Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. oktober 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða6 Orð: Randi Myndir: Kalmar Gunleif er føddur við eftirnavninum Rasmus- sen.Tå hann fyri nøkrum årum sidan giftist vid Kirsten, fekk hnn sær hennara eftirnavn, Grube Gunleif var ikki meira enn 12-13 åra gamal, tå hann flutti år Føroyum. Hann var uppvaksin á Skála og búði eitt stutt skifti í Havn, áð- renn tey fluttu ul Danmark- ar. Tá hevði hann eftir- navnið Rasmussen. Men Gunleif Grube, sum nú er 44 ára gamal er fram- føroyingur. Hann tosar føroyskt, og tað sæst aftur í listini, vilja um- mælarar verða við. Gunleif er sjálvlærdur listamaður. Tað er bara tey seinastu trý árini hann hev- ur verið listamaður burturav og er eisini blivin viður- kendur listamaður. Hann er íðin og hevur stórar ætlanir. Fríggjadagin letur hann upp framsýning í Listaskál- anum í Havn. Tað eru alt nýggjar myndir, eingin eldri enn trý ár. Summar selir hann, aðrar hevur hann lænt, og onkur er sjálvsogn. Hetta er aðru ferð, Gun- leif sýnir fram vegis list sina i Føroyum. Hinu ferðin var i 1988, tá hann sýndi fram n við ødrum norður UI Norðurlendingur Gunleif roynir at gera vart Mær dámar Nr. 191 — 16. oktober 1991 at provokera - Fyri meg var tað ikki nóg mikið at mála dalar og fjóll. Eg vildi víðari, sigur Gunleif, sum er ættaður av Skála og nú hevur eftirnavnið Grube. Hann er rættliga komin fram í útlondum sum expresssionistiskur listamálari við seg sum norðurlending. Hann hevur tikið seg saman við ødrum listafólkum úr Norðuratlantshavi, og tey ætla í felag at ferðast við framsýning, í Kanada, norðurlondum og síðani iðureftir ul EF-londini. Hesi = norðuratlantisku tafólkini hava tað til fel- øll eru expressio- EXDICSSIONISMU Ssammet- i ir Gunleif vid at yrkja. Tad er ein måti at yrkja uppå - við penslinum. Tú endur- gevurikki sum naturlisturin men tekur nakað annað inn- an úr tær sjálvum. - Tá eg byrjaði at mála, málaði eg dalar og fjøll. Tað seldi. Men hetta var ikki nóg mikið fyri meg, eg vildi víðari, sigur Gunleif. Tað gekk væl hjá honum sum naturalistur at selja síni verk, men tá hann legði um, steðgaði sølan heilt. Men nú - Eg royni mína styrki og von at útlondunum saman við óðrum listafólkum úr norðuratlantisku londunum koma áleiðis í er aftur gongd við at koma á Tað er nú ikki at selja, sum liggur fremst í huga- num hjá Gunleifi. Hann hevði ikki kunnað livað við bara at málað tað, sum fólk vilja hava. Í andsteðu - Listin eigur at provokera fyri at seta nakað í gongd. Fólk skulu gerast ill ella glað - tá er tað spennandi. Mær dámar at vera í and- stóðu við míni list, sigur Gunleif. Hann hevur fingið at vita i ummælum, at tað sæst aftur í listini, at hann er føroy- ingur. Tað hevur nakað við temperament at gera. Tað er ikki bara í Føroy- um, at fólk flest helst vilja hava naturalistiskar máln- ingar. Tað er tað sama í Danmark. Tað er tí ikki ein og hvgr, sum keypir lista- verk hjá Gunleifi, men meira listassamlarar, sum ikki ræðast tað expression- istika og tað ógvisliga. Gunleif sigur, at fleiri lista- savnarar hava hansara málningar hangandi saman við málningum hjá heims- gitnum málarum. Tað er Gunleif ikki sørt errin av, tí hann er so ungur listamaður til tað. Ferðast víða Gunleif hevur verið við á framsyningum í fleiri euro- peiskum londum og tað hevur eisini eydnast honum at koma við á sensureraðar framsýningar. Hann er eis- ini við á timum kendastu gallaríunum í Danmark. Sum listamdur heldur hann nógvar fyrimunir vera við at búgva í Danmark, heldur enn at skula búð í Føroyum. Tað er styttri til útlondini ein ein fyrimunur. Men tað gevur eisini fleiri møguleikar fyri at koma víðari við sær sjálvum sum listamaður. - I Føroyum eru heilt ótrú- liga nógv góð listafólk, fáa staðni so nógv í mun til fólkatalið. Listafólkini hava evnir, men tað so lætt at steðga upp í so lítlum samfelag. Tí er tað so gott fyri føroysk listafólk av og á at koma út, og at útlendskir listamenn koma higar at sýna fram síni verk - tað in- spirerar alt. Aftrat tí kemur so spurningurin um at tora nakað nýtt. Tað er neyvan so lætt, tá ein býr her, heldur hann. Bøkur um Gunleif Fyri tveimum árum síðan skrivaði danski rithøvund- urin Ole Hyltoft stóra bók um Gunleif og list hansara. Ole Hyltoft kallar Gunleif m.a. fyri ein djarvan lista- mann. Nú er nýggj bók á veg um listamannin, sum framvegis roknar seg sjálv- an fyri at vera føroying. Framsýning hansara í Listaskálanum letur upp fríggjadagin kl. 15. Fram- sýningin verður í Lista- skálanum til 3. november.