týsdagur 15. oktober 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 — 15. oktober 1991
Til formannin
i Føroyagrunninum
Eg må siga, at eg veit
ikki hvat tú hugsar tå
tú sigur at tú frábiður
tær viðmerkingar frá
mær.
Eg helt at vit livdu í
einum frælsum landi
har hvør hevði loyvi at
siga sína hugsan.
Í seinasta blað vildi
eg ikki nevna hóttan
tína um at tú, sum eg
skili á tær, afturfyri
tað eg skrivaði um
Kjølbro, kundi fara at
skriva rreinar um
Norðlýsið orsakað at
vit váðaðu okkum at
skriva um Fóroy-
agrunnin og P/F J. F.
Kjølbro.
Nu tu sjålvur ert
Anskar Hansen, formaðurin i
Fekk ikki pengar';
byrjaður at vevja mini
privatu vidurskifti inn
i ordaskiftid um Kjøl-
bro, sum eftir minum
tykki er eitt alment fel-
ag. Tann pástandin
byggi eg á at eftir ti eg
veit ert tú valdur í
grunnin av polittiskum
áðum, so loyvi eg mær
at spyrja, og legg
"Er tað satt,
Síða 7
merki til at eg spyrjið.
at tú, ella
partafelag í tínum
navni var stórskuldari
til Kjølbrofelagid tå tú
bleiv valdur ul for-
mann í Fýroyagrunni-4
num. Er tað satt, at
henda skuldin er stri-
kað tær til fyrimunar
orsakað at tú á politti-
skum vegið hevur fin-
gið vald?
Heilsan
Oliver
Fóroyagrunninum
undir borðið
Thulesen kravdi nógy meir av mær enn hinir kreditorarnir, tá eg
varð valdur formaður í grunninum, sum stýrir Kjølbrofyritøku-
num, sigur Anskar Hansen
--Eg havi ikki fingið eitt
oyra strikad frá Kjølbro,
hvørki áðrenn ella aftaná
eg varð valdur til formann
í Føroyagrunninum, sigur
Anskar Hansen.
Norðlýsið seinasta
fríggjadag snúði seg um
tvey evnir. Vikugamlan
ítrótt og Kjølbro-fyritøk-
urnar. At erligur kritikkur
av eini fyritøku og
lysingar i bladnum einki
hava vid hørt annad at
gera er friggjadags Norð-
lýsið eitt prégv um. Yvir
helvtini av baksíðuni er
ein lýsing frá heilsgluni
hjá Kjølbro. Brævaskiftið
millum Norðlýsið og
Kjølbrobossarnar eru eitt
sindur fløkjasligt her verð-
ur skotið frá báðum
síðum.
Millum annað hevur
blaðstjórin, Olivur Joen-
sen ein spurning til
Anskar Hansen, formann í
Føroyagrunninum. Tað er
hesin grunnur, sum er
ovasti mynduleiki hjå
Kjølbrofyritøkunum.
Hann spyr sitat: "Nú
ert tå sjålvur byrjadur at
vevja mini privatu viður-
skifti inní ordaskiftid um
Kjølbro, sum eftir minum
tykki er eitt alment felag.
Tann påstandin byggi eg å
at eftir tí eg veit er tú
valdur av politiskum áð-
um, so loyvi eg mær at
Spyrja, og legg merki til
eg spyrji. Er tað satt, at tú
ella partafelag í tínum
navnin var stórskuldari til
Kjølbrofelagið, tá tú bleiv
valdur til formann i
Føroyagrunninum. Er tað
satt, at hendan skuldin er
strikad tær til fyrimunar
orsakað av at tú á pol-
itiskum vegi hevur fingið
vald?" sitat endað.
Hekk uppá skuldina
--Tað er satt, at eg
skyldaði Kjølbro-fyritøk-
unum pengar tá eg varð
valdur til formann í
Føroyagrunninum, men
tað er eisini tað einasta
sum er satt. Eg havi ikki
fingið eitt oyra strikad av
míni skuld, sigur Anskar
Hansen.
