hósdagur 10. oktober 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sáttmálin byggir
tíðindablaðið
á tað vit higartil
hava selt til EF
-men møguleiki er við samráðingum at tryggja
okkum betri atgongd fyri vørur, vit framyvir
fara framleiða og útflyta. Nú skal tingið viðgera
sáttmálum millum EF og Føroyar
Mánadagin legði Atli
Dam, løgmaður fyri tingid
handilssáttmálan, sum
gjørdur er millum við EF.
Sáttmálin er undirskrivað-
ur, men við ti fyrivarni, at
løgtingid góðkennir hann,
og fyrsta dagin fara ting-
men at viðgera sáttmálan.
Tá løgmaður legði sátt-
málan fyri tingið, greiddi
hann eitt sindur frá søgu-
ligu gongdini og hvat sátt-
málin ber í sær.
Fyribils avtala
Tá tað gjørdist greitt, at
Føroyar ikki fóru upp í EF,
varð gjørd ein avtala um
føroyskan útflutning til
EF, eins og um innflutning
til Føroya úr EF-londum.
Eftir hesi skipan kunnu
ávísar vørur við føroyskum
uppruna verða innfluttar í
felagsmarknaðin við ávís-
um tolllætta. Men her var,
sum vera man, eisini gald-
andandi nakað fyri nakað,
og fekk EF eisini ávísar
tollfyrimunir fyri innflutt-
atar vørur úr EF.
Stórur samhandil
Samhandilin millum EF
og Føroyar hevur verið og
er stórur. Í fjør útfluttu vit
fyri tilsamans 2,5 milli-
ardir, harav fyri tvær
milliardir til EF. Sagt við
ødrum orðum fóru 81% av
okkara samlaða útfutningi
til EF. Av útflutningi okk-
ara til EF vóru heili 97%
fiskur og fiskaúrdráttur.
I fjør innfluttu vit fyri
tilsamans stívliga tvær
milliardir. Av hesum komu
fyri 1,2 milliard úr EF-
londum, ella 58%.
Avtalan útgingin
Men i 1988 gjørdi EF-
kommissiónin vart við, at
nýtslan av ymiskum toll-
stigum motvegis Føroyum
var ikki i samsvar vid
seidvejuna hjå tollfelags-
skapinum. EF førdi fram,
at einki løgfrødisligt
grundarlag var fyri at Dan-
mark lat føroyskar vørur
sleppa inn i felagsmark-
nadan uttan at rinda nakran
toll.
Landsstyrid bad ti um at
fáa tingingar í lag vid fel-
agsmarknaðin. Uppleggið
úr Føroyum var at fáa eina
fríhandilsavtalu við EF,
soleiðis at eingin tollur
varð lagdur á vøruhandilin
partanna millum.
Til hetta segði EF seg
ikki kunna ganga við til
ein heilt frían handil, tí
nakrar av vørunum vóru at
rokna sum sera viðkvæmar
fyri teirra marknað.
Nýggi avtala
Urslitid av hesum varð,
at gjørd varð nýggj avtala
millum Europeiska Bú-
skaparliga Felagsskapin
ødrumegin og Danmark og
Føroya hinumegin um toll-
viðurskifti partanna mill-
um.
Hesin sáttmáli lovir Før-
oyum tollfrían útflutning
til EF-lond fyri allan fisk,
sum er veiddur av føroysk-
um skipum í Norðurat-
lantshavi, og sum føroy-
ingar higartil hava fiskað.
Undantiknar verða tó
ávísar fiskavørur, sum EF
metir sum viðkvæmar, har
kvotur og loft eru ásett.
Hesar kvotur og hesi loft
byggja í høvudsheitum á
tann útflutning, sum
Føroyar higartil hava havt
til EF.
Meguleiki fyri
nýggjum verum
Hóast sáttmálin byggir á
tær vørur, sum Føroyar
higartil hava útflutt, er
eisini møguleiki fyri at
víðka sáttmálan til eisini at
fevna um vgrur, sum vit
møguliga fara at útflyta
seinri. Nýggj fiskasløg og
góðskaðar vørur, og ti er
ein sokalladur menningar-
klausulur settur i såtmålan.
