mikudagur 16. oktober 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 191 — 16. oktober 1991
Hesin veit okkurt og
vágar sær at gera vart
við tað, men smáum sum
hesum vanta mangan orð
— ikki ti tey einki vita at |
siga ella svara í skúl-
anum, men heldur ti tey
bokstaviliga talað
mangan eru »målleys«.
ing fyri sær sjálvum, tað
er sum ein følnandi
planta, ti bilar okkurt,
tað heldur seg einki vera
og tað er ein tung og
ófýsilig byrði at fara
gjøgnum lívið við.
Hatta var so tað. Men
latið okkum koma aftur
til musikkin í málinum,
til framburðin. At sita
millum ungdóm í suður-
londum, tað veri seg í
Grikkalandi, Italia,
Spania ella Frankaríki, at
lýða á talu teirra, er sum
at lýða á góðan musikk.
Tað ljómar, hart, ótta-
leyst. Har er eingin máls-
ligur ampi á, eingin
undanferligur ótti, einki
smædni. Tey syngja sitt
mál. Gloymi aldri eina-
ferð umborð á grikskari
ferju. Har var ein hópur
av fronskum skúlaung-
dómi. Eg stóð púra
býttur og lurtaði eftir
musikkinum í teirra
vakra framburði.
Ein aðra ferð gloymi eg
heldur ikki. Eg kom at
sita millum spanskan
ungdóm. Við mítt borð
sótu nekur fólk úr einum
landi við einum málfram-
burði, ið var alt annað
enn musikkur. (Hetta
vóru ikki danir). Tey sótu
og mutlaðu saman og
vistu ikki av, at eg so at
siga skilti hvert orð. Og
hvat segdu tey so? Tey
tosaðu um tann vakra
musikkin í spanska mál-
inum og spurdu seg
sjálvan, mestsum syrgin
og smolturskotin, hví
eingin musikkur var í
teirra egna.
Mál er eisini musikkur,
tað mugu vit ikki
gloyma. Men eg eri av
teirri áskoðan, at vit í
mongum førum hava
gloymt tað. At lurta eftir
mongum av okkara
poppsangarum ljóðar í
mínum oyrum sum ramur
antimusikkur, so jánka-
sligt, so deytt, so stirvið.
Tey duga yvirhevur ikki
málframburð. Tað ljómar
ikki, tað syngur ikki.
Sum ein góður vinur
segði um teir, og her
hugsaði hann serliga um
klaksvíkskingar: Teir
tora ikki at siga r, bók-
stavin r, teir ræðast hann
og siga okkurt sum minn-
ir um eitt z. Kæza, kom
og sett teg hez hjá mæz.
Hvaz? Hez, á mitt læz.
Eg veit ikki, um tit
skiltu hetta, men roynið.
Onnur eru farin at nyta
eitt heilt annað slag av
bókstavinum r. Tey siga
tað, sum hava tey eina
svisku í munninum, eina
svisku, sum hevur kloynt
seg fasta á tunguna, og
sum tey ikki fáa spytt út. | uppskoti til førisku
Tey eru farin at tosa eitt
slag av sviskumáli, t.v.s.
tey hava fingið sær ein
amerikanskan tona, ein
antimusikk tóna. Eg veit
ikki, um tey halda tað
vera fínt, sjálvur haldi eg
tað so avgjørt ikki. Ein
av plátuvendarunum í út-
varpinum varð í einum
viðtali spurdur, um hann
ikki hoyrdi sjálvur, at
hann var sera nógv ávirk
aður av hesum svisku-
máli, at hann líkasum
apaði sær eftir tí. Tað
kundi hann yvirhevur
ikki hoyra, svaraði hann.
Og so fæst hann við mu-
sikk. Hann kann ikki
vera serliga musikalskur.
At snobba er at undir-
meta seg sjálvan. Tað er
ikki at viðurkenna seg
sjálvan. Tað er at krúpa
úr sær sjálvum inn í ein
annan í teirri fáfongdu
vón at gerast sum tann,
tú snobbar fyri, og tað er
mannminkandi. Tað eru
nógv í Feroyum, ikki
minst her í Havnini, ið
hava ein vakran fram-
burð, tí at teirra tala ikki
er skaput, men nátúrlig.
Nú, hetta her við has-
um sviskumálinum er
ikki nakað heilt nýtt fyri-
brigdi, smittan var longu
| komin fyrst í sjeytiárin-
um. Undirritaði veit tað,
tí at hann í berum argilsi
1
|
i
|
yrkti eina dithyramdu,
| eitt fagnarkvæði, men við
| spotskum tóna, til tey,
sum hava henda snediga
framburðin. Dithyramban
endaði soleiðis.
Virkar provokatiónin
so spýt út úr gákinum
hasa amerikonsku
sviskuna
og syng títt móðurmál
sum tað semir seg einum
tónlistamanni. |
| Dithyramban er at enda.
»Ozaka«.
Tað vóru tey, sum
tendraðu og gjørdust i
eðini um hetta álupið, og
tað var fyri neyðini, tí at
har sum lív er, er eisini
hop.
Lat meg enda hesar
| hugleiðingar við einum
bleðini og eitt til tón-
| listafelagið. Fyrst til tón-
| listafelagið. Undirritaði
var einaferð og vitjaði ein
vin, sum legði eina plátu
á, ið nýliga var útkomin.
Eg setti meg at lurta og
| undraðist á, hvat tað
| mundi vera fyri eitt
merkiligt mál, ið har varð
sungið, eg helt meg ong-
| antíð hava hoyrt tað fyrr,
| inntil eg til mína stóru
undran uppdagaði, at tað
var feriskt, ella skuldi
eitast at vera føriskt, so
| jánkasligur og óryggi-
ligur var framburðurin.
