mikudagur 16. oktober 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sa mn
Mål er ikki bara stavseting, mál er eisini
framburður — ella bart út sagt musikkur.
Til eru mál, ið eru so ljómandi vekur í
framburði, at tað er fragd at lýða á. Onnur
eru so undarliga rustað, deyð og stirvin at
tað er ótrúligt. Er tað kanska ætlanin, at
okkara skal gerast eitt av teimum og púra
missa musikkin — spyr Jens Pauli Heine-
sen, rithøvundur, m.a. í greinini.
Næmingarnir leita nú aft-
ur inn á skúlabeinkirnar
at seta seg meira og
minni fegnir og meira og
minni hugaðir. Tó at
lærarar og næmingar
tosa sítt egna mál, er
steðan framvegis tann, at
tær allarflestu skúla-
bekurnar eru á einum
eðrum máli enn teirra
egna.
Vit hava sagt tað fyrr,
men tað ger einki, um vit
taka tað uppaftur eina
ferð aftrat: henda steðan
ger, at undirvísingin alt
ov ofta ikki verður nekur
undirvísing — og ansið
nú eftir, hvat vit skoyta
uppí: ikki tí at tilfarið í
lærarum og næmingum
okkara er verri enn
aðrastaðni, men tí at tað
ber ikki til at krevja av
nekrum (uttan kanska
|
|
|
|
Tær fyrireikingar, sum tá
vórðu gjerdar, og tær
leiðir, sum tá vórðu
lagdar, virka lutvíst enn.
Men tað munar so
ómetaliga lítið. Her skulu
onnur ódnartek takast,
og skilja kvinnur og
| menn ikki hetta, stendur
sorgarleikurin bert við og
| versnar.
Hví gera teir ungu lær-
| ararnir so lítið vart við
målsligum flogvitum?), at |
tey skulu ogna sær tor-
skiltan kunnleika úr
békum å fremmandum
máli og siga tað á flót-
andi og góðum feriskum.
Tað
er ógjerligt. Stríðið og
knossið hjá lærarum og
næmingum verður út í-
móti ómenniskjansligt av
hesum, umframt tað, at
tað kemur so nógv minni
burtur úr.
Og tað svitast ikki, at
ein avleiðing verður eitt
kryplað og ryggbrotið
mál, sum hverki er
danskt ella føriskt. Um-
framt allar teir leparnar,
sum hanga uppivið, eitt
nú ótrygg og stamandi
framsega, ein málsligur
ótryggleiki yvirhevur við
ellum tí, ið harav
stendst.
Samanumtikið verður
úrslitið í mongum førum
ein málsligur og menn-
iskjansligur sorgarleikur.
Fyrst í sekstiárunum
var Skúlafelagið sett á
stovn. Nú er tað deytt,
men tað eydnaðist hesum
felagi at leggja so til
rættis, at gongd kom á,
og tað varð virkað so
nógv sum ongantíð fyrr.
seg her. Vita teir ikki, at
hver nýggj skúlabók
lættir so ótrúliga nógv
um teirra egna arbeiði.
(Ja, ja, nú veit eg, at
mangur hugsar, at
skúlabekur kunnu verða
skrivaðar á so tungum
máli, at tær eru sum at
fáast við grót. Tað átti at
verið sjálvsagt, at peda-
gogar geva bókunum ein
málbúna sum hóskar ald-
ursbólkinum).
Eg loyvi mær at enda
| við einum hjartasuffi.
| Tað er ikki fyrstu ferð.
Fleiri lærarar hava út-
| ruddað bókstavin a og
frambera hann sum æ,
t.v.s. kalla hann fyrra æ.
Hetta skal beta um stav-
setingina. So sigst. Eg
ivist. Men sjálvt um tað
skuldi bett eitt sindur
| um stavsetingina, meini
eg, at hetta er skeivt. Og
tá ið talan er um
stavseting, so haldi eg,
og tað við vissu, skuldu
hesi sjálvkravdu fólk
heldur lagst eftir øårum
bókstavum enn okkara
vakrasta, nevniliga bók-
stavinum a, soleiðis sum
hann verður framborin í
vakrasta navninum í máli
okkara, orðinum mamma.
Bókstavurin æ er í
framburði tann mishátt-
asti í máli okkara. Hann
líkasum gálvar.
