leygardagur 29. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 62 - 29. mars 2003
Nr. 62 - 29. mars 2003
11
Einki minni enn ein av okkara mentanarligu perl-
um og grundvøllum var karmur um eina komandi
føroysku oljuvinnu, tá Oljutingið skipaði fyri
orðaskifti herfyri. Hetta snúði seg um tey krøv vit
seta oljufeløgunum fyri at kunna vera við í leiting
á landgrunninum, krøv um føroyska luttøku í
hesum virksemi. Ein áhugaverdur spurningur, ið
vit eiga at taka upp til viðgerðar alla tíðina. Og
tað var heldur ikki sørt av orðadrátti um spurning-
in, tá formaðurin í Búskaparráðnum og formaður-
in í Oljuvinnufelagnum "brustu" saman. Hvør við
sínum avgjørdu og greiðu sjónarmiðjum – fyri og
ímóti almennari uppílegging í vinnuna so ella so.
Har annar heldur, at tað almenna skal halda fingr-
arnar langt vekk frá vinnuni og lata marknaðar-
kreftirnar ráða, meðan hin heldur tað vera heilt
náttúrligt og skilagott, at tað almenna setir ávís
minimumskrøv til oljufeløgini fyri harvið at
tryggja longu frá byrjan, at eisini føroysk vinna
kann hava ein møguleika at vera við í nýggju
vinnuni.
Spurningurin um føroysku luttøkuna verður ser-
liga aktuellur, tá og um tað verða gjørd stór
oljufund. Tá mugu vit til at gera støðuna upp: um
vit ynskja at so nógv avleitt virksemi sum gjørligt
skal vera av hesi vinnu í Føroyum, ella vit helst
ikki síggja oljuna her ella nógv virksemi í sam-
bandi við framleiðslu. Tá mugu vit til at gera
okkum greitt, hvat vil vilja við eini oljuvinnu, og
tí eru spurningarnir Oljutingið reisir, viðkomandi,
men teir eru kanska ikki nóg motiverandi at fara
í holt við av álvara, fyrr enn tað er staðfest nógv
olja. Harfyri eiga vit sjálvandi at fyrireika okkum
nú og hava grundarlagið fyri eini støðutakan upp
á pláss.
Og tað er kanska nettupp í hesum sambandi, at
ráðstevnan um Livikor Føroyinga, sum er í Havn
í hesum døgum, er áhugaverd, viðkomandi og
relevant. Henda ráðstevna hevur nettupp til enda-
mál at umrøða spurningin um at hava tey neyðugu
amboðini til tess at kunna velja henda ella handa
útviklingin í samfelagnum. Velja vit at nógv
virksemi av oljuframleiðslu skal vera her á landi,
so mugu vit eisini kunna gera metingar at taka
støðu út frá, hvussu vit herberga innfluttari
arbeiðsmegi, geva henni tak yvir høvdið, atgongd
til barnagarðar osfr. Sosialurin hevði fyri tíð síð-
ani sera áhugaverda samrøðu við samfelagsfrøð-
ing um nettup tørvin á hagtølum, sum kunnu lýsa
føroyska samfelagið. Niðurstøðan hjá Randi
Fredriksberg var, at vit mugu til at útvega okkum
tey røttu amboðini, eitt nú neyv hagtøl, til tess at
kunna meta um og taka avgerðir um framtíðar
útviklingin, her ikki minst í sambandi við eina
komandi oljumenning.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Oljuting og ráðstevna
um livikor
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Johan Dahl
løgtingsmaður
Undirritaði, eftir Orakil-
sins tykki paranoidi og
skizofreni politiski mót-
støðumaður, saman við
restini av andstøðumann-
ingini drýpa høvur í
djúpari samkenslu við
hesum orakli, sum eftir-
hondini á føroyska og
eisini á útlendska polit-
iska pallinum hevur spælt
síni kort á ein slíkan hátt,
at ONGIN - hvørki hans-
ara
partamenn/sam-
gongumenn ella aðrir
politiskir
mótspælarar
taka hann fyri fult , ja
rætt og slætt hava mist
virðingina fyri hesum
sjálvsupphevjandi
per-
sóni, sum er vorðin ein
politiskur hofnar.
