týsdagur 15. oktober 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Ur Danmark
Arheiðsgevarar
seta nú krøv til
útbúgvingarnar
Danska arbeiðsgevarafelagið (DA) fer í næstum í holt
við eina umfatandi kanning av, hvønn tørv, danskar
fyritøkur hava á arbeiðsmegi við útbúgving á univers-
itets-stødi; kanningin skal umfata bæði tørvin á aka-
demikarum og á øðrum, ið hava tørv á skeiðum á uni-
versitets-stødi.
Meiri brúk fyri akademikarum
Danska arbeiðsgevara-felagið hevði ein týðandi leik-
lut í åttatiårunum, tá tað setti fram ynski um, at
akademikarar við 'bleytum” universitets-útbúgvingum
(mál, søgu 0.0.) vóru umskúlaði, so teirra lærdómur
eisini kundi koma til nyttu innan privata vinnulívið;
hesar útbúgvingar hava stórt bara verið eftirspurdar av
almennum arbeiðsgevarum.
- Vit kenna okkum pliktað at siga frá, hvat vit
vænta okkum av hægru lærustovnunum, segði Erik
Engberg Olsen, útbúgvingarráðgevi hjá DA, við
blaðið hjá Københavns Universitet herfyri.
DA-kanningin skal vera liðug fyrst í nýggja árinum;
hon verður m.a. grundað á gjølligar samrødur við
starvsfólkastjórar í donskum fyritðkum.
Ubugving er ikki sum at framleiða verur
Í sama blad klikti Per Øhrgaard, professari, niður á
Bertel Haarder, kenslumálaráðharra.
- Kenslumálaráðharrin roknar útbúgvingar-skipan-
ina fyri lítið annað enn undirleverandør til vinnulívið
og hugsar sær at framleiða útbúgvið fólk eins og fyri-
tøkur framleiða vørur. Eg hugsi mær, at sjálvt ikki
vinnulívið tekur undir við einum slíkum sjónarmiði,
sigur protessarin.
- Vit stara okkum blind í gandaordinum “kappingar-
føri”, og tí skulu útbúgvingarnar *effektiviserast', sig-
ur Per Øhrgaard, ið stúrir fyri, at tað avgerandi tå
kann fara burturímillum:
Meira enn próvigkuvitan
- Ein universitets-tittul eigur at boða frå kunnleikum,
ið røkka longur enn til próvtgkuborðið. Tað avgerandi
må vera, um vit eru før fyri at framala góðar, hugsing-
arsamar, búnar og sjålvstødugar kandidatar, sigur Per
Øhrgaard.
Hann sigur, at kenslumálaráðið átti at sett spurn-
ingin, hvat útbúgvingarnar skulu umfata, hvat fólk
skulu duga og hvat tey skulu kunna brúkast til, heldur
enn bara at krevja, at fleiri verða liðug upp á stytri tíð.
- At býta milliónir krónur við liðnum studentum,
sum kenslumálaráðið ger, er fimisrokning og ikki út-
búgvingarpolitikkur, sigur Per Øhrgaard.
ówh
Nr. 190 — 15. oktober 1991
str AMG
Bóndakonan á Sundi: Poul pyntar upp á søguna
Vit hava einki
- Vit fingu tríggjar vikur
at sleppa okkum út í.
Tað skuldi eitast fyri, at
tað var fyrilbils, men
hóast býráðið ætlaði at
tað skuldi vera varandi,
so veitti býráðið okkum
ikki vissu fyri nókrum
ødrum at búgva í
fingið fyri jørðina
Bóndakonan á Sundi, Tóra
Bærentsen, heldur lítið um
trúvirðið hjá Poul Michel-
sen, býráðsformanni. Hes-
in hevur upplýst fyri
pennafgraranum á Dag-
blaðnum, at bóndahjúnini
higartil hava fingið 1,6
mill. krónur fyri tað, tey
hava mist í sambandi við
byggingina av ídnaðargk-
inum á Sundi.
Langt áðrenn
- Tað er ikki beint, sigur
Tóra Bærentsen, ið var
»ein partur av prosessini«,
sum Poul Michelsen tók til
í sendingini um Sundsætl-
anina.
- Hendan upphædd hev-
ur als einki við Sunds-ætl-
anina at gera, men stavar
frá eini tíð, ið liggur langt
undan Sunds-ætlanini, sig-
ur Tóra Bærentsen.
Tað var síðst í sjeytiår-
unum, at partvís grótbrotið
og partvís SEV fór við so
nógvum lendi, at grund-
arlagið var tikið undan
neytahaldinum á Sundi. Tá
so hesi projekt eisini fóru
við útrakstrinum, so var
ikki annað at gera, enn at
taka tey 20 neytini av.
Inntskumissur
I 1979 varð tiskil gjørdur
ein såttmåli millum by-
ráðið, har Petur Christian-
sen var formadur, og fest-
aran å Sundi; i såttmål-
anum stendur, at so leingi
minst annar hjúnarfelagin
Situr á garðinum, skal hann
fáa eitt árligt endurgjald
fyri inntøkumissin, ið
stendst av, at neytini vórðu
tíkin av. Í fjór var hetta
endurgjald umleið 150.000
krónur.
Fyri Dagblaðnum sigur
Poul Michelsen eisini, at
triggjar milliónir eru settar
á festi-konto fyri jørdina í
sambandi við útbygging-
ina. Tað er rætt, at ein slík
festi-konto er fyri mistu
jørdina.
- Hetta fær tað at ljóða,
sum um vit hava verið
borin á lógvum av býráðn-
um, og afturfyri eru for-
kelaði grenj. Men hesin
peningur, sum er settur á
festi-konto, er ikki til okk-
um persónliga, men er
farin til Jarðarráðið, ið
eigur jørdina, sigur Tóra
Bærentsen.
Ikki til okkum
- Peningurin av hesi konto
kann ikki takast til per-
sónliga nýtslu, men kann
bert fara til beinleiðis land-
búnaðarendamál á einum
bóndagarði, sum stórt sæð
hevur mist allar møgu-
leikar fyri at menna seg
orsakað gllum gðrum, sum
er komið inn á gkið.
Tóra Bærentsen sigur, at
teir høgu harrarnir aftan-
fyri Sunds-projektið pynta
upp á søguna um bónda-
hjúnini í sambandi við
útbyggingina á Sundi. Hon
heldur, at tað ljóðar so
fyrilitarfult, tá býráðsfor-
maðurin sigur, at teimum
stóð í boði at koma oman
til Havnar, meðan tað varð
sprongt og grivid á Sundi;
so skuldu tey flyta niðan
aftur.
Bóndafangarí
- Tað er ikki beint. Vit
fingu at vita, at vit skuldu
vera uttandurað við gllum
innan tríggjar vikur og at
kommunan óivað kundi
útvega okkum okkurt til
tey at vera í, meðan tað
varð sprongt og borað á
Sundi. Men vit vóru greið
yvir, at húsini skuldu tak-
ast niður, og tí vildu vit
hava býráðið at byggja
okkum okkurt at fara í,
áðrenn vit fóru út, sigur
Tóra Bærentsen.
Nidurtøka av bóndahús-
unum var við í projekt-
inum hjá Phil & Søn, men
hendan ætlanin var seinni
slept, tí fridingarnevnd og
yvirfridingarnevnd løgdu
seg imillum.
- Hetta er ein heilt onnur
søga, og tad er hana Poul
Michelsen og aðrir royna
at pynta uppá, sigur Tóra
Bærentsen.
ówh