Mál er ikki bara stav-
seting, mál er eisini fram-
burður — ella bart út
sagt musikkur. Til eru
mál, ið eru so ljómandi
vekur í framburði, at tað
| er fragd at lýða á. Onnur
| eru so undarliga rustað,
deyð og stirvin, at tað er
ótrúligt. Er tað kanska
ætlanin, at okkara skal
gerast eitt av teimum og
púra missa musikkin?
Nú er ikki so eyðsagt,
hvar á tí musikalska
“skalanum tað feriska er
statt. Tað eru tey, ið
| duga at bera foriskt
fram, so tað ljóðar
vakurt. Men hvussu er
og ikki, átti tað ikki at
verið skúlans uppgáva
næstan við vilja at gera
framburðin misháttari.
So heldur nakrar stavi-
villur eyka. Men hví ikki
siga fyrra a og seinna a
og útrudda tað mishátta
æ-ljóðið. (Og hví ikki —
men hetta tori eg ikki at
siga hart — útrudda
seinna æ, seinna y og
| seinna y. Tað hevði verið
| ein vælsignaður lætti fyri
allar lærarar í føriskum.
Og eftir mínari áskoðan
ein vinningur, tí at lærar-
ar og næmingar harvið
hevdu fingið meira
stundir at savna seg um
málnýtsluna heldur enn
um stavsetingina. (Hvat
halda tit Mozart hevði
sagt, um hann hevði
hoyrt tað ljóða soleiðis í
| Útvarpi Feroya: Sonata
| eftir Mozart í fyrra æ-
| dur. Hann hevði spýð).
(Ella sum teir siga:
Sonætæ eftir Mozært í
fyrræ æ-dur. Hænn hevði
spyd).
Nú eg havi høvi til tað,
fari eg at heita á allar
feriskar lærarar og alt
Feroya fólk: Lurtið í hes-
um føri ikki eftir undir-
visarunum å Lærara-
skúlanum og
Fróðskaparsetrinum, ið
hava útruddað vakrasta
bókstavin í alfabetinum,
bókstavin a og sett bók-
stavin æ í staðin fyri.
Takið ikki hetta til eftir-
tektar. Gerið ikki ta
ógerð, at børn okkara
fara at jarma, hverja ferð
tey rópa á mammu sína
| og siga mæ mæ í staðin
| fyri mamma.
Ískoyti: Hetta varð
Nokur orð við
skúlaársbyrjan
Nr. 191 — 16. oktober
1991
skrivað í 1977, her eitt
lítið sindur broytt. Nú
um mikkjalsmessuleitið
1991 loyvi eg mær at
leggja hesi orð afturat:
Undirritaði las fyri fáum
árum síðani grein eftir
lærara, sum í Paris hevði
verið til staðar, meðan
undirvíst var í bók-
mentum í einum flokki
fyri tíggju ára gomul
bern. Tey vóru sum pro-
fessarar, skrivaði hann.
Tey kappaðust um at fáa
orðið og tað raplaði frá
teimum fyriuttan hakk
og hegg. Sjálvur hevði eg
tað undrunarverda upp-
livilsi í 1962 í Vestur-
berlin at vera til staðar í
einum flokki, har
undirvíst varð fyri
bernum í tíggju ára aldri,
og tað var sama segan,
tey vóru sum professarar,
kappaðust um at fáa
orðið, og tað stóð ikki á.
Og hví? Vóru tey klókari,
vitugari enn okkara
bern? Nei, men tí at tey
hevdu eitt mál, tí at tey
hevdu skúlabekur á
sínum egna máli.
Og eg hugsaði harmur
um okkara undirvísing
og okkara tíggju ára
gomlu bern. Saktans
kundu tey hava mikið
málageip sínamillum,
men tá ið tað kemur til
undirvísing, velja tey
flestu at tiga fyri ikki at
koma sær í óferi. Tey
sótu (ella sita) har við
stórari vitan, men tey
sleppa ikki av við hana,
tí at teimum vantar orð.
Tey vóru (ella eru)
bókstaviliga málleys.
Soleiðis var tað ið hvussu
er, tá ið undirritaði var
lærari. Bert nøkur få
vágaðu sær at leggja sína
vitan fram uttan at
| blúgvast, men hvat var
tað fyri eitt mál, tey tal-
aðu. Feriskt? Danskt?
Nei, hverki. Eitt málleyst
fólk, er eitt ólukkuligt
fólk.
