Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 62 - 29. mars 2003 Nr. 62 - 29. mars 2003 19 Heykur fer frá Ein av teimum ídnastu talsmonnunum fyri amerik- ansku krígsførsluni í Irak, Pentagon-ráðgevin Richard Pearle, hevur lagt frá sær. Pearle, sum ofta hevur verið nevndur "Myrkursins prinsur", hevur verið formaður í tí bólkinum, sum gevur Donald Rumsfeld, verjumála- ráðharra ráð í politiskum málum. Orsøkin til avgerð hansara er, at hann er settur í sam- band við eina fíggjargølu. Sambært henni hevur hann tryggjað einari ávísari fyritøku sáttmálar við tað al- menna uttan um ta vanligu mannagongdina. Sum sam- sýning hevur hann fingið 725.000 dollarar og aðrar 600.000 dollarar, tá sáttmálarnir eru endaliga undir- skrivaðir. Sjálvur sigur Pearle, at hann er ósekur, men at hann kortini hevur valt at fara frá, fyri at gølan ikki skal órógva arbeiðið hjá verjumálaráðharranum, sum hevur annað at hugsa um í hesum døgum. Richard Pearle var varaverjumálaráðharri í forseta- tíðini hjá Ronald Reagan. Tá var hann ein tann harðasti mótstøðumaðurin ímóti avvápnaðarsáttmálunum við Sovjetsamveldið. Hann hevur verið roknaður millum teir mest konservativu heykarnar hjá Bush-stjórnini. Siga framvegis nei Ein stórur meiriluti av týska fólkinum er framvegis ímóti krígnum við Irak. Ein meiningakanning, sum varð almannakunngjørd í gjár, vísir, at heili 83 prosent av teimum spurdu eru ímóti, at USA og Bretland hava lopið á Itak. Bara 12 prosent siga, at amerikanarar og bretar gjørdu rætt. Kanningin, sum sjónvarpið NDR hevur gjørt, vísir eisini, at 61 prosent av týskarunum taka undir við, at Týskland skal taka lut í arbeiðinum at byggja Irak uppaftur aftan á kríggið. Annars halda flestu týskarar, at sjónvarpsstøðirnar gera alt ov nógv burtur úr krígnum í Irak. Tað siga 64 prosent av teimum, sum NDR spurdi. Japan njósnast í luftini ≤Japanar skutu í gjár eina rakett við tveimum njósnara- fylgisveinum út í atmosferuna . Eygleiðarar halda, at japanska stigið fer at møta mótstøðu í Norðurkorea, og at norðurkoreanar ivaleyst fara at vísa sína misnøgd við at royna eina langtberandi rakett. Upprunaliga ætlaðu japanar at senda ein ella tveir njósnarafylgisveinar í ringrás um Jørðina longu í 1998, men ætlanin varð løgd til viks, tá Norðurkorea sama árið sendi eina langtberandi rakett tvørtur um Japan út í Kyrrahavið. Táverandi stjórnin í Tokyo valdi at útseta fylgisveinaætlanina fyri ikki at økja spenningin millum tey bæði londini. Longu áðrenn teir báðir japansku njósnarafylgisvein- arnir vórðu sendir út í gjár, hevði norðurkoreanska stjórnin boðað frá, at hon metir japanska stigið sum eitt fíggindaliga sinnað tiltak. Herfyri skutu norðurkore- anar tvær stuttberandi rakettir út í Japanska Havið. Arbeiðsloysið veksur Talið á arbeiðsleysum veksur skjótt í Danmark. Í febru- ar mistu næstan 5.000 danir arbeiði, og seinasta mán- aðarskiftið høvdu 159.500 danir einki arbeiði. Tað svarar til 5,7 prosent av donsku arbeiðsmegini, og so stórt hevur arbeiðsloysið ikki verið seinastu fýra árini. Danska stjórnin hevði væntað, at arbeiðsloysið fór at veksa, men vøksturin hevur verið størri enn mett. Samanborið við februar í fjør eru 22.000 fleiri danir ar- beiðsleysir í dag. Hagtølini vísa, at tað eru serliga aka- demikarar, fólk í byggivinnuni og fólk við KT-útbúgv- ing, sum einki arbeiði hava. Danskir búskaparfrøðingar eru ikki heilt samdir um, hví gongdin er, sum hon er, men teir tykjast haraftur- ímóti á einum máli um, at arbeiðsloysið fer at veksa uppaftur meiri teir næstu mánaðarnar. Teir vísa á, at veksandi arbeiðsloysi skerjir ta privatu nýtsluna, og tað fer at ávirka danska búskapin. UTTAN ÚR HEIMI Fyrrverandi bretski Irak-hermaðurin Andy McNab heldur, at tað er óneyðugt at tveita bumbur og rakettir niður yvir Bagdad fyri at gera enda á Saddam Hus- sein. Ein einstakur snigskjútti hevði loyst uppgávuna við einum skoti, heldur hann. