hósdagur 17. oktober 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 192 — 17. oktober 1991
ae [Cm
Pt
ú
Heimapartar
til alla oynna
Månadagin legdi ein
grind beinini i Mid-
vågi. 123 hval og 50
hvessingar vóru
merktir. Umframt at
grindamenninir fingu
sítt, vóru heimapartar
býttir til alla oynna.
Bygdarhús
Í Arnafirði
Árnfirðingar hava ætl-
anir um at byggja
bygdarhús og í hesum
sambandi hava teir
sýkt býráðið í Klaks-
vík um eitt gki niðan-
fyri ætlaða ringvegin í
Árnafirði. Hóast málið
ikki er endaliga av-
greitt í býráðnum er
líkt til, at hetta verður
játtað. Økid er lagt út
til sethúsagki, men tað
verður ikki hildið at
vera serliga væl egnað
til hetta endamál.
Ætlanin er at komm-
unan letur økid 6-
keypis og møguliga
planeringina eisini.
tór.-
Standmynd
avdukad
Sunnudagin kl. 15
verdur ein standmynd
av Hans Andriasi
Djurhuus avdúkað
norðan fyri Sjónleik-
arhúsið í Havn.
Í hesum sambandi
fer Heðin Mortensen,
formaður í Menta-
målanevndini at halda
rødu. Eftir hetta fer
Poul Michelsen, bý-
ráðsformaður, saman
við børnum, at avdúka
standmyndina.
Havnar
Hornorkestur spælir,
og børn fara at syngja
sangir, sum Hans
Andrias hevur gjørt.
tór.-
Landsstýrið við Klaksvíkar Býráð:
Skemman skal
hava byggiloyvi
Landsstýrið hevur givið Klaksvíkar Kommunu greið boð um, at
avgerðin hjá býráðnum at sýta dýnuhandlinum úr Havn
byggiloyvi er ógrundað og krevur, at býraðið tekur spurningin
uppaftur. Og tað fer býráðið eisini at gera
Fyrr í ár søkti handilin
Skemman úr Havn um
loyvi til at byggja
handilsbygning í Klaksvík.
Ætlanin var at byggja á
einum gki við Borðoyavík,
sum kommunan hevur lagt
av til handil og ídnað.
Málið var fyri á býráðs-
fundi í Klaksvík í summar
og fall. Tríggir býráðslimir
atkvøddu fyri, seks ímóti,
tveir atkvøddu ikki og ein
var burturstaddur.
Skemman helt ikki, at
Klaksvíkar Býráð hevði
nakran rætt at sýta fyri
hesum byggiloyvi, tí
bygningurin leyk allar
treytir, og kærdi tí málið
fyri landsstýrið. Skemman
bað landsstýrið um at á-
leggja Klaksvíkar Komm-
unu at geva byggiloyvi, og
í ødrum lagi, um komm-
unan ikki vildi eftirlíka, at
skriva út byggiloyvi vegna
kommununa.
Til ídnað
Sum vanligt er, sendi
landsstýrið kæruna síðani
til ummælis hjá Byar-
skipannarnevndini, sum
gav síðna frágreiðing.
Nevndin sigur, at økid,
talan er um, er avsett til
ídnaðarendamál, og at
handilsbygging bert kann
vera á økinum, um hand-
ilin hevur samband við
ídnaðarvirksemi, m.a. at
hann selur egna fram-
leiðslu.
Eisini verður framført, at
gkini verða seld bíliga fyri
at stuðla ídnaðinum og
skapa arbeiðspláss, og at
kommunan hevur brúkt
nógvar pengar til mið-
staðar- og handilsgkið við
Sandin. Sagt verður eisini,
at ein stórur handilsbyg-
ningur á ídnaðargkinum
fer at kollrenna býarplanin.
Einki grundarlag at
sýta
Men hesa frágreiðing
leggur landsstýrið lítið í.
Landsstýrið sigur, at
kommunan ongan rætt
hevur til at sýta Skemmuni
byggiloyvi.
Landsstýrið sigur, at
Klaksvíkar Kommuna í
svarskrivi sínum íkki
hevru víst á sakligar
grundgevingar fyri at sýta
byggiloyvi. At kommunan
hevur selt byggigkini
bíliga hevur einki við
málið at gera. Lagt verður
aftrat, at í byggimálum
skal kommunan bert taka
stóðu til, um byggingin
sambært umsóknini er
samsvarandi við áseting-
arnar fyri gkið, herundir
um loyvt er at byggja á
økinum til umsøkta enda-
málið.
Landsstýrið heldur ti
ongan iva vera um at loyvt
er at hava handlar á gki-
num við Boroyavík, eisini
hóast hesir ikki verða
bygdir saman við ídnaðar-
bygging.
Klaksvíkar Kommuna
verður tí biðin um at taka
málið ul nýggja viðgerð,
og avgreiða tað samsvar-
andi fortreytnum í avgerð
landsstýrisins.
Sjálvsagt skal
Skemman hava loyvi
Óli Heinesen, býráðsfor-
maður sigur, at sjálvsagt
skal Skemman hava loyvi
til at byggja tá allar for-
treytir eru í lagi. Hetta
hevur býráðsformaðurin
verið fyri alla tíðina, og
atkvøddi eisini fyri byggi-
loyvi tá málið var fyri á
býráðnum fyrru ferðina.
Óli heinesen førdi tå
millum annað fram, at
hann helt tað vera skeivt
ikki at loyva handli at
koma til Klaksvíkar, við ti
grundgeving, at hetta
kundi geva verandi handl-
um í Klaksvík kapping.
Síða 3
Tad loysti seg hjá PF
Skemmumi at fara ul
landsstýrið at kæra
avgerð býráðsins
Skemman fekk viðhald,
og nú má Klaksvíkar
Býráð taka spurningin
uppaftur. Men fyrst skal
býarskipannarneyndin
viðgera málið - eina
ferð enn.
Býráðsformaðurin vísti tá
eisini á, at tað eru fyritøkur
í Klaksvík, sum heldur enn
fegnar vilja selja uttan fyri
Klaksvíkina, og nevndi
sum dómi Føroya Bjór og
Com Data. Tí helt hann tað
vera heilt burturvið ikki at
loyva øðrum at koma til
Klaksvíkar.
Býráðsformaðurin i
Klaksvík sigur, at nú hevur
hann aftur beint málið hjá
Skemmuni til viðgerðar í
byarskipannarnevndini og
hagani kemur tað so fyri
býráðið aftur.
tor.-
Til øl! brudarpør
Sendið okkum brúðarmyndina
og tit fáa hana í blaðið ókeypis.
Sosialurin
ynskir
tykkum
hjartaliga
tillukku við
brúdleyps-
degnum og
blíðan byr
frameftir
Vit vildu fegin sett
brúðarmynd av
tykkum í blaðið, har
tit eisini fáa
møguleika til eina
heilsan til tey, sum
mintust tykkum
á brúdleypsdegnum
Vit senda myndina
aftur beinanvegin
Sendið myndina til
Sosíalin
postrúm 76
10 Tórshavr