Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2003 Rólig fet upp einar stuttar trappur, hurðin fer upp, eitt lot kemur inn við einum vitjandi. - Halló! - Hey, er tað tú! - Langt síðani! - Kann eg seta meg her? - Ja, endiliga. Her angar av kaffi, sigarettum og hálvvátum jakkum, men tað er tann hugnaligasti lukturin, tú kanst hugsa tær, tí hann angar av vinsemi og traditiónum. Gjøgnum gluggan síggjast innanífrá vindgosin fólk á gongugøtuni, uttanífrá prátandi vinfólk, ið kanska hava hitst her hvønn einasta dag í 20 ár, ella nýliga hava hitst ella kanska hitt- ast fyri allar fyrstu ferð, fyri síð- ani at fylgjast restina av lívinum. Reyðmálað borð og stólar, gluggatjøldini stríput, veggirnir prýddir við grønum panelum og Jack Kampmann. Síðani tíðar- innar morgun, ella onkuntíð tá, hevur tað sæð út soleiðis, í hvussu so er hava broytingarnar verið so smáar, at tú ikki hevur meira enn varnast tær. Allarhelst gekk omma her, tá hon var ung. Sjálv kom eg her sum barn saman við mostur, og vit systkinabørnini spældu giti- spæl við sukurmolunum. Síðani kunnu tímarnir, eg havi sitið her, ikki teljast, tað verða mánaðir tilsamans, okkurt árið var tað ein til tveir tímar um dagin! Børn míni hava fingið tað inn við móðurmjólkini, bókstaviliga.... Hetta er hjartað í Miðbýnum. Her er tað, tú hittir vinir og kenningar, alt árið. Her er tað, tey lesandi niðrifrá koma inn, so skjótt tey koma heim, tí her kenna tey seg heima, her hitta tey fólk. Her fert tú við børnun- um ein hugnaligan leygarmorg- un, og ongin argast um barnagrát ella smáar føtur, ið renna eitt sindur um rúmið. Her fert tú inn at kroka og fáa hitan í kroppin ruskveðursdagar og at deila tína fragd yvir veðrið sólskinsdagar, ella tekur kaffimunnin út við tær og setir teg á Ebenezertrappuna. Alt ber til. Her er onki múla- trútni, um tú situr og lesir avísir og sussar í ein tíma ella báðar tveir og bara fær tær ein kopp av kaffi. Her hittast gøtusóparar og politikarar, handilsfólk og arbeiðsleys, skúlalærarar og les- andi, smábørn, ommur og abbar, krabbagoggur og handilsferð- andi, elskandi og fíggindar, svøk og vanlig keðilig, og pláss er fyri øllum, um ikki við sama borð, so næstan. Og so ein dagin brestir bumb- an: - Hevur tú hoyrt? Kondittaríið skal lukka! - NEI! Tað kennist sum eitt neyðarróp. Tað ber heilt einfalt ikki til. Man kann ikki lukka Konditaríið! Er onki Kondittarí í Miðbý- num, ja, so er stutt sagt ongin Miðbýur, bara ein sokallað gongugøta, har bilar til ein og hvørja tíð hava fyrstarætt og nakrir handlar, sum tú eins væl kanst finna í sølumiðstøðini. Ongastaðni at fara inn at prátast ella kroka, - bæði eru lívsneyð- ug í Føroyum, - ikki at kunna kanst siga: "Vit hittast á Kon- dittarínum!", ja, onki "morgun- stað" í øllum býnum, ja, uttan cafeteria í Svimjihylinum.... Alternativið verður at útseta alt til um døgurðatíð og hittast í SMS! (áh nei!) ella onkrum pizzaria (hvør tímir tað?) ella Hafnia (hvør hevur ráð?). Møguleikin er sjálvandi til staðar, at onkur annar tekur yvir, men tað er ringt ikki beinanvegin at