týsdagur 15. oktober 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 — 15. oktober 1991
hevði eisini sitt boð upp
á skrivtmál, men hetta
var heldur fløkt, so tå
menn í 19. gld av álvara
skuldu velja skrivtmálið,
var hansara vrakað. Men
hann ætlaði heldur ikki
at hansara mállæra
skuldi vera tann
føroyska. Hann helt bara
at tað var synd, at tað,
sum einaferð hevði verið
føroyskt mál, skuldi fara
í gloymskuna. Hann var
sannførdur um at
føroyingar fóru at
gloyma føroyskt og fóru
at tosa danskt. Hann helt
at vísundamenn í fram-
tíðini skuldu kenna tað,
sum einaferð hevði verið
føroyskt.
Ein annar týðandi mál-
maður okkara, var Jakob
Jakobsen, Dr. Jakobsen
nevndur (1864 - 1918).
Hann var, fram um
hinar, målfrødingur
burturav, cand. mag. við
norrønum máli til
høvudsgrein, fronskum
og látíni til eykagreinir.
Dr. Jakobsen er kanska
mest kendur fyri ritgerð-
ina um tað hetlendska
málið. Hetlingar vóru
fyri tí vanlagnu, sum vit
tíbetur tá sluppu undan,
at missa sítt egna mál.
Ávirkanin uttanífrá var
so stór, at hetlendingar í
dag bert tosa enskt.
Dr. Jakobsen var íkki
heldur bjartskygdur um
hvørja lagnu føroyska
målid før at fåa:
»Noget Literatursprog í
egentlig Forstand kan
færøsk ikke blive,
Landet er for lille til
at bære en trykt Litera-
tur. Men dette Faktum
synes jeg godt, at vi
kunne tage med stor
Ro, thi have vi ikke en
trykt, saa have vi i
ethvert Fald en
mundtlig forplantet og
en skreven Literatur
(Kvad og Taatter); paa
den Maade (ved
mundtlig Forplantning
og ved Nedskrivning)
kunne vi jo bære den,
naar vi ikke kunne bære
den paa den første
Maade. Trykte Smaa-
ting paa Færøsk kunde
der vel ogsaa med Tiden
blive Raad til, i første
Række en færøsk ABC
og dernæst en færøsk
Bibelhistorie, senere
maaske nogle Smaaover-
sættelser (f. Ex. fra
Norsk)«.
Hetta skrivadi Dr. Ja-
kobsen i Dimmu i 1889.
Nú, góða øld seinni, vita
vit betur og kunnu bert
fegnast um at fólk hava
verið so íðin í sínum
arbeiði, Føroya máli at
frama.
Føroyskt >lógligt< i
1938
Tað er ti eyðsæð, at
móðurmál okkara er í
eini serstødu. Tað hevur
ikki havt tær sømdir,
sum hoyra eini tjóð til.
Vit eiga at hava í
huga, at fram til 1938
var tað bannað at
undirvísa á føroyskum í
føroyska fólkaskúlanum.
Kirkjumálið hevur
altíð verið danskt og enn
tann dag í dag hava vit
eina danska kirkju, sum
tó fyri tað mesta er
mannað við føroyskum
prestum. Orsøkin til at
málið í tí donsku
kirkjuni í Føroyum er
vorðið føroyskt, er at
kirkjan hevði ein so
frægan stríðsmann, sum
Jacob Dahl, sum fyrst og
EÐ SI NS
fremst við bíbliutýðing
síni skapti grórarbotn
fyri fóroyskum máli inn-
an kirkjugátt.
Kósin løgd fyri 100
árum síðani
Vit kunnu ikki tosa um
ein >nátúrligan útvik-
ling<, ella at málið eigur
at >ganga sína egnu
gongd<. Tí hvgnn veg fer
tað so?
Ynskja vit at varðveita
føroyska málið, so mugu
vit hjúkla um tað og
stimbra tað við nýggjum
orðum so við og við.
Kósin varð løgd fyri 100
árum síðani, tá gjørt var
av at føroyska málið
skuldi varðveitast og tá
føroyskt seinni vann veg
inn í skúlan. Orðasmíð
er ikki eitt nýtt fyri-
brigdi.
lærugreinin
Men føroyska skúlaverk-
id og føroysku lærararnir
hava ikki megnað upp-
gávuna, teimum varð
sett. Alt ov illa er læru-
greinin >fgroyskt<
hagreidd, tí at lærarar
snøgt sagt ikki hava
dugað ella tímað at ment
hana. Meðan lærugreinin
»danskt« er ment Sso-
leidis, at hon kanska
dregur næmingarnar at
sær og tekur nútíðina
upp til viðgerðar, so er
føroyskt stórt sæð tað
sama, sum tað var í
1938. Har verður enn
tosað um veðurlomb og
vaðbein, sum um hetta
var gerandisdagurin hjá
føroyskum børnum
Alt hetta er vid til at
gera føroyskt til nakað
keðiligt - nakað fornt,
sum vit ikki kunnu brúka
til nakað, stutt sagt:
Lærugreinin er ikki kapp-
ingarfør!
