leygardagur 29. mars 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2003
SKEMTARI
Eyðun Klakstein
Skemtarar sum Finn Nørbygaard
eru vanir við at gera eitt show,
sum skal spælast umaftur og um-
aftur. Somu søgurnar skulu
sigast kvøld eftir kvøld, meðan
nýggj fólk í salinum flenna eftir
teimum kvøld eftir kvøld.
Tað var eitt sindur av hesum
yvir Finn Nørbygaard, tá ið hann
var í Klaksvík og vitjaði farna
vikuskiftið. Skemtiligi jydin var
fyrikomandi og prátingarsamur,
men tær somu søgurnar gingu
aftur, tá ið hann tosaði við fjøl-
miðlafólk.
Hann hevði eftir øllum at
døma funnið eina stuttliga søgu
at siga, sum hevði tilknýti til
Føroyar, og nú hann situr har við
borðið og ikki sær so elegantur
og strokin út, sum vit kenna
hann frá tí framúrskarandi
Finn'sk Fjernsyn, greiðir hann
frá, hvussu tað var, tá ið hann var
í Føroyum fyrstu ferð.
— Tað var tíðliga í 80'unum, at
eg var boðsendur at koma til
Føroya at undirhalda. Eg skuldi
undirhalda børnunum í SMS í
tríggjar dag. Hetta var fyrsta
framførslan hjá mær nakrantíð,
men tað er ivaleyst eingin, sum
minnist til tað, tí har var eingin
og hugdi, greiðir hann frá. Hárið
tykist verða eitt vet ov langt, og
klædnabúnan er óhátíðarligur,
men tað eru nakrir tímar, til hann
skal á pallin í KÍ-høllini.
Fekk sekkin
— Eg skuldi hava tvær fram-
førslur um dagin. Tá eg fór á
pallin klokkan tvey, var eingin
har, sigur hann og skapar eitt
trillrunt 0 við fingrunum.
— Men teir skuldu ikki hava
tað at siga. Eg læt sum einki og
gjøgnumførdi tað, sum eg hevði
ætlað mær.
Men tá ið seinna framførslan
skuldi vera hendan dagin, var
danski skemtarin tikin av plakat-
ini, og ístaðin var ein kapping
um ein túsundkrónuseðil, har tað
ráddi um at eta so nógvar fløta-
bollar sum gjørligt.
— Eg spurdi teir so, hvussu
var við mær, men teir søgdu
bara, at eg gjørdi, sum eg vildi.
Eg kundi fara heimaftur, ella eg
kundi verða verandi í Føroyum í
tríggjar dagar. Pengarnar, sum eg
skuldi hava, skuldi eg nokk fáa.
Endin var, at Nørbygaard fór
heimaftur sum av torvheiðum, og
hann hevur ikki verið aftur í
Føroyum fyrr enn nú.
— Soleiðis var mín byrjan sum
skemtari á altjóða leikpallinum.
Og fyri at hetta ikki skuldi
endurtaka seg, havi eg biðið
Norðoya Sparikassa tryggjað, at
fólkini verða sitandi, tá ið eg
skal á pallin, sigur hann og sipar
til orsøkina til, at hann var í
Føroyum. Hann undirhelt á
ábyrgdarafundinum hjá spari-
kassanum í Norðoyggjum
seinasta fríggjakvøld.
Væl umtóktur
Finn Nørbygaard varð føddur í
Esbjerg í 1952, og hann hevur
hildið fast um jútsku røtur sínar,
tí hann hevur í nógv ár verið
búsitandi í Århus.
Í 1988 kom fyrsti filmurin við
tí nógv umrødda Jydekompag-
niet, har Nørbygaard enn eina-
ferð spældi klovn saman við
makkara sínum Jacob Haugaard.
Teir báðir slóu ígjøgnum við eini
útvarpssending av fyrstan tíð, og
teirra samstarv var bæði drúgt og
gevandi.
– Eg havi arbeitt saman við
nógvum dugnaligum fólkum,
men tað var nakað serligt við
Jacob Haugaard. Okkara sam-
starv var nakað fyri seg, og tað
er helst nakað, sum tú bara upp-
livir eina ferð í lívinum, sigur
Finn Nørbygaard.
Finn'sk Fjernsyn
Føroyingar kenna hann helst best
sum vertin og sjónleikaran í
Finn´sk Fjernsyn, sum Sjónvarp
Føroya hevur sent seinastu tvey
árini.
– Tað er ótrúliga spennandi,
men eisini krevjandi at gera hesa
sendirøðina. Arbeiðið krevur sera
nógv av tær, og hóast eg eri
beskeðin, eri eg sannførdur um,
at tað eru fáir skemtarar í Dan-
mark, sum høvdu klárað hesa
uppgávuna.
Eitt er, at tað tekur ein mánað
at taka allar sketjurnar upp, men
síðani er stóra uppgávan at vera
vertur frammanfyri sjónvarps-
tólini, har tikið verður upp dag
um dag, og alt skal fylgja eini
neyvari ætlan.
– Eg skal bæði hugsa um
fólkini í salinum, men alíkavæl
snýr tað seg fyrst og fremst um
upptøkutólini. Alt tað, sum eg
skal siga, skal fylgja gongdini
hjá upptøkutólunum, og einki
kann kiksa, tí um tú mást taka
nakað umaftur, so merkist tað á
áhoyrarunum, sigur Finn Nørby-
gaard.
