Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 — 15. oktober 1991 Blue North selt Fríggjadagin í hinari vikuni varð sølan av Blue North í Kollafirði endiliga avgreidd. Nýggi eigarin er eitt partafelag við somu partaeigarum sum Vestlaks í Vestmanna. Landsstýrið átti bygningin og innbúgv- ið eftir Blue North, ið var selt á tvingsilssølu. Sølan hevur fyri á landsstýrisfundi fleiri ferðir, men hevur verið útsett ferð eftir ferð, til tysadgin í hinari vikuni, tá Poul Hansen, advok- atur, fekk boð um at selja ognina sum fræg- ast.. Sammfisk skiftir eigara oktober verður Sammifisk selt. Samm- fisk hevur slaktað laks, pakkað til útflutnings og roykt. Uni Danielsen i Sj6- vinnubankanum, sum helst keypir virkið, sig- ur, at einir fimm, seks bólkar hava verið á- hugaðir í virkinum. Hann vil eingi nøvn nevna. So mikið kann rokn- ast fyri vist: nú Vest- laks keypti Blue North, so eru vestmenningar- nir burtur sum áhugað- ir. ówh Kommunan hevur Síða 9 Tvey prísískoyti eftir 1. januar, og tað verður til frama fyri trolveiðuna Fríggjadagin í farnu viku fekst endalig semja í spurninginum um fiski- vinnustudningin. Skipanin vid manningarstudningi, rakstrarstudningi og prisi- skoyti verður óbroytt í gildi árið út. Hinvegin lækka studn- ingarnir, hóast ikki so nógv, sum umsitingin og landsstýrið høvdu skotið upp. Landsstýrið ætlaði at skerja studningin við 28 prosentum í meðal, men eftir at málið hevur verið li til viðgerðar í fiskivinnu- nevndin løgtingsins er semja fingin um, at studn- ingarnir minka við 25,6 prosentum í meðal. Av aðrari konto Munurin verður fíggjaður Trol- og garnaveiðan fáa fyrimunir fram um linuveiduna, tá studningsupphæddin oll sum hon er skal býtast eftir sáttmálanum Ikki yvirtikið Sundsøkid Tað nógv umrødda ídnað- argkið inni á Sundi er ikki leverað Tórhavnar Komm- unu enn! Hetta upplýsir Poul Michelsen, býráðsformaður. Poul Michelsen sigur, at spurningur er settur við, um atløgubryggjan lýkur tey krøv, sum avtalað eru. Tað hevur verið frammi, at illgruni er um, at hon sjunkar. Phil & Søn, ið hevur gjørt økid, hevur staðið fyri nøkrum royndum, har havnagkið er sett undir trýst. Royndirnar skulu vísa, um bryggjan er nóg sterk. Teknologisk Institut skal hava royndirnar og meta um tær. Stendur bryggjan sina roynd, yvirtekur kommunan øk- ið; annars skal Phil & Søn gera åbøtur, so bryggjan lýkur krøvini, áðrenn kommunan yvirtekur. Urslitið av royndunum fer at fyriliggja í komandi mánaði. Poul Michelsen roknar við, at tað fer at bera til at fáa nýtslurættin til økid, skuldi tað hent, at åbøtur mugu gerast, áðrenn tað verður endaliga leverað. Býráðsformaðurin upp- lýsir, at Phil & Søn fram- vegis vantar at fáa sein- astu tíggju prosent-ini av prísinum fyri arbeiðið; hesin parturin verður ikki goldin fyrrenn gkið verð- ur leverað. ówh Ivi hevur tikið seg upp um, hvørt bryggjan á Sundi er nóg sterk. Í komandi mánaði skula kanningarúrslit fyriliggja við at taka 5,5 milliónir krónur burturav kono'ini til royndafiskiskap í fremmandum sjógvi. I dag og fram til nýars, verur ein kiloprísur fyri hvort fiskaslagið, meðan rakstrar- og manningar- studningarnir eru ymiskir, alt eftir um talan er um línu ella trol/garnaveiðu. Eftir 1. januar verður gll studningsupphæddin gold- in út undir einum undir heitinum prísískoyti. Tó verður nú talan um tveir kilo-prísir fyri hvert fiska- slagið, alt eftir um talan er um húkaveiddan fisk ella fisk veiddan við troli ella gørnum. Studningurin farin niður Línan missir Hetta fer at ávirka býlið av studningsupphæddini. Meðan hvør maður um- borð í dag fær eins nógv av manningarstudning-in- um, sama um hann er yvirmaður ella dekkari, so verður gll studningsupp- hæddin býtt eftir sáumál- anum eftir 1. januar. Við hesi broyting missa dekkarar á línuveiðu reiðil- iga trý prosent, meðan dekkarar á trolveiðu vinna slgk fýra prosent, upplýsor Eyðfinnur Finnsson á fiskivinnufyrisitingini i Tinganesi. ówh Prísískoyti á fiski Sambært legtingslóg nr. 111 fá 3. august 1990, við seinni broytingum, lys- ir Føroya Landsstyri tíðarskeiðið: 1. (kr/kg) fyri hesi prísískoyti oktober 1991 — 31. mars 1992. Prísískoyti verður latið til niðanfyri nevndu fiskasløg, landað av føroyskum førum til virkingar*' í Føroyum, treytað av at fiskurin lýkur krøvini í legtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matverur v.m. Fyri tidarskeidid: 1. oktober — 31. de- sember 1991. Brosma yvir 42 cm kr. 230 Longa kr. 0,85 Blålonga kr. 1,85 Upsi yvir 55 cm Kongafiskur yvir 700 gr = kr. 1,85 Hvitingur yvir 31 cm kr. 1,00 Svartkalvi yvir 3 kg kr. 0,55 Og fyri tidarskeidid: 1. januar — 31. mars 1992. kr. 1,40 Garna- og Húkaveitt —trolveitt Toskur yvir 44 cm kr. 1,05 Hysa yvir 40 cm kr. 1,45 Brosma yvir 42 cm — kr. 4,00 kr. 2,30 Longa kr. 250 kr. 0,85 Blålonga kr. 3,55 kr. 2,35 Upsi yvir 55 cm . 290 kr. 1,85 Kongafiskur yvir 700 gr kr. Hvitingur yv. 31 cm kr. Svartkalvi yvir 3 kg — kr. 2,20 kr. 0,55 *) Virkaður fiskur: er fiskur, sum er meira vidgjørdur enn blóðgaður, kruvdur, sløgdur, avhøvdadur, skildur ella lagdur í onnur iløt. Hesi krøv eru minstukrøv. Føroya Landsstýri 11. oktober 1991 3,55 kr.235 2,50 kr. 1,00