síggja onkra ræðumynd fyri sær: t.d. at hugsa um, hvat hendi við "Klaptræet", tann lítla biografkaféin í Keypmannahavn. Hon var upprunaliga ein hugnalig eitt sindur myrkt innrættað kafé tapeteserað við gomlum filmplakatum frá filmsøgunnar morgni og við myrkum kanska eitt sindur slitnum træmøblum. Einaferð í seinni helvt av 80’unum fann okkurt ljóst høvd uppá at skifta gomlu filmplakatirnar út við nýggjar 80’ara-filmar og møbl- arnar út við kalt stál, so grund- leggjandi keðiligt, at tú eftir broytingina bert setti beinið har eina ferð fyri at venda beint út aftur. Her í Havn er ringt ikki at stúra fyri, at Kondittaríð verður til eina cowboy-look-alike pizzabarr, har tú heldur ikki setur beinini meira enn ta einu ferðina, ella allarhelst slett ikki, fyri ikki at fáa tey góðu minnini oyðiløgd. So man kann helst ikki gera annað enn at biðja til hægri maktir um, at tey ella tann, ið yvirtekur Kondittaríið, fer at vera ein, ið hevur gingið her alt lívið, ja, allarhelst fekk tað inn við móðurmjólkini, og tí veit, hví hetta at síggja til so lítillætna staðið er so serstakiliga sermerkt og lívsneyðugt fyri Havnina. Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Býarinnar hjarta Rakel Helmsdal skrivar hesin marsjur varð valdur. Hann verður jú nýttur millum annað til forsetaval í USA, so tað máttu vera høgir harrar við leiðslu- størvum, sum skuldu spæla við orkestrinum. Og tað lá væl fyri hjá teimum báðum. Hóast Ulf Nordlund koyrdi ferðina á marsjinum upp og niður, sum tað passaði hon- um, so megnaðu teir at fylgja við. Men tó so steðgaði Ulf sínum orkestri, tí hann ikki var heilt nøgdur við sínar nýggju trummu- og slagverkspælarar. Hann segði teimum, hvat hann vildi hava teir at gera til miklan látur fyri áhoyrararnar. Tá hann hevði steðgað nakrar ferðir, læt til, at hann var nøgdur, og allur marsjurin varð framførdur við tveimum skúlastjórum handan slagverkini, meðan áhoyrararnir klappaðu til taktina. Konsertin endaði við, at øll tey ungu, sum Ulf Nordlund hevur lagt ein góðan spíra í til komandi hornblásarar, spældu trý løg saman við Klaksvíkar Horn- orkestur, sum má sigast at vera tað orkestrið, sum tey ungu gleða seg til at spæla við einaferð. Tann dugnaligi frásøgumað- urin Gunnar Nolsøe gjørdi als ikki konsertina keðiligari. Várið, tjøldrini, lýkkan og spírarnir eru farin at gera um seg í Klaksvík - eisini tónleikurin. Maður kemur í mans stað Konsertin boðaði frá, at maður kemur í mans stað við hópin av ungum spírum úr Klaksvíkar Tónlistaskúla, sum einaferð fara at taka sær tey tyngru ljóðførini og tær tyngru spæliuppgávurnar hjá Klaksvíkar Hornorkestri á seg. Horntónleikurin blómar í Klaksvík, og tey ungu í Tónlista- skúlanum eru ikki færri enn 36 í tali, so tilgongdin má sigast at vera tryggjað. Klaksvíkar Hornorkestur hevur so at siga altíð havt góða til- gongd, tí tey ungu lata til at trív- ast væl í orkestrinum. Eisini leggur Ulf Nordlund stóran dent á ungdómsarbeiðið. Og hann hevur havt ung fólk afturat sær at hjálpa til bólka- venjingar í Tónlistaskúlanum. Og undir konsertini