mikudagur 16. oktober 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 191 — 16. oktober 1991
Stjórin á Tekniska Skúla í Havn:
Síða 7
Dimmalætting avger
Ikki nær eg fari frá
>Tað er loddrøtt lygn, sum Dimmalætting skrivar, at eg ikki eri
góðkendur í starvi mínum sum skúlastjóri,< sigur Poul Kjartan
Bærentsen. »Og eg undrist yvir, hvør keldan er til hasi tiØindini.«
Å forsidu Dimmalættingar
i gjår — å besta plåssi — ber
til at lesa um skúlastjóran
á Tekniska Skúla í Havn,
at hann fríggjadagin skal
hava boðað stýrinum fyri
skúlan frá, at hann ynskir
at verða loystur úr starvi
sum skjótast.
„Fyri tað fyrsta má eg
siga, at eg eri ikki so sørt
fegin um, at Dimma-
lætting ofrar og hevur
ofrað so nógv teigapláss
uppá meg, og tað enntá á
forsíðuni,< sigur Poul
Kjartan Bærentsen við
Sosialin. >Men eg má
siga, at enn fegnari var eg,
um tað var sannleiki, ið
har stóð, og ikki loddrøtt
lygn, ið ein partur av tí
er.«
Dimma ikki avgera
fråfaringardagin
Dimmalætting skrivar, at
Poul Kjartan Bærentsen
fer frå 1. april, men at frå-
ferðin verður løgd til
rættis vid yvirlapping, so
nýggi stjórin verður saman
við farandi stjóranum í
einari yvirlappingartíð, og
at Poul Kjartan síðani
verður loystur úr starvi.
>Tað, sum eg kann við-
merkja til hetta, er í stutt-
um tað, at tað í hvussu er
ikki er Dimmalætting, ið
skal avgera, nær mín frá-
faringardagur verður ella
Poul Kjartan Bærent-
sen, stjóri á Tekniska
Skúla í Havn: >Tað er
ikki Dimmalætting, ið
avger, nær mín frá-
faringardagur verður.<
ikki,« sigur skúlastjórin.
>Annars havi eg roknað
við, at Dimmalætting var
eitt blað, sum var ført fyri
at halda seg til veruleikan.
Ikki minst, tá hugsað verð-
ur um, at fólk jú framman-
undan hava havt eitt álit á
blaðnum, sum fyrrverandi
alment kunngerðablað.<
Hann nevnir eisini, at
pensiónsaldurin er nakað,
ið er fyri framman — inn-
anfyri eina yvirskoðiliga
tíð, og at hann eisini er av
teirri áskoðan, at tað sjálv-
sagt ikki er gott, at stjórar
verða sitandi alt ov leingi í
slíkum størvum.
»Loddrøtt lygn!«
Tå hann tosar um, at
Dimmalætting skuldi verid
før fyri at hildid seg til
veruleikan, sipar hann ikki
minst til brotid i forsidu-
greinini, sum leggur hann
undir ikki at vera minister-
ielt góðkendan stjóra.
>At eg ikki var mini-
sterielt góðkendur stjóri,
er loddrøtt lygn,< sigur
Poul Kjartan. »Tvørtur-
ímóti eri eg ein av
teimum, sum varð settur
undan yvirtøkunum, og tá
varð eg ikki bert góðkend-
ur av danska undirvísing-
armálaráðnum, men enntá
H
A
]
|
H
[|
]
H
H
|
|
|
|
|
H
H
H
H
H
I
[|
H
I
i
I
i
[|
[|
H
H
H
£
[|
|
H
H
|
á
Takið lut í politiska kjakinum!
Tak lut í teim mongu tiltøku-
num, sum Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag skipar fyri.