Tokulúðurin á Glyvrum er
vorðin ein politiskt vittig-
heit, sum slær uppá stóru-
trummu, rópar hart fyri
líkasum á tann hátt at
styrkja sítt ego -ella kanska
fortreingja minnilutakensl-
urnar.
Hann kallar sín løgmann
og "landsfaðir" og sín fyrr-
verðandi fiskimálaráðharra
fyri djúpt kriminellar og
óbrúkiligar alla aðrastaðni
enn í Føroyum,- og setur
harvið samgongu og alt
Føroya fólk í eitt "óheppið"
ljós úteftir, fyri síðani at
ETA alt í seg aftur ,- lítið
manssømiligt má sigast.
Hann hongdi vinnumála-
ráðharran út í samband við
setan av nevnd í framtaks-
grunninum og nú tosar nú
við stórum rópar hann upp
saman við restini av sam-
gonguni um "útreiðslu-
neutralar" eykajáttanir
Livst so spyrst hvussu
oraklið fer at tackla hesar?
At vit eru við at enda
okkum í eini truplari
fíggjarligari støðu aftur-
hevur oraklið fyrst nú
fingið eyguni upp fyri,-
aftaná í skjótt fimm ár at
hava verið ein partur av eini
"forbrúks-samgongu" ja-
tygum lesa rætt eini for-
brúks-samgongu og ikki
eini FULLVELDIS-SAM-
GONGU, - hesir hava for-
komið sínum egna politiska
máli við m.a. at lata tær
almennu
útreiðslurnar
eksplodera og eru hesar
hækkaðar við yvir einari
MILLIARD frá 1998 til
2002.
Hetta orakulsum mánað
eftir
mánað
móttekur
danskar skattapengar frá
vaskikonnuni á Nørrebrúgv
til egna politiska propa-
ganda og tekur gleðiliga
við útbreiddum ørmum
móti feitari danskari fólka-
tingsløn, sum var prokla-
merað á sinni at fara í
stórapott hjá tjóðveldinum
–
kom
hon
forrestin
nakrantíð har?
Vágs
Havn
sum
er
orsøkin til hansara álop á
meg, er sum eg havi skrivað
áður blivin stemma niður
við hjálp frá Hergeir og
Jenis og er sambært við-
merkingar í lógini og á
fíggjarlógini 2003 settar 5
mio av sum endurgjald til
Vágs Býráð – tað fyriliggur
ONGIN onnur játtan sum
er og hvat framtíðin kemur
at vísa kann eg av góðum
grundum ikki siga nakað
um.
Kári P. Højgaard sum er
samgongulimur og limur í
fíggjarnevndini har undir-
ritaði eisini er limir, hevur
frá tingsins røðarapallið
sagt at 5 mio er tað enda-
liga gjaldið og B.Djurholm
hevur
uppá
munnligan
fyrispurning frá mær
svarað at tað ikki fyriliggur
onnur játtan.
Hvat
viðvíkur
Vágs
Havn annars, so skal eg
eisini rættleiða Oraklið eitt
sindur, -tað var nevniliga
ikki tjóðveldistingmaðurin
í suðri sum byrjaði málið
um Vágs Havn á sinni – tað
var undirritaði saman við
Vágs Býráð, - har undir-
ritaði gjørdi vart við at
umstøðurnar at lossa og
lasta skip í Vági vóru
vónleysar orsakað av dýpi
og heitti á kommununa um
at gera djúphavn , so størri
skip kundu lossa og lasta.
Undirritaði var eisini
saman við Vágs Býráð á
fundi við landsstýrið um
hetta mál sum endaði við
at blíva eitt tilboð um
samferðlsu og djúphavn.
Verklagslógin um út-
bygging av Samferðslu-
havnini/djúphavnini í Vági
bleiv løgd fyri tingið í fjør
av undirritaða fyri sam-
bandsflokkin og Hendrik
Old fyri javnaðarflokkin,
hetta uppskot skuldi við-
gerast við 3. viðger í
nov/des 2002
Uppskotið bleiv tikið
aftur , av einari orsøk,-
nevniliga at Hendrik Old
og undirritaði fingu Bjarna
Djurholm landsstýrismann
at ganga við til at fáa
Øravík/Hov tunnilin við á
fíggjarlógina, og at 50%
svarandi til uml 8-10 mio
skuldi gjaldast til djúp-
havn/vinnuhavn í Vági sum
kompensatión
fyri
at
siglingin á Vág bleiv niður-
løgd og samferðsluhavnin
harvið slept.