fingu tríggjar ungar gentur eisini gávubrøv handað, sum takk fyri ágrýtni og hjálpsemi í undirvísingini hjá teimum ungu. Tað má sigast, at tað gevur teimum ungu rættiligt blóð upp á tonnina, at tey fáa ein møguleika til at spæla saman við horn- orkestrinum. Tað sást á teimum hendan dagin, tey vóru sera errin, tá tey sótu millum allar teir garvaðu spælararnir. Og uttan iva sótu mong stolt foreldur millum áhoyrararnar leygardagin í Ósá- skúlanum. Tað næsta, sum stendur á skránni hjá Klaksvíkar Horn- orkestri, umframt Flaggdagin og annað, er sjálv Musikkstevnan, sum í ár verður Runavík Dýra Biðidag. Framhald av forsíðuni Maður kemur í mans stað, var tað onkur, sum tók til undir várkonsertini hjá Klaksvíkar Hornorkestri Mynd: Dávur Winther Teir ungu næmingarnir úr Tónlistaskúlanum tyktust ernir av at spæla saman við elituni, tá tað kemur til horntónleik Mynd: Dávur Winther Sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2003 3 MATGERÐ Solby A. Eliasen Jákup Ziskason úr Klaksvík er ein av landsins bestu kokkum. Tað er ongin ivi um tað. Hann er ein sannur gandakallur, tá tað kemur til at gera mat. Og tey eru mong í tali, sum biðja hann gera matin, tá tey bíleggja úti frá. Umframt eina ørgrynnu av brúdleypum og veitslum av yms- um slagi, hevur Jákup gjørt mat- in til allar ábyrgdarafundirnar, sum Norðoya Sparikassi hevur skipað fyri. Og tað er ein størri kunstur at kunna skipa fyri tí. Tann seinasti ábyrgdarafund- urin var fríggjakvøldið 21.03.03. Og har vóru ikki færri enn 1.000 fólk savnað. Jákup og hansara harkalið arbeiddu hart og gjørdu sítt til, at heitur matur var til hvørt tað einasta fólkið í høllini hetta kvøldið. At gera mat til so mong fólk er sanniliga ikki bara sum at siga tað. Jákup steikti knapt 400 kilo av kjøti og gjørdi einar 140 litrar av sós. Og so sjálvandi eplir og grønmeti afturvið. Til forrætt var rækjubland og trifla omaná. – Eg byrjaði at steikja kjøtið mikudagin, sigur Jákup, sum gjørdi allan matin uttan rækju- blandið uppi hjá sær sjálvum. Í dag verða vakum-pakkað eplir nýtt, og Jákup koyrdi tey í ein kókiposa og hitaði tey í gjøgnum í eini gassgrýtu uppi hjá sær sjálvum. Síðani koyrdi hann tey í flamingokassar, har tey hildu sær heit. Og tað sama gjørdi hann við grønmetið. Sósin stóð í gass-grýtum inni í um- klæðingarrúmunum í KÍ-høllini. KÍ høllin hevur fýra umklæð- ingarrúm, og tey vórðu øll gjørd um til køkar við einari gassgrýtu í hvørjum til sós. Kjøtið helt hann heitt í ovnum heima og í Kokkaskúlanum, har hann er lærari. So hevði hann tríggjar bilar við trimum fólkum í, sum koyrdu aftur og fram eftir kjøti, tá tað var tørvur á tí. Afturat sær hevði Jákup 20 fólk í køkinum og 20 fólk tilsamans, sum gjørdu ymiskt annað. Servitrisurnar vóru einar 62 í tali. Kokkur í klædningi Tað, sum ein uttan iva legði væl til merkis hetta kvøldið í KÍ høllini er, at meðan fólk bíðaðu eftir, at fundurin skuldi byrja og at øll vóru komin upp á pláss, gekk Jákup runt í sínum vanligu kokkaklæðum. Men tá borð- haldið byrjaði gekk hann runt so fínum í klædningi og