Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2003 5 4 Sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2003 SKÓTALÍV Dagfinn Olsen Skótarnir í Vági skipaðu aftur í ár fyri grækarismessuhaldi, sum teir hava gjørt tað í mong ár. Men í ár var nakað fyri seg, tí samstundis hátíðarhelt Skótaliðið Royndin sín 35 ára endurstovn- ingardag. Upprunaliga var liðið stovnað í 1940, tá E. Thulesen var prestur í Vági. Skótaarbeiðið helt fram, til einaferð í sekstiárunum, men datt niðurfyri. Í 1968 tóku fólk seg saman og endurstovnaðu Royndina. Kjartan Mørkøre var prestur í Vági tá, og afturat honum vóru millum aðrar Jákup Olsen og Jóannes Fonsdal. Jákup Olsen var tá útbúgvin lærari og hevði sonevndu Gilwell útbúgv- ingina, hægstu leiðaraútbúgving hjá skótum. Søguligt Í sambandi við 35 ára dagin fyri endurstovnan, var opið hús í skótahúsinum í Vági, eftir sjálvt grækarismessuhaldið. Har var lagt fram nógv av tí tilfari, sum er til um virksemið hesi árini - heilt aftur til 1940, tá uppruna- liga stovnanin fór fram. Og tað er rúgvusmikið tilfar og tíðarkrevjandi at kaða ígjøg- num allar myndabøkurnar og allar dagbøkurnar ella gerðabøk- urnar hesi árini síðani 1968. Ella longur aftur. Til eru nevni- liga brot úr dagbókini frá 1940 hjá Thulesen presti og gamlar myndir eru eisini til skjals. Ein sannur gloypibiti hjá honum, sum ætlar sær innlit í samtíðar- søgu og skótalív, ella hevur hug at kanna ella skriva skótasøguna. Gulnaðu síðurnar siga ikki so lítið um farnar tíðir, samanhald, stríð og felagslív. Her skal tó gangast heldur lættari og skjótari fram yvir tíðarmerkingar og søgan sigast í stuttum. Tann 27/7-1940 skrivar Thulesen m.a. soleiðis í dagbók sína: Ved titiden kom Erling og Thorkild......de nærede Ønske om at komme i Arbejde. Vi fik sat nogle Grøfter af, som de kunne have at more sig med. Men den samtale vi fik, kan maaske faa større Betydning, da den gav Udtryk for en Trang til et eller andet særligt Arbejde for Ungdommen her i Vaag. Større Forhaabninger maa man dog ikke knytte hertil naar man kender Forholdene..... Og tann 2/8 1940 skrivar Thulesen, at hann hevur havt vitjan av Ejvind (Dahl), Erling (Poulsen) og Torkil (Beder). Tosað varð um áhuga og møgu- leikar fyri skótaarbeiði og farið varð beinaveg til verka. Thulesen er so í KFUM í Havn og fólk frá KFUM vitja eisini suður. Eftir guðstænastuna 11/8 í 1940 skrivar Thulesen, at í Meinigheitshúsinum var fundur, og at tríggir teir fyrstu skótarnir vórðu "indviede". Nøkur møttu til fundin, men tað kundu verið fleiri, viðmerkir Thulesen í dag- bókini. Johan Vejhe - vegna KFUM Tórshavn - endaði fund- in á bergtakandi hátt og ynskti framgongd og gott arbeiðslag framyvir. Húsið Tilfari er nóg mikið av, ætlar ein sær innlit í skótaarbeiðið og søg- una farnu 35 árini, síðani endur- stovnan í 1968. Men nøkur rit- gerð verður ikki skrivað á hesum sinni, men heldur eitt stutt yvirlit yvir farnu árini. Dag- ella gerðabøkurnar eru nakað fyri seg og stuttligar at hyggja í. Í onkrum av teim fyrstu eru enntá myndir frá ymsum hendingum, so sum fundum ella hugnaløtum við framførslum, smáleikum. Dagbøkurnar eru sum heild eisini vældokumenterðar við tekningum um tað, sum farið er fram. Til stuttleika kann takast í nøvnini á fundarluttakarunum á fyrstu síðunum í bókum frá 1968/69. Í patruljuni