Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 62 - 29. mars 2003 Nr. 62 - 29. mars 2003 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Minningarorð um Brynjolf Joensen av Oyrarbakka f 3. september 1931 - d 7. mars 2003 Tung vóru boðini, at tú so bráðliga var tikin burtur av hesi fold eftir stutta sjúkralegu. Hevði verið og vitjað teg á Landssjúkrahúsinum tvær vikur áðrenn, har tú var til viðgerðar fyri sár í beininum. Men neyvan hevði nakar roknað við, at tað skuldi gerast tín lagna. Eg hevði tað gleði at koma at kenna teg fyri 20 árum síðan. Men tá móður tín andaðist, fyri nú mongum áðrum síðan, sat tú einsamallur eftir í húsi á Oyrarbakka. So serliga glaður varð tú, hvørja fer onkur kom á gátt at vitja. Mangar eru tær hugnaligu løturnar saman við tær at minnast aftur á. Abbabørn átti tú eingi, men eftir at eg bleiv faðir at døtrunum Barbaru og Lailu, komu tær eisini við norður at vitja. Og ofta spurdu tær, um vit ikki skuldu fara at vitja Byllabba og at fanga krabbar í fjørðuni á Oyrarbakka. Eisini tær vóru so góðar við teg, tí tú var sum ein abbi fyri tær. Tær sakna teg nógv. Trúfastur var tú at vitja meg og okkum, tá tú var í Havn, í einhvørjum ørindum. Tað skal tú hava stóra tøkk fyri. Sum tað eisini varð nevnt til jarðarferðina, var tú so sera hugtikin av tí føroysku náttúruni, við øllum teim høgu fjøllunum, mongu vøtnunum og fjølbroytta fuglalívinum. Og nú summar stendur fyri durum, leiða tankarnir meg aftur á teir mongu góðu fjallatúrarnar, vit hava gingið saman, har vit nutu tað vøkru náttúruna. Og altíð var tú fúsur at koma við. Takk fyri alt kæri vinur og hvíl í friði! Jógvan Føðingar 12. mars fingu Annie Nilssen og John Henrik Holm, Vági, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4720 gr. 18. mars fingu André Dalfoss og Annika Kambskarð Søren- sen, Tvøroyri, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 2800 gr. 18. mars fingu Marita Bech og Rúni Jákupsson Jakobsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3750 gr. 18. mars fingu Elsebeth Jørgensen og Grækaris Gregoriussen, Tórshavn, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 3032 gr. 20. mars fingu Eydna Dalsgaard og Tórhallur Thomsen, Norðragøtu, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3510 gr. 20. mars fingu Sára Dam-Jacobsen, Kollafjørður, og Zacharias Hansen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4100 gr. 20. mars fingu Herborg og Andri Hansen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3250 gr. 21. mars fingu Marin Augustinussen og Jógvan Larsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 58 cm long og vigaði 4165 gr. 21. mars fingu Rúna og Kaj Hovgaard, Tvøroyri, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4680 gr. 21. mars fingu Guðrun í Lágabø og Nenad Zivanovic, Vágur, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3520 gr. 22. mars fingu Jóhanna Maria og Líggjas Blábjørg, Strond- um, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4000 gr. 24. mars fingu Nansi og Jan Johannesen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4060 gr. 24. mars fingu Heidi Andreasen, Viðareiði, og Ingi Isaksen, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3800 gr. 24. mars fingu Evona og Arni Nielsen, Fámjin, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3480 gr. 24. mars fingu Turid Madsen og Hjalmar