Tónlistafelagið átti at
kent tað sum skyldu sína
at undirvíst hesum
mongu sangarunum, ið
bjóða seg fram, og lært
teir ikki bara songkynst-
urin men so sanniliga
eisini framburðin. Fáið
málið at ljóma sterkt og
mergjað.
So var tað uppskotið til
bleðini. Ofta mangla vit
orð á feriskum og noyð-
ast at lána úr eðrum mál-
um ella smíða nýggj orð.
Tað gert so ikki við og
má so vera. Men syrgiligt
er tað, at tá ið vit nú ikki
bara hava frálík, men
| eisini vekur orð á før-
iskum, at vit so velja at
brúka tað danska. Tí skal
uppskot mítt vera, at tit
aftur og aftur prenta eitt
| slag av eini orðabók fyri
|
|
|
at gera fólk vart við fer-
isku orðini. Demi:
innremma = viðganga,
játta, ásanna
yvirbevístur um = sann-
| ferdur um, ivaleysur í
yvirbevísningur = sann-
føring
yvirraskadur = ovfarin,
bilsin, tikin á bóli, tað
kom óvart á
forhandla = samráðast
forhandlingar = samráð-
ingar
simpulthen = bart út
fon:
skæg = stuttligt, skemti-
ligt, marghåttligt
begynna = byrja, fara
undir, fara í holt við
tað begynti at regna =
tað fór at regna
| skuffaður = vónbrotin,
hugstoyttur, harmur
stóla uppá = líta á,
troysta á, dúva uppá
stadigvekk = framvegis,
altíð og stund, javnt og
samt, stútt, alsamt, alla-
tíðina
eg navi tapt meg = eg
eri afturfarin, eg eri lætn-
aður
eg havi tikið uppá = eg
eri framfarin, eg eri
tyngdur
forkert = skeivt, rangt,
evut, galið
taka feil av = mistaka
seg, fara skeivur av
feiltakilsi = mistak
tað var eitt feiltakilsi =
tað var eitt mistak, tað
var av misgáum
hemmiligt = loyniligt, í
loyndum
fordeilur = fyrimunur
anbefala = viðmæla, til-
mæla, mæla til
beundra = hámeta, há-
virða, síggja upp til
tað er betýðiligt betri =
tað er munandi betri
í loypi av degnum, av
árinum = sum dagurin
líður, sum árið líður
forskelligt = ymiskt.
O.s.fr.
Jens Pauli Heinesen
Í døgunum 17. til 20.
okt. fær samkoman
Livsins Orð á Skåla-
fjørålnum vitjan av
svenska evangelistin-
um Stig Petrone.
Stig kemur úr sam-
komuni »Livets Ord« i
Uppsala, sum er ein av
teimum sterstu sam-
komunum í Europa.
Tað er henda sam-
koma, sum hevur hin
nógv umtala bíbliu-
skúlan »Livets Ord
Bibelcenter«, sum er
størsti bíbliuskúli í
Europa, har m.o. kenda
svenska sangkvinnan
Carola hevur gingið.
Stig Petrone bleiv
frelstur í 1970, og í
1973 byrjaði hann at
ferðast sum evangel-
istur í Sveríki, mest
innanfyri hvítusunnu-
rersluna.
Í 1987 byrjaði Stig á
bíbliuskúlanum hjá
»Livets Ord«, og var
liðugur vid skúlan i
1989. Síðani tå hevur
hann so aftur feråast
runt sum evangelistur.
M.a. hevur hann i
summar verið í Íslandi
og boðað evangeliið.
Í Íslandi tóku mong
menniskju við trúgv.
T.d. var hann í einum
fongsli í Reykjavík,
har brotsmenn við
harðastu revsing sita.
Vekingarevangelistur á vitjan
hjá samkomuni Lívsins Orð
á Skálafjorðinum
Á hesum metinum tók
helvtin av øllum fang-
unum ímóti Jesusi og
blivu doyptir við
Heilagum Anda alt fyri
eitt og tosaðu við
nýggjum tungum.
Millum teirra, sum
blivu frelstir, vóru
menn, sum vóru demd-
ir fyri morð.
Eisini verða mong
menniskju gredd frá
ymsum sjúkdómum
gjøgnum tænastuna
hjá Stig Petrone. Tá
hann var á Álandi fyri
einum mánaða síðani,
vóru tað mong, sum
vitnaðu um, at tey
vóru vorðin gredd, tá
biðið varð fyri teimum.
Serliga vóru mong
loyst frå >depressión=<
og angist. Fleiri við sál-
arligum trupulleikum
vórðu eisini loyst.
Jesus Kristus er ikki
broyttur, síðani hann
gekk í millum okkum
fyri nærum 2000 árum
síðani. Hann er hin
sami í dag og ger tey
somu undur í dag.
Um tú hevur trupul-
leikar av einumhverj-
um slag, so kom á
meti!
Lat Jesus meta tær
og hjálpa tær! sigur
»Livsins Orå« i tíðinda-
skrivi.
Til øll brådarpør
Sendið okkum brúðarmyndina
og tit fáa hana í blaðið ókeypis.
Sosialurin
ynskir
tykkum
hjartaliga
tillukku við
brúdleyps-
degnum og
blíðan byr
frameftir
Við rattið
er tað tú
sum ræður
ferðini!
Vit vildu fegin sett
brúðarmynd av
tykkum í blaðið, har
tit eisini fáa
meguleika til eina
heilsan til tey, sum
mintust tykkum
á brúdleypsdegnum
Vit senda myndina
aftur beinanvegin.
Sendið myndina til:
Sosialin
postrúm 76
110 Tórshavn
HÓVLIGA
RT A.