slipsi. – Tá borðhaldið byrjaði, var mín uppgáva í køkinum liðug sum so. Tá gekk eg runt og eygleiddi, hvussu alt gekk úti í sjálvari høllini, sigur hann. Jákup tók so eina hond í, har tað tørv- aði. Men hann er jú kokkurin, so tá allur maturin var gjørdur, var tað upp til hansara starvsfólk at syrgja fyri, at hann kom so skjótt og so heitur sum til bar út til øll fólkini. Ein uppgáva, sum tey øll megnaðu til eitt reint UG. Tá fundurin nærkaðist endan- um, bleiv Jákup og alt hansara harkalið klappað upp á pallin fyri teirra megnararbeiði. Og tað mundi ongan enda fingið. Tað bleiv við at koma fólk út frá umklæðingarrúmunum. Jákup, konan Hergerð og tvey abba- og ommubørn stóðu á pallinum, meðan øll hini yvir 100 fólkini stóðu á gólvinum framman fyri pallin. – Tástani sá eg, hvussu mong tey vóru, sum arbeiddu fyri meg hetta kvøldið, sigur Jákup. Jákup sjálvur letur væl at til- takinum og sigur, at hann hevur fingið nógv positivt at vita, um hvussu væl nøgd fólk vóru við matin og serveringina. – Sjálvandi var okkurt, serliga eisini tí, at tað vóru fleiri nýggjar og óvandar gentur, sum server- aðu, so tær vóru eitt sindur í villareiði, tí tær ikki vistu, hvat tær skuldu allatíðina, men sum heild gekk alt bara upp á stás, sigur Jákup, sum var avbera troyttur leygardagin. Og tá stóð alt uppvaskið og bíðaði. Og tað gjørdi tað eisini mánadagin. – Tað tekur nakrar dagar at vaska alt upp aftur, tað ger tað. Bestikkið varð alt vaskað í viku- skiftinum, men alt tað stóra tað slapp at standa eitt sindur longri, sigur hann. Jákup eigur meginpartin av bestikkinum sjálvur, men til eitt so stórt borðhald, noyddist hann kortini at læna frá øðrum. Hann eigur sjálvur til eini 600 fólk, og so fór tvær aðrastaðni at læna. Og tað er stór broyting frá fyrsta ábyrgdarafundinum. – Tá læntu vit alla møguliga staðnis frá, og tað var eitt stórt arbeiði at fáa alt upp á pláss aftur, greiðir Jákup frá. Men tað var so munandi lættari hjá teim- um hesuferð. Jákup Ziskason dylir ikki fyri, at tað er ómetaliga hart arbeiði at gera heitan mat til so mong fólk, men hann sigur, at hann hevur gott fólk aftanfyri seg eisini, og tað ger sítt til, at tað ber til. Jákup hugsar ikki langt fram í tíðina. Tí hann hevur altíð nóg mikið at gera. Næsta selskapið, sum kann njóta máltið frá hon- um, eru KÍ- stuðlarnir í Havn, sum hava eitt hugnakvøld í kvøld. Men tað er eitt munandi minni selskap. Jákupi dámar væl at kokkast, og hann hevur fingist við tað í mong ár nú. Og so er bert at vóna, at hann fer at halda fram longi afturat. Gjørdi heitan mat til 1.000 fólk Jákup Ziskason og hansara harkalið mugu sigast at vera gandakallar, tá tað kemur til at gera mat. Fríggjakvøldið borðreiddu tey við heitum mati fyri 1.000 fólkum í KÍ-høllini til ábyrgdarafundin hjá Norðoya Sparikassa Jákup Ziskason gjørdi allan matin til ábyrgdarafundin hjá Norðoya Sparikassa seinasta fríggjakvøld Mynd: Jens K. Vang Mangan var rokaligt, meðan tær 62 servitrisurnar gingu aftur og fram og syrgdu fyri, at øll fingu nóg mikið at eta Mynd: Jens K. Vang C M Y K 25 24