Augustinussen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3350 gr. 24. mars fingu Hanna og Rói Sigvardsen, Vedbæk, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3850 gr. 25. mars fingu Theresa Niclasen og Suni Ludvig, Nólsoy, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4125 gr. 25. mars fingu Lisa Høj og Torri Kallsoy, Eiði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4150 gr. 25. mars fingu Kirsten Tróndheim og Damgarð Petersen, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og 3650 gr. 27. mars fingu Rita og Tórstein Joensen, Fuglafirði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3930 gr. Andlát 19. mars Laura Thomsen, fødd Gardar í Klaksvík, 71 ár. Jóhannis Olsen, í Sandavági, 88 ár. 20. mars Hallgerá Jacobina Hansen, í Klaksvík, 54 ár. 21. mars Annie Berg, Tórshavn, 75 ár. Elsebeth Maria Hansen, Svínoy, 90 ár. 22. mars Anna Hansen, Norðdepli, 78 ár. Hans Egholm í Vestmanna, 94 ár. Torkil Thorkildshøj, 68 ár. 23. mars Bjarti Mortensen á Tvøroyri, 40 ár. Ditlev Houmann, í Oyndarfirði, 86 ár. 24. mars Synøva Justinussen, dóttir Steffani og Jógvan Justinussen, úr Streymnesi, 27 ár. Amalia Olsen, í Hósvík, ættað úr Rituvík, 81 ár. 25. mars Vilgerð Astridardóttir, búsitandi, í Havn, ættað úr Klaksvík, 63 ár. Ruth Hansen, fødd Clementsen, í Miðvági, 69 ár. Shmuley Biotech lýsir í bók síni Kosher Emotions eydnu sum eina fullkomna sameining av øllum teim- um ávirkanum og kreftum sum virka hvør móti aðrari innan í okkum - sál og likam, sinni og hjarta, kenslur og vit, sjálvsøkni og offurkærleiki - og at eitt samlag og samskifti er millum øll hesi. Víðari sig- ur hann, at eydna er har sum ætlanir og virði okkara møtast, har okkara útvortis gerðir samsvara við okkara innastu sannføringar, sum leiðir til eitt virkið og ríkt lív. Kendi strongd-gransk- arin Dr. Hans Selye tekur til í einum av slóðbrótandi bókum sínum um strongd (stress), at eitt langt, virkið og heilsugott lív m.a. er úrslitið av íløgum gjørdar í onnur mennisku, og at hava arbeitt við ætlanum sum eru bæði mennandi og spennandi, og sum sam- stundis hava ríkað lívið hjá øðrum menniskjum. Í telduheiminum tosa vit um markamót millum ym- iskar telduskipanir, fyri at tær skulu kunna samskifta. Tess meiri fjølbroyttar og ymiskar tvær skipanir eru, tess meiri skal gerast við markamótið fyri at skip- aninar kunnu samskifta á ein lættan hátt. Hinvegin er tað so, at um tvær skipanir eru eins ella nørum eins, so er ofta ikki neyðugt við einum markamóti. Osvald er dømi um, hvussu samlag og marka- mót í einum fjøltáttaðum persóni geva seg til kennar í útvortis gerðum sum sam- svara við innaru sann- føringar. Tað er ein javnvág millum hansara andaliga lív og tað sum hann er í tí dagliga, og ongar kú- vendingar skulu gerast frá ti ein fer frá ti tímiliga virkinum til tað andaliga virkið. Hann hevur dugað sum fáur at fáa tað at renna saman millum eitt virkið lív í vinnu og eitt virkið andaligt lív og arbeiði. Hetta hevur leitt til eitt ríkt persónligt lív, sum eisini hevur ríkað lívið hjá øðrum og verið eitt fyridømi fyri onnur. Dag Hammarskjøld, ið varð aðalskrivaði í heims- felagsskapinum ST frá 1953 til 1961, tók einaferð soleiðis til: 'Tað er størri æru vert at halga seg full- komiliga til ein persón, enn at leggja alla orku í at bjarga fjøldini. Osvald hevur talað fyr nógvum menniskjum á nógvum á møtum í sam- komum runt í Føroyum. Men