Aftaná at vinnumálaráð-
harrin hevði fingið hesi
ting uppá pláss við sam-
gongulimir sínar blivu 7
mio (sum bleiv minkað til 5
mio) í fíggjarnevndini til
Vágs Havn og 7 mio settar
av til Bergholsbyrjan Hov/
Øravík.
So løgið tað ljóðar sást
tjóveldistingmaðurin ikki í
hesum leiki annað enn mær
kunnugt, at hann arbeiddi
ímóti hesi ætlan, tí hon ikki
kom frá honum sjálvum, -
ein skuldi trúð at Suður-
oyggin og bestu heildar-
loysnirnar fyri oynna lógu
honum tætt at hjartanum.
(Um oraklið vil hava
hetta váttað kann hann tosa
við borgarstjoran í Vági)
Hetta kann Bjarni Djur-
holm ivalyest eisini vátta, -
um hann torur fyri sínum, -
nú eina skamma stund so
einigu samgongufeløgum.
At tosa um moralskar
endurgjaldsskyldur frá eini
samgongu har moralur er
eitt banniorð- tað lati eg
standa ósvarað og til Før-
oya fólk at døma um
Annars kann eg verða á
einum máli við Oraklið á
Glyvrum um, at sjálvandi
er EIN samferðlsuhavn tað
rætta nú tunnilin kemur, -
vágbingar ynsktu ongantíð
annað enn eina góða vinnu
og djúphavn,sum var við til
at
skapa
aktivitet
og
vinnumøguleikar,- tað var
landsstýrið sum kom við
uppskotinum
um
sam-
ferðslu og djúphavn í Vági,
lat okkum fáa tað uppá tað
reina.
Nýggi Smyril er eisini
neyðugur, og allir føringar,
ikki einans suðringar eiga
at gleðst um at hann kem-
ur, - hann hevði so komið
óansæð hvør sat í sam-
gongu kann eg heilsa
Oraklinum á Glyvrum, tí
núverðandi Smyril siglir
uppá lánta tíð og hevði ikki
fingið loyvið at siglt leingi
afturat,
so
loysnin
er
sjálvsøgd og mær vitandi
so hava allir flokkar á
tingið tikið undir við hesi
ætlan.
Oraklið á Glyvrum, hesin sjálvsupphevjandi
tokulúður, hevur aftur talað
Framhald á síðu 11
Eftir at hava ligið
óvirkin í nøkur ár, er
Leirvíksfjarðarbólkur
in farin aftur til ar-
beiðis, tó í víðkaðum
líki. Nú er bólkurin,
umframt umboð fyri
vinnuna og býráðið,
eisini mannaður við
umboðum fyri mann-
ing og einstøk ferða-
fólk
LEIRVÍKSFJARÐAR-
LEIÐIN
Rúna Sivertsen
Fyri nøkrum árum síðani,
tóku klaksvíkingar stig til
at stovna ein bólk, sum
skuldi koma við tilmælum
til Strandferðsluna um,
hvussu leiðin um Leirvíks-
fjørð kundi fáast at virka
betur. Í januar 1999 varð
eitt tilmæli handað táver-
andi stjóranum á SSL.
Hóast bólkurin hevði
fingið lyfti um at verða
hoyrdur í málum, ið við-
koma skipunum, sum sigla
um Leirvíksfjørð, hoyrdist
einki aftur frá leiðsluni á
Strandferðsluni.
Men nú er nýggjur stjóri
settur á SSL, og hann vil
fegin koma í samband við
norðoyingar, so teirra sjón-
armið eisini koma við, tá
avgerðir skulu takast.
Rani Nolsøe, menningar-
stjóri
hjá
Klaksvíkar
Kommunu, hevur verið
formaður í bólkinum, síð-
ani hann fyri um 6 árum
síðani varð skipaður.
Víðkaður bólkur
Rani sigur, at bólkurin, sum
nú eisini umfatar umboð
fyri manning og pendlarar,
av álvara er farin aftur til
verka.
