leygardagur 29. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 62 - 29. mars 2003
Nr. 62 - 29. mars 2003
9
Í Sørvágs skúla
kunnu tey vísa á, at
seinastu 12 árini hava
tey spart fyri meira
enn 800.000,- kronur
í olju- og elorku
ORKUSPARING
Edvard Joensen
Sørvági: Tey hava spart
pengar í Sørvágs Skúla
seinastu
árini.
Nógvar
pengar. Ikki færri enn
824.842,- krónur høvdu
havt verið brúktar fleiri til
el og olju, um ikki ein íløga
upp á hálvtannaðhundrað-
túsund krónur varð gjørd í
1991.
Tíðliga í 1991 fekk Sør-
vágs skúli eitt teppi, sum
lagt varð oman á svimji-
hylin, tá hann ikki varð
brúktur,
greiðir
Hanni
Olsen, skúlatænari frá.
Hetta skuldi gera, at hitin,
sum annars dampaði úr hyl-
inum, eitt nú um náttina,
varð verandi í vatninum.
Úrslitið lat ikki bíða eftir
sær, sigur hann. Skúlatæn-
ararnir høvdu framman
undan fylgt við, hvussu til
stóð við oljunýtsluni. Og
eftir at teppið varð lagt á,
»kavaði« nýtslan í hylinum.
Í februar 1991, tá teppið
varð keypt, var oljunýtslan
8.006 litrar. Men longu í
mars var hon niðri á 6.572
litrum.. Neyvu tølini eru
løtt at finna fram til, tí litur-
málari er settur á tilførings-
rørið til oljufðringina, og
skrivað verður trúliga upp á
álmanakkan á vegginum,
hvønn morgun fyrsta skúla-
tænararnir møta til arbeiðis.
Tað stóra talið, teir eru
komnir fram til, greiðir
Hanni Olsen frá er roknað
sum eitt meðaltal í mun til
ta nðtslu, sum var árini
frammanundan teppinum,
og sum hevði hildið fram,
um tað ikki varð lagt á.
Men ikki bara olja er
spard í Sørvágs skúla hesi
árini. Eisini el- nýslan er
minkað munandi, greiðir
skúlatænarin frá. Tí eisini í
1991 varð gjørt av at skifta
vanligu perurnar um við
spariperur. Og eisini har er
sparingin heilt stór. Ikki
færri enn 61.584 kilowat-
tímar hava tey spart hesi
árini.
Tey høvdu roknað við at
skula skifta umleið 40
perur um árið. Men har
fingu tey ein eykavinning,
sum vil nakað, sigur skúla-
tænarin. Tí bara níggju
perur, alt í alt, hevur verið
neyðugt at skift øll hesi
árini.
Teppið í svimjihylinum
hevur eisini gjørt, at motor-
arnir, sum reka ventila-
tiónsskipanina í skúlanum,
heldur ikki eru so nógv í
gongd,
sum
teir
vóru
áðrenn teppið varð lagt á.
Eisini har er spart munandi.
Tilsamans 52.752 kilowat-
tímar.
— Alt í alt er orkuspar-
ingin í krónum hesi 12 árini
heilar 824.842,- krónur,
sigur Hanni Olsen. Tað er
68.736,- krónur um árið.
Sjálvandi skal roknast
við íløguni til teppið og
spariperur. Tann íløgan
varð
samlað
180.000,-
krónur. Men kortini loypa
so góðar 644.000,- krónur
av hesi árini, vísir hann á.
Sørvág skúli skifti í fjør
vindeygu fyri 309.000,-
krøonur. Eisini tey fara at
virka
orkusparandi,
nú
termorútar eru komnir í
staðin fyri gomlu vindeyg-
uni, sum vórðu sett í, tá
skúlin varð bygdur í 1957.
Einar 7.000 litrar árliga,
meta tey, at tann sparingin
kann gerast til.
— Men við hesi stóru
sparingini, vit hava havt,
kunnu vit gott siga, at vind-
eyguni hava vit fingið
ókeypis, sigur skúlatæn-
arin. Og hann heldur fram,
at tað ber eisini til at siga, at
nýggi tilbygningurin, sum
varð liðugur í 1989, ongan
litur av olju hevur brúkt.
