mikudagur 16. oktober 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NE
se
Nr. 191 — 16. oktober 1997
mer FEET]
Síða 11
SPYR IKKI MEG
- Kenna tit triggjar navn-
framar tyskarar, ið byrja
við B? spurdi lærarin í ein-
um flokki.
- Jú, svaraði ein drong-
ur: Beckenbauer, Breitner
og Bonhof!
- Well denn, svaraði
lærarin, teir tysku fót-
bóltsleikararnir eru sera
kendir, tað skerst ikki
burtur. Men kenna tit ikki
Beethoven, Bach og
Brahms...?
Okkurt annað
- Nei, svaraði sami drong-
urin innhugsin, og legði
aftrat: men teir spæla
kanska í 2. deild!
Hetta var millum tað,
sum kom fram á fund-
inum, sum Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag skipaði
fyri um skúlan í dag og
framyvir. Søguna fortaldi
Ottar Jacobsen, skúlastjóri,
sum vidmerking til ta å-
skodan, at næmingarnir
duga verri i dag enn fyrr.
- Tad er møguligt. Men
teir duga eisini okkurt ann-
að, segði Ottar Jacobsen.
Fyrst og fremst var
fundurin sjón fyri søgn
um, hvussu lítið kann
koma burturúr sokallaðum
pallborðsfundum. Fyrireik-
ararnir høvdu sett saman
eitt fjølbroytt pallborð,
men gita, um nakað kom
burturúr?
Har vóru Poul Michel-
sen, býráðsformaður, Mar-
ita Petersen. landsstýris-
maður í skúlamálum, Jó-
han Samuelsen, lærari, og
Kristian Magnussen, for-
eldur.
Hvat halda tit?
Hesin síðsti spurdi hini,
um tey góðtóku sparingar-
nar, tá tað var eyðvitað, at
tær fóru at ganga útyvir
tey veikastu, og um tey
hildu, at fólkaskúlin skuldi
vera fyri øll; og hann
spurdi Jóhan Samuelsen,
nær lærararnir fóru at gera
vart við seg.
- Tá tit ikki hava mark-
era tykkum, hvussu skulu
vit sum foreldur gera tað?,
spurdi Kristian Magnus-
sen.
Svar fekk hann einki.
Jóhan Samuelsen stað-
festi á fundinum, at >hetta
gongur ikki longur< við
ógvusligu sparingunum,
sum fara fram.
Marita Petersen hevði
nakrar hugsanir um broyt-
ingar í skúlaskipanini,
»men eg fari at seta ein
nevnd at arbeiða við
hesum, men eg haldi tað
vera óheppið mótvegis
nevndini at siga nakað um
tað nú<.
Pallborðsfundur um evnið >Skúlin í dag og í fram-
tíðini< savnaði nógv fólk. Nakað kom fram um trup-
ulleikarnar í skúlanum í dag. Einki kom fram um
skúlan í framtíðini. Mest av øllum visti fundurin,
hvussu nyttuleyst tað kann vera at geva politikkar-
um frítt spæl við eitt pallborð
Amatørar
og frødingar
Poul Michelsen segdi, at
hann var ikki pedagogur,
og ti vildi hann halda seg
burtur frå spurninginum
innihzldið í skúlanum. »Eg
eri handilsmaður, og har
eru tey amatørar. Tá tað
kemur til tað pedagogiska,
eri eg amatørur og tey
serfrødingar«, segð by-
ráðsformaðurin, ið metti,
at skúlin átti at kunna klára
seg fyri ta játtan, hann nú
fekk.
Hetta síðsta fekk ein av
áhoyrarunum at spyrja,
hvussu hann kundi siga
tað, tá hann ikki knýtti tað
at spurninginum, hvat tað
var, peningurin varð játt-
aður til.
Dreingja WC í Tórs-
havnar Kommunuskúla, og
tað hevði m.a. elvt til, at
fólk hevði verið inn hjá
býráðsformanninum og
biðið um høvi til at loysa
sær buksurnar. Hetta elvdi
til orðaskifti millum fólk
av kommunuskúlanam,
hvgrt hetta málið hevði
verið sett nóg ovarlaga.
Leyst og fast
Ov nógv varð brúkt til at
kopierad. Helst ov nógv,
helt Poul Michelsen, og
Ottar Jacobsen upplýsti
síðumannin um, at á hans-
ara skúla høvdu kopi-
maskinurnar fingið somu
lagnu sum skrivarin,
nevniliga at tær vóru upp-
sagdar. Munurin var bert,
at skúlastjórin hevði sagt
maskinunum upp.
Tað upptók fólk heldur
meira, at næmingar, sum
gingu til serundirvísing,
ikki fingu nakra bók, tá tær
komu í flokkin, har tær
skuldu vera. Nú var okt-
ober mánaði hálvur og tær
høvdu framvegis ikki
fingið tær...
Fleiri lærarafólk vóru á
fundinum um skúlan í
dag og í framtíðini.
Eingin neyndarlimur
frá lærarafelagnum var
kortini á fundinum
At sjúkravikar-konto'in
var so nógv skorin, fingu
eisini fólk til at stúra fyri,
at børnini komu at ganga
fyri vág og vind.
Lærararnir
oyðleggja skúlan
Soleiðis gekk orðaskifti
um skúlan. sum sambært
Jens Marius Dalsgarð er
armóðskendur, tí lærarar
stýra honum frá ovast til
niðast, - frá landsstýris-
kvinnuni um nevndir og
ráð til skúlastjórarnar.
- Hvussu skuldi tað vera,
tá bestu pedagogarnir
verða settir at fyrisita,
spurdi Jens Marius Dals-
garð, ið skjeyt upp, at tað
var lærarum bannað at
verða valdir í skúlanevndir
Orð: ólavur
Myndir: kalmar
Kristian Magnussen
(longst til høgru við
pallborðið) spurdi hini,
um fólkaskúlin átti at
vera fyri øll. Men hann
fekk einki svar frá Jó-
han Samuelsen, Maritu
Petersen og Poul Mich-
elsen
og ráð, tí teir vóru inhab-
ilir.
Hesum tók Poul Michel-
sen undir við, tí hann helt
at lærararnir sita og verja
hvønn annan, so eingin
dynamikkur er í. Teir báð-
ir læararnir - tann verandi
og tann fyrrverandi - vóru
ósamd. Vit liva í einum
demokratiskum samfelag,
og ú ber ikki til at nokta
fólki at lata seg velja og
fyri alt tað, so kundu fólk
bara lata vera við at velja
lærarar, um tað ikki var til
gagns.
Nyttar einki
Tá klokkan var farin av
ellivu, takkaði fundastjórin
fyri. Beint frammanundan
hevði Kristian Magnussen
drigið samanum:
- Eg havi als onga til-
trúgv til, at tað hevur nytta
nakað sum helst, at sita og
tosa her, og heldur íkki til,
at viðurskifti í skúlanum
verða stórt gðrvísi...
Kanska hevði hann ikki
rætt. Men hinni try i
pallborðinum góvu honum
ikki orsøk fyri at halda
annað.
vo
3