Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VB kann á heimavølli gera støðuna hjá KÍ uppaftur verri, og í Gundadali skal stjørnusetta B36 royna at fáa gongd á kappingina eftir greiða tapið í Gøtu LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Næsta umfarið í bólkaspæl- inum í kappingini um Løg- manssteypið stendur nú fyri framman. Enn er sjálvandi ov stutt til at siga, hvør er úti og ikki, men úrslitini fyrsta umfarið benda í øll- um førum á, at kappingin um at koma víðari kann gerast harðari enn nakran- tíð. KÍ skal við Fyrsti dysturin í endaspæl- inum gjørdist – sum vant – eitt stórt vónbrot fyri klaks- víkingar. Liðið, sum so smátt tykist hava fingið sær ein óvana við at heilkiksa tíðliga á árinum, mátti á heimavølli leggja rygg til sanna eyðmýking, tá EB/ Streymur var á vitjan. Hetta hevur alt fyri eitt lagt trýst á KÍ, og tí eru teir mest sum noyddir at vinna, nú teir leggja leiðina til Vágs, har flestu lið í land- inum hava tað sera trupult. Á Argjum fekk AB eina hampuliga góða byrjan upp á endaspælið, tó at tað ikki kastaði stig av sær, tá teir á heimavølli høvdu gott tak á VB. Tí er einki at ivast í, at moralurin á Argjamonnum er í topp, nú teir aftur skulu taka ímóti einum liði úr bestu deildini. Á pappírin- um átti EB/Streymur kanska eisini at veri ein lættari uppgáva enn VB, men úrslitið úr Klaksvík bendir tó aðrar vegir. Við einum sigri her hevur EB/Streymur eisini møgu- leiki at gera tað ógvuliga sannlíkt, at teir í øllum førum fara at teljast millum bestu trý’ararnar, so einki er at ivast í, at teir fara eftir sigrinum. Púrasta opið Av teimum trimum bólk- unum, tykist bólkur tvey í løtuni vera tann, sum er mest opin. Javnleikurin, sum TB fekk í fyrsta um- farinum bendir í øllum førum á, at teir so avgjørt ikki ætla sær at fáa bank frá nøkrum. Hesa ferð verður tað NSÍ, sum vitjar á Tvøroyri, og tó at runavíkingarnir vístu góðan moral við at stríða seg til stigini móti FS Vág- um, so skulu teir avgjørt ikki rokna við, at uppgávan her verður nakað lættari. Hin dysturin í bólkinum verður á Toftum, har vága- menn vitja. Bæði liðini vóru fyri vónbrotið seinast, men á pappírinum mundi javnleikurin hjá B68 móti TB helst svíða meira, enn tað gjørdi hjá FSV, tá teir mistu í seinastu løtu móti NSÍ. Tað úrslitið bendir tó á, at FS Vágar í ár man vera væl betri fyri, enn tá teir seinast vóru í bestu mans- deildini, og fyri liðið er tað avgjørt eitt slag av styrkis- roynd, nú teir tvær reisur innan eina viku vitja í Eyst- uroynni. Grannauppgerð í Havn Seinsti bólkurin í kapping- ini er tann, sum longu framman undan varð útnevndur sum sterkasti bólkurin, har trý av teimum vanliga sterku liðunum vóru bólkaði. Fyrsta umfarið her sýndi fyrst og fremst tveir lutir. Meistararnir úr HB eiga framvegis eitt av sterkastu liðunum í landinum, og tó at Skála ikki gav teimum stórvegis av mótstøðu, so var avrikið í nógvar mátar sera sannførandi. Hitt var, at B36 – hóast liðið í ár er nógv styrkt – enn ikki hevur fingið eina slagsterka eind, sum kann taka dystin upp við tey bestu. Liðið hevur nógvar skaðar í løtuni, men fleiri av teimum, sum vanliga verður roknað nógv av, sýndu ikki nakað stórspæl í Gøtu, og skal talan gerast um annað úrslit sunnu- dagin, skal hugburðurin helst vera ein heilt annar. Grannauppgerðin millum bæði havnarliðini verður sunnudagin, men dagin fyri skulu Skála og GÍ takast. Skálamenn vístu í øllum førum ikki nakað sannfør- andi spæl seinasta viku- skifti, og teir skulu í øllum førum sýna annað spæl hesaferð. Tað mugu gøtu- menn kanska eisini gera. Ikki tí at spælið ikki var gott seinast, men helst noyðist liðið nakað longur fram á vøllin hesaferð, tí nú verður í øllum førum rokn- að við, at teir skulu skapa dystin. Nr. 62 • leygardagur • 29. