Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 62 - 29. mars 2003 Nr. 62 - 29. mars 2003 3 Fyrilestrar um rættarstøðu sjúklinga SJÚKLINGASTØÐA Tíðindaskriv Alzeimerfelagið og Meginfe- lag teirra Brekaðu skipa komandi vikuskifti fyri tveimum almennum fyri- lestrum Fyrri fyrilesturin tekur støði í, at 16. okt. 2002 kom »Anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om patienters retstilling« í gildi. Í hesum sambandi hava vit boðið Ellen Thuesen til Før- oya at halda fyrilestur um »Etiske og juridiske aspekter i forbindelse med behandling av døende – hvem skal be- stemme«. Fyrilesturin verður í veitsluhøllini á Lands- sjúkrahúsinum leygardagin 29. mars kl. 15.00. Seinni fyrilesturin verður eftir aðalfundin hjá Alzheim- erfelagnum sunnudagin 30. mars. Aðalfundurin verður í MBF húsinum kl. 15.00 og fyrilesturin verður umleið kl. 16.30. Fyrilesturin verður um, »Stuðulsbólkar fyri av- varðandi hjá minnisveikum fólki, ið er eitt serstakt tilboð til børnini hjá yngri minnis- veikum fólki. Í fyrilestrinum kemur Ellen Thuesen inn á, hví avvarðandi ofta leita saman við onnur í somu støðu. Svørini eru fleiri: »vit læra hvønn annan, og tey serkønu læra okkum. Onnur skilja støðu okkara, eisini hóast tey eru púra fremmand. Tú sleppur at vera syrgin. Samveran við onnur í somu støðu stimbrar«. Ellen Thuesen er útbúgvin sosialráðgevi og hevur arbeitt við psykiatri í nógv ár, seinastu 10 árini serliga við gerontopsykiatri í einum økistoymi. Hon er formaður fyri rættarnevnd Alzheimer- felagsins í Danmark og er hon eisini limur í Etiska ráðnum. Hon hevur í nógv ár arbeitt við avvarðandi bólk- um og undirvísir um etik og juridiska rættartrygd hjá dementum og avvarðandi teirra. Hon hevur sjálv og saman við øðrum skrivað bøkur og greinir grundað á kanningararbeiði. team85 Tel 340340 www.televarp.fo Mánaðargjald fyri gula pakkan, við 9 rásum 129,- Televarpið fer nú at senda í Klaksvík og í megin-Eysturoy. Vit fjølga eisini um rásirnar og kunnu nú bjóða bæði Robinson, Formel 1, SAS Liguna og Champions League. ÆLABOGIN Mánaðargjald fyri reyða pakkan, við 13 rásum 209,- GULI BLÁI REYÐI Televarpið víðkar sendinetið - og úrvalið av rásum FORMEL 1 SAS LIGAN Mánaðargjald fyri Canal+ pakkan, við 4 rásum 219,- Canal+ pakkin er ein ískoytispakki Mánaðargjald fyri bláa pakkan, við 18 rásum 169,- 28 tær bestu frá sama veitara TV3 3+ Viasat Sport Viasat Action Viasat Nature Viasat Explorer BBC World BBC Prime CNN CNBC Nordic Discovery Channel Animal Planet National Geographic Hallmark Channel TCM Cartoon Network Fox Kids Eurosport GOD Channel MTV VH 1 TV Danmark 1 TV Danmark 2 SvF Canal+ Canal+ Gul Canal+ Blå Canal+ ZAP TV3 bjóðar eina røð av bæði kendum og nýggjum sendingum. Her sæst m.a. Robinson umframt røðirnar Sex and the City, Smallville og Grosse Point. UEFA Champions League fótbóltur og danskur fótbóltur eru við til at gera TV3 til eina ta best umtóktu rásina. 3+ er systurrásin hjá TV3. Ein rein undirhaldsrás við filmum, raðsendingum og ítrótti. Hvønn týsdag er UEFA Champions League fótbóltur, og hvønn mánadag er beinleiðis dystur frá donsku SAS-liguni. Viasat Sport er ein søtur biti til teirra, ið dáma ítrótt. Viasat Sport sendir 16 tímar av ítrótti um dagin. Her síggjast m.a. UEFA Champions League og SAS Ligan. Á Viasat Action fært tú óblandað action undirhald. Her er tað besta innan røðir og filmir, m.a. erotiskar ræðufilmar. Dámar tær action, slepst illa uttan um Viasat Action! Viasat Nature tekur teg við á ferð í náttúruni við virðisløntum dokumentarsendingum, sum leggja dent á uttandura lív. Explorer bjóðar av við spennandi ferðum, víttgangandi upplivingum og óloystum gátum. Yvir helvtin av senditíðini snýr seg um ævintýr, náttúru, ferðir, villini djór og rúmdina. BBC World er ein altjóða tíðinda- og kunningarrás, ið verður send úr