Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 29. mars 2003 15 Floksfelagarnir eru mínir bestu stuðlar Í gjár fór Guðrun Sólja Jacobsen til Danmarkar. Í dag framføra stjørnurnar frá “Stjerne for en aften” ymsastaðni og seinni fara tey á eitt frítíðarstað at hava tað gott og koma hvørjum ørðum við TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Guðrun Sólja Jacobsen er við eitt vorðin navnið, sum øll hava á munni. Í gjár fór hon aftur niður til Dan- markar og ferðirnar hava verið nógvar aftur og fram, síðani fyrstu luttøkuna í “Stjerne for en aften”, har Guðrun eigur pláss í final- uni. Í dag eru framførslur og síðani skal finaluliðið ristast saman, og tað verður gjørt við at vitja eitt frí- tíðarstað. Guðrun verður so verðandi í Danmark kom- andi viku, tá stóra finalan í “Stjerne for en aften” verð- ur, og finnast skal útav, hvør skal gerast stjørna í meira enn eitt kvøld. Sosialurin hitti Guðruna hósdagin á Miðnámsskúlan- um í Suðuroynni. Í gongini síggjast útklipp og myndir við Guðruni hanga á upp- slagtalvum, men annars ang- ar av friði og gerandisdegi. - Floksfelagarnir eru mín- ir størstu og bestu stuðlar, sigur Guðrun skemtandi, men eygnabráið sigur, at ein farri av álvara er í. Guðrun metir avgjørt, at har eru aðrir luttakarar, sum kunnu gera seg galdandi í kappingini, hon nevnir millum onnur Tarek og Kendru. Men hóast stóra mótstøðu, so eru góðar vónir, og ein troyst er, at nummar 2 og 3 fáa eisini eitt sindur burturúr. - Flokkurin tekur tað heilt roliga, sigur Guðrun, meðan vit taka myndir, men heitasta navnið á føroyska stjørnuhválvinum fær ikki heilt loyvi at gloyma, at hon er stjørna. Tað er telefon, ein drongur úr...., sigur ein floksfelagi, og kemur rennandi við far- telefonini hjá Guðruni, sum ovfarin prátar við fjepparan. Guðrun hevur verið í Danmark fyri at syngja inn lagið “Promise Me” á fløgu, har allir undanvinn- ararnir eru við. Tónleikurin er hin sami, og áskoðara- fjøldin, men hóast live kensluna, so er røddin sungin inn umaftur. Fløgan kom út í vikuni. Guðrun er nógv umbiðin sangfuglur til ymisk tiltøk kring landið. Hon hevur verið, og er, limur í horn- orkestrinum á Tvøroyri og í Suðuroyar Gospelkórið, sum framførur um viku- skiftið, men hesaferð uttan Guðruna, sum knappliga er umbiðin úr øllum ættum. Myndatøkan er liðug og tað er fríkorterið eisini, men fjepparin í telefonini er ikki liðugur. Vit biða farvæl og ynskja tað besta og Guðrun er blíð og spent, har hon stendur við telefon- ini og í føroyskum nýggjum og snøggum jakka, tað er Sirri, sum hevur latið henni plaggið. Elis er serkønur dómari Verturin í dansiband sendingini í ÚF,”Hvat Nú?”, eitur Elis Poul- sen. Og hannn hevur nú fingið eina rætti- liga viðurkenning, tí hann er kosin at sita í fakdómsnevndini, sum skal kjósa ársins dansiband í Noreg og hetta er ikki hissini heiður TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Síðani Elis Poulsen, útvarps- maður, fór undir sendingina “Hvat Nú?”, er hann komin í ein serstakan heim, nevnliga dansiband heimin, og tað hevur gingið við ferð. Heimasíðan hjá sending- ini er væl vitjað úr øllum norðurlondum og bólkar