Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 193 — 18. oktober 1991 Klárir at leypa á bláman tíðindablaðið Síða 5 Ísastirdir heimaftur Teir fýra ungu vágamennirnir, sum noyddust at leypa á blám- an, fyri at sleppa umborð aftur á bátin, tá teir høvdu verið í einum feitilendi eftir seyði, fingu ein buldrutan og kaldan túr heimaftur At verða í bjørgum eftir seyði, kann verða eitt sindur buldrasligt um ikki veðrið er eftir vild og tað fingu fýra ungir vágamenn at sanna, tá teir vóru á Flatinum vestanfyri Slættanestangan á Vágoynni seinasta hósdag. Í blaðnum í gjár nevndu vit hendingina, men nú hava vágamennirnir verið so beinasamir at sent okkum myndin frá ferðini. Teir greiða soleiðis frá: -Um middagsleitið fóru vit av Oyragjógv í einum fýramannafari. Veðrið var gott, hann var lágur í ættini og tað skuldi verið besta ætt fyri kyrru norðanfyri. -Tá vit komu til feitilendi var eitt sindur ókyrt. Men vit roknaðu við, at tað fór at batna sum leið út á dagin og tí fóru vit upp. Tað gekkst væl at koma í land og upp- 18 favnar upp --Tað eru 18 favnar uppí feitilendi. Kongar eru festir í bergið og vit lestu okkum upp eftir eini línu. Tað gekst væl at fáa hendur á teimum báðum Her eru teir á veg upp í feitilendið S tt seyðunum. Tá ftyrst maður var komin niður, sá hann at nú var ókyrrari og hann bað okkum bera skjótt at. —Tå vit vórðu komir niður til sjóvarmálan við tí eina seyðinum, kom eitt brot, vit mistu seyðin, men vórðu ikki tiknir av brotinum. Seydurin var t6 bjargadur umborð á båtin, sum lå tætt uttanfyri. Á bláman --Vit steðgaðu eina løtu, men nú var so Gkyrt, at båturin fekk ikki komið at landi. Vit vórðu bangnir fyri, at hann skuldi fáa skaða og tá hevði verið verri vorðið. Her var ikki nógv at gera. —Vit avgjørdu ti at leypa å blåman fyri at koma umborð á båtin. Vit tveittu fyrst ein enda út og síðan høvdu vit ein eftirsjóra í landi. Tað gekk gott at sleppa umborð á bátin. Ring ferð Heimferdin gjørdust ógvuliga tøssut. Tað var nýuppkomið vestfall og óslætt um Slættanes- tangar. Drúgvt var eisini at sigla, einir tveir tímar og vit vórðu ísastirdir, tá vit komu á Oyragjógv. Tíbetur var fólk har og hjálptu okkum at draga. Um vit ikki høvdu sloppið í bátin, so hevði verið torført at sloppið úr aftur feitilendinum. Bergið omanfyri er einar 200 favnar høgt og tað hevði verið torført at fingið okkum upp, siga teir. jústinus Olaf Nielsen: Handils- „ avtalan ring fyri 2 okkum --tá vit tosað um influttan fisk og rækjur, sigur hann Føroyingar kunnu als ikki kappast við lond- ini í felagsmarknað- inum, tá tað snýr seg um at selja fisk keyptan úr triðjalondum. --Tá EF-lond keypa Ovidgjørdan fisk frå triðjalondum sum t.d. Alaska og Sovjet, skulu tey gjalda 12 pro- sent av innflutnings- virðinum. Men tey fyrstu 40-50.000 tons- ini sleppa inn í EF við 3 prosent í tolli, og er tann lidna vgran so tollfrí, sigur Olaf Niel- sen, fyrrverandi stjóri í Fiskasgluni í blað- num Okkara Millum --Meta vit at toll- urin fyri t.d. Danmark er átta prosent í meðal, kann myndin setast soleiðis upp: --Danmark keypir fyri kr. 10,- + 8 pro- sent toll = kr. 10,80 pr. kg. --Danmark selur lidnu vøruna fyri kr. 30,00. -Føroyar kappast vid Danmark, keypir fyri kr. 10,00 og ongan toll vid innflytan. —-I Føroyum verður fiskurin vidgjørdur å sama hått sum i Dan- mark og seldur til EF- marknadin, aftur i kapping vid Danmark. Søluprisurin verdur hin sami (kr. 30,00 til keyparan), men nú skulu Føroyar gjalda 20 prosent f tolli. Veruligi søluprisurin er sostatt kr. 24.00 ella 6,00 minni enn Danmark, sigur Olaf Nielsen. Hví EF-lond? --Hví so nýta EF sum keyparaland. Jú gjladføri er í lagi, og einar 300 milliónir fólk búgva har. Umframt keypir EF o.u. 80 pro- sent av okkara fiska- úrdráttum. --USA-marknaðurin hevur verið minkandi vegna prís, og at hugsa um eysturlond ella fjareystur tekur ár at byggja upp, sigur hann. Rárækjur -Hvat råum rækjum viðvíkur, so hava vit innflutt nakað. Nú kunnu vit , sambært nýggju handilsavtaluni selja 2000 tons av pilkaður rækjum fiskadar av føroyskum skipum til EF. Fara vit uppum hetta loft, verdur tollur uppå 18 prosent at leggja afturat. -Hetta inniber, at allar tær føroysku rá- rækjurnar nøkta tørvin. Ti er eingin meining at veksa um råvørunøgd- ina, hóast orkan i Føroyum í Føroyum í løtuni er tann dupulta. So at siga allar tær føroysku pilkaðu rækj- urnar verða seldar til EF.