Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. oktober 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

KERODEX húðarvernd í fiskaídnaðinum Hava tygum hugsað um, hvussu oyðileggj- andi og uppslítandi dagliga sambandið við vatn, fisk, skeljadjór, laka og sitrónsýru er, ikki? Minnast tygum, hvussu henduranr sóu út, tá tygum komu aft- ur úr frítíðini? So penar — ja, penari kunnu hendur tygara verða við dagligari nýtslu av Kerodex 71. Tað er heilt natúr- ligt, at nógv innan fiskaídnaðin hava trup- ulleikar við holdinum. Tað verður útvaskað og uppslitið og tí við- kvæmari fyri enn fleiri álopum. Uttasta lagið av holdinum, yvirhúð- in, verður endurnýggj- að innanífrá, og van- liga verður holdið vart av sínari egnu fram- leiðslu frá fitikertlun- um og av tí natúrligu feitthinnuni. Men tá álopini uttanífrá koma so ofta, at framleiðslan ikki kann fylgja við longur, koma húðar- trupulleikarnir. Við Kerodex sum húðvernd slapst undan teimum flestu ampum, tí Kerodex leggur eina ósjónliga hinnu á hold- ið. Tú varnast hana ikki, men hon forðar vatni, fiskaevju 0.1. í at treingja inn. Kerodex verjur holdið í umleið 4 tímar. Kerodex felist ikki, er luktfrítt og eitur- frítt, og tað er góðkent sum húðvernd í sam- bandi við tilvirkan av fiski og fiskaverum. Kerodex 71 fæst hjá Feroya Trygdarút- gerð, tlf. 43246, Leir- vík. RÆTTINGAR til greinina ÞTað illa hagreidda máliða hjá Dan Petersen í seinasta leygardagsblað Fyri at ikki ivi skal standast um meining- ina av onkrum brotum í nevndu grein, skulu vit niðanfyri rætta tríggjar av teimum álvarsligastu villunum. Niðast í eðrum teigi stendur: Vit eru samd- ir við íslendskum óivað einasta í verðini, ið úti- hýsa teimum sokallaðu fremmandaorðunum. Standa skal: Vit eru saman við íslendarum óivað einastir í verðini, sum útihýsa teimum sokallaðu fremmanda- orðunum. Niðarlaga í triðja teigi stendur um orðið slupp: Tað er annars av latinskum uppruna. Standa skal: Orðið slupp er ikki av la- tínskum, men lágtýsk- um uppruna. Villan í fimta teigi rættar seg kanska sjålva. Standa skal sjålvandi Barba og Harra Pål og íkki Barka og Harra Pål, har vist verður til leik- andi lettu týðingina hjá Chr. Matras av hesi hugtakandi søgu. Vit bidja greinskriv- ara sum lesarar fyri- geva okkum villurnar. Blaðið Nr. 191 — 16. oktober 1991 Fornleivdir og teirra virði Mangan standa vit spyrj- andi, tå fridingarnevnd ella yvirfriðingarnevnd hava tikið eina avgerð í einhverjari sak, har vit hugsaðu okkum eina heilt aðra loysn, ella ikki droymdu um at fáa nokt- andi svar, og serliga tá viðkomandi ætlan kundi hava arbeiðspláss við sær, sum so var at umbidna loyvið kundi fáast. Tað vil so vera, at fáa vit ikki okkara vilja, ja, so eru vit ikki mjúk at strúka ta fyrstu tíðina aftan á noktandi svarið er komið, men tá ein tíð er fráliðin er alt gloymt, og vit kunnu takka hesum nevndum fyri, at okkurt av okkara fornlutum er til enn tann dag í dag. Heima á Sandi er Landsverkfreðingurin far- in undir at breiðka vegin millum Kolvmannarætt og Tornesgrind. Allan vegin fram við vatn- strondini er ein grótgarð- ur, ið hevur staðið uppi til fyri ikki so mongum árum síðani, nú er bert garð- lagið at síggja, og út yvir hetta garðlag verður nú grót í tonsavís stúrtað og javnað við eini gravkúgv. Hesin garður varð lag- aður til at reka haftseyð framvid, tå menn høvdu verid å fjalli. Hvat søgu- ligt virði garðurin hevur, skal vera ósagt av mær, men Kålvur lítli, Kålv- mannarætt og Kjøtholm- ur, tey hava sina søgu, og grótgarðurin fram við vatnstrondini man vera teimum nær skyldur. Vit hyggja bert at, tá tað ið gamalt er, verður ruddað av vegnum