senda fløgur, fyri at verða við á føroyska dansitopp- listanum. Dómaraheiður Men at tað ikki bara hevur gingið skjótt, men eisini væl, at fáa viðurkenning og koma langt í dansibad heiminum, hevur Elis nú prógv fyri. Hann er biðin til serkøn- an dómara, nú ársins dansi- band skal kjósast í Noreg. Hetta er ikki hissini heiður, tí ársins dansiband svarar til kendu heiðursgávuna Music Awards. - Hetta er størsti heiðurin innan dansiband tónleikin, og áður hava bólkar sum Ole Ivars fingið heiðurin, sigur Elis Poulsen, og nevn- ir, at teir sum fingu heiðurin í fjør, hóast heldur ókendir, rættiliga fingu vind í seglini. - Eini 60 løg eru í ár at velja í. Sett eru dómsnevnd og seinni ein faknevnd, og at enda eru 8 løg, sum lurt- arar eisini sleppa at siga sína hugsan um, so fólkið eigur eisini avgerðandi leiklut, sigur Elis, sum situr í faknevndini og sum legg- ur dent á, at hann hevur lurtað og tikið støðu og av- greitt sín leiklut. Kann ikki koma longur Elis og sendingin Hvat Nú? eru eftir stuttari tíð vorðin viðurkend innan dansi- bandheimin og hava fingið viðurkenning. Elis hevur eisini verið í útlondum í samband við dansiband- festivalir og m.a. hevur hann í fjør handað Før- oyska Tónleikahornið til Ole Ivars, eitt føroyskt framleitt tónahorn, sum Torgerð Suðuroy tilevnaði. Ætlanir eru um at fara undir aftur tónahorntiltakið í ár, sigur Elis. Hornið verður latið til mest spælda bólk í árinum. At koma í slíka faknevnd er stórur heiður. Eg kann iki koma nógv longur inan dansibandheimin, sigur Elis um dómaraheitið, og hann fegnast um álitið, sum víst er honum. - Heimasíðan er broytt og tað hevur eisini gjørt góðan mun og hevur bøtt um við- urskiftini við dansiband- heimin 1000 ferðir, hóast tey altíð vóru góð, sigur Elis, sum fyrstu tíðina eftir broytingina fekk eini hálvt- hundrað heilsanir dagliga úr øllum Norðanlondum. - Fólk duga at síggja, at her er nakað bygt upp og tað verður virðismett, sigur ein fegin útvarpsvertur. - Eg havi fingið nógvar persónligar vinir innan dansibandheimin, eri so at siga komin inn í hjartað, og kann ikki koma nógv long- ur, sigur Elis, sum eisini fegnast um samstarvið aðr- ar programleiðarar. - Tað er høgt mett arbei- ðið, ið er gjørt, og tað er eisini ÚF, sum hervið fær eitt herðaklapp, sigur Elis, sum á ferð kring landið og í prátið við lurtarar væl merkir, at lurtaratalið hjá Hvat Nú? er vaksandi. - Eg kann ikki koma nógv longur, meti eg, men eg kann halda stásið við- líka, sigur Elis, sum fegnast um at hava eitt arbeiði, sum eisini er ítriv, og sum bæði hann og konan hava gleði av, og at ein so stórur heið- ur, sum at verða nevndur til serkønan dómara so eisini fylgir við, tað staðfestir bert støðuna hjá føroyska dansiband vertinum. - Eg kann bert vóna at sleppa at halda fram við hesum, tey árini eg havi eftir í arbeiðinum, sigur ein fegin útvarpsvertur, sum eisini avdúkar, at fleiri góð nøvn eru væntandi til Før- oya í næstum, so dansi- bandhugað kunnu pussa skógvarnar og gleða seg. Men meðan bíðað verður, ber til at lurta eftir Hvat Nú?. Floksfelagarnir eru mínir størstu og bestu stuðlar, sigur Guðrun Jacobsen, sum í gjár aftur