Tekna teg sum lim.
w
Ja, eg tekni meg
sum lim i Sudur-
streymoyar Javnaðarfelag
Suðurstreymoyar
Navn: - | Javnaðarfelag
Bústaður: Box 76
110 Tórshavn
Kannað postverkinum
eisini av eini undirdeild
har. So hatta, Dimmalætt-
ing skrivar, er loddrøtt
lygn, og einki minni enn
tað.<
Samstundis loyvir Poul
Kjartan Bærentsen sær eis-
ini at undrast á, hvgrjar
keldurnar til tíðindini í
Dimmalætting í gjár eru:
Ikki ringt samstarv
við samlaða stýrið
»Hvør keldan er til tað,
sum signatururin 'B.” hev-
ur sett å prent, veit eg ikki,
men har er ikki alt so væl i
tråd við sannleikan,< sigur
hann. >Eisini tað, at talan
skal vera um eitt sokall-
að ringt samstarv millum
stýrið fyri skúlan og meg,
er ikki heilt rætt. Hetta er
bert nakað, ið mest er
galdandi fyri ein ávísan
part av stýrinum.<
Hvør keldan er ul tey
tíðindi, signatururin "'B.”
skrivar i Dimmalætting,
veit Sosialurin heldur ikki,
men åvist — rættiliga tætt —
ulknyu er millum 'B.” og
ein ávísan roknskaparleið-
ara, sum í hvussu er áður
hevur starvast á Tekniska
Skúla í Havn, so ikki er
óhugsandi, at keldunetið
hjá Dimmalætting í hesum
føri er á teirri leiðini.
hj.
LIN
RK ráðaevan
Tervar tær orku til
at fáa skil á rokn-
skapinum - latið
okkum hjálpa tær.
- Bókhald
- sjálvuppgávu o.a.
Fyri smærri virkir
og einstaklingar.
Ringið og avtalið
eina tid tlf. 1 9620
RK rådgevan
J.C. Svabosg. 10
100 Tórshayn F
*
Opin hjørtu
Skandinaviska Barnamissiónin til-
tak í Samljóð í Skopun.
Í døgunum 18.—20. ok-
tober hevur Skandi-
naviska Barnamissión-
in eitt tiltak í Samljóð í
Skopun til frama fyri
neyðstedd bern á
Filipsoyggjunum.
Í hesum sambandi
kemur stovnarin av
Skandinavisku Barna-
missióini Sigvard
Wallenberg til Feroya.
Hann kemur at greiða
frá steðuni á Filips-
oyggjunum, sum hon
er nú eftir álvarsama
jarnskjálvtan herfyri.
Eisini fer Sigvard
Wallenberg at siga frå
føroysku bygdini á Fi-
lipsoyggjunum, sum
verdur innvigad i jan-
uar 1992.
Føroyska bygdin er
úrslit av, at føroyingar
hava latið umleið 35
hús byggja til neyð-
staddar familjur á Fi-
lipsoyggjunum. Húsini
eru fíggjað á tann hátt
at hevi varð givið at lat
eitt ella fleiri hús
byggja har yviri og so
geva tey sum gávu.
Hvert húsið kostar
6500 krónur og eru tað
bæði einstaklingar og
Feroya Landsstýri,
sum hava givið.
Tiltakið byrjar
fríggjakveldið 18. okt.
kl. 18. Tá letur fram-
sýningin og matselan
upp. Klokkan 20 verð-
ur sangleta og filmur
vístur frá arbeiðinum
hjá Skandinavisku
Barnamissiónini.
Leygardagin letur
framsýningin og mat-
selan upp kl. 16 og kl.
20 verður filmur vístur
og eisini fara bern at
taka lut við sangi.
Bæði kveldini verður
burturlutan av ymisk-
um lutum, eitt nú lista-
verkum. Allur ágóðin
bæði av matselu,
burturlutan og inn-
savnan fer óskerður til
hjålpararbeidi hjå
Skandinavisku Barna-
missiónini á Filips-
oyggjunum.
Sunnudagin letur
framsýningin og mat-
selan upp kl. 16 og kl.
20 verður evangeliskur
fundur, har Sigvard
Wallenberg fer at tala
og syngja.