leygardagur 12. oktober 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 — 12. oktober 1991
Hvør fær
pengarnar
fyri laksin
Tingið hevur samtykt
at John Petersen,
landsstýrismaður skal
svara einum fyrispur-
ningi frá løgtings-
manninum Leivuri i
Bud.
Tingmaðurin spyur
hvussu nógvan pening
lasakvotan varð seld
fyri, hvussu pening-
urin varð býttur, og
hvussu landsstýrið
tryggjar sær, at man-
ningin fær sín part.
Leivur í Buð við-
merkir, at Føroyar, í
samband við avtaluna
við NASCO, hava
loyvi at veiða 550
tons av laksi fyri
1992, men í vár varð
føroyska laksakvotan
selt íslendingum. Løg-
tingsmaðurin heldur,
at tað er ongantíð
rættiliga komið fram
hvør ið veruliga hevur
selt, og hvussu mikið
laksakvotan er seld
fyri.
Leivur í Buð sigur,
at fleiri av laksaskip-
unum nordanfjørds
vildu sleppa at halda
fram við laksafiski-
skapinum, og vóru tí
ikki fyri at selja.
Tingmaðurin spyr eis-
ini hvussu verður við
manningini á teimum
skipum, peningurin er
býttur til og hvussu
landsstýrið ætlar at
tryggja teimum sín
part.
tór.-
LANDSSTÝRIÐ VIL BROYTA SKATTAREGLURNAR
Ommurnar skulu ikki
fáa rentufyrimunir frá
ommubørnunum
Tað hendir seg meira enn so, at ommur og abbar flyta part av
ogn sini til ommu og abbabørnini so tey fåa rentufyrimunir i
skattinum. Hetta fer ikki at bera til longur
Sambært galdandi skatta-
lóg kunnu fólk draga 42%
av goldnari rentu frá
skattainntøkuni. Hetta er tó
soleiðis at skilja, at hava
tey pengar innistandandi,
og harvið eisini rentuinn-
tøkur, skulu hesar mótrok-
nast soleiðis, at frådråttur-
in verður so mikið minni.
So hava onkur foreldur
rokna út, at flyta vit ein
part av innistandandi peng-
um (og harvið rentuinn-
tókuni) yvir á konto hjá
børnunum, ja so verður so
mikið minni at mótrokna,
og harvið meira at draga
frá.
Men ólukkutíð hava ikki
bert foreldur funnið upp á
tílíkt. Tað hava so sanni-
liga ommur og abbar eisini
gjørt.
Tað hendir seg meira
enn so, at ommur og abbar
hava flutt ein part av tí tey
eiga á sparikassabókini,
yvir á konto hjá ommu- og
abbabørnunum. Harvið
hava tey eisini, um ikki
annað á pappírum, frá-
skrivað sær ein part av
rentuinntgkuni, og tí
sleppa at draga meira frá í
skatti.
Men hetta hevur nú
eisini landsstýrið, av súr-
um royndum, funnið útav.
Og tí hevur Jógvam,n
Sundstein, fíggjarmálaráð-
harri skotið upp, at tað eru
ikki bert foreldur, sum
skulu rokna rentuinntgkur-
nar hjá børnunum uppí
sína egnu inntøku, men tað
skulu ommumar og abbar-
nir eisini gera.
Hetta hevur fíggjarmála-
ráðharrin skotið upp í sam-
band við aðrar broytingar í
skattaskipanini. Vilhelm
Johannesen spurdi, um
ikki eisini langommur,
langabbar, fastrar o.s.v.
suldi vera við, men hetta
helt fíggjarmálaráðharrin
vera at fara í so langt.
tór.-
Fólkaskúlin í dag og framyvir
Landsstýriskvinnan, býráðsformaðurin, lærarin og foreldraum-
boðið fara månakvøldid at greiða frá sínum hugsanum um
skerjingarnar í fólkaskúlanum
Marita Petersen,
landsstýriskvinna
Hvussu hevur fólkaskúlin
tað í hesum døgum. Fáa vit
ein kryplaðan fólkaskúla.
Missa vit 10. flokkarnar.
Hvussu verður við val-
lærugreinunum. Skulu for-
eldrini nú aftur gjalda fyri
skúlabgkurnar hjá børnun-
um. Verður undirvísingin
enn meira skerd.
Hesir eru nakrir av spur-
ningunum, sum hava verið
frammi seinastu dagarnar,
og í eini roynd, at fáa
svara nakrar av teimum,
Johan Samuelsen, lærari
og skúlaráðslimur
skipar Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag fyri fundi
månakvøldid klokkan 20.
Tá fara umboð fyri
landsstýrið, býráðið í
Havn, lærarar og foreldur
at siga sína hugsan um tær
skerjingar, sum gjørdar
verða innan fólkaskúlan í
hesum døgum. Haraftrat
fara hesi umbod at greida
frå, hvussu tey meta fram-
tíðarútlitini hjá fólkaskúla-
num fara at vera.
Á fundinum fara Marita
Kristian Magnussen,
foreldraumboð
Petersen, landsstýriskvinna
í skúlamálum, Poul Mic-
helsen, býráðsformaður,
Johan Samuelsen, lærari
og skúlaráðslimur og Kris-
tian Magnussen, foreldra-
umboð, at siga sína hugsan
um fólkaskúlan nú og
framyvir. Aftaná verður
møguleiki hjá fundarfólki
at seta spurningar og gera
viðmerkingar.
Fundurin verður í felags-
hølunum á-Argjavegi 26,
Poul Michelsen,
býráðsformaður
mánakveldið 14. oktober
klokkan 20.
tór.-
Veiða
svartkjaft
0g
framleiða
Surimi
Japansk felgg hava
víst áhuga í at fáa skip
at veiða svartkjaft
undir Føroyum og
framleiða surimi úr
hesum.
Hetta hevur lands-
stýrið fingið at vita,
og hevur skotið upp
fyri tinginum, at loyvt
verður japanskum
skipum at veiða á ytru
landleiðini. Treyt fyri
loyvinum er, at avtala
frammanundan er
gjørd við japansk
feløg, og skal hendan
avtalan eisini verða
góðkend í Marknaðar-
nevndini.
Landsstyrid heldur,
at tað á hendan hátt
ber til, at loyva jap-
anskum skipum, at
royndarveiða eftir
svartkjafti ella gðrum
fiskaslógum undir
Føroyum. Hildið
verður, at eitt tílíkt
samband við japanskt
framleiðslutgkni og
japanskan marknað
má vera góður stuðul
til at fáa nýtt tilfeingi
úr svartkjaftinum
skilagott.
Góðtekur løgtingid
eitt tílíkt uppskot, fer
landsstýrið at gera
nærri reglur um
veiðunggd, tal av
skipum og eitt nú, um
føroyskur eygleiðari
skal vera umborð.
tór.-