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 NSÍ 1 1 - 0 - 0 4 2 2 3 2 B68 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 3 TB 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 4 FSV 1 0 - 0 - 1 2 4 -2 0 Bólkur 2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 1 1 - 0 - 0 4 0 4 3 2 VB 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 3 AB 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 4 KÍ 1 0 - 0 - 1 0 4 -4 0 Bólkur 3 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 1 1 - 0 - 0 7 1 6 3 2 GÍ 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 3 B36 1 0 - 0 - 1 0 2 -2 0 4 Skála 1 0 - 0 - 1 1 7 -6 0 Tykist sera javnt 31 8 Sosialurin Nr. 62 - 29. mars 2003 Eitt pappír, sum á onkran hátt var komið Sjónvarpi Føroya í hendi í síðstu viku, elvdi til so nógvar skrivaðar reglur undir linkinum "Viðmerkingar" á vevsíðunum hjá føroysku tíð- indabløðunum báðum, at eg kendi meg drignan til at hyggja eftir hesum nógv um- talaða innslagi í Degi og Viku úr míni tryggu frástøðu her í Italia. Tað var ikki tí, at pappírið var so gølufult, at tað gjørdi nakað. Eingin hevði gjørt nak- að ólógligt. Eingin grund var at seta nakra kanningarnevnd at kanna nakað. Og tann, sum skrivaði pappírið, skal ikki taka nakrar avleiðingar av nøkrum. Her í Italia hevði eitt slíkt pappír als ikki tikið nakran á bóli. Italienarar eru snøgt sagt vanir við tað, sum er verri, frá sínum politikarum. At tað beinanvegin setti pennar og munnar ígongd við at ákæra, ávara og avvísa í Føroyum er tó ikki so løgið. Tí pappírið er eitt ítøkiligt prógv um, at heldur ikki føroyskur politikur anno 2003 bara snýr seg um at stýra landinum so væl og demokratiskt sum møguligt, men í minst líka stóran mun snýr seg um at stýra fólkaviljanum við tí fyri eyga at fáa og varðveita vald. Kanska meira enn eitt annað skjal (sum tó ikki var fest á pappír) vísti hetta skjalið, at eisini føroyskir politikarar vita, at tað ikki longur bert er polit- iskt hegni, røtt hjartamál og góð argumentir, sum vinna tokka veljarans, men í nógv størri mun fyrimunarlig fjøl- miðlaumtala. At royna at stýra fjølmiðla- umtaluni so nógv sum gjørligt til sín fyrimun, er longu fyri langari tíð síðan blivin grund- reglan undir øllum hinum grundreglunum fyri politiskum arbeiði í størru demokratisku londunum kring okkum. Fakta er, at veljarar í minni og minni mun eru knýttir at hugsjónum og flokkum og í størri mun taka sínar atkvøðuavgerðir grundaðar á eina meting av persónligu eginleikum politik- arans. Sjónvarpsmiðilin hevur eina serstøðu hesum viðvíkj- andi, tí tað er ígjøgnum sjón- varpið, at politikarar hava nógv ta størstu ávirkanina á almennu hugsanina um teirra persónligu eginleikar. Men av tí, at politiska innihaldið í sjónvarpinum í stóran mun verður framleitt útfrá teirri dagsskrá, sum skrivandi fjøl- miðlarnir seta, verður eisini dúgliga roynt at stýrt umtaluni í skrivligu miðlunum. Her í Italia, ið av serfrøð- ingum innan politiska komm- unikatión verður mett at vera tað europeiska landið, har politiski pallurin í størstan mun hevur tilpassað seg hesa nýggju støðuna, har sjónvarpið er blivið einasti vegurin til hjartað hjá einum stórum parti av veljaraskaranum, er støðan blivin rættiliga grotesk. Frá at hava flutt seg so líðandi frá at snúgva seg um politiska veru- leikan til at snúgva seg um persónliga umdømið politikar- ans eru italiensk valstríð ígjøgnum 1990 blivin meira ella minni óheft av politikki. Og við einum spildurnýggjum og í allar mátar miðlasniðgiv- num flokki og valdinum yvir trimum stórum sjónvarpsrásum umframt fleiri dagbløðum, hevur Silvio Berlusconi eina so sterka støðu, sum politisku mótstøðumenn hansara bert kunnu droyma um. Men minni kann eisini gera tað. Í Danmark hava størru flokkarnir sett dugnalig fjøl- miðlafólk og onnur kommun- ikatiónsserkøn í starv við teirri uppgáva at skapa góða fjøl- miðlaumtalu og sum best at forða ringari fjølmiðlaumtalu. Og av tí at teir fægstu topp- politikararnir tilvildarliga eisini eru serfrøðingar innan kommunikatión og miðlar, er eisini blivið vanligt, at hvør teirra hevur sín "persónliga miðlaráðgeva" í fullum starvi. Ein sonevndan spindoktor. Poul Schluter var tann seinasti danski forsætisráðharri, sum