týsdagur 15. oktober 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
as
Nr. 190 — 15. oktober 1991 |
Jtlærdir til
arheiðsloysi
Bert onkur hendinga el-lærlingur, sum fær sítt
sveinaprógv nú fríggjadagin, kann rokna við at
fáa arbeiði sum elektrikari
Fríggjadagin taka nýggju
el-lærlingar sveinaprógy á
Tekniska Skúla í Havn.
Teir hava nú lært í fýra ár
og kundu nú, um viður-
skiftini annars høvdu verið
sum tey hava verið, fingið
eitt rímiligt arbeiði. Men
so er ikki. Flestu teirra eru
útlærdir beint út í arbeids-
loysi.
Flestu teirra høvdu fegn-
ir vilja arbeitt sum elek-
trikarar í hvussu er eina
tíð, men av tí at so at siga
einki er at gera, mugu onn-
ur ráð takast. Onkur fer at
útbúgva seg víðari. Millum
På
annad til maskinmeistara,
og aðrir fara at royna at
finna sær eitthvrt fyrifall-
andi arbeiði.
Tá var nóg mikið at
gera
Tá hesir byrjaðu lærutid
sína fyri fýra árum síðani
var nógmikið at gera.
Fleiri fingu hægri løn enn
lærlingaløn, og yvirtidin
treyt ikki. Men so fór at
ganga niður á bakka. Løn-
in fór niður á aftur lærling-
aløn og yvirtíðin hvarv.
Fleiri teirra lata serliga illa
at báðum seinastu árunum,
tá mangan var torført at
fáa løn yvirhøvur. Onkur
sigur seg hava ått heilar
sjey vikur til góða í løn -
annar fimm vikur.
-Tað var sjálvandi ikki tí,
at meistarin ikki vildi
gjalda lønina. Eingir peng-
ar vóru, millum annað tí
tað var ógvuliga trupult at
fáa pengar inn frá fólki
Døpur útlit fyri flestu av
teimum, sum nú
fríggjadagin taka
sveinaprógy sum
elektrikarar.
Mynd: Kalmar
Torleiv Clementsen er
ein av teimum hepnu.
Hann hevur lært hjá P/F
Leif Mohr, hevur altíð
fingið sína løn til tíðina,
og hevur ongar
trupulleikar at halda
fram í sama stað sum
sveinur. Mynd: Kalmar
fyri arbeiði, teir høvdu
gjørt.
Bert ein lærlingur
Hvussu mangir nýggjir
lærlingar eru velst um,
hvussu stødan á arbeiðs
marknaðinum er. Til-
gongdin av nýggjum lær-
lingum er líul og eingin í
dag. Bert ein fyrsta árs el-
lærlingur er í løtuni, og ein
hevur eitt ár á baki. Nú
hesir nýggju fara úr skúla-
num við sínum sveina-
prógvi, eru bert tveir el-
lærlingar eftir.
Charles Joensen, lærari á
el-deildini sigur, at so
lítil, úilgongd hevur ikki
verið síðani hann byrjaði á
skúlanum fyri 15 árum síð-
ani.
tór.-
Minni at gera i Klaksvík
Í Klaksvík verður neyðugt at minka munandi um kommunala
virksemi tí skattainntøkan svíkur
fo SD 8 5
Klaksvíkar Býráð hevur
roknað við at fáa 72,3
milliónir í skatti inn í ár.
Men skal hetta tal halda,
skal nakað heilt serligt
henda, og tað roknar Oli
Heinesen, býráðsformaður
ikki við. Hann sigur, at í
fyrra hálvári í ár kom áleið
tað inn í skatti, sum roknað
varð við tá fíggjarætlanin
varð løgd, men higartil
hevur seinra helvt svikið.
Minni av fiski er komið
Býráðsmeirilutin fer í
kveld at leggja fram
fyrsta uppleggið til
fíggjarætlanina fyri
1992. Teir eru frá
vinstru: Kári Kjelnæs,
Karsten Hansen,
8 Esmund Jacobsen, Allan
Í Jacobsen, Óli Heinesen,
Páll Josephsen, Álvur
&: Zachariassen og Eyðfinn
Hansen. Mynd: Kalmar
upp á land, og tað merkist.
At studningurin til fiski-
vnnuna verður skerdur fer
eisini at merkja minni
skattainntøku til kommun-
una.
Byrådid fer å byråds-
fundi i kvøld at. leggja
fyrsta uppleggid ul kom-
andi fíggjarlóg fram. Her
verður roknað við, at um-
leið sjey milliónir færri
skattakrónur fara at koma í
kommunukassan, og vil
tað siga, at kommunan má
spara enn meira.
Óli Heinesen sigur, at í
ár fer kommunan at gera
íløgur fyri umleið 12 milli-
ónir, men hetta tal verður
munandi skert næsta ár.
Helst verða iløgurnar at
liggja millum tvær og
fimm milliónir
Eisini innan raksturin av
kommununi skal sparast
enn meira, men býráðsfor-
Framhald á síðu 10