leygardagur 12. oktober 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 — 12. oktober 1991
Upprudding
Fiskasóluni
Næsti stjorin út
Síða 7
Dagarnir hjá Olaf Nielsen eru taldir á Fiskasøluni
Olaf Nielsen er ikki longur stjóri á fiskasøluni. Og nú tynnist í
stjóraliðnum hjá fyrrverandi stjóranum, Birgir Danielsen
--Olaf Nielsen er farin úr
starvi her á fiskasøluni 7.
oktober, hetta vórðu
boðini Sosialurin fekk, tá
hann skuldi tosa við Olaf
Nielsen um tíðindini vóru
sonn, at hann var upp-
sagdur.
Fríggjadagurin í sein-
astu viku var seinasti
arbeiðsdagur hjá Olaf
Nielsen. Hann hevur verið
eitt kent navn á fiska-
søluni seinastu mongu
árini. Vit royndu at fáa
eina viðmerking frá hon-
um, men hann var
burturstaddur, í Danmark
og tað var ikki møguligt
at fáa hendur á honum har.
Heldur ikki eydnaðist
at fáa eina viðmerking frá
Bjarta Mohr, fiskasglu-
stjóra. hann var uttan-
landa.
Uppsagdur
Vit vita tó frá álítandi
keldum, Olaf Nielsen er
uppsagdur. Hann passar
ikki inní nýggja
strukturin hjá nýggja
stjóranum.
--So skjótt sum Bjarti
Mohr kom til fekk Olaf
minni ábyrgd, og nú er
hann ikki longur á Fisk-
asøluni, sigur ein kelda
okkum.
Upprudding
Olaf Nielsen er næsti
stjórin, sum er uppsagdur
síðan Fiskasglan fekk
nýggjan stjóra. So skjótt
sum Bjarti Mohr tók við
starvi, varð Jørmund
Vågadal uppsagdur. Hann
var fíggjarstjóri á Fiska-
søluni.
Eisini eru hendar aðrar
broytingar Fleiri av næstu
monnum hjá fyrrverandi
stjóranum, Birgir Daniel-
sen eru lækkaðir í tygn.
Olaf Nielsen er kendur
kendur innan fiskasglu-
vinnu, sum ein sera
dugnaligur seljari.
jústinus
Rúsdrekka í fokus
Skipað verður nú fyri eini stórari rúsdrekkakaning í Føroyum
Hvussu nógv drekka
føroyingar? hvussu drekka
teir? hvat halda teir um
hvussu ungur ein skal
vera, áðrenn ein tekur
fyrsta snapsin? Hetta
skulu 3000 fólk í millum
20-69 år í Føroyum svara
uppå. Seinastu dagarnar
hava tey fingið eitt
spurnarblað um rúsdrekka-
nýtslu.
Tað er rúsdrekka og
Narkotikaráðið í Føroyum
sum tekur stig til kann-
ingina.
-I Føroyum er ikki
nógv tilfar at byggja á,
serliga ikki tá hugsað
verður um nýtsluna av
rúsdrekka sum heild mill-
um manna, sigur August
G. Wang, formaður í
Rúsdrekka og narkotik-
aráðnum.
Anonym
Kanningin er anonym.
Tað vil siga, at tey sum
svara spurnarblaðnum eiga
ikki at Óttast fyri, at teirra
navn kemur fram. Tey
skulu heldur ikki skriva
navnið á spurnarblaðið.
Rúsdrekka og Narkotika-
ráðið sigur, at tað er
neyðugt at so mong sum
møguligt svara spurn-
arblaðnum og senda tað
innaftur.
Í samband við at vit
fáa eina nýggja rús-
drekkalóg er nógv tos um
rúsdrekkaspurningin í Før-
oyum. August G. Wang
sigur, at í hinum norð-
anlondunum finnast neyv-
ar kanningar av rúsdrekka-
nýtsluni og í hesum eru
føroyingar eftirbátar.
Spurnadarblødini eru
send tilvildarliga til fólk.
Fólkayvirlitið hevur
hjálpt tif at finna nøvnini.
Spurnaðarblaðið er tað
sama, sum varð nýtt í eini
rúsdrekkakanning, sum
vað gjórd í hinum
norðanlondunum í 1979.
Tað merkir, at vit við hesi
kanning fáa høvi til at
samanbera okkum við
hini norðanlondini, sigur
August G. Wang.
Rúsdrekka og Narko-
tikarådi hevur fingið álagt
av landstýrinum at
ráðgeva um
rúsdrekkapolitikkin. Fyri
at fáa eitt so gott
grundarlag sum gjørligt
verður hendan kanning
gjørd.
jústinus
GIN =
a Å rd
Bretland
Bert fiskað sjev
tons undir
Føroyum
i år
Felagsmarknaðarskipini hava
bert fiskað góð 4000 tons av
rundum fiski undir Føroyum
i ár
Eingilsku trolararnir, sum
fyrr okkurt árið fyrr veiddu
eini 40-50.000 tons av
rundum fiski undir Før-
oyum eru burtur. Teir
fyrstu nýggju mánaðarnar
í ár hevur bretski fiski-
flotin bert fiskað 7,6 tons
undir Føroyum og teir
hava havt 16 fiskidagar.
Djúpvatnstrolarar
Av felagsmarknaðar-
londunum er Frakland tað
einasta landið, sum veru-
liga veiðir undir
Føroyum. Fraklendingar
hava fyrstu nýggju
mánaðarnar havt 479
fiskidagar undir Føroyum.
Og tað er serliga
langasporl teir royna eftir.
Fraklendingar hava í ár
fiskað 4050 tons undir
Føroyum. Herav hava teir
veitt 2028 tons. av
langasporli. Fronsku djúp-
vatnstrolararnir hava eisini
veitt góð 600 tons av
ávikavist kongafiski og
blålongu.
Hini felagsmarknadar-
londini sum royna undir
Føroyum eru Danmark,
Belgia og Tyskland.
Norsku línubátarnir
hava fingið væl undir
Føroyum i ár. Norðmenn
hava tilsamans hava veitt
knappliga 7000 tons, men
herav hava nótabátarnir
fingið 2000 tons rossa-
makreli. Línubátarnir fáa
serliga brosmu og longu.
Norðmenn hava tilsamans
verið 1215 fiskidagar
undir Føroyum.
Russar veiða nógv tað
stórstu nøgdina av tí sum
útlendsk skip fáa undir
Føroyum. Men tað er
serliga svartkjafturin sum
gevur stóru tølini. Russar
hava higartil í ár veitt
knappliga 90.000 tons av
svartkjafti.
jústinus
Spanskir fiskakeyparar
SILBEY' Føroyingar virka
td" 24 | hesta saltfiskin
Føroyingar og íslendingar
hava gott orð á sær í
Spania, tá tað snýr seg
um saltfisk.
Spani6lar innflyta um
årid umleid 18.000 tons
av saltfiski.
Spaniélar siga, at
fiskurin år Føroyum og
Islandi hevur bestu
dygdina. Hann er hvitari
og betri. Norðmenn royna
at koma inná spanska
marknaðin, men tað
gongur striltið, spaniólar
eru ikki nøgdir við
góðskuna, skrivar norska
blaðið Fiskaren.
jústinus