tað sum hevur eyðkent hann hevur verið hansara áhugi í einstaklingum, og tí persónliga sambandinum við menniskju. Osvald hevur eitt grundandi sinni, sum ikki slær seg til tols við lættkeyptar loysnir og svar, men setur spurningar fyri at viga fyri og ímóti. Slíkir persónar kunnu stundum verða innansælir, og ringir at koma inn á. Men Osvald hevur fingið ta gávu at taka sær av og hjálpa øðrum. Hann hevur millum ár og dag havt nógv fólk inni í heimi sínum, og borðreitt bæði við føði til magan (tað hevur Judith kortini tikið sær av, lukkutíð) og føði til sálina, tá hann hevur sitið við opnari Bíbliu og útlagt skriftirnar fyri ungdómi av bygd, sum hava lisið og lært ymisk handverk í Havn. Í Sálmi 100 sigur tóna- skaldið: »Tænið Harranum við gleði«. Henda gleði at tæna Harranum hevur eyðkent Osvald, og er ikki minkað, sum árini eru farin; tað sæst best aftur í at hann framvegis savnar ung til bíbliutímar hvørja viku, sum fegin at tosa við hann og spyrja spurningar um bíbilsk evni og viðurskifti. Orðini hjá danska skald- inum Mads Nielsen í før- oyska búnanum hjá Ismari Joensen eru ein góð lýsing av persóninum Osvald Kjærbo: Teirra lív fær mátt úr djúpum keldufari, sum ei sæst; heimliga í teirri kvirru , har bert gott av skafti fæst. Og í einum treiskum heimi, sum bert trýr tí, ið hann sær, eru tey sjálv lívsins vitni um Guds verk, sum eydnu fær. Richard Schwartson Nakrar tankaflykrur í sambandi við ein áttati ára føðingardag Osvald, verfaðir, er farin eina viku framvið teimum áttati árunum. Nakrir tankar í ti sambandi Judith og Osvald Kjærbo NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hans Jacob Lamhauge 55 ár Í morgin, 29. mars, fyllir Hans Jacob Lamhauge í Lamba 55 ár. Hann er føddur í Lamba, sonur Amandu Joensen úr Lorvík og Karl Andreas Lamhauge úr Lamba. Hans Jacob tók realprógv á Glyvrum í 1966, stu- dentsprógv í Hoydølum 1969 og læraraprógv á Jonstrup Seminarium í 1974. Hann var vikarur í Runa- vík 1969-70 og hevur síð- ani verið í starvi har, eftir at hann tók læraraprógv. Hann hevur verið limur í býráðnum í Runavík í eitt áramál og limur í teknisku nevnd. Í 1970 giftist Hans Jacob við Davinu Petersen av Glyvrum. Axel Tórgarð 80 ár Tann, sum tekur sær stundir og fer oman á Gamla Meia- ríið í Havn at hyggja at heimskenda leikinum Per Gúnt eftir norska stórskald- ið Henrik Ibsen, man geva sær far um, at í leikskránni stendur Axel Tórgarð sum týðari. Og so er lagamanni at fara inn í salin og síggja Grímu framføra ein framúr góðan leik á framúr góðan hátt í einari framúr góðari týðing. Tí fáur man sum hann hava dugað at týtt út- lendskan skaldskap á høg- um stigi til føroyskt. Nú fyllir hann áttati, Axel Tórgarð í Kvívík. Hann varð føddur í Havn, sonur Valborg Eide úr Nólsoy og H.C.W. Tórgarð arkitekt og politikara úr Havn. Axel var tann fyrsti, sum tók bæði preliminer- og studentsprógv á Føroya Studenta- og preliminer- skeiði í Havn. Students- prógvið tók hann í 1941. Hetta var undir krígnum, og hann slapp ikki til Dan- markar at lesa. Hann var tí vikarur í Gøtu, Funningi og Havn, og hann ferðaðist eisini kring um í landinum og býtti gassmaskur út til fólk. Tað arbeiðið gjørdi hann sum hjálparmaður hjá Dánjali Bærentsen, sum seinni var landsdjóralækni í mong ár. Sambært Rithøv- undabókini arbeiddi Axel tó mest sum assistant con- tractor og military inter- preter (tolkur) hjá bretska