Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 62 - 29. mars 2003 Mjólk: Henda studning avgreiðir jarðarráðið sambært upp- gerð til MBM, sum lutar studningin út eftir innvigaðu mjólkamongdini til virkið. Neytakjøt: Umsóknarfreistin er ein mánaða, frá tí at neytið er dripið. Tá allir umbidnir upplýsingar fyriliggja, verður studningurin avgreiddur so hvørt. Seyðakjøt: Hesin studningur er afturbering av goldnum meir- virðisgjaldi fyri selt seyðakjøt. Umsóknin skal sendast jarðarráðnum samstundis, sum meirvirðisgjaldið verður goldið T & S fyri farna ársfjórðingin, soleiðis at hon er okkum í hendi 20. í sama mánaði. Sostatt er seinasta freist: okt. ársfj. 20. feb. jan. ársfj. 20. mai apr.ársfj. 20. aug. juli ársfj. 20. nov. Við umsóknini skal uppgerð og kvittan fylgja við. Studningurin verður avgreiddur so hvørt. Stráfóður: Søkjast skal skrivliga sambært lýsing í bløðunum.Strá- fóðurstudningur verður avgreiddur einaferð árliga fyri alt landið í senn. Súrhoysbrunnar: Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast, tá ætlan fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin verður avgreiddur,tá brunnurin er liðugur,sýnaður og góðkendur. Velting: Ætlanirnar skulu fráboðast við eini umsókn áðrenn 1. mai, og vera góðkendar fyri at studningur kann verða settur av til fráboðaðu arbeiðini. Veltað lendið skal vera sýnað og góðkent áðrenn studningur verður avgreiddur. Verður arbeiðið ikki liðugt, er neyðugt at søkja umaftur árið eftir. Veltistundingur verður av- greiddur einaferð árliga fyri alt landið í senn. Køstar: Søkjast kann alt árið tá ætlan fyriliggur. Studningurin verður avgreiddur so hvørt arbeiðið er liðugt og góðkent. Rættir: Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast tá ætlan fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin verður avgreiddur, tá arbeiðið er liðugt og góðkent. Studningurin verður bert latin til rættir við vaski- brunni. Føroysk húsdjór: Stuðul kann veitast eftir umsókn og tilmæli frá Almennum royndum og ráðgeving. Studningur til landbúnaðin Studningur verður latin til landbúnaðin við heimild í løgtings- lóg nr. 32 frá 06.03.2003 og løgtingsfíggjarlóg fyri 2003. Studningur er treytaður av, at umsøkjari hevur landbúnaðarvinnu, sum er undir bókhaldsskyldu sambært § 1B pkt. 27 í løgtingslóg nr. 75 frá 24.10.1974 og er meirvirðisskrásettur sambært løgtingslóg nr. 136 frá 08.09.1992. Undantikin ásetingini um bókhaldsskyldu og MVG-skráseting eru umsøkjarar um studning til føroysk húsdjór. Umsøkjarar skulu lata skrivstovu jarðarráðsins MVG-skrásetingarskjal fyri inniverandi ár og góðkendan roknskap fyri árið fyri. Umsóknarfreistirnar skulu haldast.Annars er mannagongdin viðv.teimum ymisku studningunum lýst niðanfyri. Umsóknir um studning skulu altíð vera skrivaðar á umsóknarbløð,sum fáast á skrivstovu jarðarráðsins tlf. 31 11 80. Á hesum umsóknarbløðunum eru prentaðar studningstreytirnar. Umsóknir, ið eru skrivaðar á eldri umsóknarbløð, sum ikki eru galdandi longur ella á ljóstak av umsóknarbløðum, verða ikki góðkendar. Upplýsingar um studningsupphæddir o.a. fáast við at ringja tlf. 31 11 80. Føroya Jarðarráð Postrúm 50 · R. C. Effersøesgøta 4 · FO-110 Tórshavn · Tlf. 31 11 80 · Fax 31 11 85 · Teldupostur: fj@fj.fo Telefontíð mánadag-hósdagin 08.00-16.00 tó fríggjadag 08.00-15.30 Skrivstovufólk Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, MBF, søkir eftir skrivstovufólki at seta í starv frá 1. mai 2003 ella skjótast til ber. MBF er meginfelag fyri 23 ymisk feløg. Talan er um eitt hálvtíðarstarv. Arbeiðsuppgávurnar verða m.a.: • telefonavgreiðsla og aðrar samskiftisupp- gávur • samskifti við limafeløgini • journalisering/arkivering • bókhald • fyrireika fundir • dagføring av heimasíðu • annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði Faklig førleikakrøv: • skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving • royndir og kunnleika til bókhald/roknskap • góðan telduførleika • hollur førleiki í føroyskum og donskum Persónlig førleikakrøv • góð samstarvsevnir • kann