fór til Danmarkar at taka lut í ymsum í samband við Stjerne for en aften Mynd: D. Olsen 15 14 Nr. 62 - 29. mars 2003 Tøkk Hjartaliga takka vit fyri ta stóru samkenslu og hjálp- semi, ið var sýnt okkum, tá ið okkara góði maður, pápi, verfarðir, beiggi, abbi og langabbi Georg J.F.Thorsteinsson lá sjúkur, doyði og varð jarðaður. Takk tit mongu, sum vitjaðu hann og vóru um hann í heiminum, tá hann lá sjúkur. Takk til Sølva W. Olsen, lækna, heimasjúkrasystrar og heimahjálparar, sum gjørdu so nógv fyri hann. Takk til Hera Joensen, prest, fyri góð og troystarrík orð í heiminum, í kapellinum og í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar og til Ólav av Váli fyri vakra sangin í kirkjuni.Takk tit mongu, sum hjálptu til við ymiskum bæði tá hann lá sjúkur og til jarðarferðina. Takk fyri kransar, blómur og gávur til sunnudagsskúlaarbeiðið í Meinigheitshúsinum. Takk til sangarar og til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Hjartans tøkk øll somul Marita, Hans Arni, Kári, Sidsel, Heri, Randi og Thordur við familjum Guðrun í Focus Ein Ford Focus bíðaði Guðrun, tá hon fríggjamorgunin kom til Havnar við Smyrli. Guðrun er í fokus, men nú kann hon eisini koyra í Focus, sigur Peter S. Petersen, stjóri hjá bilasøluni P/F Wenzel í Havn STJØRNAN Eirikur Lindenskov Guðrun Sólja Jacobsen er rættuliga komin í fokus við luttøku síni í sendingini Stjerne for en aften. Hetta helt Peter Smidt Petersen, stjóri hjá P/F Wenzel, ikki kundi fara aftur við borðin- um uttan víðar, so tá Guðr- un kom norður til Havnar við Smyrli í morgun, stóð ein Ford Focus við búmerk- inum »Stjerne for en aften« og bíðaði henni. Soleiðis kom Guðrun úr Havn vestur á flogvøllin í morgun í hesum eyðkenda Ford Focus frá Wenzel í Havn. – Bilurin stendur og bíð- ar henni, tá hon kemur aftur eftir finaluna næsta viku- skifti, og vit syrgja fyri flutninginum suður aftur á Tvøroyri – um hon so vinn- ur ella ikki, sigur Peter S. Petersen, sum leggur aftur- at, at Guðrun longu hevur vunnið sera nógv. Tað verður ein fullsettur salur í Forum í Keyp- mannahavn komandi fríggjakvøld, tá finalan verður. Frá »E-Billetter« í Keyp- mannahavn, sum umsita at- gongumerkjasøluna, frætta vit, at tað longu er útselt. Har sleppa 5.000 fólk inn, so áhugin er sera stórur. Ivaleyst verða tað milliónir av hyggjarum, sum fara at fylgja við, tá Guðrun fer á pallin, og so er bert at vóna, at hon – allarhelst – við sanginum» Promise Me«, eins væl hugtekur fjøldina, so hon kann kjósast stjørna. Hesin Ford Focus hjá P/F Wenzel í Havn flutti Guðrun vestur á flogvøllin. Hann flytir hana eisini heimaftur á Tvøroyri, tá hon kemur aft- ur. Stjørna ella ikki stjørna. Hon hevur longu vunnið so nógv, sigur Peter S. Petersen, stjóri hjá P/F Wenzel, før- oyska Ford-umboðnum Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 85 ára føðingardegnum takki eg hjartaliga. Heilsan Margretha Hansen, Saltnes Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, nær og fjar, sum mintust meg á 80 ára føðingardegnum hin 11. mars 2003. Tøkk fyri blómur, heilsanir, fjarrit, telefonheilsanir og vitjanir. Øll góð ynskir frá Trygva Árting C M Y K 14