Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið = Á Nr. 193 — 18. oktober 1991 Fríggjadagin kl. 20.03: Thou Shalt Not Commit Adultery Robert Reed Sally og Jack Kimball eru lukkuliga gift og skilja als ikki vinmannin Bill og konu hansara, sum loyva hverjum eðrum at hava onnur við síðuna av. Á veg heim úr einari veitslu eru Sally og Jack fyri ferðsluvanlukku, og Jack verður illa skaddur. Hann gerst avlamin og noyðist í rullistól. Sally fær næstan ongan skaða, og hon elskar framvegis mann sín og hev- ur ongar ætlanir um at svíkja hann, men hon veit ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða Fríggjadagin kl. 0.03: Twilight Zone David Ellington sigur arbeiðskonu síni frá eini hending, honum var fyri tá ið hann var ungur. Hann var ein gongutúr og gjørdist sjúkur. Tað eydnaðist honum at sleppa at vera í einum kleystri, har tað var sera strangt. Hann gjerdist skjótt betri, men hann hoyrdi legin ljóð. Tey segdu honum at tað var vindurin. Men ein dagin fann hann ein gamlan mann, sum sat innilæstur á slottinum. Hann bað um eina frágreiðing, um hann ikki skuldi boðsenda legregluni. Ein sigur honum, at tað er hin versti, sum situr innilæstur. David trýr honum als ikki, og maðurin rýmir. Men nú sigur David fyri arbeiðskonuni, at hann hevur sæð mann- in aftur Leygardagin kl. 22.00: Give Peace a Chance Í 1969, tá ið Vietnamkríggið leikaði harð- ast á, gav John Lennon út plátuna >Give Peace a Chance«, sum hevði ein boðskap. Nú 22 ár seinni hevur sonurin, Sean Lennon, saman við Lenny Kravitz latið spæla inn eina nýggja útgávu av hesum lagi. Sean hevur skrivað orðini, og Lenny hevur staðið fyri framleiðsluni. Báðir syngja Leygardagin kl. 23.00: Charley Hannah Robert Conrad hevur roynt mestsum alt hesi árini, líka frá fullum unglingum til gamlar narko- brotsmenn. Ein dagin skjýtur hann, av óvart, ein drong, tá ið hann jagstrar nakrar unglingar, sum hava skotið ein av starvsfeløgum hansara, og tá fær hann stóra skuldarkenslu Sunnudagin kl. 15.30: Kvinnan gør mig galen Svenskur filmur frá 1949. Erik Cassand- er, stjóri á AB Erik Cssander Import Ex- port, er í fíggjarligum trupulleikum. Ein- asta bjargingin er ognin hjá fastir hans- ara, Charlotte, sum hann hevur vónir um. Erik hevur ikki sæð fastir sína í nógv ár, men nú kemur hon at vitja. Erik hugsar um ta ferðina, tá ið fastir hansara vildi hava hann at giftast við eini gentu, hon hevði valt honum. Tá segði hann henni, at hann skjótt skuldi giftast við aðrari, fyri at fáa frið. Enn er Erik ógiftur, so hann noyðist at finna upp á okkurt... Listamaðurin Stark finnur honum eina gentu og nekur bern, sum skulu lata sum tey hoyra til eina familju, har Erik er pápin. Men hver er henda gentan í veru- leikanum? Sunnudagin kl. 19.00: Windmills of the Gods Jaclyn Smith Am. sendirød i tveimum pørtum frå 1988. Mary Ashley er ein vekur og klók kvinna. Hon er professari i statsvisindi og amerikanski forsetin uppdagar, hvat hor skjytur upp i sambandi við stórveld- ini. Forsetin bjóðar henni at gerast amerikanskur ambassaderur í Rumenia. KAU, ger non av Finlandi savnast fólk, politiskir tænastu- menn úr nógvum londum, sum als ikki hava somu sjónarmið sum hon. Á lenar- listanum hjá teimum er onkur, sum eitur Angel, men eingin veit hver tað er. . Sunnudagin kl. 21.30: Rivals Of Sherlock Holmes Holst løjtnantur hjá løgregluni í K- mannahavn er ein kendur, stillfør álítandi maður, sum altíð ger tac lógin býður. Tá ið greivinnan Wolk. biður legregluna hjálpa sær, kemur hann beinanvegin at vera hjá henni. Hon er bangin fyri at svágur hennara, sum hev- ur dripið son hennara, nú fer at drepa seg. Holst fer til svágin, men hann sigur eina aðra segu Mánadagin kl. 21.00: In The Heat of The Night Handilsmaðurin John Sevance gloymir ein dagin nekur skjal við hús. Hann vendir aftur eftir teimum, og uppdagar, at konan liggur í songini saman við eðr- um manni. Hann gerst so óður, at hann skjýtur bæði og skundar sær burtur. Grannin, sum hoyrdi skotini, boðsendir løgregluni, og teir koma beinanvegin. Teir óttast fyri, at John ger okkurt við bernini ella seg sjálvan. Men bernini eru ikki heima... Týsdagin kl. 19.00: Duel at Diablo Amerikanskur western frá 1966 við Jam- es Garner, Sidney Poitier og Bibi Andersson í hevuðsleiklutunum. Ein eygleiðari innan reiðliðið, Jess Rems- berg, arbeiðir við Fort Creel. Hann er ein virkin maður, men hann er sorgarbundin, tí konan er deyð, ein comanchekvinna, sum var myrd. Ein dagin er Remsberg tann, sum bjargar eini ungari, vakrari kvinnu frá nekrum apachum, sum halda henni sum fanga. Men hann undrast, tá ið hon biður hann lata seg vera hjá indiánunum. Remsberg aftrar seg, hann James Garner, Sidney Poitier o.a. heldur hon skal vera hjå manni sinum. Men frágreiðingina fær hann, tá ið mað- urin og konan hittast. Ellen verður illa viðfarin, hon flýggjar aftur til apachar- nár... Mikudagin kl. 19.00: North Sea Hijack SN Anthony Perkins, James Mason og Roger Moore Enskur filmur frá 1980 við Roger Moore sum kontraterroristurin ffolkes. Ein olju- boripallur í Norðsjónum verður rændur, og rænararnir hótta við at spreingja alt í luftina, um teir ikki fáa 25 mill. pund. Stjórnin í Onglandi er skelkað. Í vón um at umgangast eina vanlukku, verður gjørt av at senda ein servandan komm- andobólk. Og leiðarin er ffolkes. Mikudagin kl. 22.03: Rockford Files Hin ungi Billy Jo doyr av bilvanlukku. Men mamma Billy, sum er rík, heldur ikki, at hetta er ein hendilig vanlukka. Hon setir seg í samband við Rockford og biður teir kanna umstødurnar. .. Hósdagin kl. 22.03: Crazy Like A Fox Harry Fox verður vitni til at vinmaðurin Rosie knappliga verður stungin niður. Drápsmaðurin sær út at vera ein vallari, og hann rýmir beinanvegin. Tað einasta, Rosie sigur, áðrenn hann doyr er, »maki«. Sannferdur um at finna drápsmannin fer Fox at leita. Hann kemur til listakvinn- una Stellu Moran. Hon sigur seg ikki hava kent Rosie, men Fox ger gjellari kanningar