Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 188 — 11. oktober 1991 Fyrivarni verður tikið fyri broytingum Fríggjadagin kl. 23.05: Roland Hassel Svenskur spennandi filmur, trygg skjal, svik og følsk virðisbrev eru vanliga brotsverk, sum ikki geva „blóð uppá tonnina<. Men her er tað ikki so, her er bæði svik og morð í Stockholm — har Ro- land Hassel sjálvur er um at verða fryst- úr úti... Leygardagin kl. 20.30: Bardagin um tilveruna David Attenborough endar sína náttúru- sendirød við at visa okkum, hvussu bar- dagin um at yvirliva er. Málið hjá øllum dýrum er at seta avkom í verðina, og vit skulu síggja, at tey gera nógv við tað. Sunnudagin kl. 14.50: Hann kom sum fremmandur Laurence Olivier (í miðjuni) við Guy Middleton og Penelope Ward Enskur filmur frá 1943, sum snýr seg um at skilja hvennannan uttan mun til, hvaðani tú ert. Ein russiskur verkfrød- ingur kemur til eina enska bygd, og sjålv-' andi endar tað við, at øll eru góð við tann fremmanda. Sunnudagin kl. 20.20: Nú kom posturin! Hvenn dag uttan sunnudag fara menn og konur næstan í hvert hús við posti. Vit, sum fáa post, geva okkum sjáldan far um hann, uttan so at posturin ikki kemur. Tað er heilsugott og sjálvsteðugt ar- beiði at ganga við posti, sigur Henry Fjallstein og hann hevur verið post- maður í skjótt 25 ár. Vit hava gingið rut- una við Henry. — Lagt tilrættis hevur Malan Johannesen. Sunnudagin kl. 21.00: Verjuleysur Í mai mánað í ár doyði fyrsti feroyingur- in av AIDS í Feroyum. Hannus livdi í tvey ár eftir at hava fingið staðfest AIDS í útbroti. At byrja við var hann ógvuliga sjúkur, men hann kom fyri seg og fekk eina tíð saman við familju og vinum, áðrenn sjúkan aftur vann á honum. Hannus var 39 ár, tá hann doyði. Sjón- varpið fylgdi honum seinastu 15 mánað- irnar av lívi hansara. Dagmar Joensen-Næs hevur lagt send- ingina til rættis, og Edvard S. Joensen hevur staðið fyri upptekunum. Sunnudagin kl. 22.00: Hin vágadjarvi — 1:13 Clive Dwen Sendirødin um hin unga Stephen Crane, sum kemur í samband við bilverksmiðj- una Douglas Motors. Hetta er ein gomul familjufyritøka, sum nú er í fíggjarligum trupulleikum. Mánadagin kl. 18.00: Sum mamma so dótturin Althea stendur knappliga einsamøll við hálvvaksnu dóttir síni Jennifer, og tær noyðast at flyta — úr húsum við urta- garði og svimjihyli í eina lítla, tronga í- búð. Jennifer noyðist eisini í ein annan skúla og hon leingist eftir pápa sínum. Hon verður ómegulig av ellum hesum. Althea fær nýtt arbeiði, og hon hevur nógvar trupulleikar, tá ið hon hittir Philip Síða 9 John Cleese Mánadagin kl. 20.40: Rok vid vigvøllin John Cleese spælir majorur — er neydugt at siga meira? Í hesum filminum frå 1982 spælir hesin skemtarin tann trúgvi verjin hjá Bretlandi í Singapore. Mánadagin kl. 22.30: Dyrt er dirvi stórt James Baldwin, tann kendi amerikanski rithøvundin, sum doydi i 1987, var littur og homoseksuellur. Vit skulu hoyra um liv hansara og arbeiði. Tysdagin kl. 21.05: Tann fyrsti kossurin Daniel og Lauren Tann franski Daniel og amerikanska Lauren eru ymisk, men felags um ikki at vera sum hini, tí bæði eru so klók. Saman við tí fitta høvundanum, Julius, fara tey til Venedig at suffa á brúnni og at muss- ast.. Týsdagin kl. 22.50: Aka Høegh Aka Høegh er av gamlari eskimoætt. Við list ger hon sitt til at gera Grønland kent uttanlands. Hon hevur fríðkað um nógv- ar kirkjur o.a. Stig Krabbe Barfoed tosar við hana. Aka Høegh arbeiðir í Julianehåb Allan Olsen og Patricia Arquette Mikudagin kl. 22.20: | Time out Danskur filmur um hin unga John, sum er farin til USA at leita eftir pápa sínum. Hann finnur ístaðin eina legna gentu, sum ber seg undarliga at. Filmurin er frá 1988. Hósdagin kl. 21.55: Undir eldgosinum Albert Finney Skaldsøgan »Undir eldgosinum« hjå Mal- colm Lowry frå 1947 er ein klassikari. I 30 år frammanundan tað eydnadist, hugsaði leikstjórin John Huston um at filma hana. Hann tveitti burtur meira enn 20 myndarit, til hann góðtók tað hjá Guy Gallos. Segan er frá 1938 í Cuernavaca í Mexi- co. Tað er 2. november, dagur teirra deyðu. Geoffrey Firmin drekkur enn aft- an á at hann kveldið fyri drakk saman við einum ødrum alkoholikara. Hann gerst bilsin, tá ið kona hansara kemur, Ivonne — eitt ár eftir at tey eru skild. Geoffrey, sum var bretskur konsul, er í ferð við at drekka seg í hel. Hann hugsar enn um, at Yvonne fjasaði við hálv- beiggja hansara, Hugh, og at tað endaði við at tey vórðu skild. Hann kennir seg skyldugan í eini óhugnaligari hending undir fyrra heimsbardaga, hóast hann varð fríkendur. Og samstundis hugsar hann um eitt nýtt heimskríggj. Yvonne vil hava hann úr Mexico at byrja av nýggjum, men hann dugir ikki at slíta seg leysan. Hugh kemur eisini, og hesin dagurin fær avleiðingar