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Tá amerikanarar og bretar hava kringsett Bagdad, ber til at gera enda á Saddam Hussein. Tá kann ein snig- skjútti fáa irakska leiðaran í skotmála. Einasta treytin er, at fregnartænastuarbeiðið hjá teimum sameindu er nóg gott. Tað heldur fyrrverandi bretski Irak-hermaðurin Andy McNab. Hann hevur ávísar royndir haðani. Undir Flógvakrígnum í 1991 var hann við í einum loyniligum bretskum hermannabólki, sum arbeiddi aftan fyri her- mótið í Irak. Men irakar tóku teir sjey bretsku hermennin- ar. Tríggir teirra doyðu, einum eydnaðist at flýggja, meðan tríggir vórðu tiknir til fanga og píndir. Teirra mill- um var Andy McNab. Nú sigur fyrrverandi Irak-hermaðurin, at amer- ikanarar og bretar eiga at lata ein snigskjútta taka sær av Saddam Hussein. Tað ber til, heldur hann, og ein tílík koysn hevði stytt bar- dagan um Bagdad og har- við kríggið. Hann heldur ikki, at uppgávan hevði verið so torfør, men hon skal fyrireikast væl. - Tað ræður um at sleppa fram at Saddam Hussein og at kvika sær burturaftur. Kríggið byrjaði við at skjóta rakettir eftir Saddam. Kann vera, at tað kann enda við einum einsamallum skoti frá einum snigskjútta, sigur Andy McNab. Latið ein snigskjútta taka sær av Saddam Hussein Ein einsamallur snigskjútti kann gera enda á Saddam Hussein og harvið krígnum, heldur Andy McNab Risabumbur yvir Bagdad Amerikanarar eru nú farnir at nýta risa- sterkar bumbur í álopinum á Bagdad. Tær fyrstu vórðu nýttar gjáranáttina. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Útlendsk tíðindafólk, sum eru í Bagdad, siga, at tað kendist, sum skalv allur tann irakski høvuðsstaðurin gjáranáttina. Orsøkin var, at amerikanarar høvdu slept teimum risaterku bumb- unum "bukner busters" niður yvir mál í býnum. Tað vóru tvey flogfør av B-2 slagnum, sum sleptu tveimum av teimum risa- terku GBU-37 bumbunum niður yvir Bagdad í náttar- myrkrinum. Hvør bumban vigaði tvey tons, og spreing- ingarnar vóru øgiligar. Amerikanska herleiðslan segði í gjár, at bumburnar vórðu sleptar niður yvir eina sera týðandi samskiftisstøð hjá iraksku herleiðsluni, men arabiska sjónvarpið al- Jazeera vildi vera við, at bumburnar høvdu rakt eitt sjúkrahús og onnur mál, sum ikki eru av hernaðar- ligum slagi. Tær sterku bumburnar eru annars út- gjørdar at raka sera beint. Útlendsk tíðindafólk søgdu, at bumburnar høvdu rakt okkurt mál nærhendis miðbýnum í Bagdad, og at roykurin var nógvur langt út á fyrrapartin í gjár. Hetta er fyrstu ferð, at amerikanarar hava nýtt so sterkar bumbur í Irak- krígnum. Amerikanarar nýta nú tvey tons tungar bumbur á álopinum á Bagdad Bretska stjórnin vil vera við, at irakar avrættaðu tveir bretskar hermenn, men kann ikki prógva tað. Irakar avsanna, og nú royna bretar at doyva tíðindini. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Hósdagin segði bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, at irakar høvdu av- rættað tveir bretskar her- menn, tann 36 ára gamla Simon Cullingworth og tann 24 ára gamla Luke Allsopp. Men í gjár royndi tals- maðurin hjá Blair at draga í land. Við blaðið The Guardian segði talsmaður- in, at línini av teimum báð- um hermonnunum vórðu funnin nakað frá akfarin- um, sum teir høvdu verið í, og at nógv bendi á, at teir vóru skotnir. Hinvegin hevði forsætismálaráðið einki prógv fyri, at menn- inir vórðu avrættaðir, segði talsmaðurin. Tá Tony Blair legði irak- ar undir at hava avrættað teir báðar hermeninar, grundaði hann tað á upp- lýsingar frá verjumálaráðn- um, sum aftur grundaði upplýsingarnar á myndir, sum arabiska sjónvarpið al- Jazeera hevði víst. Bretskir talsmenn á hern- aðarhøvuðsstøðini í Qatar søgdu í gjár, at myndirnar hjá al-Jazeera vóru so ótýðiligar, at tað ber ikki til at siga, hvussu teir báðir menninir doyðu. Næstringarnir hjá tí 24 ára Luke Allsopp eru í øð- ini um, at myndugleikarnir bera tað, sum tey kalla lygusøgur um lagnuna hjá