Spart orku
fyri næsta
eina millión
Á 15 ára degnum
hjá Atlantsflogi
leggur nevndin
næstbesta
roknskapin
nakrantíð hjá
flofelagnum fram
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Flogvøllurin: Árið í fjør
royndist væl hjá Atlants-
flogi. 12 milliónir lupu
av, sigur nevndin, sum
legði roknskapin fram í
gjár.
Magni Arge, stjóri í At-
lantsflog sigur, at hóast
framgongdin í ferða-
fólka-talinum einans var
eitt prosent í mun til árið
fyri, gjørdist yvirkskotið
hjá felagnum 18 prosent
størri.
Eginognin hjá Atlants-
flogi er 105 milliónir
krónur, og felagið er nú
væl fyri, sigur stjórin.
Langfreistað skuld er
100 miliónir, og slakar
70 milliónir krónur liggja
á kistubotninum.
Hóast
einki
oljuvirksemi
var
í
Føroyum í fjør, sum
Atlantsflog hevði sett
ávísar vónir til, og flog-
ferðslan úti í heimi er í
djúpari kreppu, metir
nevnd og stjórn í Atlants-
flogi úrslitið nøktandi,
sigur stjórin.
Tað eru seliga tvey
ting, sum Magni Arge,
stjóri,
metir
sum
grundarlag undir góðu
gongdini hjá felagnum.
Tey eru trúgvu við-
skiftafólkini
og
fúsu
starvsfólkini
hjá
felagnum, sum ikki fara
av vegnum fyri at taka
eitt tak.
Gott ár hjá
Atlantsflog
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, hevur grund til at
fegnast um góða úrslitið hjá felagnum
mynd: Edvard Joensen
Hanni Olsen og Kristian Tavsen, skúlatænarar í Sørvági, hava grund til at fegnast. Í Sørvágs skúla hava tey spart eina lítla
millión krónur í orku seinastu 12 árini
Mynd: Edvard Joensen
Skúlatænararnir í Sørvági hava fylgt gjølla við, hvussu oljunýtlsan hevur verið seinastu árini. Talvan vísir mánaðarnar í árinum
og januar árið eftir niðan fyri strikuna. Árið1989 varð bygt út og nógv orka brúkt. Í februar 1991 varð teppið til svimjihylin
keypt, og tá minkaði oljunýtlsan munandi beinanveg
Stuðul til virki í útjaðaranum skerjast 40% í
einum høggi
– Samgongan gongur
í ógvuliga smáum
skóm, tí hetta er ein
positivur trupulleiki,
heldur Henrik Old,
løgtingsmaður
FLUTNINGSSTUÐUL
Áki Bertholdsen
Nú verður flutningsstuðulin
til virki kring landið skerd-
ur heili 40%.
Tað upplýsir landsstýris-
maðurin í fiskivinnumál-
um, Jacob Vestergaard.
Og gongst sum landsstýr-
ismaðurin ætlar, verður tað
longu nú, frá týsdegnum 1.
apríl, at stuðulin verður
skerdur.
Tað er Henrik Old, løg-
tingsmaður, sum hevur
biðið
landsstýrismannin
fortelja
fiskavirkjunum
kring landið, hvat tey hava
at halda seg til, tað, sum
eftir er av árinum.
– Flutningsstuðulin hev-
ur verið 3,5 milliónir um
árið, men í ár skerdi meiri-
lutin av Løgtinginum stuð-
ulin niður í 2,5 milliónir.
Samstundis varð gjørt vart
við, at tað skuldi lógarbrót-
ing til fyri at tað skuldi bera
til at halda játtanina.
Men nú eru ein fjórðing-
ur av árinum farin, og enn
er
ongin
lógarbroyting
komin og Henrik Old vildi
tí hava landsstýrismannin at
greiða frá, hvar virkini
flóta, tí tað bar ikki til at ar-
beiða, tá ið ein alt spurn-
ingurin um flutningsstuðul-
in hekk í leysum lofti.
Flutningsstuðul verður
latin fiskavirkjum kring
landið til at flyta fisk fyri til
og frá virkjunum.
Jacob Vestergaard
er
samdur í at tað er ikki meiri
enn rímuligt, at virkini fáa
at vita, hvørjum treytum tey
hava at arbeiða undir.
– Og fyri at játtanin skal
halda, nú hon er skerd,
verður neyðugt at seta
nýggja kunngerð í gildi og
hon kemur væntandi í gildi
nú, fyrsta apríl.