Ein felagsnevnd er sett
til at umsita såttmålan, og
kunnu partarnir fåa sini
åhugamål vidgjørd i hesi
nevnd. Enn er galdandi
tann regla fyri vørurnar ur
Føroyum, at tær skulu
hava sin uppruna i Føroy-
um. Heta vil siga, at fisk-
urin og vgrurnar, sum
famleiddar eru úr honum,
skulu vera veidd við
skipum, sum eru skrásett í
Føroyum og sum sigla
undir føroyskum flaggi, og
har føroyingar eiga í
minsta lagi 50% í skip-
inum. Eisini er kravt, at øll
yvirmanningin, og í minsta
lagi 75% av manningini,
eru føroyingar ella ríkis-
borgarar í felagsskapinum.
Nýggj tolllóg
Ætlanin er, at nýggja
avtalan skal koma í gildi 1.
januar næsta år. Føroya
binda seg, sambært sátt-
málan, til at samtykkja
eina nýggja tolllóg at galda
frá sama degi, soleiðis at
eingin tollur verður lagdur
oman á ávísar EF-vørur.
Til ein meirvirðisskipan
kemur í gildi 1. januar
1993, hevur landsstýrið
møguleika til at áseta ein
ávísan fígjartoll.
Verður útflutningurin til
EF hin sami sum undan-
farin ár verður roknað við,
at nýggi EF-sáttmálin
merkir ein tolllætta upp á
millum 50 og 60 milliónir
Tingið fer fyrsta dagin at
viðgera sáttmálan
millum EF og Føroyar
Nr. 187 — 10. oktober 1991
krónur.
Landsstýrið heldur, at
broytti tollstigin á útflutt-
um vørum til EF fer at
hava vid sær, at fram-
leidslan verdur umløgd til
meira virdismiklar vørur,
sum 6gjørligt hevur verið
at útflutt við núverandi
tollgjøldum. Tí verður
roknað við, at samlaði
vinningurin av sáttmálan-
um fyri føroyska sam-
felagið skuldi verið fleiri
ferðir virðið á tí beinleiðis
sparda tollinum í dag.
tór.-
Marita Petersen, landsstýris-
kvinna í skúlamálum:
At niðurleggja
10. flokkarnar
er at bróta lógina 4
-Fólkaskúlalógin er ikki rørd
síðani hon kom í gildi fyri tóly
árum síðani. Hon eigur nú at
endurskoðast, sigur lands-
stýriskvinnan
Sum vit áður hava skrivað,
hevur hin føroyski fólka-
skúlin tað ikki gott í dag. Í
Havn rakar bæði spari-
knívurin hjá landinum og
kommununi sera meint, og
hetta gongur eisini út yvir
undirvísingina.
Tað var einki minni enn
eitt neyðarróp at hoyra frá
skúlastjóranum í Kommu-
nuskúlanum í Havn, Ottari
Jacobsen, sum segði, at
halda myndugleikarnir
fram at skerja sum teir
hava gjørt í seinastuni, fáa
vit ein kryplaðan skúla,
sum Ottar Jacobsen tók til.
Hann hevur eisini sagt, at
vandi er fyri at 10. flokk-
arnir mugu strikast, tí í
lógini stendur , at skúlarnir
kunnu og ikki skulu hava
10. flokkar.
Endurskoða lógina
Marita Petersen, lands-
stýriskvinna í skúlamálum
sigur um sparingarnar frá
LL GG
landsins síðu, at tað ber til,
at reka skúlan sambært lóg
við teimum sparingum,
sum eru gjørdar, men hon
leggur aftrat, at vallæru-
greinirnar eru í vanda. Hon
heldur, at tíðin er komin at
endurskoða fólkaskúlalóg-
ina, og tí vil hon taka stig
til at taka hesa lóg upp til
nýggja viðgerð, tí lógin er
ikki rørd síðani hon kom í
gildi í 1979.
10. flokkur skal halda
fram
Marita Petersen, sigur, at
hóast tað stendur í lógini,
at skúlin kann hava 10.
flokkarnar og ikki skal,
metir hon tað sum lógar-
brot, um 10. flokkarnir
verða strikadir.
Kommunan hevur
skyldu til at síggja til, at
umstødurnar, at halda
skúla, eru í lagi og neyðugt
undirvísingartilfar er tókt.
Hon vísir millum annað
á, at tá býráðið í Havn
ynskti at leggja gjald á
einnytslubøkurnar fekk
byrådid greid bod um at
tad bar ikki til. Kommunan
hevur plikt til at lata
næmingum ókeypis undir-
visingartilfar.
Landsstyriskvinnan legg-
ur aftrat, at eru skúlarnir
ella foreldrini 6nøgd vid
hesi viðurskifti, heldur hon
at Skúlaráðið eigur at taka
spurningin upp.
tór.-