Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. oktober 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ind Útlærdir til arbeiðsloysi SOLEIÐIS ljóðaði yvirskrift á forsíðu Sosialsins í gjár. Henda skelkandi gerandis- søgan snýr seg um, at tað bert eru hendinga lærlingar, sum fáa sítt sveinaprógv, ið kunnu rokna við at fáa ar- beiði. Í morgin taka nýggir el- lærlingar sveinaprógv á Tekn- iska Skúla í Havn. Hóast teir hava verið í læru í samfull fýra ár, stendur bert heilt fá- um av teimum arbeiði í boði. HETTA tykist vera gongdin í dag og snýr tað seg neyvan bert um el-lærlingar. Stødan hjá lærlingum sum heild er ring, nú so fá arbeiðspláss kunnu taka ímóti teimum. Hetta ger so eisini, at til gongdin til handverkaralæru er minkandi. Eisini eru tað færri arbeiðspláss, sum seta seg før fyri at hava lærlingar. So talan er í veruleikanum um skrúvuna uttan enda. NÓGV verður skrivað og tos- Dimma og olja Ábyrgdarbisðstjóri: Jan Miller at veruligar kanningar av Jjústrus Eidesgaard ad um vaksandi arbeidsloysi i Føroyum. Men merkiliga litid fåa vit at vita um støduna millum tey ungu. Og tad er 6- heppið, ti tað eru júst teimum ungu, vit eiga at vísa ans í hesum truplu tíðunum. Sam- felag okkara hevur ikki ráð til at missa komandi árgangir av ungfólki, hvørki so ella so. Detta hesir niðurímillum, kemur tað okkum so dyggi- liga aftur um brekku. Vit ger- ast tá eitt gamlamannasam- felag. sum ikki hevur sett nakað við — at taka um end- an og føra samfelagið víðari. TAÐ er sum at nógvir av okk- ara politikarum als ikki hava gjørt sær greitt, hvussu álvar- samur júst hesin spurningur- in er: at yngra ættarliðið verð- ur slept upp á fjall. Vit eiga sjálvandi at brúka skúlaskip- anina fult út, soleiðis at tey ungu, sum ikki sleppa í læru ella fáa arbeiði, hava onnur al- ternativ. Men tað nyttar so heldur ikki bara at sleppa øll- um inn um skúlagátt og so halda væl til standa. Skúli og nátúrligi samgongu- Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Ólevur VE. Hagnasson - Hinar Jan Hansen Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/t Sosiakurin Prent: P4 Prossen 1961 Telefon: útbúgving er bert ein loysn i hesum arbeiðsloysistíðum. Vit kunnu rætt og slætt ikki vera øll arbeiðsplássini fyri uttan. TAÐ eru sjálvandi ikki bara lærlingarnir, sum eru illa fyri. Men ikki minst teir merkja skjótt sviðan, tå stødan er ring i samfelagnum. Stødan hjå teimum er nevniliga tætt tengd at støduni og gongdini i samfelagnum. So skjótt landið skúvar blussið niður, so rakar tað lærlingarnar. Færri fáa lærlingapláss, til- gongdin minkar og enn færri fáa arbeiði, tá teir eru liðugt útlærdir. Eftir standa skúlar- nir við so fáum næmingum, at spurningurin er um teir kunnu halda fram. Soleiðis er vandi fyri, at alt korthúsið rapar. FYRI at forða fyri, at ikki alt korthúsið rapar, hevur lands- stýrið lagt uppskot fyri tingið um miðnámsútbúgvingar. M.a. hevur landsstýriskvinn- an í skúlamálum strongt Men sjálvandi skulu vit Sústaður: Argi 2 Postadressa: Postsmoge 76 119 Tórshavn 14720 Argir 11820 Tøletax: harðliga á at fáa hetta málið til umrødu, soleiðis at nakað ítgkiligt kann gerast fyri tey mongu — serliga millum 16 og 19 ár. Álit og tilmæli er gjørt og kemur hetta til aðal- umrødu á Føroya løgtingi í næstum. TAD er at fegnast um, at landsstyriskvinnan metir mål- id so mikið ålvarsamt, at hon hevur biðið um at fáa tað út til aðalorðaskifti á tingi. Hetta er nevniliga nakað, sum allir flokkar á tingi, uttan mun til hver situr í samgongu og and- stóðu, mugu taka støðu til. Allir tingmenn mugu seta seg á tonkibonkin og finna fram til egnaðar loysnir, sum kunnu tryggja okkara kom- andi ættarliðum livimøguleik- ar í hesum landi. Her kann eitt orðaskifti um miðnáms- útbúgvingarnar verða ein sera týðandi byrjan. Vit bíða spent eftir hesum orðaskifti, og vænta at allir — ALLIR — tingmenn hava okkurt gott upp á hjartað. Í oddagrein í Dimmalætt- ing - sum forrestin hesa- ferð er á donskum - verður nomid við spurningin um komandi oljuvinnu her á landi. Blaðið fýlist harðliga á, at sokallaðir tjóðskap- arpolitikarar forða fyri, at nakað kann henda í næstu framtíð. Her verður sipað til kravið um ognarrættin til