og spyrja okkum sjálvi aftaná, hví so mundi vera. Hesin garður skuldi sjálv- andi ikki verið avfallin, men hildin í nekurlunda seydahøgum standi, so møguliga hann hevði talað fyri sær sjálvum. Nú er ov seint, nú má vera sum er, kanska kann henda fadæsa hjálpa okk- um til at fáa eyguni upp, so vit hjúkla eitt sindur um um ta sindrið, ið eftir er av gomlum virðum. Palli Dalsgaard Ólóglig studningskunngerð Gr. 4 í Legtingslóg um prísískoyti til ráfisk ljóðar soleiðis: Feroyskur tekst- ur: Fyri tíðarskeiðini 6 mánaðar frá hverjum |. oktober og 1. apríl verða prísískoytini at áseta og at lýsa av landsstýrinum... 10 dag- ar áðrenn tíðarskeiðið byrjar. Danskur tekstur: Pris- tilskudet fastsættes for en periode pá 6 máneder hver den 1. oktober og I. april og bekendtgeres... 10 dage forinden period- ens start. Brot úr viðmerkingun- um til lógina: Tað (prisiskoytid) skal ásetast fyri eitt hálvt ár í senn og kemur í gildi hvenn 1. apríl og 1. oktob- er. Viðmerkingar: Verður hugt eftir kunn- gerðini um prísískoyti og sammett verður við lóg- ina, er eingin sum helst ivi um, at lýsingin stríðir móti lógini og tískil er ógyldug. Lógin sigur heilt greitt, at prísískoyti skulu setast fyri 6 mánaðar í senn og at tað skal koma í gildi antin 1. apríl ella 1. oktober, og hvergin av hesum fyri- treytum er lokin við kunn- gerðini, har tær flestu upphæddirnar eru settar fyri 3 mánaðar í senn. Skuldi nakar sum helst ivi verið um tulkingina av lógini, plagar at verða hugt eftir viðmerkingun- um. Og her verður sagt heilt greitt, at prísískoyt- ið skal »åsetast fyri eitt hálvt ár í senn« og at „tað kemur í gildi hvenn 1. april og 1. oktober«. Grundgevingin fyri hes- um lógarbroti er, at lands- stýrið vil innføra eina nyggja studningsskipan, sum partarnir i fiskivinn- uni skulu taka hædd fyri, tå teir fara at tingast um sáttmála um ársskiftið. Men tað skal sigast heilt greitt, at fiskimanna- felagið fer ikki á nakran hátt at taka við í samráð- ingarnar nakra ólógliga kunngerð. Tað kann landsstýrið spara sær. Á komandi stjórnarfundi í fiskimannafelagnum verð- ur steða tikin til, um felag- ið skal leggja sak móti landsstýrinum fyri at fáa kunngerðina kenda ógyld- iga. Men hon kemur undir øllum umstødum at verða avvíst sum samráðingar- grundarlag. Minsta krav ein kann seta til landsins myndug- leikar er, at teir fylgja landsins lógum, tá kunn- gerðir verða evnaðar til. Og hetta er í hvussu er treytin fyri, at okkara fe- lag kann taka eina slíka kunngerð til eftirtektar. Feroya Fiskimannafelag Tvingsilssølulysingar og so fólkaskúlin Ger so væl at hýsa hesum reglum. Tað er óneyðugt at broyta lógina um tving- sulsselu av sethúsum, so eigarin ikki verður út- hongdur, sjálvt um eg per- sónliga altíð havi hildið, at tað er av reinum ónd- skapi, at tað verður gjørt, tí eitt og hvert sethús hev- ur sítt matrikul-nr., so tað skuldi verið nokk at hildið seg til. Hví eg haldi tað vera óneyðugt at broyta hesa lóg nú, er tí at skilst, skal fólkaskúlin mest sum av- takast, so um nekur ár duga fólk ikki at lesa Dimmuna, so kunnu nevn vera nevn uttan at nakar fær ilt av tí, ja, ella gleðast av tí. Tað sigst, at vísdómur- in er krónan á hevdinum, men tað er nú ein avold- aður pástandur. Hvat skulu øll ganga við hasum vísdóminum til? EKKÓ Vit gera gamla gólvið sum nýtt Vit eru serútbúnir innan gólválegging v.m. Slípa, avsýra, lakkera træ, kork, vinyl, flísar, trappur. Lútviðgera gamalt. Djúpreinsan av teppum og linoleum. Flísaálegg- ing innan- og uttandura. VIT KOMA UM ALT LANDIÐ. Ókeypis vegleiðing og tilboð verða givin Latið fakmannin gera arbeiði. Gólvtænastan Tlf. 18875 pe ea LS Søe