hervaldinum. Eftir kríggið fór Axel til Keypmannahavnar at lesa og tók guðfrøðiprógv í 1954. Síðani var hann prestur í Suðurstreymoy í 3 ár. Men so fór hann undir nakað heilt annað: hann gjørdist fyrsti stjóri á Útvarpi Føroya í 1957, og tað var fyrst og fremst hann, sum legði "ta før- oysku linjuna", sum Út- varpið síðani hevur havt, tvs einans at senda egna framleiðslu og ikki endur- senda frá øðrum. Tað hevur havt alstóran týdning fyri føroyska mentan og før- oyskan samleika. Í 1960 fór hann aftur í prestastarv og var síðani prestur í Norðstreymoy í 19 ár og Suðurstreymoy í 10 ár. Axel Tórgarð hevur av- rikað nógv skriftligt ar- beiði. Bæði morgunlestrar, søgur, ævintýr og ta óføra hentu bókina "Dagar og nøvn í álmanakkanum". Týðingarnar av skaldsøg- um, stuttsøgum og leikum eru næstan óteljandi. Hann fekk M.A. Jacobsens virð- isløn í 1990 og heiðursgávu frá Grunni Christians á Brekkumørk í 1994. Í fjør heiðraði Landsstýrið hann eisini. Í 1958 giftist Axel við Margretu Danielsen, dóttir Dagmar Joensen og Sørin Danielsen úr Miðvági. Tey eiga børnini Súsannu, Ritu og Hans. Øll trý hava tey - eins og pápin - góð evnir sum sjónleikarar. Louis Jacobsen 60 ár Sunnudagin 30. mars fyllir Louis Jacobsen í Havn 60 ár. Hann ger ikki nógv um seg, men hevur kortini hampiliga stórt virksemi í Havn: fyrst handilin Heilsu, nú Matas, við náttúruheikivági, og har- aftrat hevur hann Havnar Bio. Louis er uppvaksin í Klaksvík og tók millum- skúlaprógv har í 1959. Hann arbeiddi so í 3 ár í heilsøluni hjá Herluf Thomsen, og í 1966 fekk hann sær egnan matvøru- handil í Klaksvík. Í 1975 fluttu hann og konan til Havnar og fóru at selja heilvág og kosmetikk. Tey bæði vóru í Danmark og fingu útbúgving sum matrialistar, sum Matas- ketan kravdi. Í 1993, í ringastu kreppu- tíð, lótu tey Havnar Bio uppaftur, og væl tykist at bera til, hóast mong hildu, at ein biografur hevði ongan møguleika eftir, at Sjónvarpið var komið. Louis giftist í 1966 við gentu úr Syðrugøtu. Tey eiga børnini Jákup Eli 1967 og Helgu 1968. Louis og konan búgva nú í Leynum. Brúdleyp Í dag, 29. mars, kl. 16.00 giftast í Glyvra kirkju Kaja Lamhauge, Lamba, og Christian Joensen, Fuglafirði. Veitsla fyri innbodnum verður á Restaurant Muntra kl. 19.30. Starvsdagur Fríggjadagin 28. mars hevði Esbern Joensen, Sørvági, verið í starvi í Vága Floghavn í 25 ár. Í sambandi við dagin verður móttøka á flogvøllinum mánadagin 31. mars frá kl. 14.00 til 16.00. Prógv Lydia Langgaard Djurhuus, sosialráðgevi, hevur lokið prógv sum cand.scient adm. á Roskilde Universitet center. Óli Breckmann 55 ár Sunnudagin 30. mars fyllir Óli Breckmann 55 ár. Tað man neyvan vera neyðugt at greiða gjøllari frá, hvør maðurin er, men nøkur fakta skula tó nevnast: Hann er sonur Astrid, f. Dahl-Olsen, og Ludvig Breckmann í Havn. Hann tók studentsprógv í Havn, síðani Master of Arts í enskum máli í Edinburgh í 1971 og BSc í felaga- og búskaparsøgu í Bristol í 1974. Hetta sama árið varð hann valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Suður- streymoy og hevur verið tingmaður floksins síðani. Hann var eisini fólkatings- maður frá 1984 til 2001. Hansara borgarligu størv hava verið adjunktur á Stu- dentaskúlanum 1974-84 og blaðstjóri á Dagblaðnum 1975-91 og síðani 1998. Serliga sum blaðstjóri er Óli Breckmann tiltikin hvassorðaður. Hann hevur givið fleiri bøkur út. Tann fyrsta kall- aðist "Stavnurin" og var eitt savn av hansara politisku greinum. "Jól á halanum" er um skiparan og vinnu- lívsmannin Hans Paula Jo- hannesen, og bøkurnar "Skálvíksdrongur silda- kongur" eru um Eiler Ja- cobsen. Óli Breckmann er nú formaður í tingbólki Fólka- floksins, og hann er eisini formaður í fíggjarnevndini. Hann er giftur við Birnu Midjord av Argjum. Tey búgva úti á Hamri á Argjum. Tórbjørn Mikkel- sen 50 ára starvs- dag 1. apríl hevur Tórbjørn Mikkelsen, stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya, 50 ára starvsdag. Tórbjørn er føddur og uppvaksin í Havn. Liðugur við real- skúlan for hann í læru sum skrivstovunæmingur á Føroya Gjaldsstovu ella Færøernes Opebørselskon- tor, sum tað eisini kallaðist. Gjaldsstovan helt tá til á Kongabrúnni, har sum Tryggingarfelagið Føroyar er í dag. Fyrsti stjórin hjá Tórbjørn var danin Jørgen A.K. Nicolaisen. Í 1972 flutti Gjaldsstovan í onnur hølir á Kongabrúnni (í Geilina). Frá 1988 til 1998 hildu teir til á Bryggju- bakka. Síðan 1998 hevur Toll- og Skattstovan hildi til í Albert Hall á Argjum. Tórbjørn hevur arbeitt sum fulltrúi, varastjóri og sum stjóri á Toll- og Skattstov- uni síðan 1992. Hann hevur arbeitt undir øllum løg- monnunum síðan heima- stýrislógina, uttan Andras Samuelsen, ið var tann fyrsti løgmaðurin. Hóast Tórbjørn hevur arbeitt á sama arbeiðsplássi síðan hann fór úr skúlan- um, hevur hann havt eitt fjølbroytt lív uttanfyri sítt arbeiðspláss. Hann hevur verið virkin innan frá- haldsrørsluna og verið lim- ur í losjuni "Støtt Viljen" síðan hann bleiv konfir- meraður og er tað enn. Hann var við til at stovna hondbóltsfelagið Kyndil í 1956, og er hann enn virkin í felagnum. Hann er føddur sama ár sum B36 bleiv stovnað, og sum uppvaksin á Tinghúsvegnum, ið var eitt B36 kvarter, var tað ein sjálvfylgja at hann bleiv B36 viðhaldsmaður og varð ein av teirra fótbóltsleikar- um. Hann hevur verið for- maður í nevndini í Havnar Sjúkrakassa og er enn í nevndini har. Hann er for- maður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya. Tor- bjørn er giftur við Eyð- bjørg, f. Joensen, sum eis- ini er virkin innan fráhalds- rørsluna. Tey eiga tvey børn, dóttrina Brynhild, ið er fødd í 1964, og sonin Regin, ið er føddur í 1968. Eyðbjørg og Tórbjørn eiga 6 ommu og abbabørn, fýra dreingir og tvær gentur. Tórbjørn hevur eisni verið kappingarstjóri innan fótbólt og hondbólt. Hann var í fleiri ár í hondbólts- nevndini hjá ÍSF. Í sep- tember 1970 vóru Eyðbjørg og Tórbjørn á hondbólts- kongress í Madrid, fyri at fáa føroyskum hondbólti altjóða viðurkenning. Á veg heim aftur tann 26. september, datt flogfarið niður í Mykinesi. Tórbjørn kom skjótt fyri seg aftur eftir vanlukkuna, men verri gekk hjá Eyðbjørg, sum fekk eina longri sjúkralegu. Nakað seinni fekk føroysk- ur hondbóltur altjóða við- urkenning. Í sambandi við 50 ára starvsdaginverður móttøka á Hotel Hafnia týsdagin 1. apríl frá kl. 15.00 - 18.00. Dagurin 29. mars. Jónas, deyður umleið 326. Tikin av døgum í Persiu. Navnið merkir dúgva ella kanska ein stuttur formur av Jóannes. 30. mars. Kvirinus, deyður umleið 120. Rómverskur her- maður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. 31. mars. Balbina, deyð umleið 120. Navnið var við í teimum fyrstu føroysku álmanakkanum, men er síðan lagt burturúr. Hon var dóttir omanfyir nevnda Kvirinus og varð tikin av døgum saman við honum. C M Y K 13 12