leygardagur 29. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 62 - 29. mars 2003
Nr. 62 - 29. mars 2003
7
Fyri at posturin skal
vera frammi á
teimum ymisku
posthúsunum í
landinum, tá
arbeiðsdagurin
byrjar, er neyðugt at
starvsfólkini á
høvuððsposthúsinum
møta klokkan 04.00
um morgunin. Vit
fylgdu einum postbili
á Skálafjarðarrutuni
seinasta hósdag
POSTFLUTNINGUR
Magnus Gunnarsson
Á høvuðsposthúsinum á
Óðinshædd í Havn byrjar
arbeiððsdagurin klokkan
04.00 um morgunin, og teir
fyrstu bilførararnir møta
hálvan tíma seinni. Tá post-
urin er klárur, verða búr við
bræv og pakkaposti sett á
tey ávísu støðini við tey
nærmastu portrini, har sum
bilarnir koyra út frá. Síðan
verða bilarnir lessaðir og
gjørdir klárir til postflutn-
ingin. Talan er um post til
t.d. Vágar,
Sandoynna,
Skálafjørðin og til Klaks-
víkar. Posturin til Suður-
oynna fer um kvøldið.
Klokkan 06.00 eru allir
bilarnir farnir fult lessaðir
avstað til tær ymisku rut-
urnar. Postbilarnir hava
eina fastlagda rutu og fastar
tíðir, tá teir skulu vera við
tey ymisku posthúsini. Sum
t.d. á Oyrabakka, har møta
starvsfólkini kl. 6.45, og tá
skal posturin longu vera
har, so eingin bíðitíð verður
eftir
postbilinum,
sum
kemur úr Havn. Rutan inn á
Skálafjørðin leggur fyrst at
við posthúsið í Kollafirði,
síðan á Oyrabakka, í Skála-
botni verður posturin til
Posturin altíð frammi til tíðina
Postbilurin úr Havn á Skipanesi á veg til posthúsið í Saltangará
Myndir: Jens K. Vang
Her verður postur umskipaður til ein annan postbil á Skipanesi. Bilførarin er Bergur Justinussen úr Havn
Posturin verður fluttur í sergjørdum postbúrum. Her er bilførarin, Bergur Justinussen, á veg inn á posthúsið í Saltangará við
postinum úr Havn
Skála og Strendur avskip-
aður, síðan gongur leiðin til
posthúsið í Saltangará,
Norðragøtu, Fuglafirði og
til Leirvíkar. Á øllum hes-
um posthúsum møta starvs-
fólkini til ásettu tíðina, tá
postbilurin eigur at koma,
og so verður farið í gongd
við at skilja postin beinan-
vegin,og gera hann kláran
til útberingina. Seinnapart-
in er aftur ein ruta inn á
Skálafjørðin. Á hesi rutuni
kemur postur úr allari Eyst-
uroynni,
Klaksvík
og
Sundalagnum til Havnar til
at verða sorteraður av
kvøldvaktini, sum fer til
hús umleið kl.22.00, tá
allur posturin er sorteraður
og klárur at senda avstað
aftur morgunin eftir. Um-
framt skipspostin, koma
dagliga eini tvey tons av
posti sum flogpostur. Fyri
at postboðini í teimum
ymisku bygdunum og land-
postboðini, skulu kunna
bera postin út til tiðina, er
tað neyðugt at starvsfólkini
á høvuðsposthúsinum byrja
tíðliga, og at postbilarnir
halda tær ásettu tíðirnar.
Postverkið eigur tilsamans
52 størri og smærri post-
bilar og 30 postknallertir.
Sverri Viderø er deildar-
leiðari á flutningsdeildini
hjá Postverk Føroya.
Ein hálvur føroy-
ingur í Bretlandi
roynir at koma í
samband við fam-
ilju sína í Føroyum
LEITAN
Heri á Rógvi
Bill Cameron er hálvur
føroyingur, men hann
kennir ikki sína familju í
Føroyum. Men hetta
roynir hann at gera
nakað við.
Sambært honum kall-
ast mamma hansara Isa
Kattrina Cameron, fødd
Poulsen. Hon skal vera
úr
Vágoynni,
dóttir
Hans Poulsen.
Hon hitti pápa Bill
undri krígnum, og tey
fluttu til Onglands.
Bill Cameron hevur
vent sær til føroyska
konsulin og Sosialinum
til at hjálpa sær við
leitanini.
Vit hava tíðanverri
ikki fingið nakra mynd
frá honum, men niðan-
fyri kann brævið frá
honum lesast.
Mamma hansara er
vorðin sjúk, og hann vil
siga hennara familju frá
hesum. Serliga sóknast
hann eftir einari kvinnu,
ið kallast Hansa.
Hann heitir á fólk um
at seta seg í samband við
seg.
Brævið
Við loyvi frá Bill Came-
ron prenta vit her brot úr
brævinum hjá honum.
»My mother is in an
old folks home now and
suffers from dimentia,
my father died about 10
months ago, and I would
like to inform any rela-
tives she may have about
her situation. It occured
to me last Christmas,
When my mother recie-
ved a card from Thors-
havn from a woman
named Hansa, who I
think was my mothers
sisters daughter, and it is
this woman that I would
like to contact.
My mothers name is
Isa Kattrina Cameron
(nee Poulsen) and she
came from the island of
Vaag, she met my father
during the war when he
was serving with the
British army, and they
were married in the
Parish church in Thors-
havn on 22/05/1942.
Her father was a fis-
herman named Hans
Poulsen and her mother
was Olevine Kristine
Kristiansen.
My name is Bill
Cameron and my phone
number
is
01667
452303 my address is -
13 Shiel Square, Nairn,
IV12 4SS, Scotland. or
my E-mail address is
billcameron0@aol.com.
«
Leitar eftir familju
í Føroyum
Postbilurin uttan fyri posthúsið í Saltangará
C
M
Y
K
7
6