fríggjadagur 18. oktober 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Um
0
rem
RE VEN TNT
LE ———
Nr. 193 — 18. oktober 1991 Ll
síða 9
Fríggjadagin kl. 22.20:
Kvinnurnar
sum smíla
Radha-Rani Mitchell og Michelle Kearly
Leygardagin kl. 18.00:
Sukur og kanel. 1:10
Pixie og Molly eru tvær australskar
gentur um 12 ára aldur. Tær kunnu ikki
torga hverja aðra, men nú senda foreldr-
ini tær á ein skúla í einum fremmandum
býi, og tær skulu búgva á sama kamari,
hjá ommu Pixie. Hini bernini taka ikki
væl ímóti teimum, so nú noyðast tær at
halda saman.
Sendireðin er skemtilig men eisini hug-
vekjandi.
Vit skulu síggja kvinnur í útsynnings
Etiopia, langt burtur frá svongd og ófriði
norðanfyri. Her býr Hamar-fólkið. Vit
síggja eina einkju, eina unga gentu, sum
heldur hús hjá pápa sínum og beiggjun-
um, og eina gamla kvinnu, sum hevur átt
18 bern. Eitt hava allar felags — smílið.
Leygardagin kl. 20.55:
DR í Føroyum
Seren Ryge Petersen hevur ofta verið í
Sumba, og hesaferð vitjar hann ein 70
ára gamlan mann, og eisini fuglabjørg.
Fríggjadagin kl. 23.10:
Roland Hassel
Roland Hassel hevur harða mótsteðu í
hesum filminum. Kona ein statsadvokat
verður rænd, skotið verður móti einum
sjúkrahúsi, og bardagin krevur fleiri
mannalív. Ein terror-bélkur vil »reinsa
landid«, men Hassel letur seg ikki
kúga...
Sunnudagin kl. 21.05:
Hin vágadjarvi
Stephen Crane er lopin um, tá ið eitt
starv varð sett, og sleppur ístaðin inn í
eina bilverksmiðju, Douglas Motors. Her
ræður hann eigaranum til eitt keyp, sum
fær keðiligar avleiðingar. Men Crane
finnur eina loysn.
Týsdagin kl. 21.10:
Havørnin
Hetta er amerikanskur ævintyrfilmur.
Eitt seglskip undir sjórænaraflaggi.
Vakrar kvinnur í lívsvanda, bardagi á
dekkinum — og mitt í øllum — ein djarv-
ur Errol Flynn. Segan er frá 1500 talin-
um, og Brenda Marshall spælir Dona
Maria, kvinnan í havsneyð.
Roland Hasse!
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist å tlf. 15616
rroi Flynn í midjuni
Hósdagin kl. 20.45:
Arkitektar í Europa
Hesa ferð er sendingin um ein danskan
arkitekt, Henning Larsen.
Útvarp Føroya
Leygardagin kl. 19.05:
Leygarkvøldsgesturin
Leygarkvøldsgesturin hesaferð er norð-
maðurin Hans Inge Fagervik. Hann er
ikki heilt ókendur i Føroyum — hann
hevur verið á konsertferð her og serliga
kendur gjerdist hann við filminum og
sanginum um narkotikaoffrið Maritu.
Hans Inge Fagervik var í sínum ungu
døgum ungdomsprestur i Bodø, men i
dag er hann sangari og tónaskald burtur-
av.
Í sendingini hoyra vit m.a. sangirnar
um Maritu og Nelson Mandela.
Sunnudagin kl. 13.00:
A fjalli í Sjeyndum
Ein av teimum stóru og óhegligu hegun-
um eru Sjeyndir norðast á Streymoynni.
Sjeyndir liggur til Tjørnuvik og ber
ikki minni enn 380 áseyðir.
Umframt tann góða seyðin eru Sjeynd-
ir kendar fyri at vera stórslignar og vakr-
ar við tí hega Mýlingi fyri vestan.
Tjernuvíkingar vóru á fjalli mánadag-
in, veturnáttardag, og tóku skurðseyðin.
Kyrt var henda dagin og meira enn 200
seyðir vórðu ferdir heim í báti.
Jóhann Mortensen var við tjørnuvik-
ingum í Sjeyndum.
Ein lítil partur av Sjeyndum ein summar-
dag, tá tjørnuvikingar vóru í várgongu. Í
Tuksholinum liggur ein seksæringur og
ein bátur liggur á víkini. Sjeyndir eru 12
merkur og bera 380 áseyðir. Sjeyndir eru
ein stórur og djúpur dalur norðast á
Streymoynni. Sunnanfyri og omanfyri
Sjeyndir er tann stóri Húgvudalur. Til
Sjeyndir liggur eisini Skoradalur, sum er
heimanfyri, ella eystanfyri sýnina høgru-
megin
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Hósdagin kl. 21.40:
Til vit hittast aftur - 1:
Ensk sendireð í trimum pertum, sum lýs-
ir ta fronsku »champagnu-familjuna«
Segan byrjar í Dijon í 1913, tá ið tann 16
ára gamla Eve Coudert rýmir
Morgunlestrar
í Útvarp Foroya
21.—26. okt.
Hesa vikuna !esur Jóannes Jo
hannesen í Dali
Mánadagur 21. oktober
nr. 232 Kom andi Guðs, vís okkum
vegin
Jóhs. 16,7
nr. 237 Andanna andi
Týsdagur 22. oktober
nr. 233 Halgi andi, kom tú brátt
Jóhs. 16,7
nr. 240 Halgi andi, ver mær hjá
Mikudagur 23. oktober
nr. 278 Tú, eina tú, o Harra Krist
Jóhs. 16,9
nr. 236 Tín andi, Guð, til Jesus
Krist meg kalli
Hósdagur 24. oktober
nr. 238 Kon, halgi andi, okkum
lær
Jóhs. 16,10
rr. 239 Birt tú ljós í barmin nú
Fríggjadagur 25. oktober
nr. 400 Javnt vit treingja til at
biðja
Jóhs. 16,11
nr. 403 Guð, títt er valdið
Leygardagur 26. oktober
nr. 234 Sannleikans andi
Jóhs. 16,13
nr. 343 Hoyr andans redd