Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 62 - 29. mars 2003 Nr. 62 - 29. mars 2003 17 Jákup Mikkelsen sigur uttan at fara í smálut- ir, at hann er næstan 100 % vísur í, at Dúgv- an ikki verður løgd LEIRVÍKSFJARÐAR- LEIÐIN Solby A. Eliasen Tingmaðurin og vinnu- lívsmaðurin Jákup Mikk- elsen er sannførdur um, at arbeiðið við málinum u m Dúgvuna fer at koma við tí loysn sum skal til fyri at fáa Dúgvuna at halda fram við at sigla. – Tað kann undir ong- um umstøðum góðtakast, at Dúgvan verður løgd nú, sigur hann. – Norðoyingar kunnu ikki liva við einum tæn- astustøðið, sum er á hædd við tað til Sandoynna, sigur Jákup Mikkelsen. Spurdur um, hann hevði tikið undir við at skjerja játtanina til Strandferðsl- una so nógv, um hann visti, at tað fór at raka lívsæðrina til Norðoyggj- ar, svarar Jákup, at tað at Strandferðslan skal spara ikki merkti, at tænastu- støðið á Leirvíksfjarðar- leiðini skuldi lækka. Harafturat sigur Jákup, at vinnulívið í Klaksvík hevur boðað Strandferðsl- uni frá, at Sam er óbrúkiligur til leiðina og tað endamál hann er settur til. – Tað er ivasamt um Sam siglir ein vetur aftur- at, so vinnulívið hevur heitt á Strandferðsluna um at lata Ternuna og Dúgvuna røkja siglingina um Leirvíksfjørð heldur enn Sam, sigur Jákup. – Mínir møguleikar viðvíkjandi Dúgvuni eru sera avmarkaðir, men um ein politisk avgerð kemur um, at hon ikki skal leggjast, so lagi eg meg sjálv- andi eftir henni, sigur strandferðslustjórin LEIRVÍKSFJARÐAR- LEIÐIN Solby A. Eliasen Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at so longi sum ongin politisk avgerð er tikin um, at Dúgvan ikki skal leggjast, so verður hon løgd fyrst í apríl mánaði. Arbeitt hevur annars verið við at útvega annað skip til leiðina um Leir- víksfjørð, men tað er sera trupult at finna eitt skip, sum er størri enn Dúgvan, og sum sleppur inn í Leirvík. – Vit fingu eitt tilboð upp á eitt skip mikudagin, men tað vísti seg tíverri, at tað ikki sleppur inn í Leirvík, so tað fór í vask- ið, sigur Kristian, sum undirstrikar at tosið um at selja Dúgvuna og Sam bara er íkomið, um tað fór at eydnast Strandferðsluni at finna eitt annað skip til Leirvíksfjarðarleiðina. Við at leggja Dúgvuna fer Strandferðslan at spara 1,8 milliónir. Harafturat sigur Kristian Davidsen, at Dúgvan hevur víst seg at vera ein risikofaktor, tá tað kemur til viðlíkahald. – Vit hava havt stórar viðlíkahaldsútreiðslur av Dúgvuni seinastu trý árini, sigur hann. Strandferðslustjórin sigur annars, at alt tos um at spara, hevur verið í samstarvi við Vinnu- málaráðið, og harvið vísir hann aftur tosinum um, at hann skal hava lagt eftir Leirvíksfjarðarleiðini bevíst. At enda sigur hann, at hann fær onki gjørt. So- statt verður Dúgvan løgd, um ikki ein politisk av- gerð kemur um tað mót- satta. – Hon verður helst ikki løgd í komandi viku, men í kanska í aðru viku aftur, sigur Kristian Davidsen at enda. Tingmaður Javnaðar- floksins Vilhelm Johannesen sigur, at tað gongur als ikki at leggja Dúgvuna. Eisini sigur hann at verandi ferðaætlan hjá Sam als ikki hjálpir til, har tað leikar harðast á um Leirvíksfjørð LEIRVÍKSFJARÐAR- LEIÐIN Solby A. Eliasen – Ternan og Sam fara als ikki at megna at nøkta tørvin um Leirvíksfjørð, sigur Vilhelm Johanne- sen, sum eisini fílist á ferðaætlanina hjá Sam, sum hon er nú. – Sam siglir slettis ikki, tá fløskuhálsurin um Leir- víksfjørð er, sigur hann. Og her meinar hann við teir báðar fyrstu túrarnar av Klaksvík á morgni og so út á seinnapartin av Leirvík. Tá eru flest fólk og bilar við, tí fólk fara og koma aftur hesar tíðirnar. Sambært