- Vit halda, at tað er
neyðugt, at tey, sum brúka
hesa farleið dagliga, hava
møguleika at gera sína
ávirkan galdandi, sigur
hann.
Bólkurin hevði sín fyrsta
fund hóskvøldið. Samtykt
varð at senda stjóranum á
SSL, Kristiani Davidsen og
landsstýrismanninum við
samferðslumálum, Bjarna
Djurholm, eitt skriv, har
boðað verður frá, at bólk-
urin er farin aftur til verka.
Í brævinum verður eisini
stórur dentur lagdur á nak-
rar av teimum mest átrok-
andi spurningunum.
Leirvíksfjarðarbólkurin,
ið skipaði seg við Rana
Nolsøe
sum
formanni,
hevur sín næsta fund kom-
andi hósdag.
Leirvíksfjarðarbólkurin
farin í hernað
Skriv frá Leirvíksfjarðarbólkinum, sent
Kristiani Davidsen, stjóra á Strandfara-
skipum landsins og Bjarna Djurholm,
landsstýrismanni við samferðslumálum:
Á fundi í Klaksvík 27. mars 2003 fór Leirvíks-
fjarðarbólkurin, eftir áheitan frá Norðoya Vinnu-
lívsráði, Kristiani Davidsen, stjóra á SSL, Bjarna
Djurholm, landsstýrismanni við samferðslumálum
og Klaksvíkar Býráði, aftur til verka.
Í bólkinum eru umboð fyri vinnuna í Norð-
oyggjum, manningina umborð á strandfaraskip-
unum, Norðoya Vinnulívsráð, brúkarar/pendlarar og
Klaksvíkar Býráð. Limirnir eru: Símun Dam, Pauli
Magnusson, Elmar Zachariassen, Óluva Klettskarð,
Jógvan Høj, Rúna Sivertsen og Rani Nolsøe.
Á fyrsta fundinum leggur bólkurin herðslu á, at
Dúgvan undir ongum umstøðum má takast úr
sigling. Verður kapasiteturin á leiðini skerdur, gerst
SSL ein beinleiðis forðing fyri teirri menning, sum
verið hevur í Norðoyggjum seinastu árini.
Harumframt skerjir SSL sítt egna inntøku-
grundarlag og verður atvoldin til, at landskassin
missir inntøkur.
Eisini metir bólkurin, at neyðugt er at biðja
Strandfaraskip Landsins um alment innlit í
fíggjarskapin á farleiðini um Leirvíksfjørð. Hetta, tí
tað yvirhøvur ræður ein ávísur ivi um teir
upplýsingar, sum hava verið almannakunngjørdir.
Harumframt samtykti Leirvíksfjarðarbólkurin at
arbeiða fyri:
• At Sam verður lagdur í Klaskvík um næturnar,
soleiðis at fyrsti túrur um morgnarnar verður úr
Klaksvík
• At ætlaða billetteringin á skráanum ikki verður
sett í gildi, tá umstøðurnar av hesum versna
munandi fyri tey ferðandi
• At møguleiki verður at keypa ferðaseðil, áðrenn
farið verður umborð, og at møguleiki eisini verður
at gjalda aftur og fram í einum
• At Leirvíksfjarðarbólkurin fær tilmælisrætt í
málum, sum beinleiðis snúgva seg um farleiðina
um Leirvíksfjørð.
Bólkurin, sum nú er farin til verka, fer at hava reglu-
ligar fundir, har øll mál í sambandi við leirvíks-
fjarðarleiðina fara at verða viðgjørd.
Undirritaðið tók stig til -
saman við restini av ting-
manningini í Suðri skipað
fyri einum kunningartúri
fyri løgtingið til Suðriar í
fjør.
Eitt slíkt tiltak burdi
sjálvandi verið gjørt fyri
langt síðani, men betri seint
enn ongantíð, og haldi eg
at hesin túrur fekk lýst fyri
tingmanning og embætis-
fólki sum vóru við, støðuna
í Suðri .
Tað er nógv gott í
Suðuroynni, men tað er so
sannliga eisini nógv sum
liggur á láni millum annað
vegakervið
sum
heild,
tunnlarnir Hvalba og Sand-
vík sum eru alt ov lágir til
lastbilar og bussar o.m.a
Hesin túrur gjørdi eisini
at m.a. Kári P. Højgaard
bleiv heitur talsmaður fyri
"bakkaverjuni" í Sumba í
fíggjarnevndini – takk skal
hann hava fyri til tað.
