa allar upplýsingar í einum máli, sigur Jens Marius Poulsen. Altíð atgongd Sosialurin: - Tað er munur a at Jaa allar upplýsingar NSA Gil SKJÓI Sigur tú við journalistar fáa ats og at fáa atg. hesum, al til oll skjól av almennum áhuga? Jens Mariu Poulsen Ja, tit fáa altíð atgongd til øll skjól, og tað vita tit eisini á Sosialinum. Men tað skal vera øll skjal ella eingi, og ikki bara tey burturúr, sum journalist- urin kann *brúka', sigur Jens Marius Poulsen, ið heldur, at høvdu SvF- fólkini frúkt tað høvi tey høvdu, so kundu vit havt fingið eina líkinda sending um havnina á Sundi og ikki eitt makkverk av eini sending”, sum hann tekur til. ówh SSD als iki koma upp å tal, sigur Øssur Winthereig. Passið tykkum upp! - Býráðsfundir eru al- mennir, so tann, sum hev- ur áhuga, kann bara passa seg upp, svaraði kommun- ali umsitarin av almennum viðurskiftum SvF-fólkun- um, ið vildu hava skráir frá miðskeiðis í áttati- árunum. So royndu tey á bóka- savninum. Men í tveir mánaðir - á heystið 1987 - hevði Tórshavnar Komm- una ikki latið sínar skráir fyri býráðsfundir til bókasavnið; tað vóru júst teir báðir mánaðirnir, ið SvF-fólkini skuldu brúka. Av ráðhúsunum var sagt teimum, at eingir fundir vóru hildnir fyri opnum hurðum um hetta mundið, og ti hevði bókasavnið einki fingið. Ovist hví Ossur Winthereig sigur, at skráirnar fyri fundirnar skuldu vera ryggurin í teirra rannsóknararbeiðið í sambandi við ætlanina á Sundi; út frá hesum tíð- arfesungum var so ætlanin at viðgera evnid so gjølla, sum til bar. Hann dugir ikki at siga, um talan var um fusk ella eina roynd at seta fót fyri sendingina um Sunds-ætlanina. - Undir øllum umstød- um var tað darvandi og tidarkrevjandi, at vit í staðin noyddust runt til fólk, sum so ella so høvdu havt samband við býráðið, fyri at fáa fatur á almenn- um skráum fyri almennar býráðsfundir. Lagalig í Tinganesi Øssur Winhtereig sigur, at Poul Michelsen, býráðs- formaður, var burtur- staddur, tá tey spurdu seg fyri á býráðnum. Hann heldur, at tað kanska hevði verið ødrvisi, var hann heima. Byrådsformadurin kom heim í farnu viku, og tá var skotbráið ov stutt til annað enn at gera sam- røduna við býráðsfor- mannin sjálvan. Eingir trupulleikar vóru í Tinganesi, har Jalgrím Hilduberg, skrivstovu- stjóri, gav teimum fríar hendur at leita í málinum, meðan ein fulltrúi sat undir liðini á teimum. ówh