Hetta ber so aftur vid
sær at tann alskur, sum
bædi næmingar og lærar-
ar skuldu havt fyri før-
oyska målinum hvørvur
og hugburdur, sum tann
hjå Dani, t. e. at tad er
nakað tvætl at hjúkla um
føroyska málið, vinnur
frama.
Háðan móti
Vit kunnu so spyrja,
hvat vit skulu gera.
Skulu vit geva donskum
mønustingin? Ikki hugsi
eg at tað í sær sjálvum
hevði hjálpt stórvegis.
Men tað má sigast at
vera ein háðan móti móð-
urmálinum, tá hildið
verður at vit umframt
tað føroyska, kunna læra
danskt mál eftir 7 árum
- havandi í huga at
pensumið er tað sama,
sum donsk børn hava 10
ár um at læra - og tá er
tað teirra móðurmál og
okkara fremmandamál!!!
Vit skulu sjálvandi
kunna samskifta á norð-
urlendskum. Men
troystasleyst er tað hjá
okkum lærarum at
kroysta 10 ára gamlar
næmingar at frambera
tað danska rið, sum
liggur langt niðri í
hálsinum, á perudonsk-
um, sum nærmast er
fysiskt Ogjørligt. Tá vit
so dagliga síggja og
hoyra, m. a. í fjølmidl-
unum, hvussu syndarlig-
ur tann fóroyski fram-
burðurin er, kunnu vit
ikki annað enn gtast.
Sjúkligt eyðkenni -
- skulu vit bakka?
Men orsøkin er greið:
Tvørrandi vilji, ella
dirvi, frá politiskari síðu
hevur ført við sær at
føroyskt enn ikki - 103
ár eftir jólafundin -
hevur vunnið hevd í
Føroyum. Danskt hevur
enn sama gyldi, sum
føroyskt í Føroyum.
Hetta er i sær sjålvum
eitt sjúkligt eyðkenni
fyri føroysku tjóðina.
Heldur enn at stríðast
móti målrøktarunum, so
skuldu føroysku lærarar-
nir og føroyski skúlin
tikið í egnan barm, brot-
ið upp um bæði bøksl.
Tað hvílir ein stór á-
byrgd á føroysku læraru-
num. Annadhvørt mugu
vit menna málið víðari,
ella mugu bakka 100 ár
aftur...
...Vóru tað ikki menn,
sum gjøgnum Føroyinga-
felag og å annan hått
kroystu å fyri at vinna
føroyskum måli frama,
so høvdu vit føroyingar i
dag tosað danskt. Tad
hevdi kanska verid so
„deiligt og nemt<. So
kundu vit lurtað eftir
donskum útvarpi, sæð
danskt sjónvarp, lisið
donsk blød og danskar
bøkur og keglast á
donskum í donskum
blødum. Jóan Hendrik
hevði ongan mótstýðu-
mann havt - arbeiði
hansara hevði verið at
týtt gamlar føroyskar
sagnir og tættir til
danskt...
Hvat kann røra hjarta-
streingir:
Eirikur Lindenskov
STATENS KUNSTFOND
I foråret 1992 uddeles efter
ansøgning en række ar-
bejdslegater, rejselegater og
3-årige stipendier til bil-
dende kunstnere, forfattere,
komponister, kunsthånd-
værkere, kunstneriske form-
givere og arkitekter.
Der anvendes ikke særligt
ansøgningsskema. Der kan
ikke ydes støtte til unge un-
der uddannelse.
Ansøgning tydeligt forsynet
med > ansøgerens navn,
adresse og cpr.nr. må inde-
holde en nærmere redegø-
relse for den eller de ar-
bejdsopgaver, hvortil legatet
søges.
Bildende kunstnere De-
des vedlægge billedmate-
riale i form at dias eller foto
Dramatikere bedes vec-
lægge manuskripter ti
skuespil eller radiospil, for
| så vidt de ikke allerede fore-
ligger i bogform
| — Komponister bedes veð-
lægge 3 kompositioner
| partitur eller på bånd
| Kunsthåndværkere og
kunstneriske formgivere
bedes vedlægge dias, fotos
| eller arbejdstegninger.
Arkitekter bedes ved-
lægge arbejdstegninger el-
ler fotos.
Alle bilag skal være forsynet
| med navn. Mængden af bi-
lag må ikke overstige, hvad
der kan rummes i en
A4-kuvert. Såfremt bilag øn-
skes tilbagesendt, må en
frankeret svarkuvert ved-
lægges ansøgningen.
Fondet kan ikke påtage sig
ansvar for indsendt materiale.
Ansøgninger må være fon-
deti hænde senest mandag,
den 11. november 1991. An-
søgninger, modtaget efter
ansøgningsfristens udløb,
| vil forst blive behandlet ved
en senere lejlighed.
| Fondets adresse
mærket billedkunst, kunst-
håndværk
ratur eller arkitektur
,
Dr. Jakobsen var
målfrødingur burtur
cand mag. í norrønum
Ag s Is 2 fi På
HER Nan nell IKKI Al
FOYSKU MU ny
slaa framt I
nakra Frami 4
Sankt |
| Annæ Plads 10B, 1250 Kø- |
| benhavn K. Kuverten bedes |
tonekunst, litte- |