--Eg átti ein útróð-
rarbát, Sjóbrandur. Hesin
NÝTT Í SOSIALINUM:
BF fm i
HÚÐ
AN NOINA
varð seldur á tvingsilssølu
17. mei í fjør. Eg varð
valdur til formann i
Føroyagrunninum í
oktober 89. Eg átti bátin
sjálvur, ikki nakað parta-
felag og tí kom eg at
hanga persónliga uppá
skuldina, sigur hann.
--Fiskaríbankin kravdi
bátin á tvingsilssølu. Eg
skyldaði Kjølbro pengar.
Hetta komst millum ann-
að av eini misskiljing.
Flakavirkið hevði bókað
eina ísfiskalast uppá mín
- bát sum eg ikki átti.
Lastin hevði virðið av
45.000 krónur. Við hesi
lastini kom båturin at
skylda umleið 100.000
krónur til Kjølbro-
fyritøkurnar. Eg skyldi til
bedingina, umburhandilin,
tó mest til heilsøluna,
sigur Anskar Hansen.
Herð krøv frå Kjølbro
-Eg sendi eitt yvirlit
til allar kreditorarnar um
hvat eg skyldadi og bad
um at fåa eina akkord,
eina gjaldskipan. Svend
Thulesen var tann sum
forlangadi mest og tad
just ti, at eg sum for-
maður í Føroyagrunninum
ikki skuldi fáa beui
sømdir enn aðrir, sigur
Anskar Jensen.
Slætt borð
-Ég eri næstan
liðugur at gjalda skuldina
til Kjølbro og tá árið er av
skuldi eg ikki skyldað
Kjølbro eitt oyra. Eg eri
gingin so langt, at eg havi
biðið um eitt lán úr
Norðoyar Sparikassa fyri
at gjalda Kjølbro út. Hetta
lánið er játtað, men enn er
tað ikki tinglisid, sigur
Anskar Hansen.
--Annars havi eg
vunnið nógvan pening í
summar. Eg havi arbeitt
sum málari og vunnið
yvir 200.000 krónur.
meginparturin av hesum
peningi er farin til at
gjalda skuld i båtinum.
Tad er eitt sindur hug-
stoytt, nå eg havi valt at
rinda hvørjum sitt istadin
fyri at flyggja, at verda
lagdur undir illgruna av
Nordlysinum, sigur Ansk-
ar Hansen.
--Annars kann eg
leggja afturat, at tað er
ikki nakar feitur sessur at
sita sum formaður í Før-
oyagrunninum. Tað sum
eg fái burturúr hesum
arbeiði er ikki meir enn
fyri telefonrokningina, tað
er alt, sigur Anskar
Hansen.
jústinus
Skopunar
havn um
nekur ár
Modell er gjórt av teimum
næstu byggistignum
Í Skopun stendur eitt
modell av hvussu Skop-
unar Havn fer at síggja út,
tá molin úr Skerðs-
endanum er gjørdur og
álurin er víðkaður til eina
skipahavn.
Men hesi arbeiði eru
ikki útbjóðaði enn. Lands-
verkfrødingurin, Henning
Jacobsen segði við Sosi-
alin í seinastu viku, at alt
var eitt sindur óvist, nú
landið var í fíggjarligari
kreppu.
--Men vit fara at gera
útbjóðingartilfarið klárt til
molan komandi ár og tá
verður arbeiðið helst
eisini útbjóðað. Molin
kann vera liðugur í 1995,
sigur Henning Jacobsen,
landsverkfrødingur
Kanningamar á Dansk
Hydraulisk Institut syna,
at vidkadi pollurin, um-
framt ein moli frå Skerðs-
endanum inní hendan fara
samanlagt at geva eina
kyrra havn.
Kommunan arbeiðir
við eini ætlan um at
víðka Álin til eina
skipahavn. Hetta er
møguligt nú Bgekið
uttanfyri Alin er uppfylt.
Grótið sum kom burturúr
at víðkað pollin er nýtt til
uppfyllingina.
jústinus