Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 HIV-smittað og AIDS- sjúklingar í Føroyum eru ókend fyri almenninginum. Neyvan hevur tagnarskyld- an í sjúkrahúsverkinum nakrantíð verið so fullkom- in, sum tá tað hevur snúð seg um at verja fólkini, sum eru HIV-smittað ella hava fingiðálvarsligu sjúkuna, ið ikki kann grødast. Fyrsti madurin, sum doyði i Føroyum av AIDS, helt seg tó kunna hjálpa ødrum við at bróta tøgnina og siga sína søgu, og tí gekk hann við ul at luttaka í sjón- varpssending um seg sjálv- an. Men hann setu sum treyt, at sendingin skuldi bíða, til hann var farin. Og sunnukvøldid sendir Sjónvarp Føroya sending- ina "Verjuleysur", sum Dagmar Joensen-Næs hev- ur lagt ul rættis. Hetta er ein sending, ið varar slakan tíma. Høvuds- persónurin er Johannes Guttesen, sum doyði á Landssjúkrahúsinum í maí mánaði í ár 39 ára gamal. - Hannus gekk við til at gera sendingina, tí hann vildi fegin hjálpa øðrum í somu stóðu ella einaferð koma í somu stóðu sum hann, sigur Dagmar. Kunnu bara upplýsa - Sjålv helt eg tað hava stóran tydning atkunnasiga hesa søgu, ti tað einasta, vit kunnu gera, er at upplýsa. Dagmar Joensen-Næs fylgdi í 15 mánaðir AIDS-sjúklinginum, sum sjálvur sigur sína SØLU Mynd Kalmar Nr. 187 — 10. oktober 1991 Hann vildi hjálpa - Sendingin er ikki gjórd fyri at ræða men fyri at upplýsa um sjúkuna AIDS og siga søguna um ein mann, sum livdi við sjúkuni og visti, hann fór at doyggja. Hetta sigur Dagmar Joensen-Næs, sum hevur gjórt sjónvarpssendingina "Verjuleysur", ið kemur í sjónvarpið sunnukvøldid Harnæst hava vit oll gott av at hoyra, hvussu fólk í slíkari stóðu hava tað. Boðskapurin í sendingini er ikki at ræða, men at ávara og at siga, hvussu fólk kunnu liva við sjúkuni. Hannus livdi tvey ár eftir stadfestingina av, at hann hevði fingið AIDS í útbroti. Fyrstu ferð vit síggja hann í sendingini er í mars mánaði 1990. Upptøkurnar eru gjørdar regluliga aftaná tað, til stutt fyri at hann doyði. Ikki sentimentalt Hetta er ein sterk sending, uttan at vera sentimental. Hannus er realistiskur og greiðir róliga frå síni sjúku. Dagmar heldur, at Hannus legði stórri dent á, at familj- an og onnur ikki skuldu taka synd í honum, enn á sína egnu stóðu. Hannus gekk við lív og sál uppí at gera sendingina. Hann kom við uppskotum til myndaupptøkur, og tað var eisini hann, sum valdi tónleikin. Dagmar sigur, at hon eisini hevur havt gott samstarv við familjuna hjá Hannusi. Tey góðtóku, at hann vildi vera við til at gera hesa sending, sum tey Eina ferð um mánaðin var Hannus til eftirlits- kanningar hjá Jón á Steig, sum hevur eft- irlitið við øllum HIV- smittaðum og AIDS- sjúklingunum í Føroyum eisini luttaka i. Dagmar krógvar ikki, at tad ikki hevur åvirkad hana sørt at arbeida vid hesi sendingini. - Tað er jú ræðuligt og meiningsleyst, at ein so ungur maður skal doyggja av slíkari sjúku. Nógv fólk seta seg í vanda fyri at verða smittað - hann var bara ein av teimum óhepnu. Tað er eisini so óhugnaligt at hugsa um øll tey mongu ungu fólkini, sum doyggja av sjúkuni, sigur hon. Grikkaland Drakmur VALUTAKURSIR Ultimo 9.10 síðsta mán. USA Dollari .. 658,15 641,00 V-Tyskland Markur . 385,56 385,90 Svoríki Króna 105,81 105,71 Frakland Frankur . 113,24 113,24 Belgia Frankur . 18,724 18,730 Sveits Frankur . 440,97 442,90 Holland Gyllin... 34225 342,39 Italia Líri ..... 0,5161 0,5159 Finnland Markur . 158,10 158,50 Island Króna .. 10,92 11,10 Eysturriki — Skillingur 54,791 54,850 Spania Pesetas . 6,108 6,094 Portugal Escudos 4,4800 4,4610 Kanada Dollari .. 58305 566,45 Japan Yen .... 5,0333 4,8300 Írland Pund ...1031.12 1031,50 3,4690 3,4650 Kelda: Føroya Sparikassi Og alt hetta beinir inn á tanakr, hvat vit sjálv høvdu gjørt, um vit ein dag fingu bodini, at vit bert høvdu stutta tíð eftir at liva. Hannus kláraði at liva við hesum, og hann sigur í sendingini, at hann ongantíð var bangin. Vit mugu hugsa - Slík frágreiðing kann fáa okkum at hugsa klárari. Vit halda okkum øll kunna liva, til vit verda gomul, og vit seta okkum ymist fyri i lívinum. Flestu okkara halda, at deyðiligar sjúkur raka bara hini. Men soleiðis er tað bara ikki altíð Avaringarnar móti AIDS eru ikki so nógv ára gamlar. Tey, sum nú doyggja av sjúkuni, eru øll smittað, áðrenn sjúkan var so vanlig. Tey, sum eru í sonevndu vandabólkunum, hugsa nú meira um vandan, enn onn- ur gera, heldur Dagmar. - Eg má siga, at eg fekk stóra virðing fyri Hannusi, at hann kundi varðveita sítt góða lag og orkaði at hugsa so nógv um at hjálpa mammuni og hinum. Eftir mínum tykki er hetta ein lívsjáttandi sending umeina ræðuliga sjúku. Hannus kláraði at liva við sjúkuni, og hann kann ti standa sum góð fyrimynd hjá ødrum, sigur Dagmar Joensen- Næs. Sendingin "Verjuleysur" verður at síggja sunnu- kvøldið kl. 21.00. randi