– Hann sigur, at mett
verður ein millión er longu
brúkt av játtanini.
– Og nú so langt er út-
liðið, verður neyðugt at
skerja stuðulin heili 40%
tað, sum eftir av árinum,
fyri at játtanin skal halda.
Í hesum sambandi verður
roknað við, at flutningurin
verður tann sami í ár, sum
hann var í fjør.
Jacob Vestergaard vísti
eisini á, at hann hevði fing-
ið eitt álit, har mælt verður
til, at stuðulin heilt verður
avtikin.
– Eitt uppskot var, at
vinnan sjálv setti onkra
skipan í verk, sum javnt-
setir øll virki í landinum.
Men á fundi við ráfiska-
keypara og -seljarafelagið,
vóru boðini, at tað bar ikki
til hjá vinnuni at semjast
um eina slíka skipan.
Øll virki javntsetast
Í hesum sambandi minti
Hergeir Nielsen á, at táið
Løgmaður
umsat
fiski-
vinnumál eitt skiftið, gjørdi
hann púra greitt, at endamál-
ið var, at øll virkið skuldu
setast javnt so at onki virki
var verri fyri í kappingin enn
eitt annað virki.
– Orsøkin til at stuðulin
varð skerdur, var, at nýggj-
ar vørur vóru komnar uppí
part at fáa stuðul, men at
ætlanin var at fáa tær
burturúr skipanini aftur.
Jacob Vestergaard sigur,
at skulu tær nýggju vørur-
nar ikki longur fáa stuðul,
má lógin broytast og tað var
hann sinnaður at viðgerða
politiskt.
Henrik Old helt, at 40%
var ein ógvuliga stór skerj-
ing. Men hann vísti eisini á,
at ongar vørur vóru komnar
upp í part at fáa studning,
uttan at samgongan hevði
tikið tær uppí.
Hann helt, at samgongan
gekk í ómetaliga smáum
skóm, tí hetta var ein
positivur trupulleiki.
– Vit eru í tí hepnu støðu,
at vit hava nógvan fisk at
flyta og tí er tað løgið, at
samgongan skal síggja
flutningsstuðulin sum ein
trupulleika. Talan var um
ógvuliga smáar upphæddir,
sum tryggjaði arbeiðið í
útjaðaranum og tí vinnulív
er
høvuðsgrundarlagið
undir livilíkindunum í út-
jaðaranum.
Fyri at fáa játtanina at
halda, verður neyðugt at
skerja flutningsstuðulin til
fiskavirkini í útjaðaranum
munandi. Skerjingin kemur
longu í gildi týsdagin 1. apríl
Fær ongar avleiðingar fyri Páll á Reynatúgvu
Tað fær helst ongar
avleiðingar fyri Páll á
Reynatúgvu, lands-
stýrismann, at fleiri
leiðarar í heimarøkt-
ini herfyri brádliga
søgdu upp, mestsum í
senn. Løgmaður
sigur, at tað ber ikki
til at gera eina sak
burtur úr hvørjari
einasti uppsøgn
HEIMARØKTIN
Áki Bertholdsen
-Tað ber ikki til at gera ein
sak burturúr hvørjari ein-
astu uppsøgn. Og tað ber
heldur ikki til at áleggja
almennum starvsfólki, at
tey ikki skulu siga upp.
Tað skilst á løgmanni, at
uppsagnirnar á heimarøkt-
ini fara ikki at fáa avleið-
ingar fyri Páll á Reyna-
túgvu, landsstýrismann í al-
mannamálum.
Men tað merkir ikki, at
onki verður gjørt við málið
tí tað verður tað, sigur løg-
maður.
Hann sigur eisini, at fel-
agið Sinnisbati fer at fáa
svar frá løgmanni uppá
áheitanina, sum felagið
sendi honum fyri fyri fimm
vikum síðani.
Men nær hann fer at
svara teimum veit hann
ikki.
Løgmaður sigur, at hann
hevur havt málið til við-
gerðar saman við landsstýr-
ismannin í almannamálum.
- Vit royna at fáa greiði á,
hvat liggur í málinum og
hvat skal gerast framyvir.
Sostatt hevur løgmaður
kannað malið.
