mikudagur 16. oktober 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 191 — 16. oktober 1991
Bálurin
funnin
kl. 08.55
>
8 ……om
kl. 18.00
ej
I
Sida 3
Kålvadalur
Borgardalur
Hoyrdu neyðarrónini
-Og settu bát út beinanvegin. Tað var í tókum tíma, at hjálpin
kom fram til teir fýra menninar, sum hildu seg til bátin, sum tá lá
holvdir umleið 200 metrar úr landi
Sjey mans, sum høvdu
eitthvørt tilknýti til Myki-
nes fóru mánakvgldið at
reka í einum hagaparti
eystast á oynni. Um hálv-
gunseks tíðina høvdu teir
fingið seyðin niður í bátin
í Borgargjógv, og fóru at
sigla vestur móti bygdini.
Hálvan tíma seinri fór
báturin, eitt stórt fimm-
mannafar, at taka sjógv
inn. Tá vóru teir komnir út
fyri Leitistanga, og royndi
at sigla nærri móti landi.
Men tað gekk ikki meira
enn bert ein lítil løta til
báturin sakk. Tá hava teir
verið einar 200 metrar úr
landi við Uldalsfles, skamt
sunnan fyri bygdina.
Hoyrdu rópini
Tað tekur vanliga ikki
meira enn millum ein
hálvan og heilan tíma við
opnum báti úr Borgargjógv
og heim í bygdina. Tá
mykinesfólk hildu, at bát-
urin av réttum átti at verið
komin leiðina fram, kom
fjáltur á tey. Tey fóru út at
skimast, og hoyrdu tá róp
sunneftir úr havinum. Tey
gjørdu beinanvegin vart
við seg, og bátur varð
flotaður við fýra monnum.
Tá var vorðið myrkt,
men teir koma skjótt fram
á bátin teir leitaðu eftir.
Hann lá tá holvdur, og fýra
mans hildu seg til hansara.
Hinar tríggjar menninar
sóu teir einki til. Teir fýra
vóru fingnir innanborða,
og meðan siglt var aftur
móti bygdini, varð boðað
frá til bjargingartænastuna.
Lítla løtu seinri var Víp-
an komin við lækna, og
vóru menninir síðani fluttir
á landsjúkrahúsið, higar
teir komu um nýggju tíð-
ina.
Hildið varð síðani fram
at leita eftir teimum trim-
um, sum enn ikki vóru
komnir aftur í aftur.
Funnu bátin
Beint fyri klokkan
nýggju í gjáramorgunin
kom útróðrabáturin
Guðrun fram á bátin, sum
tá rak tveir fjórðingar
norðan fyri Mykines. Ein
maður hekk í bátinum.
Hann var deyður tá teir
komu fram á hann. Líkið
varð flutt til Havnar við
tyrluni hjá sjóverjuni.
Tjaldrið, sum var við í
leitingini, tók fimmmanna-
farið umborð. Umframt
Tjaldrið leitaðu eisini
Ólavur Halgi, Hvidbjórnen
og báðar tyrlurnar umframt
fleiri smærri bátar.
Leitingin helt fram í gjár
seinrapartin. Tá vit seinast
høvdu samband við Vaktar
og Bjargingartænastuna
høvdu teir ikki funnið hin-
ar báðar menninar. Nakrar
tiljur av bátinum høvdu
teir funnið og allar 31
seyðirnar.
Tá leitaðu teir við frosk-
monnum inni í gjónni við
Uldaliðsfles, har fólk av
landi frammanundan vóru
komin fram á ein bensin-
dunk, sum ein av teimum
saknaðu ivaleyst hevur
havt í hondina, tá hann
hevur roynt at svimja til
lands.
Teir fýra, sum vóru
bjargaðir eru Vinjard
Joensen, Pole Joensen,
Dánjal Danielsen og Árni
Ellingsgaard. Av lands-
sjúkrahúsinum varð rok-
nað við, at teir vóru so
mikið birgir, at teir vórðu
útskrivaðir seinrapartin í
Góvust at leita
I skymingini í gjár
kvøldid góvust teir við
almennu leitingini. Tá
vóru ongar vónir um at
finna fleiri á lívi frá
vanlukkuni. Maðurin, sum
varð funnin deyður í bát-
inum var Martin Danielsen
úr Sørvågi. Hinir báðir,
sum enn ikki eru funnir
eru Leo Hans Johanneser
og verðsonur hansara Eli
Andresen, báðir úr Havn
tor.-