– Tí er tað eitt satt spæl at fara
á pallin til eitt slíkt tiltak sum
her í Klaksvík. Her kann eg vera
púra fríur og gera tað, sum eg
havi hug til, sigur hann.
Og tað gjørdi skemtiligi danin,
sum undirhelt eini 1000 fólkum í
40 minuttir, og tað stóð ikki á.
Har var nógv at flenna eftir.
Finn fekk sekkin
Fyrstu ferð Finn Nørbygaard var í Føroyum, var hann tikin av
plakatini, tí eingin tímdi at lurta eftir honum. 20 ár seinni var
hann aftur í Føroyum, og nú var sum vent í holuni
– Tí er tað eitt satt spæl at fara á pallin til eitt slíkt tiltak sum her í Klaksvík. Her kann eg vera púra fríur og gera
tað, sum eg havi hug til, sigur Finn Nørbygaard
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2003
7
TÓNBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Tónleikarar kenna seg helst best
á pallinum ella í upptøkuhølun-
um, men farna vikuskiftið vóru
tað eini hundrað av teimum, sum
bjóðaðu av á vøllinum.
Høvið var innandurakapping í
fótbólti á Kambsdali, og her vóru
20 lið við í kappingini. Talan var
fyrst og fremst um tónleikarar,
men eisini onnur, sum hava til-
knýti til tónleikaheimin, spældu
við.
Tað var ferð á allan leygar-
dagin, og har var nógv at fáa við.
James Olsen passaði málið, tá ið
Bumba rímar við Sumba spældi,
og hann var ikki lættur at sleppa
framvið. Einu ferðina, tá ið mót-
støðumaður kom leysur, stemm-
aði hann í at syngja Beatles-
sangin: »Help, I need some-
body«.
Tónleikararnir í MC Hár eru
kendir fyri at hava eitt gott show,
og soleiðis var eisini á vøllinum.
Hóast teir ikki taldust millum
sterkastu liðini, so var tað ikki
keðiligt at hyggja eftir teimum.
— Ongantíð hevur eitt lið
spælt so illa so leingi, helt Niels
Uni Dam fyri eftir kappingina.
Gott undirhald
Tað vóru nógvar góðar detaljur
at fáa eyga á, men tað vóru eisini
onkrir kiksarar, sum eisini síggj-
ast, tá ið heimsins bestu bólts-
spælarar bólta sær. Stjórin á Plat-
form hevði ein ordans avbrenn-
ara, tá ið hann var ein metur úr
málinum, og so mundi hann ikki
komið fyri seg aftur, sum hann
flenti eftir sær sjálvum.
Petur Pólsson var í rætta ess-
inum, og tað frættist, at hann er
ikki sæddur so góður síðani
piltadeildina, tá ið hann var stór-
skjútti á GÍ-liðnum.
Hóast nógvir av spælarunum
ikki vóru í besta kropsliga form-
inum til eina harða fótbólts-
kapping, so spældi alt væl av.
Bara bassspælarin í Moirae,
Mikkjal Joensen, var so óheppin
at koykja sær fótin.
Fuglfirðingar vunnu
Endin av kappingini var, at fugl-
firðingar vunnu grótharða dystin
um gullið. Liðið, sum var mann-
að við tónleikarum úr Atlas og
onkrum sangarum úr manskór-
inum í Fuglafirði, vunnu final-
una ímóti liðnum hjá Grót.
Á liðnum úr Fuglafirði spældu
menn sum Njál Reinert-Petersen,
Mouritz Mohr og Kristian Peter-
sen. Onkur vildi vera við, at
hetta var fyrstu ferð, at fulgfirð-
ingar høvdu vunnið nakað av
týdningi, síðani einasta FM-
heitið hjá teimum í fótbólti, ið
teir vunnu í 1977. Og tá var
Kristian Petersen eisini ein av
spælarunum.
Eftir kappingina helt hann
skemtiliga fyri, at hann merkti,
at hann var ikki 40 longur.
All That Rain tryggjaði sær
bronsuna í dysti ímóti Ataja,
men fyrst og fremst snúði tað seg
um at hava tað hugnaligt, og tað
eydnaðist til fulnar. Eisini tí, at
Kim Hansen og Magnus Jo-
hannesen upp á skift spældu
harmoniku í høllini.
Hetta var fyrsta ferðin, at slíka
fótbóltskapping varð hildin, men
tað er neyvan seinastu ferð.
Tónleikarar í stórformi
Tá ið fótbóltsevnini ikki rukku til, var nógv annað at undirhalda sær
við. Eini 100 tónleikarar dystaðust farna vikuskiftið í eini innandura
fótbóltskapping, og tað gjørdist ein øðrvísi kapping
Niels Uni og hinir í MC Hár dugdu at undirhalda sær, hóast teir ikki komu langt í kappingini
Heðin Arge ger seg til reiðar til næsta dystin hjá útvarpsliðnum, har eisini Jákup Magnussen
var við
Kim Hansen spælir harmoniku, og lagið er gott
James Olsen royndi seg sum málmann
Vinnandi liðið var úr Fuglafirði
C
M
Y
K
29
28