Onglandi 24 tímar um samdøgrið. BBC World telist millum best umtóktu tíðindarásir í heiminum. Undirhaldsrásin hjá heimsins best umtókta sjónvarpsfelag. Á BBC Prime fært tú dygdar sjónvarpsrøðir í enskum stíli. CNN International sendir 24 tímar um samdøgrið til yvir eina hálva milliard fólk. Umframt tíðindi sendir CNN dokumentarsendingar, vinnuligar sendingar og ítrótt. Eitt samstarv millum NBC og Dow Jones hevur lagt hesa rásina á fremstu rók við fíggjar- tíðindum. Sendir á somu rás sum National Geo-graphic Channel. Gjøgnum Discovery kanst tú fara rannsóknarferðir út í heim uttan at reisa teg úr stóli- num. Her eru sendingar um alt á klótuni og uttanfyri. Her sært tú djórini í teirra rætta umhvørvi í frumskóginum, á savannuni, í luftini, á ísi- num ella í havinum. Harumframt hittir tú kelidjór og sleppur inn um dyr í djóragørðum, ið vanliga eru stongdar. National Geographic Channel sprettir úr tí 113 ára gamla National Geographic Society, ið er víðagitið fyri góðar søgur og neyvar frásagnir frá teimum allarbestu mynda- takarunum. Hallmark Channel er ein av teimum rásunum, sum í løtuni vinnur mest fram millum sjónvarpshyggjarar. Hallmark vísir serliga filmir og sjónvarpsrøðir. TCM er ein klassisk filmsrás, ið vísir teir bestu biograffilmarnar úr 30'unum og fram til 90'ini. TCM sendir eitt breitt úrval av filmum, so her er nakað fyri tey flestu, ið dáma filmir. Teknifilmar við danskari talu. Her eru Snurre Snup, Tom & Jerry, Familjan Flintstone, Scooby Doo og fleiri onnur. Sendir á somu rás sum TCM. Her eru Spider-man, Pokémon og Digimon, Super Mario, Inspektør Gadget og mong, mong onnur. Fox Kids sendir millum kl. 05.00 - 17.00 á somu rás sum Hallmark Channel. Tað, ið ikki sæst av ítrótti her, er neyvan vert at síggja. Við yvir 100 ymiskum ítróttar- greinum og meira enn 2000 tímum av beinleiðis sendingum er tað møguligt at halda seg púra dagførdan um støðuna. Andalig sjónvarpsrás við guðstænastum, møtum og práti við gestir um andalig virði. MTV er rásin hjá teimum ungu. Tónleikavideo í nýskapandi sniði, hitlistar, dansitón- leikur, techno, grunge og rock´n roll í einum hurlivasa. VH1 (Video Hits-1) sendir tónleik til teirra, sum eru meira tilkomin - 24 tímar um sam- døgrið, alla vikuna. Her fæst tað besta frá 60´, 70´ og 80´unum. Hendan rásin sendir serliga ítrótt og filmar. Her eru m.a. týska Bundesligan, útvaldir UEFA Cup dystir, allir heimadystirnir hjá Liverpool í UEFA Cup, NBA Basketball og Boksing frá HBO & Don King. Hvørt kvøld er ein góður filmur. Rásin við Big Brother V.I.P., Ushi Heiku, Temptation Island, Supersælgerne, Frasier og C.S.I. Í TvDanmark 2 eru nærgangandi frásagnir og undirhald. SvF verður sent digitalt gjøgnum Televarpið. (Hyggjararnir rinda kortini ikki fyri SvF gjøgnum Televarpið, men við hyggjaragjaldinum beinleiðis til Sjónvarp Føroya). Umframt 100 filmar um mánaðin hevur Canal+ rættindi til Premier League og italsku Serie A fótbóltskappingina. Her eru filmar frá stóru filmsfeløgunum umframt hópin av beinleiðis ítrótti. Her er tað besta av samlaða úrvalinum frá Canal+, tá tey flestu hava stundir at hyggja at tí. Canal+ Blå sendir mánadag til hósdag frá kl. 15.00 til uml. 01.30, fríggjadag frá kl. 15.00 til uml. 03.00 og leygardag og sunnudag frá kl. 08.00 til uml. 01.30. Hetta er serrásin hjá Canal+, sum m.a. sendir beinleiðis frá Premier League og íshockey á hægsta støði. Televarpið hevur avtalu við stórar útlendskar veitarar, sum vanliga kappast hvør móti øðrum. Vit kunnu tí gjøgnum sama móttakara og við einum haldarakorti bjóða 28 av teimum rásunum, sum føroyingar flestir vilja hava heim í stovuna: Mánaðargjald fyri Ælabogan, við 24 rásum 269,- Kortleigugjald: Haldarakort kostar kr. 150,- um hálvárið. Gjaldið verður kravt fyrstu ferð, goldið verður fyri ráspakkan, og síðan hvønn 6. mánaða. C M Y K 3 2