hermonnunum. Systir Luke Allsopp, Nina Allsopp, segði við blaðið Mirror í gjár, at herleiðslan hevði boðað teimum frá, at beiggi hennara varð ikki avrætt- aður, men at hann var deyð- ur, tá irakar skutu eftir akfarinum, hann var í. Irakar hava víst skuldset- ingini aftur. Kunningar- málaráðharrin fanst at, at bretski forsætisráðharrin leyg beint upp í andlitið á heimssamfelagnum, sum hann tók til. Ivi um avrætting George W. Bush, for- seti og Tony Blair, forsætisráðharri eru á einum máli um, hvussu kríggið við Irak skal vinnast, men teir eru ikki samdir um, hvussu friðurin skal vinnast og tryggjast. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Á tíðindafundinum aftan á fundin í Camp David bar ikki til at hoyra, at minsta ósemja er millum amer- ikanska forsetan og bretska forsætisráðharran, tá tað snýr seg um, at kríggið í Irak skal vinnast, sama hvussu langa tíð tað tekur. Men so røkkur semjan heldur ikki longur, tí teir báðir leiðararnir eru rúk- andi ósamdir um, hvat skal henda í Irak aftan á kríggið. Amerikanska stjórnin hevur longu lagt sína ætlan. Verjumálaráðið Pentagon hevur fest alt á blað, og eftir tí skal Irak undir amerik- anska leiðslu, so skjótt kríggið er liðugt, og amer- ikanarar skulu stýra øllum viðurskiftum. Tommy R. Franks, generalur, sum er ovasti fyri amerikansku og bretsku herdeildunum í Irak, skal virka sum eitt slag av einum hernaðarguv- ernøri í Bagdad. Hann og hansara hermenn skulu skipa fyri trygd í Irak, og fráfarni generalurin Jay Garner skal standa á odda fyri einari civilari amerik- anskari umsiting, til irakar sjálvir kunnu taka við. Eftir amerikansku ætlan- ini fær ST ongan lut í iraksku leiðsluni aftan á kríggið. Heimsfelagsskap- urin skal harafturímóti samskipa ta humaniteru hjálpina, men eisiin tað verður undir amerikanskum hernaðareftirliti. Hetta er ætlanin hjá Bush, men her er tað, at ósemjan við Blair tekur seg upp. Tí hvørki Bretland ella hini ES-londini vilja góð- taka amerikansku ætlanina. Tey halda tvørturímóti, at ST skal hava høvuðsleiklut- in í arbeiðinum at endur- reisa Irak, tí eitt virkið ST er tað einasta, sum kann tryggja Irak ta neyðugu altjóða hjálpina. Nei, sigur amerikanska stjórnin. Hon vísir á, at USA hevur roynt ta so- kallaðu ST-breytina, uttan at nakað kom burturúr. Tað eru vit, sum hava sett krígg- ið í verk, tað eru vit, sum gjalda kríggið, og so skulu vit eisini gera av, hvat skal henda aftan á kríggið, eru boðini úr Washhington. Alt fyrireikað Seinastu tíðina hevur am- erikanska stjórnarumsiting- in útvegað sær fólk til ym- isk størv í Irak. Talan er yvirhøvur um heryvir- menn, starvsfólk í uttanrík- isráðnum og fregnartæn- astumenn. Felags fyri tey er, at tey eru farin úr størv- um sínum fyri aldur. Sam- bært amerikanskum fjøl- miðlum eru fleiri teirra longu komin til Kuwait, har tey bert bíða eftir, at krígg- ið endar. At amerikanska stjórnin longu hevur givið amerik- anskum fyritøkum sáttmál- ar upp á ymisk endurbygg- ingararbeiði í Irak tulka eygleiðarar sum enn eina amerikanska roynd at vísa øðrum, hvør tað er, sum hevur tað avgerandi orðið at siga. Serliga Russland og Frakland hava mótmælt amerikansku framtíðarætl- anunum í Irak. Eftir teirra tykki er hetta eitt slag av nýggjum hjálandapolitikki. Stjórnirnar í Moskva og París halda, at tað er flaggið hjá ST, sum skal veittra í Bagdad og ikki tað amerik- anska. Annað er, at júst fransmenn og russar hava stórar handilssáttmálar við irakska stýrið, men at hesir sáttmálar eru neyvan verdir tað pappír, teir standa á. Hvat Blair segði um hesi viðurskiftini í Camp David, er ikki greitt, men aðra- staðni hevur hann týðiliga bent á, at eins og frans- menn, russar og aðrir vilja bretar hava Irak aftur á ST- breytina. (Kelda: Aftenposten) Samdir um kríggið men ikki um friðin Teir eru sdamdir um, hvussu kríggið við Irak skal vinnast, men ósamdir um, hvussu friðurin aftan á kríggið skal tryggjast. C M Y K 19 18