Falkur vóru í 1968 Bergur Godtfred, Skuli Magnus- sen, Albert Hentze, Palli Hansen. Í patruljuni Ørvaroddur vóru Skótalið 35 ára dag síðan endurstovnan Skótaliðið Royndin helt á grækarismessu í ár sín 35 ára dag síðani endur- stovnanina í 1968. Upprunaliga stovnanin fór fram í 1940 Regin Debes, førari, Frank Poul- sen, hjálpari, Jákup Thomsen, Jónsvein Nielsen, Kjartan Strøm, Pól Hammer, Símun Midjord, Páll Sumberg. Mongu bøkurnar eru áhuga- verdar, men vit leggja tær frá okkum her. Eftir at hava hildið til í meinigheitshúsinum í mong ár, vórðu tøk tikin í 1990, tá gjørt varð av at keypa eitt fjós við tí endamáli at byggja um til skóta- hús. Frá keyptu húsunum - fjósin- um - og til lidna skótahúsið, sum í dag stendur, er langur vegur. Húsið varð keypt fyri eini 800.000 krónur og síðani sett í stand fyri aðrar 800.000 krónur, so tað at enda stóð í 1,6 millión. Og hetta var tungt í ringastu krepputíðum, men tung tøk eru tikin og góður stuðul fekst frá kommununi í mong ár, so í dag stendur væl til og húsini eru nógv niðurgoldin. Nógv verður gjørt við at leiga út til ferðavinn- una og koma bólkar úr bæði Føroyum og úr útlondum í húsini at búgva. Jóansøkan er í Vági annað hvørt ár og hava skótarnir tá tiltøk og gevur hetta sera gott ískoyti. Men góður stuðul er eisni frá teim mongu, sum ósjálvsøkin geva eina hjálpandi hond, og sum valla nakrantíð verða nevnd, sigur heimildarmaður okkara, Albert Hentze, sjálvur skóti og ein drívmegi í 35 ár. Men tað eru nakrar, sum hann heldur eiga at koma fram í ljós- mála, tað eru tær sonevndu "bingokonurnar", sum við bingo- tiltøkum muna væl í rakstrinum. Tær eru Ásgerð Steenberg, Marj- un Midjord, Marna Augustinusen, Gunfríð Hvanná og Dania Eyðunson. Myndabøkurnar tala sítt klára myndamál um, at mangar hava legurnar verið og eisini ferðirnar uttanlands eru nakrar. Í Danmark hevur Royndin verið tvær ferðir, í Íslandi og Svøríki tvær ferðir og í Noreg og Niðurlondum. Og depilin á Selatrað fyllir nógv, men søgu- ligar og stuttligar eru eisini myndir av minniligu leguni frá 1976 við Leynavatn, tá alt flotnaði. Albert Hentze hevur, saman við t.d. Michael Henriksen, sála, verið drívmegi handan skóta- arbeiðið í Vági síðani 1968. Nýggj fólk leggjast afturat og í dag sær gott út við uppmøting og leiðarum. Tað hevur annars m.a. verið leiðaratørvur, sum áður hevur lagt skótaarbeiði lamið, men framtíðin tykist ljós, nú 35 ár eru síðani endur- stovnanina av Royndini í 1968. Fjósið, sum í 1990 varð keypt til skótahús Fjósið er vorðið Skótahús í Vági Gomul skótamynd. Pauli Lassen ávegis til skótalegu í Fámjin í 1948 ella 1949 Gomul mynd. Eisini KFUK skótar vóru í Vági Skótalív. Hendan ovnin evnaðu Albert Hentze og Bent Mortensen í smiðjuni hjá Bent. Nýttur t.d. á Selatrað og gav heitt vatn til køk og brúsur Michael Henriksen, sáli, ein grundstuðul undir skótalívinum í Royndini í mong ár Skótalív. Minniliga legan við Leynavatn í sjeytiárunum, tá alt flotnaði Albert Hentze, ein drívmegi í skótaarbeiði í Vági og er tað framvegis, eftir 35 ár sum skóti Grækarismessuhald við minnisvarðan í 1980 Aftur á slóðina. Grækarismessa 2003 í Vági. Teir, ið endurstovnaðu Royndina í 1968, eru aftur at síggja í skótahøpi, Kjartan Mørkøre heldur røðu og eisini síggjast Jákup Olsen, Kjartan Dalsgarð og Bent Mortensen C M Y K 27 26