ikki hevði ein slíkan. Nú hava allir floksformenninir í størru flokkunum og ein stórur partur av ráðharrunum ein. At royna at stýra fjølmiðla- umtaluni á allar møguligar hættir er soleiðis ikki nakað nýtt í politikki, og heldur ikki nakað, sum fer burtur aftur. At stýra fjølmiðlaumtaluni til sín fyrimun er hinvegin blivið tað mest umráðandi fyri ein politikara. Allir snildir verða brúktar, og tað umráðandi er soleiðis til dømis ikki nær ein ósemja verður loyst, men nær tað verður fráboðað, og hvussu fráboðanin tekur seg út í al- mennu fjølmiðlamyndini. Í Føroyum tykist hetta kanska ikki so útbreitt enn. Gamaní hava allir flokkar ígjøgnum søguna havt síni málgagn, men meðan mál- gagnið er meira at samanbera við durðaborin lýsingarbløð, snýr stýring av miðlaumtaluni seg fyrst og fremst um at koma í gott ljós í "óheftu" og al- mennu fjølmiðlunum. Serliga í sjónvarpinum. Og í hesum sambandi er nakað hent sein- astu árini, og hetta var nógv umtalaða pappírið frá síðstu viku eitt gott ítøkiligt dømi um. Stórur munur er enn á, hvussu nógv teir ymisku før- oysku flokkarnir systematiskt brúka serkøna vitan um kommunikatión og miðlar til at koma í gott ljós, men tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn allir flokkar eru við á bylgjuni. Tí eru teir ikki tað, verða teir taparar í nýggja politiska spælinum við broyttu spælireglunum. So tað skulu nokk koma fleiri slík pappír fram í fram- tíðini. Men tey vera ikki ein partur av gølum. Heldur partur av politiska gerandisdegnum. Politikarar sum fjølmiðlastjørnur TELDUBRÆVIÐ Frá: Rúnar Reistrup, Siena, runar@reistrup.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Signar í Homrum, tónleikari Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Fyrr áttu foreldur míni bæði gittar, harmoniku og orgul, men tíverri einki sum yvirlivdi tríggj- ar buldribassar. Men har var altíð nógvur tónleikur, og bæði beiggjarnir og systurin hava sungið og spælt ymisk ljóðføri. Spælir tú nakað ljóðføri? – Gittar fyri tað mesta, men dugi eisini onkrar akkordir á klaver. Syngur tú undir brúsuni? – Meira murri enn syngi. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Altíð, men tað er ótrúliga tor- ført at liva av tí. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Tónleikur er sum luft. Uttan tónleik er onki. Hvussu nógvar fløgur/plátur /bond eigur tú? – Umleið 2-300 Hvat er tín yndisfløga? – Tær eru so nógvar. Men fleiri av Beatles útgávunum eru høgt í metum. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – »Tað besta frá Gjallarhorn- inum«. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Veit ongan. Minnist bara sangir mær dámar. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Tað mær ikki dámar, havi eg koyrt vekk, so eg haldi ikki, har er nøkur! Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – »Long and winding road« hjá Lennon/McCartney. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Elton John er altíð góður, og Eagles eisini. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Janus Mohr er góður sunnu- dag, men tað er aftaná døgverða, so eeh.... Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Ongin. Dámar mær ikki tónleik- in, sløkki eg. (Hint, hint Jenis) Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Mest sum alt, uttan hiphop og experimentiellur jazzur. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Eg haldi at tað var »Rivers of Babylon« hjá BoneyM. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Tann sum eg eri fegnast um at hava gjørt, er »Sorry«, sum All That Rain hava á Naked Truth- fløguni. Tann, sum eg eri fegnast um at hava spælt inn, er »Paying« á Time-fløguni hjá Kjølum. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Kalla tað konservativt, men »Nærri mín Gud til tín« er ein hin vakrasti sálmurin, eg kenni. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Eric Clapton í Scandinavium í Gøteborg. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Paul McCartney ella George Martin. C M Y K 30