Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 29. mars 2003 33 32 Nr. 62 - 29. mars 2003 Christian Høgni skal hava nýggjan venjara Leiðslan í Vejle hevur givið Frank Petersen sekkin, og teir eru ikki mjúk- ur við nú fyrrver- andi venjaran ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Christian Høgni Jacob- sen hevur síðani eina ferð síðsta heyst verið fastur maður á besta liðnum í Vejle. Venjarin, Frank Petersen, hevur aftur og aftur givið til kennar, at hann hevur hildið nógv av føroyska spælaranum. Hvussu tað verður við fasta sessinum hjá Christian Høgna í fram- tíðini skal ein annar per- sónur enn Frank Peter- sen gera av. Í fyrradagin gav leiðslan í Vejle venj- aranum sekkin. Vejle er á 8. plássinum í næstbestu deildini. Í tveimum teim- um fyrstu dystunum eftir vetrarsteðgin hava teir tapt. 3–0 á heimavølli ímóti Frem og 2–1 á úti- vølli ímóti HIK. Men leiðslan í Vejle undirstrikar, at tað er ikki orsaka av hesum tap- unum og 8. plássinum, at teir hava givið venjaran- um sekkin. Teir eru opin- skáraðir, og nú fyrrver- andi venjarin fær av at vita: – Ráðaloysi og ør- kymlan hevur eyðkent arbeiðið hjá venjaranum, sum vit avgjørt ikki meta at vera nóg dugnaligan at vera undangongumann hjá nógvu ungu og evna- ríku fótbóltsspælarunum, sum eru í felagnum. Hetta er kontanta skoðsmálið hjá nevndini. Venjarin, Frank Petersen, hevur ikki so nógvar við- merkingar: – At teir skriva soleiðis í tíðindaskrivinum sigur nógv um teir, sum standa aftanfyri hasi orðini, er tað einasta, sum venjarin vil siga við fjølmiðlarnar. Vejle hevur ikki enn gjørt av, hvør nú skal standa á odda fyri besta liðnum. Í gjár skuldu teir havt spælt venjingardyst ímóti superliguliðnum hjá AGF, men hesin dyst- urin varð avlýstur, tá ið tað hósdagin var greitt, at venjarin hevði fingið sekkin. Orsaka av lands- dystinum hjá Danmark í Rumenia í dag er næsta umfarið í donsku lands- kappingini ikki á skránni fyrrenn næsta vikuskifti. Formaðurin í RSF og formaðurin í róðrar- deildini hjá VÍF eru samdir um, at tað er óheppið, um feløgini á fundinum í dag skulu velja millum øll uppskotini, sum liggja á borðinum KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Hvør skal oftari enn higar- til verða vertur, tá ið tað í framtíðini verða sjey og ikki seks FM kappingar í kappróðri. Spurningurin ætlast at verða svaraður fyrrapartin í dag, tá ið RSF fer at hava aðalfund. Nevndin í RSF hevur ikki nakað ítøkiligt tilmæli, men teir hava meiri ella minni roknað við, at Runavík verður vertur fyri einari FM kapping í ár, hóast tað er Fuglafjørður, sum eigur rættin til FM róðurin í ár, sum tey bæði plássini hig- artil hava skiftst um. Síðani Kappróðrarfelagið NSÍ kom fram við upp- skotinum um eina sjeyndu FM kapping hevur av og á verið tosað nógv um málið, og tað hava eisini verið nógvar viðmerkingar á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Men nú feløg- ini fara á aðalfund bendir nógv á, at tey skulu velja millum í minsta lagið fimm uppskot. Sambært kappróðrar- skipanini fyri 2002 eru 30 limafeløg í RSF. Tey hava á aðalfundinum eina atkvøðu í part, og so hevur nevndin í RSF tvær atkvøður. Fleiri av limafeløgunum hava ikki luttikið í FM kapping- um í fleiri ár, og tað er neyvan sannlíkt, at fleiri enn tjúgu feløg fara at møta á fundinum í dag. – Vit halda, at tað er ó- heppið, um tey 15–20 fe- løgini, sum møta á aðal- fundinum skulu taka dagar ímillum fimm uppskot. Tað kann hava við sær, at tað, sum verður samtykt, bara hevur undirtøku frá kanska 5–8 feløgum. Tá hevði tað verið betri, um tað undan fundinum var komið fram til eina semju ella kanska tvey uppskot at taka dagar ímillum. Tað hevði verið nógv rudduligari. Vit hava í skrivi til RSF boða frá okkara støðu, men vit hava ikki gjørt nakað við at sannføra onnur feløg um, at tey skulu taka undur við okkum. Tað er Bárður Nielsen, formaður í róðrardeildini hjá VÍF, sum sigur hetta. Hann heldur, at nevndin í RSF kanska skuldi havt eitt greitt tilmæli undan aðal- fundinum: – Aðalmálið má vera, at optimala loysnin verður samtykt. Teir í RSF hava verið við í nógv ár, og teir eiga at hava eina áskoðan um, hvat tænir kapp-róðr- inum best. Luttakararnir fyrsta rætt Bárður Nielsen tekur sjálv- andi undir við uppskotin- um, sum VÍF í brævi hevur boðað frá. Altso at Runavík skal hava FM kappróður á hvørjum ári, at Fugla- fjørður og Vestmanna skulu skiftast um eina kapping, og at Vágarnar skulu eiga eina stevnu. – Vit halda hetta vera bestu loysnina av fleiri orsøkum. Í Runavík hava teir verið óførir at luttikið, teir hava gingið undan í at fáa nýggjar bátar til vega, teir hava fyri stuttum bygt sær stórt og snotuligt neyst, teir hava staðið seg væl, teir eiga eitt tað besta róðrar- økið, og tað vóru teir, sum av fyrstan tíð komu við uppskotinum um sjeyndu FM stevnuna. Vit halda ikki, at tað er rímuligt, at Fuglafjørður fær FM stevnu á hvørjum ári. Teir hava ikki luttikið í fleiri ár. Av somu orsøk halda vit ikki, at tað er rímuligt, at Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík fáa FM stevnur oftari, enn teir hava nú. Vit luttaka við fleiri bátum og uppaftur fleiri manningum á hvørjum ári, og tí halda vit, at tað hevði ikki verið annað enn rímuligt, at vit og fuglfirðingar skiftust um eina FM stevnu. Í brævinum frá vest- menningum til RSF verður víst á, at tað nátúrliga samskiftið, sum hevur verið millum Vestmanna og bygdirnar í Vágum ikki er so nátúrligt longur, nú tað ikki verður ferðast í Vág- arnar umvegis Vestmanna. – At skipa fyri stevnu fjórða hvørt ár halda vit vera ov sjáldan. Tað er truplari at optimerað fyri- reikingarnar, enn tað hevði verið, um vit annað hvørt ár høvdu skipað fyri FM kapping, siga vestmenn- Einki einvíst og greitt tilmæli er hjá kapp- róðrarfeløgunum at taka støðu til, tá ið tey á ársaðalfundinum í dag skulu gera av, hvar sjeyndi FM kappróðurin skal vera í framtíðini KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Róðrarsambandið hevur ársaðalfund fyrrapartin í dag. Málið á skránni, sum hevur fingið mestu viðgerðina, er spurningurin um, hvar sjeyndi FM kapp- róðurin skal vera í fram- tíðini. At tað skulu vera sjey FM kappróðrar í summar og í framtíðini er greitt frammanundan. Tað varð samtykt á útsetta ársaðal- fundinum fyri einum ári síðani. Tá hevði kapp- róðrarfelagið NSÍ eitt uppskot frammi um, at róðrarnir á Eystanstevnu og Varmakeldustevnu skuldu telja við í FM kappingini á hvørjum ári. Síðani tað í 1974 varð farið undir FM kappingina í verandi líki hava Fuglafjørður og Runavík skiftst um at hava ábyrgdina av FM kapp- róðri. Aðalfundurin fyri einum ári síðani samtykti, at FM stevnurnar skuldu vera sjey í tali. Men spurningurin, um hvar og hvussu tað skuldi verða við sjeyndu FM stevnuni, varð ikki avgreiddur ta ferðina. Tað var ikki hildið, at málið var búgvið at avgreiða, og tað varð útsett. Á fundinum í dag skal málið avgerast, men hálvt annað samdøgur undan aðalfundinum vóru ongar ábendingar um, hvørja avgerð limafeløgini í Róð- rarsambandi Føroya, RSF, fara at taka. Møguleikarnir eru nógvir at velja í, og einki tilmæli er komið frá nevndini í RSF um, hvat hon heldur vera besta loysnin. Uppskotini Á fundinum fyri einum ári síðani fekk nevndin í RSF álagt at koma við einum útspæli til feløgini í sein- asta lagi 31. oktober í 2002. Tað gjørdi nevndin. RSF sendi feløgunum fýra møguligar loysnir upp á spurningin. Tann fyrsta var, at Runa- vík verður FM vertur á hvørjum ári, at Vestmanna og Fuglafjørður skiftast um eina FM kapping, og at tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum skiftast um Vestan- stevnuna. Tann næsta var, at Vest- manna hevur FM róður annaðhvørt ár og at Skála og Strendur eru vertir hitt árið. Runavík og Fugla- fjørður skulu framvegis skiftast, og tær tríggjar bygdirnar í Vágum skulu eiga Vestanstevnuna. Tann triðja møguliga loysnin var, at Vestmanna og Kollafjørður skulu skift- ast um, at Runavík og Fuglafjørður skulu skiftast um, at Vágarnar skulu eiga Vestanstevnuna, og at Skála/Strendur skulu