undirgrundina. Blaðið skrivar ma.: "Det synes ikke at være mulighed i over- skuelig fremtid at få konstateret om der fin- des olierigdomme i fæ- røsk territorium. Og det skyldes fortinsvis vore politikere på den såkaldt nationalistiske fløj, der vil gabe over det hele og forplumrer sagen med mere eller minde r2le- vante krav, bl.a om ejendomsret til under- grunden" skrivar blaðið Dimmalætting skrivar víðari, at henda nd er orsøkin ui olju- og gassrikidømi í havbotninum ikki enn eru komnar í gongd. Hetta er so eisini nakað, sum føroyingar ikki eru førir fyri at gera einsamallir og serliga ikki undir leiðslu av umrøddu flokkum, sum hava ført landið út i figgjarligt Oføri verður skrivad. Tað finnast uttan iva tey javnaðarfólk, sum fegin sóu eina samgongu við sambandið. So hevur tað altíð verið og fer helst framvegis at vera. Men ein veruleiki er tað eisini, at hesi fækkast. Og tey, sum hava verið í iva, men sum nú hava verið so heppin at lesa oddagreini- rnar í Dimmalætting og úttalilsini hjá fleiri av sambandsoddamonnunum í seinastuni, hava helst skift meining. Tí soleiðis sambandið við Dimmuni á odda niðurger alt tað, sum so er Eingin 1Vi um, at ambandið er ikki sum førovskt er, partnarin hjå javnadar- fólki longur. Hóast tíðirnar eru ringar, hóast vit kunnu keglast um, hvør hevur skyldina fyri hetta og hatta, so mugu vit royna at varðveita trúnna á okkum sjálvi. Tað nyttar ikki í ringum tíðum at blaka alla sjálvsvirðing og sjálv- bjargisanda fyri dyr og bara amast uppat dønum, EF og gðrum, sum nú sambandsmenn ganga so nógv uppí. Vit mugu vera okkum sjálvi og læra av okkara mistøkum. Gjørd mistøk og skeivur polit- ikkur kann ikki vera or- søkin til at sleppa alla trúgv á egna megi og virði. Men hetta tykist so at vera lyndi hjá mongum sambandsmanni. Vit skulu sjálvandi hava avgerandi orðið yvir okkara undirgrund, áðrenn vit lata gðrum rættindi. Hetta er eitt sera týðandi mál, sum vit skulu hava uppá pláss. arbeiða skjótt og miðvíst, og tað er at vóna, at núverandi løgmadur, sum hevur sett sær fyri at loysa hetta stóra málið, fer at hava eydnuna við sær. Aftaná hasa oddagreinina í Dimmu vita vit, at hetta málið hevði ikki verið loyst í samgongu við sambandið. Og sama kunnu vit siga um onnur týðandi mál, eitt nú sjálv- stýrislógina. Við hesum tónalagnum og hesi stødutakan í Dimmu ferð eftir ferð megu vit spyrja: Gud viti, hvat varð komið burtur úr einum samarbeiði millum javnaðarflokkin og sambandið, um hesir høvdu skipað landsstýrið! Formaður sambandsfloks- ins segði tað so greitt undir samráðingunum. Tað skuldi rekast borgarligur sambandspoltikkur í Tinganesi. Og harvið úti- lokaði hann sambandið frá at fáa nakað at siga. i Dimmu Saman við hinum blød- unum og fjølmidlunum, hevur Dimmalætting eisini dúgliga verið úti um seg í málinum um rokn- skaparleiðaran á Tekniska Skúla í Havn, sum fekk sekkin — so seint sum týsdagin var ein »avleggari« á forsíðuni, har stjórin á Teknsika Skúla í Havn verður um- røddur í sambandi við, at hann komandi summar nær pensiónsaldur. Hetta er í sær sjálvum ikki ngkur sensatión, og hetta kann ein og hvør sjálvsagt skriva um, sum hevur hug. Tað, sum ein hinvegin leggur til merkis, er at tað er B. sum stendur undir greinini. Sami bókstavur, sum hevur staðið undir samfullum teimum grein- um, Dimmalætting hevur havt í blaðnum um rokn- skaparleiðaran og stjóran á Tekniska Skúla. Lesarar blaðsins halda helst, at hetta bara er eitt blaðfólk, ið er sera dugna- ligt at seta seg inn í tey ymsu persónligu viður- skiftini í hesum >tekn- isku« søgunum. So er kortini ikki! Tá bók- stavurin B. stendur undir greinum i sambands- blaðnum, er tað eingin annar enn kona roknskap- arleiðarans, ið hevur skrivað. So er ikki so løgid, at júst Dimma- lætting kann kenna eitt slíkt mál út í æsir. Hinvegin má sigast, at harmiligt er, at blaðstjóri Dimmalættingar ikki er dugnaligari at lúka enn so, at hann letur óheft skriva um slík kensluborin mál, sum eitt uppsagnarmál vil vera. Tann gløggi lesarin man í hvussu er nú duga at siga sær sjálvum, at hann má venda tí fleiri ferðir, ið hann lesir í Dimmalætting, tí hvør veit, um tað ikki eru part- arnir sjålvir, ið skriva øll tíðindini í Dimmalætting.