Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða ! 0 Scansat/TV3 The Haunting Jane Seymour Filmurin er frá 1983, og hin vakra Jane Seymour spælir hevuðsleiklutin. Julia og Dan hava funnið síni dreyma- hús. Alt skuldi verið gott, men Dan hev- ur mist sjálvsálitið eftir at hann er koyrd- ur frá plássi sínum í professionella fót- bóltsliðnum. Tey hava elskað hvenn ann- an í mong ár og gera tað framvegis, men tey duga ikki rættiliga at koma hver eðrum nær fyri tíðina, og steðan gerst spent. Men húsini eru tey sera væl negd við, men tá ið tey eru flutt inn, upplivir Julia nógv undarligt. Tað er sum onkur eltir hana, sær hana, og eitt kveldið kem- ur hon fram á ein innbrotstjóv Leikarar: Jane Seymour, Gerald McRaney, Mille Perkins, Paul Rossilli. Fríggjadagin kl. 22.03: The Blackboard Jungle Am. filmur frá 1955 við Glenn og Sidney Poitier i høvudsleiklutunum. Hetta er ein av teimum stóru filmunum í fimti- árunum og tann fyrsti við so nógvum rock n'roll. Bill Haley stendur fyri tón- leikinum. Glenn Ford spælir Richard Dadier, ein ungur lærari í New York, sum metir stórbýnum gjøgnum sínar næm- ingar. Evan Hunter hevur skrivað myndarit- ið. Leygaragin kl. 9.00: | Beredskapspojkar Svenskur filmur frá 1941. Nisse og Calle, sum eru sjónleikarar, eru júst lidnir í her- tænastuni. Teir eru glaðir um tað, men brádliga verða teir báðir innkallaðir til veruliga hernaðartænastu. Komnir haðar sakna teir Manne Melin, sum átti at ver- ið komin við. Men har er ein, sum sigur seg eita Manne Melin, og hann hevur bókina hjá Manne. Nógv annað legið kemur eisini fyri Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Meryl Streep og Roy Scheider Leygardagin kl. 22.00: Still of the Night Am. filmur frá 1982 við Roy Scheider og Meryl Streep í hevuðsleiklutunum. Sálarfreðingurin Sam Rices hevur ein sjúkling, sum verður funnin deyður. Tað er Bynum og hann er myrdur. Sama dag kemur ein ung kvinna í móttekuna hjá Sam. Hon eitur Brooke Reynolds og hev- ur arbeitt saman við Bynum. Øll prógv benda á, at hon hevur okkurt við morðið at gera, men Sam, sum er vorðin sera hugtikin av henni, vil ikki trúgva hes- um Leygardagin kl. 23.40: Alfred Hitchcock Mr. Waterbury uppdagar at dreymahús hansara eru til selu. Eigarin vil hava 50.000 dollarar fyri tey, hóast virðið bert er 9.000. Men Waterbury hevur gjørt av at keypa — her vil hann búgva restina av lívi sínum, nú hann skjótt heldur uppat at arbeiða. Men hann ger sítt lívs mistak, tá ið hann roynir at fáa prísin niður Sunnudagin kl. 10.00: I gult og blåt Sv. filmur frå 1942. Alt lívið hjá Erik Brenner snýr seg um fótbólt. Men hann er stjórasonur og skal skjótt upp til stu- denspróvteku. Mamman stuðlar honum, meðan pápin er ivasamur um framtíðina hjá soninum. Liðleiðarin Loffe hevur stórar ætlanir við liðnum BK — men samstundis hevur liðleiðarin hjá Sparta uppdaga Erik. Loffe ávarar Erik móti honum, men liðleiðarin hjá Sparta veit hvat hvat hann vil Sunnudagin kl. 19.00: Rollercoaster Am. filmur frá 1977. Eitt lýtt summar- kveld kemur ein ungur maður, ílatin sum mekanikari, spákandi oman eftir vegnum í tí enn ikki upplatna »tivolinum«. Hann steðgar á og leggur okkurt frá sær og fer síðani. Nakrar tíma seinni verður latið upp, og nógv fólk eru komin saman. Og tann ungi maðurin er eisini