ferðaætlanini hjá Sam, so siglir hann fyrsta túrin av Leirvík klokkan hálvgum níggju á morgni og seinasta túr av Klaksvík klokkan eitt korter til fýra. Men tó skal líka sigast, at tað kemur fyri, at Sam tekur onkrar eykatúrar, um tað er neyð- ugt. Men ferðaætlanin sigur so nakað annað. – Handa ferðaætlanin hjá Sam er óbrúkilig, tí hann ikki siglir, tá tað størsta trýstið er á, sigur Vilhelm, og leggur aftur- at, at flutningstørvurin um Leirvíksfjørð er øktur so nógv. Vilhelm vísir á, at hóast undirsjóvartunnilin verð- ur veruleiki um nøkur ár, so merkir tað ikki, at alt kann steðga upp inntil tá. – Vit skulu liva inntil tunnilin kemur, sigur Vil- helm, sum eisini er greiður yvir, at bildekkið umborð á Dúgvuni trongir til ábøtur. Hann hevur eisini hoyrt tos um at selja Dúgvuna. – Tað er ørskapur at selja Dúgvuna, áðrenn undirsjóvartunnilin er komin um Leirvíksfjørð, sigur norðoya tingmaður Javnaðarfloksins, sum sjálvur nýtir leiðina so gott sum hvønn dag. Jacob Meinhard Sólbjørg, fólkaskúlalærari í Klaksvík: – Mær dámdi sera væl Ternuna í byrjanini, men tá so Dúgvan kom, og eg hevði ferðast við henni í eina tíð, so helt eg, at hon er tað betra skipið til ferðafólkini, sigur Jacob Meinhard Sólbjørg, sum hevur ferðast aftur og fram í yvir 20 ár. Hann heldur eisini, at Ternan er verri fyri fólk, sum hava eitt hvørt brek. – Trappurnar eru nógv betur at koma upp ígjøg- num umborð á Dúgvuni, og harafturat eru øll ferðafólkini á somu hædd. Tað er so ræðuliga skjótt, at tað verður ov fult í erva í Ternuni og í neðra er so nógvur gangur, sigur Jacob Meinhard, sum heldur, at tað verður ein vanlukka fyri ferðsluna, um Dúgvan verður løgd. – Ternan megnar ikki at nøkta tørvin, og eg haldi so avgjørt, at tíðin er farin frá Sam, sigur Jacob Meinhard Sólbjørg. Leirvíksfjarðarleiðin er ein tann mest nýtta farleiðin í landinum. Og nú fer hon eisini at merkja sparingar- nar hjá Strandferðsl- uni. Sosialurin hevur verið ein túr umborð LEIRVÍKSFJARÐAR- LEIÐIN Solby A. Eliasen Klokkan er eitt korter yvir eitt, teir seinastu bilarnir koyra umborð á Dúgvuna, og so er klárt at fara frá. Á bildekkinum, sum er fult, standa einir tríggir trailarar, ein bilur hjá IRF og fleiri persónbilar. Umborð er fitt av fólki, og flestu stilla seg beinan- vegin í røð at keypa ferða- seðil. Hóast nógv rokilsi er um hesa ferjuna fyri tíðina, so gongur gerandisdagurin sína vanligu gongd. Ongin veit tó at siga, hvussu longi Dúgvan fer at røkja siglingina um Leirvíksfjørð afturat. Men tað tykist at vera breið semja millum ferða- fólk, at tey heldur vilja hava Dúgvuna enn Tern- una. – Ternan var góð tann tíð tað var, men hon er ov lítil til leiðina í dag, heldur eitt ferðafólk fyri. Tey allarflestu hava sum so onki ímóti Ternuni, men tey siga, at hon er so nógv minni. Serliga eru nógv færri sitipláss umborð á Ternuni. Og tá tað kemur til bilar, tá er munurin eisini stórur. Áðrenn uppmerkingin á bildekkinum á Dúgvuni kom, tók hon 37 bilar, men tá bleiv hvør bilur vaskaður av ferðafólkunum, sum mugu ganga eftir dekkin- um. Ein uppmerking varð so gjørd til tess at betra um hetta, men tað førdi sam- stundis við sær, at hon tek- ur einar seks ella sjey bilar færri. Ternan er ikki upp- merkt, so hon tekur einar 30 persónbilar. Men tá eru somu fortreytir ikki gald- andi fyri skipini bæði. Tá tað kemur til størri akfør, verður sagt frá Dúgvuni, at tað er ongin trupulleiki at hava fimm trailarar og so nakrar last- bilar afturat við á einum túri. Tað er nakað,sum slettis ikki letur seg gera umborð á Ternuni. Og er hetta ein av størstu orsøk- unum