arbeiða sjálvstøðugt • er tolin, fyrikomandi og røkin Setanartreytir: Løn og setanartreytir fylgja sáttmála millum Starvsmannfelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til dagliga leiðaran á MBF skrivstovuni, Anna Suffía Durhuus, tlf. 317373, ella mail: mbf@mbf.fo Umsókn við relevantum skjølum verður at senda til MBF, Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 14. apríl 2003. MBF Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Pedagogur til Vøggustovuna á Konsmansmýru Søkt verður eftir pedagogi, fyri pedagog í farloyvi, fyribils í 1 ár, 30-35 tímar um vikuna, at byrja 1. mai 2003 ella eftir nærri avtalu. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur við 3 stovum, 12 børn í hvørjari í aldrinum 0-3 ár. Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni • Er røkin, nærlagdur og álítandi • Nýhugsandi og ígongdsetandi Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita við at ringja til leiðaran Hanne- beth Dam ella varðaleiðarin Helen Hansen á tlf. 313131. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 22. apríl 2003. - Teldur - Forrit - Netumsiting - Ráðgeving Íslandsvegur 22, P.O. Boks 3202 FO-110 Tórshavn, tel 350300, fax 350301 e-mail:info@kervi.com, www.kervi.com Business Center team85 • 358000 Nr. 62 • leygardagur • 29. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Finn fekk sekkin Fyrstu ferð Finn Nørbygaard var í Føroyum, var hann tikin av plakatini, tí eingin tímdi at lurta eftir honum. 20 ár seinni var hann aftur í Føroyum, og nú var sum vent í holuni Lesið síðu 6 KONSERT Orð: Dávur Winther/ Solby A. Eliasen Klaksvík: Ein fitt og hugnalig konsert varð hildin í Ósáskúlan- um leygardagin 22.03. Tað var Klaksvíkar Hornorkestur og næmingar úr Tónlistaskúlanum, sum luttóku. Tey ungu spældu nøkur løg, sum rørdu ommur, abbar, foreldur og skyldfólk annars, ið vóru komin at lurta. So kom Klaksvíkar Horn- orkestur við frískum og várligum blástri, ið enn einaferð boðaði frá, at danski dirigenturin, Ulf Nordlund, eisini hevur flutt stev- ið við meira dixie-kendum rútm- um hjá Klaksvíkar Hornorkestri. Tá konsertin var um hálvliðin, reisti nývaldi formaðurin í horn- orkestrinum seg og minti á ald- urin á orkestrinum. Orkestrið fyllir 53 ár í mei, og tað sita framvegis tveir aktivir limir og spæla, sum hava verið við allatíðina. Otto Samuelsen og Sámal Christiansen. Hesir báðir vórðu heiðraðir herfyri fyri teirra drúgvu tænastu. Men hendan dagin í Ósáskúlanum var tað ein annar, sum fekk gávu fyri drúgva tænastu. Hóast hann ikki hevur verið við heilt frá byrjan, so eru árini vorðin mong í tali hjá Alex Sólstein, sum spælir barythone. Hann fekk eina heiðursgávu fyri trúgva og drúgva tænastu, sum var grivið í ein vakran silvur- vasa, sum hann fekk til minnis um hetta sama. Alex var sera bilsin og lítil- látin. Hann vísti á hinar báðar, sum vóru við til at seta orkestrið á stovn, men hann fegnaðist sjálvandi um heiðurin og takkaði fyri. Hann slapp síðani at velja sær eitt lag, sum hann sjálvur skuldi stjórna. Og hann vísti sanniliga allar eginleikar, sum ein royndur dirigentur skal hava. Og við sínum neyvleika, hug- binding, rútmu og drive, dugdi hann at ala góðan dynamikk og spreiða spæligleði. Alex má sigast at vera ein búgvin harri, sum dugir síni ting. Síðani helt konsertin fram. Og ikki bara við sjálvum horn- orkestrinum. Nú sluppu áhoyr- ararnir eisini upp í part. Skúla- stjórarnir báðir, Asbjørn Lóma- klett og Símun Petur Hjelm spældu ávíkavist trummur og slagverk til Washington Post. Og tað var ikki av tilvild, at júst Alex heiðraður fyri trúgva og drúgva tænastu Seinasta leygardag skipaði Klaksvíkar Hornorkestur fyri hugnaligari várkonsert við spírandi ungdómi úr Klaksvíkar Tónlistaskúla. Undir konsertini fekk Alex Sólstein gávu handaða fyri drúgva tænastu í orkestrinum Framhald á síðu 2 72 ára gamli Alex Sólstein byrjaði í Klaksvíkar Hornorkestri í 1952. Hóast hann ikki hevur verið aktivur allatíðina, so hevur hann altíð havt tilknýti til orkestrið síðani tá Mynd: Dávur Winther C M Y K 23 22