skift- ast við Hvalvík og Hósvík. Fjórða møguliga loysnin hjá RSF var, at Runavík og Fuglafjørður skulu eiga hvør sína FM kapping á hvørjum ári, og at allar hinar kappingarnar verða, sum tær hava verið higartil. Fimm feløg hava bjóðað seg til Upprunaliga var tað altso Kappróðrarfelagið NSÍ, sum hevði uppskot um, at tann fjórði av omanfyri nevndu møguleikum gjørd- ist permanentur. Síðani sendu fuglfirðingar RSF bræv, har teir bjóðaðu seg fram at hava FM kapping á hvørjum ári. Fyri einum ári síðani sendi SÍF RSF bræv, har teir komu við einum mót- uppskoti, sum teir nevndu tað. Uppskotið líkist triðja møguleikanum, sum er nevndur omanfyri. Men talan er kortini um frávik. Sandavágsmenn skjóta upp, at Vestmanna og Kollafjørður skulu skiftast um eina FM kapping, at Hósvík og Hvalvík skiftast um eina stevnu, og at Vág- arnar einsamallar skulu eiga Vestanstevnuna. Í heyst boðaðu ítróttar- feløgini á Skála og Strond- um frá, at tey taka undir við næsta møguleikanum, sum RSF hevur nevnt. Og í skrivi 14. mars í ár hava vestmenningar boðað frá, at teirra uppskot er, at fyrsti møguleikin hjá RSF gerst veruleiki. Tað vil siga, at Runavík skal hava sína FM kapping á hvørjum ári, at Vestmanna og Fuglafjørður skiftast um, og at Vágarnar eiga eina FM kapping. Vestmenningar halda,at stevnan hjá vágamonnum skal kallast Vágastevnan, og at vestmenningar fram- vegis skulu kalla sína stevnu fyri Vestanstevnan. Nógvir eru um FM boðið Fimm feløg hava sagt frá, at tey eru til reiðar at hýsa sjeyndu FM-stevnuni ingar. Men hava tit eitt nóg gott róðrarøki? – Um tað verður stytt úr túsund og niður á 950 metrar, so halda vit tað vera framúr gott. Teir fyrstu hálvthundrað metrarnir á túsund metrum eru umstøðurnar ikki altíð nóg góðar. Tað er ov steymhart, tá ið vestfallið tekur seg upp. Men tá ið teir aðra staðni hava stytt tað, sum verður nevnt túsund metra málið, niður í 950 metrar og í Havnini niður á 930 metrar, so duga vit ikki at síggja, at hetta verður nakar trupulleiki, sigur Bárður Nielsen. Snýr hetta seg ikki minst um pengar? – Tá ið FM kappróður er á stevnuni, økist áhugin fyri henni. Tað ber størri inntøkur við sær. Men eg haldi ikki, at hetta hevur verið drívmegin hjá okkum. Vit halda, at tað eru fleiri góðar orsøkir til, at Runavík skal eiga FM kapping á hvørjum ári, og vit halda eisini, at tað eru góðar grundir fyri, at vit skulu eiga rættin til títtari at skipa fyri FM kappingum, enn vit higartil hava gjørt. Ráðgevandi uppgávu Tá ið vit tosaðu við for- mannin í Róðrarsamband- inum, Hannis Joensen, dugdi hann ikki at siga okkum, um øll tey fimm uppskotini, sum hava verið nevnd, fara at koma til við- gerðar og atkvøðugreiðslu í dag. Hví eru tit í nevndini ikki komnir við einum greiðum tilmæli um, hvat tit halda vera ta bestu loynsina? – Vit hava ikki hildið tað vera rætt. Tað eru feløgini, sum eiga RSF, og vit vildu í fyrstu atløgu geva teimum møguleikan at finna eina loysn. Um tað kortini verður neyðugt hjá okkum at koma við einum tilmæli, so er framvegis møguleiki fyri tí. Eg rokni við, at tað fer at verða tosað undan fundinum. Hvat er so tykkara upp- gáva, tá ið tit ikki hava viljað tilmælt? – Vit hava royndir, og vit halda okkum hava nakað av innliti í, hvat ber til, og hvar ikki ber til kring landið. Feløgini fara at taka avgerðina, men vit fylgja væl við, og kanska verða tað ikki fimm uppskot at taka støðu til á fundinum. Vit fáa at síggja, sigur Hannis Joensen, formaður í RSF. Óheppið um tilvildin verður avgerandi Nógv hevur verið tosað um, hvar ein sjeynda FM-stevna skal leggjast, og væntandi verður støða tikin til hetta á aðalfundinum. Fleiri av feløgunum halda, at tað vildi verið best, um nevndin í RSF kom við einum greiðum tilmæli - Tað eru feløgini, sum eiga RSF, og vit vildu í fyrstu atløgu geva teimum møguleikan at finna eina loysn. Um tað kortini verður neyðugt hjá okkum at koma við einum tilmæli, so er framvegis møguleiki fyri tí, sigur Hannis Joensen um møguleikan at leggja sjeynda FM-róðurin C M Y K 32