Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 62 - 29. mars 2003 Nr. 62 - 29. mars 2003 5 Tað ber ikki til at avtaka rættin hjá foreldrum at revsa børn likamliga fyri seg, sigur danska løgmálaráðið í einum skrivi til Rættar- nevndina hjá løgtinginum BØRN OG REVSING Ingi Rasmussen Tað skal ikki vera loyvt at revsa børn likamliga. Tað er aðaltankin í einum uppskoti, sum Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna, hevur lagt fyri løgtingið vegna Javnaðarflokkin. Hon vil hava sett inn í lóg- ina um foreldramyndug- leika og samveru, at barnið hevur rætt til umsorgan og tryggleika, skal virðast og má ikki útsetast fyri likam- liga revsing ella aðra niðr- andi viðferð. Uppskotið er ein liður í at javnseta rættindini hjá før- oyskum børnum við tey í grannalondunum, har øll likamlig revsing er bannað. Í Danmark er likamlig revs- ing bannað við lóg, men ríkislógirnar eru ikki dag- førdar í Føroyum. Uppskotið fekk góða móttøku í løgtinginum, men líkt er kortini til, at tað verður køvt í føðingini. Eftir fyrstu viðgerð í løg- tinginum, varð málið beint í rættarnevndina. Rættar- nevndin hevur spurt seg fyri hjá danska løgmála- ráðnum, og haðani hevur uppskotið fingið óvæntað mótspæl. Í einum notati skrivar løgmálaráðið, at um føroy- ingar ynskja at avtaka revsirættin av børnum í Føroyum, kan tað bert ger- ast, um øll danska lógin um foreldramyndugleika við seinni broytingum verður sett í gildi í Føroyum. Tað er ikki hetta, sum løgtingið hevur biðið um, og tí er óvist, hvat hendir við málinum í løtuni. Løg- málaráðið ger kortini vart við, at tað longu hevur gjørt eitt uppskot til eina fyri- skipan, sum setir í gildi alla ta donsku lógina um for- eldramyndugleika, ið mill- um annað inniheldur av- tøku av likamligari revsing av børnum. Avtøka av likamligari revsing av børnum fær óvæntað mótspæl Fíggjar- eftirlitið tagnarskyldu Virksemið hjá Fíggjar- eftirlitinum er undir tagnarskyldu. Og tí ber ikki til hjá Fíggjareftir- litinum at geva Føroya landsstýri almenna kunning um peninga- stovnarnar í Føroyum. Hetta sigur Bendt Bendtsen, búskapar- og vinnumálaráðharri, í einum svari til Tórbjørn Jacobsen, fólkatings- mann, sum hevur sett fyrispurning fram í Fólkatinginum. Tórbjørn Jacobsen spurdi, hvørji stig danski ministarin ætl- aði at taka, so føroy- ingar fingu fult innlit í frágreiðingarnar hjá Fíggjareftirlitinum um støðuna hjá føroysku peningastovnunum. Bendt Bendtsen vísir til lógargrundarlagið hjá Fíggjareftirlitinum, sum eisini byggir á ES- lóggávu. Men í heilt serligum førum, har Føroya landsstýri skal taka støðu til eina játtan til kreppuraktan pen- ingastovn, hevði tað kanska ikki verið av vegnum at givið trún- aðarupplýsingar, sigur ráðharrin. Annars upplýsir hann, at hann fer at bjóða Karsten Hansen, landsstýrismanni, til ein fund um yvirtøku av málsøkinum »Penge- og kredit- væsen«. -ir Rosalie skift ráðharra Tað tekur eitt sindur longri tíð enn væntað at fáa svar í málinum um Rosalie Thomsen, sum er víst úr Føroyum. Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, setti Lene Espersen, løg- málaráðharra, fimm spurningar í Fólkating- inum. Hann vildi m.a. hava at vita, hví filip- inska Rosalie Thomsen varð víst úr Føroyum, hóast hon hevur var- andi uppihaldsloyvi í Danmark og er gift før- oyingi. Svar plagar at vera givið innan eina viku, men nú hava donsku myndugleikarnir sent fyrispurningin víðari. Nú er tað Bertel Haar- der, sum er integrat- iónsministari, ið skal svara fyrispurningin- um. -ir Tá løgtingið hevur samtykt, at hernaðar- liga revsilógin skal takast av fyri Føroyar, so eiga danskir myndugleikar at virða tað og ikki seta eina nýggja lóg í gildi. Tað sigur Heðin Mortensen, løgtings- maður fyri Sambandsflokkin, sum fer at taka málið uppaftur HERNAÐARMÁL Ingi Rasmussen Samtyktirnar hjá løgtingin- um eiga at verða virdar. So avgjørdur er Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú danska stjórnin beint ímóti einari løgtingssamtykt setir donsku hernaðarligu revsi- og rættargangslógina í gildi fyri Føroyar. Hann er alt annað enn nøgdur við ta vend, sum málið um deyða- revsing í Føroyum hevur fingið. Tann gamla lógin frá 1937 loyvir deyðarevsing í krígstíð. Danmark er í kríggi við Irak, og tí er deyðarevsing teoretiskt galdandi í Føroyum beint nú. Løgtingið samtykti ein- mælt 22. november 2001, at gamla lógin skal takast av, men tað hevur drigið út. Tað fekk Heðin Morten- sen at taka málið fram aftur á løgtingi. Hann vildi hava ríkisumboðið at svara, hví tað tekur so langa tíð at seta løgtingsins vilja í verk. Nú staðfestir Heðin Mor- tensen, at tað skyldast sein- føri frá danskari síðu, men hann leggur eisini ábyrgd- ina á landsstýrið, sum átti at rykt eftir málinum. Tikin á bóli Nú hevur málið so fingið eina heilt aðra vend, enn løgtingið hevði ætlað. Danska stjórnin hevur sett nýggju hernaðarligu revsi- og rættargangslógina frá 1973 í gildi í Føroyum, beint ímóti viljanum hjá landsstýrinum og løgtingin- um, sum samtykti, at vit als onga hernaðarlóg skulu hava. – Vit vistu als ikki av, at tað varð gjørt á handan hátt. Vit trúðu, at stjórnin fór at taka gomlu lógina av, sum løgtingið bað um. Eg dugi ikki at síggja, at vit skulu hava nakra hernaðar- liga revsilóg fyri Føroyar. Vit hava hvørki egið her- vald ella herskyldu. Lógin er eina og aleina ætlað til danska hervaldið, og tað kann skipa síni viðurskifti við innanhýsis reglum og lógum, sigur Heðin Mor- tensen. Síðsta orðið er ikki sagt í málinum, tí Heðin Morten- sen ætlar at taka málið uppaftur í løgtinginum. Tekur málið upp – Eg sá ikki, fyrr enn Sosi- alurin skrivaði tað, at málið var komið so langt av kós. Nú nýggja lógin kemur í gildi, verður deyðarevs- ingin loksins tikin av, og tað kunnu vit so sjálvandi fegnast um, nú kríggj er. Men málið flýtur og reisir eisini nakrar álvarsamar spurningar, og tí fari eg taka tað uppaftur, sigur Heðin Mortensen. Fyri hann snýr tað seg nú um, at løgtingssamtyktin um at avtaka hernaðarligu revsilógina verður vird. Sostatt er hetta ikki eitt stríð millum loysing og samband í Føroyum um viðurskiftini við Danmark. Tað er heldur eitt stríð hjá løgtinginum fyri, at tess samtyktir verða tiknar fyri fult. – Eg ætli at fylgja málin- um upp, so tað verður av- greitt nøktandi fyri føroy- ingar. Nú eiga vit at taka spurningin upp, um vit vilja hava hernaðarligu revsi- og rættargangslógina í Føroy- um. Eg haldi rætt og slætt, at vit skulu krevja, at hon skal takast av, tí hon er bert til hernaðarlig endamál, og so er ongin orsøk til, at hon skal galda fyri føroyingar, sigur Heðin Mortensen. Stjórnin skal virða løgtingssamtyktir Heðin Mortensen hevur tikið pennin framaftur og ætlar at reisa málið um hernaðarlógina aftur á løgtingi. Hann er misnøgdur vi ta vend, sum málið um deyðarevsing í Føroyum tók. Vit eiga ikki at góðtaka, at stjórnin handlar ímóti einari løgtingssamtykt, sigur hann Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4