Tá ORAKLIÐ tosar um
Almanna –og heilsuskúlan
– hvussu er hann so rað-
festur av hesi samgongu??
– eru t.d. hansara framtíðar
fortreytir fyri at virka í
Suðri høgt raðfestar?
Miðnámsdskúlin
skal
verða vælkomin í Vági ,
men eg má gera eitt hjarta-
suff her,- vit útbúgva okk-
ara ungu til at flyta burtur
frá heimbygdum sínum fyri
ongantíð at venda aftur, og
ver
Tað skal ikki eitt onki-
sigandi
ORAKUL
av
Glyvrum, ein tóm buldr-
andi politisk tunna, sum
hevur niðurgjørt bæði seg
sjálvan og sín flokk, til at
døma um - hvørki mín
egna, ei heldur sambands-
floksins politikk, - tað er
hann ikki førur fyri, - hann
dugir hvørki fólkaskikk ei
heldur at stýra sær sjálvum
ella ørðum hann hevur við
at gera, so hvussu í harrans
navni skal hesin stýra
Føroya landi.
ORAKLIÐ tosar eisini
um ein ivaleyst (tjóð-
veldis)høvund sum skal
hava sagt at í sambands-
flokkinum var ómoralur
settur í system??
Har fer Oraklið so púra
skeivt, tað finnist bara eitt
stað í føroyskum politikki
har hetta fyribrygdi finnist,
-nevniliga í sitandi sam-
gongu.
Suðuroyggin stendur mín
hjarta nær og hevur altíð
gjørt tað , – óansæð um eg
eri í politikki ella ei og vil
eg til einhvørja tíð verja og
verða við til at byggja hesa
oyggj upp saman við suðr-
ingum og øðrum góðum
fólki.
Kristian Davidsen stjóri á Strandfaraskipum Landsins verður sjálvur við í endurskipaða
Leirvíksfjarðarbólkinum. Hann ynskir at koma í tættari samband við tey, ið dagliga ferðast um
Leirvíksfjørð
Mynd Jens K. Vang
TÍÐINDASKRIV
Tað kann ikki sigast annað
enn, at fólk eru áhugað at
hoyra og síggja tjekkisku
Country Sisters á palli í
Føroyum. Hotel Føroyar,
sum á hvørjum ári bjóðar
einum ella tveimum bólk-
um hendan vegin, hevur
verið fyri rættuligum ódn-
arveðri seinastu tíðina. Til-
boðið við gisting, borðhaldi
og dansi er sera væl umtókt
og eru longu 200 fólk á
bíðilista. Frá hotellinum
siga tey seg ikki hava upp-
livað slíkt áður.
Tíanbetur fyri tey mongu
country-áhugaðu er meira
enn tann eina konsertin í
Føroyum. Umframt fram-
førsluna fríggjakvøldið 4.
apríl vera tær eisini at hoyra
í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði leygarkvøldið
5.apríl.
Atgomgumerki
fáast í forsølu í Kunningar-
stovunum og í Shellstøðini
í Gøtudali. Í Fuglafirði
verður eisini møguleiki at
fáa ein góðan bita, eingin
minni enn Birgir Enni fer at
borðreiða við ymiskum úr
sjónum. Bert 100 fólk
sleppa til stóra fiskaborðið
í Fuglafjarðar Mentanhúsi,
so her ræður um at vera
skjótur at bíleggja borð.
Live-fløgurnar við Coun-
try Sisters, sum komu í
sølubúðirnar fyrr í mán-
aðinum, eru longu útseldar.
Næsta sendingin við fløg-
um er á veg. Tær skulu
eisini á pallin í Portalen í
Danmark í næstum saman
við øðrum kendum Coun-
try-bólkum. Tær hava í
fleiri ár ferðast runt í
Europa og framført fyri
fullum húsum. Nú er túr-
urin komin til okkara at
uppliva eina spennandi
framførslu countrytónleiki.
Framhald av síðu 10
Gravgangur eftir Country Sisters
C
M
Y
K
11
10