til, at øði er komin í vinnulívið í Norðoyggjum. Tað veit, at Ternan merkir longri bíðitíð, tí hon ikki hevur sama kapasitet, sum Dúgvan, serliga tá tað kemur til størri akfør. Tosið gongur lívliga bæði umborð og á landi, og flest allaðstaðni siga fólk, at tey vilja síggja tað, áðrenn tey trúgva tí, at Dúgvan veruliga verður løgd. Í Leirvík gongur skjótt fyri seg, og á túrinum aftur til Klaksvíkar er bildekkið ikki fult, so ikki kann annað sigast enn, at tað merkist, at Sam siglir eisini. Á veg aftur til Klaksvíkar hittast Sam og Dúgvan á Galvinum, men møguliga eru dagarnir tá hesar báðar ferjurnar hittast í Leirvíks- firðinum taldir. Um stutta tíð, verða tað kanska Tern- an og Sam, sum røkja far- leiðina. Komin aftur til Klaks- víkar standa aftur nógvir bilar og bíða eftir ferjuni. Trailarar, lastbilar og per- sónbilar hvør um annan. Kanska sleppa allir við - kanska ikki, men so vita førararnir, at tað gongur bert ein hálvur tími, so er Sam aftur í Klaksvík. Vilhelm Johannesen, tingmaður Javnaðarfloksins: Tað gongur yvirhøvur ikki Jákup Mikkelsen, tingmaður hjá Fólkaflokkinum: Dúgvan verður ikki løgd Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni: Eg lagi meg eftir eini politiskari avgerð Óluva Klettskarð, lærari við studentaskúlan í Hoydøl- um: – Eg haldi so avgjørt, at Dúgvan er tað betra skipið til hesa farleiðina. Ternan er ikki egnað, tí har eru so fá sitipláss. Tað er meira enn so komið fyri, at eg havi staðið túrin yvirum, sigur Óluva Klettskarð, sum hevur ferðast ímillum í góð fýra ár. Hon sigur somuleiðis, at Dúgvan er nógv sjóbetur enn Ternan. – Ternan rullar illa, og tað er nógvur gangur umborð. Harafturat er trongt á bildekkinum. Tað er blivið munandi betur umborð á Dúgvuni, men tað er sera trongt umborð á Ternuni, sigur Óluva. – Tá okkurt óvæntað er, um ein skúlaflokkur skal yvirum, so merkist tað beinanvegin umborð á Ternuni, sigur Óluva, sum ikki heldur tað vera rímuligt, at tænastustøðið um Leirvíksfjørð versnar. Hon heldur ikki, at ein bara kann lasta Strandferðsluni fyri hetta. – Politikararnir hava eisini ábyrgd yvir fyri hesum, heldur Óluva Klettskarð. Christian, Benjamin og Snorri, skúlanæmingar á Kambsdali: – Vit vilja so nógv heldur hava Dúgvuna, siga teir tríggir, sum ferðast dagliga um Leirvíksfjørð. Teir siga, at nú hava teir siglt við Ternuni í eina tíð, tí hon sigldi fyri Dúgvuna í eitt tíðarskeið herfyri. – Ternan fyllist við fólki beinanvegin, og salongin í neðra er onki at reypa av. Har er so nógvur gangur, siga teir. – Eg havi ongantíð havt nakað í móti Ternuni, men tá hon røkti siglingina herfyri, sá eg, hvussu nógv verri umstøðurnar fyri ferðafólkini eru har umborð í mun til Dúgv- una, sigur Snorri. Teir tríggir siga eisini, at Ternan er nógv meira órólig í sjónum enn Dúgvan. – Um nakað positivt skal takast fram um við Ternuni, so er tað inn- krevjingin, tí har ganga teir runt, siga teir tríggir skemtandi. Vit vilja hava Dúgvuna Sosialurin var umborð á Dúgvuni ein dagin og tosaði við fólk, sum nýta hesa farleiðina so gott sum hvønn dag. Tey eru øll á einum máli um, at Dúgvan er tað betra skipið til Leirvíksfjarðarleiðina Solby A. Eliasen Dúgvan ella Ternan Henda túrin sluppu allir bilarnir við, hóast tríggir trailarar og ein lastbilur stóðu í røðini Mynd: Jens K. Vang – Dúgvan hevur nógv fleiri sitipláss enn Ternan, eru flest øll ferðandi á einum máli um Mynd: Jens K. Vang Í dag tekur Dúgvan um 30 persónbilar. Tað er serliga tá hugsað verður um tey størri akførini, at Dúgvan verður søgd at vera tað betra skipið Mynd: Jens K. Vang C M Y K 17 16