hósdagur 10. oktober 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 187 — 10. oktober 1991
Danskur professari um Parkinsonsjúkuna:
Tittleikin størri Í Førovum -
— men dømini eru mildari
Leygardagin komu danim-
ir Henning Pakkenberg og
Jørgen Wendi Nielsen til
Føroya å vitjan hjå Parkin-
sonfelagnum.
Ætlanin var upprunaliga,
at teir skuldu verið komnir
fríggjadagin, men veðrið
loyvdi ti ikki, so ti vórðu
teir seinkaðir ein dag.
Á vitjanini høvdu teir
fyrilestrar um Parkinson-
sjúkuna á Landssjúkrahús-
inum leygardagin og á
Eysturoyar Ellis- og Røkt-
arheimi månadagin.
Henning Pakkenberg
tosadi um sjúkuna sum
heild, orsøk og viðgerð, og
Jørgen Wnedt Nielsen tos-
aði mest um tann heilivág,
ið er tøkur, tá talan er um
viðgerð fyri Parkinson-
sjúkuna.
Fundurin á Landssjúkra-
húsinum fekk sera stóra
undirtøku, og vóru meira
enn 100 fólk, harav mill-
um 20 og 30 læknar —
bæði frá sjúkrahúsunum
og kommunulæknar. I
Runavík vóru eini 30 fólk
á fundi, og er tað eisini
stak góð undirtøka. Teirra
millum, ið vóru á
fundinum í Runavík, vóru
fleiri sjúklingar og
avvarandi hjá sjúklingum.
Teir báðir danirnir
Jørgen Wendi Nielsen
og Henning Pakken-
berg, sum hava verið i
Føroyum á vitjan hjá
Parkinsonfelagnum.
Mynd: Kalmar
Minnist til
haldaragjaldið!
Kannaði sjúklingar
>Aftaná fundin leygar-
dagin í Havn kannaði
Henning Pakkenberg
nakrar
Parkinsonsjúklingar, og
hóast hetta ikki vóru so
gjølligar og neyvar kann-
ingar, so gjørdi hann sær
tó ta meting av sjúkuni í
Føroyum, at hon er heldur
meira útbreidd her enn eitt
nú í Danmark, men at
dømini hinvegin eru mild-
ari,< sigur Tórður Mikkel-
sen, formaður í Parkinson-
felagnum.
>Henning Pakkenberg,
ið er professari í viðgerð
av Parkinsonsjúkuni og
serlækni í nervasjúkum, er
hugaður at fáa sett onkra
kanning í verk, so finnast
kann útav, um kanska
onkrar serliga orsøkir eru
til, at sjúkan er ødrvisi her
í Føroyum,« sigur Tórður
Mikkelsen.
Parkinsonsjukan er ein
sjúka, sum ger vart við seg
í nervalagnum — fyrst og
fremst sum risulamningur,
mest í ørmum og beinum.
Orsgkin úl sjúkuna er ov
lítil nýgerð av evninum
Dopamin, og er sjúkan
mest vanlig hjá ulkomnum
Málgagnið hjá hini
kirkjuligu heimamissi-
ónini í Føroyum, >Trú-
boðin<, faldar seg
rættiliga út í síðstu
útgávuni, sum kom í
laðið, ið vanliga er í
1.900 eintøkum, verður
hesaferð prentað í ikki
færri enn 16.500 ein-
tókum. Hetta verður
gjørt í sambandi við, at
blaðið verður borið í
hvørt hús í Føroyum,
nú årsmøtini stunda til.
Í bladnum uesaferð er
ymist og fjølbroytt til-
far við temasíðu um
heimið, tíðindum frá
nýggja bíbliuskúlanum
Áttafaldar
útgávuna í
hesi vikuni
og serliga eldri fólki.
Navnið hevur sjúkan cft-
ir enska læknan James
Parkinson, sum í 1817
gjørdist varur við hana.
Dýrur heilivágur
Sum øll onnur sjúka, er
Parkinsonsjúkan eisini ein
sjúka, sum krevur viðgerð,
og her kann nevnast, at eitt
nú heilivágurin til Parkin-
sonsjúklingar er sera dýr-
ur. Roknað verður við, at
ársnýtslan av heilivági hjá
einum meðalsjúklingi ligg-
ur um 25.000 krónur.
Í fjør varð stovnað Par-
kinsonfelag í Føroyum, og
hevur hetta íelag millum
annað sera gott samstarv
við danska Parkinsonfel-
agið. Umleið 130 limir eru
í føroyska felagnum, sum
er eitt av teimum, 10 hevur
eitt rættiliga livandi virk-
semi við hmafund
ødrum tliøkum.
Nordisk Drog, ið fram
leiðir heilivág til Parkin
n og
sonsjuklingar, hevur figg)
-
ad ferdina hjå Henning
Pakkenberg og Jørgen
Wendt Nielsen ul Føroya.
Teir báðir fóru heimaftur
fyrraparun týsdagin
hj.
í Fuglafirði, útferð til
Viðareiðis, umframt at
greitt verður frá kom-
andi tiltøkum, so sum
árliga sangskeiðnum,
sum byrjar sunnu-
kvøldid í Klaksvík og
årsmøtunum, sum
verða í Havn seinni í
mánaðinum.
>Trúboðin< byrjaði
eftir summarfrítíðina at
koma út fjårtanshvønn
dag, og er bladid bædi
betri og meira áhuga-
vert enn frammanund-
an. Ikki minst, nú pláss
eisini er fyri meira
aktuellum tíðindum á
andaliga fronunum.
hj.