Eg undirvísti einaferð í
handilsskúlanum. Tað
var í enskum, og tað
Jens Pauli Heinesen, rithøvundur, skrivar
hendi seg meir enn so, at
eg bað næmingarnar um
at umseta tekstin, tey
hevdu lisið, til foriskt.
Feriskt? Tað var meira
eitt slag av donskum enn
feriskum. Flestu
næmingarnir tordu ikki
at týða til føriskt, tey
bókstaviliga skammaðust
og brúktu ofta heldur eitt
danskt orð enn eitt før-
iskt. Til demis: Tey tordu
ikki at siga samráðast.
Tey segdu forhandla. Tey
tordu ikki at siga við-
ganga. Tey segdu inn-
remma. Tey tordu ikki at
siga: Eg eri sannførdur
um. Tey søgdu: Eg eri
yvirbevístur um. Tey
tordu ikki at siga: Eg eri
ovfarin, eg eri bilsin, eg
eri tikin á bóli. Tey
søgdu: Eg eri
yvirraskaður. O.s.fr.
0.s.fr. Tey skammaðust
(skammast?) um sítt
egna mál. Kann tað vera
syrgiligari?
Serliga minnist eg eina
hending. Næmingur
týddi úr enskum, men
valdi heldur eitt danskt
orð enn eitt føriskt. Hvat
tað var fyri eitt orð, havi
eg gloymt, men latið okk-
um siga, at tað var orðini
»yvirbevistur um«, og at
eg vildi hava hann at
siga »sannførdur um«.
Men vidkomandi vildi
ikki. Hann vildi ikki taka
hesi orðini i sín munn.
Hann skammaðist. Tá
kom treiskni upp í meg,
eg vildi ikki halda fram,
fyrrenn hann hevði sagt
»sannførdur um«. Tøgn.
Pinlig tøgn. Nei, hann
vildi ikki siga hatta. Hvi?
Helt hann tey fóru at
flenna at sær? Allar-
helst. Long tøgn. Eg fór
at sveitta av harmi og
næmingurin eisini. Endi-
liga fór hevdið á honum
niður ímóti bókini og
borðinum, hann líkasum
fjaldi andlitið í hárinum
og teskaði sum í stórari
neyð: Sannførdur um. Eg
hevði bestan hugin at
gráta. Kann nakað vera
5
so syrgiligt sum hetta:
At ræðast sítt móðurmál!
Tað er eitt merkiligt
træ, sum blomstrar í Fer-
oyum. Blomstrar? Nei,
tað blomstrar ikki, tí tað
kann ikki, tað er forlorið
og gjørt av plastikk.
Seinasta forlorna
blomstrið á hesum falska
træ kom úr Servági. Har
hava teir stovnað eitt
nýtt diskotek og kallað
tað >Wild West<. Wild
West? Hava teir ætlað
hetta diskotekið til
amerikanarar og hava
servingar ongan heima-
rætt har?
Hvat er tað, sum ger,
at feringar í so stórum
tali heldur velja eitt út-
lendskt navn enn eitt før-
iskt? Er tað snobbarí,
lifran, sleikjan, vantandi
hugflog? Skammast teir
um sítt egna mál? Ella
hvat er tað? Skip, mat-
stovur, handlar, poppor-
kestur o.s.fr. pranga við
teimum undarligastu út-
lendsku heitunum —
fronsk, men serliga ensk-
amerikonsk — sum var
hetta ætlað ollum eðrum
enn okkum sjálvum. Vit
hava ein hóp av teimum
fagrastu orðum at taka
av, men tað er kanska
ikki nóg fínt? Thunder-
birds! Hví ikki Torufugl-
ar? Hvat skeivt er í tí, og
er tað ikki nógv vakrari
eisini?
Er tað vantandi stolt-
leiki, sum ger tað? Móðir
Theresa, tann albanska
kvinnan, sum fekk
Nobels fridarløn, segði í
sjónvarpinum í takkar-
talu síni, (sum hon helt
við ongum handriti,
minnast tit kanska), at
einki menniskja kundi
liva uttan ein vissan
stoltleika, og her hugsaði
hon ikki um ein býttislig-
an og hástóran stoltleika,
men ein nátúrligan.
Eitt menniskja, sum
ikki hevur henda stolt-
leikan, hevur onga virð-
>>