har. Hann tekur eitt lítið tól fram, trýstir á ein knøtt, og so hendir vanlukkan — ein Nr. 188 — 11. oktober 1991 spreinging er farin fram. Samstundis kemur eldur í í einum eðrum tivoli, og ell eru skelkað Leikarar: George Segal, Richard Wid- mark, Timothy Bottoms, Henry Fonda. Sunnudagin kl. 21.15: Forever Young Henda dokumentarsending snýr seg um okkum øll. Hver vil ikki vera ungur al- tíð? Men rukkurnar koma, og skulu vit bara lata standa til? Serliga í USA eru tað mong, sum ikki lata standa til. Tríggjar milliónir amerikanarar brúka hvert ár tríggjar milliardir dollarar uppá vakurleika-skurðviðgerðir. Og í Sveríki vindur hetta eisini upp á seg Mánadagin kl. 19.00: Columbo Eftir at hava verið undir trýsti av hjá- konu síni, ger sjónleikarin Ward Fowler av, at hetta skal halda uppat. Hann tekur eina síðu úr einum av sínum handritum og fremur morð, júst eftir pappírinum. Hann heldur seg hava gott alibi og fer sjálvur at tosa við Columbo um morðið Týsdagin kl. 19.00: Kung Fu Am. filmur frá 1972. Ein dagin seinast í 1800 talinum kemur ein maður til ein litl- an amerikanskan bý. Hann er hálvur kin- verji og eitur Caine. Nekur eru óð um at David Carradine hann er har og onkur roynir at sláa hann niður, men hann vinnur øll. Hann fær ar- beiði hjá kinverjum, sum byggja jarn- breytir. Teir síggja skjott, at hann er Shaolinprestur, ein heilagur maður, sum riggar væl sum Kung Fu, kinverski ítrótturin. Men teir skilja ikki, hvat hann vil í Amerika. Caine kemur skjótt í stríð við teir, sum leiða arbeiðið við jarnbreyt- ina, tí teir fara illa við kinverjum og end- in verður, at stjórin einaferð med alla vil sleppa av við Caine Týsdagin kl. 22.03: Kojak Ein ungur tíðindamaður verður í arbeið- inum myrdur, hann hevur fingið ov nógv kokain. Shane Pope, einkjan eftir hann, sum sjálv var heroinmisnýtari, heldur at arbeiðið hjá legregluni gongur alt ov seint. Hon tekur málið í egnar hendur og ætlar at hevna mannin. Kojak ger hvat hann kann at forða henni, tí tað er løg- reglan, sum skal gera kanningarnar. Og drápsmaðurin kennir Shane og veikleikar hennara, og áðrenn hon veit av er tað hvíta pulvurið lætt at koma til og ókeyp- is Mikudagin kl. 19.00: The Fifth Musketeer Eysturríkskur filmur frá 1979. Millum leikararnar síggja vit Beau Bridges, Ursulu Andress, Sylvia Kristel og Cornel Wilde. Ludvig XIV, kongur av Fraklandi, hevur ein tvíburðabróðir, sum eitur Philippe. Hesin Philippe er líka fittur og djarvur, sum kongurin er ófittur. Fyri at útvega pengar, ætlar Ludvig at gifta seg við eini spanskari prinsessu, hóast hann fjasar við Madame de la Valliere. . Hósdagin kl. 22.03: Crazy Like A Fox Cindy og Harrison gera ein doguiða fyri teimum nýggju grannunum, Bpb og Dana Byer. Mitt í øllum rennur huådurin hjá Mo avstað við einum lyklatyssi í kjaftinum. Áðrenn teir fáa steðgað hon- um, er hann horvin. Mo heldur at vandi er ikki á ferð, tí hundurin er vanúr at koma aftur við tí, hann hevur tikið — nakrar dagar seinni. Men so finna tey hundin deyðan, hann er eitraður. Harry og Harrison hýra ein annan hund at leita eftir lyklunum, og hann finnur teir, men somu nátt verða teir aftur stolnir. Harri- son veit, at lyklarnir hoyra til ein bil hjá einari útleigufyriteku, og fær at vita, at ein privatdetektivur hevur leigað júst enda bilin M