Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 187 — 10. oktober 1991 LÍV er Í um alt Sjey sjønleikarfeløg kring landið eru við at seta upp leikir at framføra í heyst og til várs Nú komið er útá heystið, er sjónleikarárið eisini byrjað. Hesu ferð byrjaði tað hálvan september, tá Meg- infelag áhugaleikara Før- oya helt sjønleikarstevnu í Øravik. Evnið hesu ferð var um, hvussu sjónleikarfel- øgini skipa seg, tá leikur skal setast upp. Svenski sjónleikarin og drama- lærarin Maj-Britt Ahlin og føroyski sjónleikarin og leikstjórin Laura Joensen løgdu skeiðið til rættis. Ulla Ryum, sum í 1989 setti upp "Antigone" í Norðurlandahúsinum, var eisini við. Hon er rithgv- undur og leikstjóri og hon greinaði sundur leikbrotini, luttakararnir gjørdu í bólk- um. 41 fólk úr níggju felógum vóru við, og tað må sigast at vera góð uppmøting, heldur Lina Larsen, dagligur leið- ari í MáF. Vaksandi áhugi Áhugin fyri at spæla sjónleik i Føroyum veksur. Tað hava tey merkt serliga tvey tey seinastu árini. Ahugin dalaði, tá sjónvarp- ið kom, men nú hava fólk ikki longur nóg mikið við sjónvarpi og vilja skapa okkurt sjálv, heldur Lina. Meginfelag áhugaleikara Føroya hevur havt nógv skeið fyri sínum limum. Skeið í ljósseting, upp- seting 0.ø. Ætlanin við hesum er at menna felggini, soleiðis at tey verða meira sjálvbjargin. Tá fleiri fólk í hvørjum felag læra nakað, verður ikki so møtimikid hjá teimum at fáa leik upp, og alt hvílir ikki á so fáum herðum. Sjey feløg farin til verka Sjey sjónleikarfeløg kring landið eru farin til verka og ætlaatkomaápallin í heyst, í vetur ella næst vár. Í Kvívíkar Sjónleikar- felag arbeiða tey við leik- inum "Hosuleysur kær- leiki" eftir Johan Herman Wessel. Ætlanin er at hava fyrstu framførsluna i no- vember mánaði. Axel Tór- garð hevur týtt leikin, sum nú verður givin út í bók á føroyskum. Ulla Ryum er leikstjóri. Í Klaksvík setir Egi Dam upp stóran skemtileik eftir George Feydeau. Klaks- víkar Sjónleikarfelag ætlar at framføra umleið hålvan november. Carl Johan Jen- sen hevur tytt leikin, sum hevur fingid heitid "Trunkusmellan". Royndin í Nólsoy fer undir nýtýddan íslendskan familjuleik "Afturgongd og ónollur" eftir Iðunn Steins- dóttir. Carl Johan Jensen hevur eisini týtt henda leikin. Rosa á Rógvu setir upp, og ætlanin er at spæla tá farið er um hálvan november. Havnar Sjónleikarfelag er farið at venja nýggjan føroyskan leik, sum Regin Patursson og Simme Jacobsen hava skrivað í sambandi við 125 ára haldið hjá Havnini. Fyribils kalla tey leikin "Tíðarmyndir". 17 leikarar eru við, og Birita Mohr er leikstjóri. Teirra fyrsta framførsla er sett til 23. november. Í Eydnuni á Oyrabakka ætla tey í vetur at framføra leikin "Aðalverkfall" eftir Duncan Greenwood. Hetta er ein satiriskur leikur um eitt so álvarsligt evni sum arbeiðsloysi. Súsanna Tór- Síða 5 garð skal seta upp. Tey ungu í Eydnuni arbeiddu annars hugagóð seinasta viksuskifti á sjónleikar- skeiði, sum Súsanna Tór- garð hevði við teimum. Í Tvøroyrar Sjónleikar- felag ætla tey at seta upp leikin "Sneppan", sum Bir- git Jacobsen hevur skrivað út frá søgnini um Eina- búgvan í Hamrabyrgi. Hesin leikurin er bara eitt úrslitið av skeiðinum hjá MåF um sýgur, søgn og ævintýr. Birita Mohr fer at hjálpa til á Tvgroyri at fáa leikin upp. Keldan í Skálavík fer í vetur at spæla leikin "Hin ósjónligi býruin" eftir Astrid Saalbach.Leikurin gongur fyri seg á einum ellis- og røktarheimi. Elin Susanna Jacobsen hevur týtt, og leikstjóri verður Laura Joensen Í dag er Lina Larsen farin ul Skopunar at tosa við tey í felagnum Samljóð. Tey hava ikki spælt í fleiri ár, men ætla nú at royna seg. Lina Larsen fer at vitja tey sum ráðgevi. At sjey feløg seta leik upp í år er nógv. Tað eru hvorki kreftir ella pengar til fleiri í senn. Tey stórri eløgini orka at seta upp leik á hvørjum ári, men hini hava brúk fyri at hvíla seg ímillum, sigur Lina Larsen. Sjónleikarfelggini = fáa tilsamans 1,7 mió. krónur at arbeiða við um árið. Hesir pengarnir røkka, tí so nógv arbeiði verður gjørt sjålv- boðið, sigur Lina Larsen. Leikpallur Føroya umsitur pengarnar. randi anugaletK- 4 fol , Meginfelag arafelag Føroya hevur MIdIð ul 1 húsunum njá Hans Andreasi og Petru Djurhuus beint við Sjónleikarhúsið Tørs- havnar byråd hevur yvirtikid husini og sett tey i stand. Ætlanin er, at Havnar Sjónleikarelag skal hava brúksrættin yvir húsum, og geva Meginfelag áhugaleik- ara Føroya innivist. Tá flytir Lina Larsen yvir afdtur Undir Pisuvarða við allari skrivstovuni hjá MáF. Lina Larsen er dagligur leiðari hjá MáF. Mynd: Kalmar SÓ MMMkkkkblkkkkkkkkelllllbllelllllellelLlLlLlLlLlLýkLlLLLLLLIR N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N Frá Wild West Sputnik-sangarin Jens Lisberg spælir til dans við Gentlemonnum friggjakvøldiø. Wild) West VIG TGTGGGGGGGGTGGGGGGGIGGGGOGGGGGGTGTIGTGTGGGGGITSTT AK N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N N