- Men tað ber ikki til at
gera stórar kanningar í verk
um hvørt einasta mál, ið
tekur seg upp, tí so gera vit
ikki annað. Og hetta er eitt
mál, sum løgmaður hevur
reist mótvegis landsstýris-
manninum og hevur kann-
að tað saman við honum.
Anfinn Kallsberg sigur,
at tað, sum hann skal við-
gera saman við landsstýris-
manninum, er at rammur-
nar og reglarnar í almennu
fyrisitingini verða so trygg-
ar sum gjørligt , so at fyri-
sitingin verður so effektiv
sum gjørligt.
Hann sigur eisini, at í
hesum málinum, eins og í
øðrum málum, er niður-
støðan í málinum púra
greið. Og hon er altíð, at
tær reglur og skipanir, sum
eru galdandi, skulu haldast
og tað er eitt aðalmál at tað
skal verða tryggleiki og
støðufesti í almennu um-
sitingini.
Og tað eru hesi viður-
skifti, sum hann hevur við-
gjørt saman við landsstýris-
manninum.
- Tí eru mál av bygnaðar-
ligum slagi, sum hesi, altíð
afturvendandi, tí vit skulu
altíð stremba okkum eftir at
bøta um støðuna.
Men tær tríggjar, fýra
ítøkiligu uppsagnirnar í
heimarøktini vil hann ikki
siga so nógv um.
- Eg fari ikki at siga nak-
að um viðurskifti ímillum
einstøk starvfólk og al-
mennu myndurgleikarnar.
Men uppsagnirnar eru eitt
mál ímillum tey, sum hava
sagt upp og tann myndug-
leika, tey arbeiða undir. Í so
máta er hetta málið ikki
øðrvísi enn so nógv onnur
mál og tað ber ikki til at
gera eina sak burturúr
hvørjari einastu uppsøgn.
- Hetta er ein avgerð, sum
nøkur almenn starvsfólk
hava tikið og hetta er ikki eitt
mál, sum løgmaður hevur
nakra sum helst ávirkan á.
Tað, sum løgmaður skal
tryggja, er, at galdandi reglur
verða fylgdar.
Hetta fær sostatt ikki nakrar
avleiðingar fyri Páll á
Reynatúgvu?
- Hjá fjølmiðlunum er tað
soleiðis, at stingur eitt mál
seg upp, skulu høvd rúka.
Tað, sum hetta snýr seg um,
er, at er nakað í skipanini,
sum ikki virkar, eiga vit at
royna at fáa tey at virka
betri. Tað er hetta, sum hev-
ur størstan týdning og tað
eru fyrst og fremst hesi við-
urskifti, sum Løgmaður
tekur upp, sigur Anfinn
Kallsberg.
Álvarsmál
Tað eru nú fimm vikur síð-
ani at felagið Sinnisbati
staðiliga heitti á løgmann
um at kanna málið eftir at
tríggir leiðarar í heimarøkt-
ini søgdur upp ísenn.
Seinni hevur so eisini eitt
fjórða starvsfólk sagt seg úr
starvi.
Sinnisbati sigur, at upp-
sagnir í felag boða frá, at alt
ruggar ikki rætt. og tí heitti
felagið staðiliga á løgmann
um at kann málið og at fáa
øll viðurskifti greið, áðrenn
nýggj fólk verða sett so at
trupulleikarnir ikki taka seg
uppaftur.
Uppsagnirnar fara bæði
óbeinleiðis og beinleiðis at
raka tey sinnisveiku og tí
tekur Sinnisbati hetta sum
eitt álvarsmál.
Og felagið heldir, at sam-
skipaðar uppsagnir av hes-
um slagi boða frá álvarslig-
um trupulleikum.
Umframt
Sinnisbata,
hava fimm økisleiðarar í
heimarøktini gjørt vart við
seg
í
bløðunum
um
uppsagnirnar.
Og teir meta støðuna so
álvarsliga, at í ringasta føri
kann hetta hava við sær, at
heimarøktin sindrast.
- Tað ber ikki til áleggja al-
mennum starvsfólki, at tey
ikki skulu siga upp. Er er
nakað í skipanini, sum ikki
virkar, eiga vit at royna at
fáa tey at virka betri og tað
eru fyrst og fremst hesi viður-
skifti, sum Løgmaður tekur
upp, sigur Anfinn Kallsberg.
C
M
Y
K
9
8