Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Smag Jåkup Mørkøre Bjóðið fiskariid við Føroyar út —Skipini við tí lægsta studninginum høvdu havt lægsta boð og tey, sum ikki megnaðu at vera vid, helvtin av flotanum, kundi farið á heysin uttan eitt oyra úr landskassanum Nr. 195 — 22. oktober 1991 Broytingarnar innan EF við innara marknaðinum og okkara fríhandilsavtalu boðar frá fríari kapping. Jákup Mørkøre, stjóri á Rækjuvirkinum á Oyri skeyt upp at bjóða fiskar- íið undir Føroyum út í fríari kapping. --Teir, sum høvdu tey bestu boðini, tey skip sum hgvdu lægsta stud- ning fyri neyðini og kundu fiska alt árið undir Føroyum. Eisini viðgera fiskin optimalt, tey skip- ini skuldu fingið fiski- loyvi undir Føroyum, sigur Jákup Mørkøre. --Restin av flotanum, millum 1/3-1/2 skuldu fingið loyvi at farið á heysin, væl at merkja uttan eitt oyra úr lands- kassanum í upphøggingar- stuðli. Skjótur deyði --Landstýrið hevur so vítt eg veit, ikki bundið seg at bjóðað fiskiskapin undir Føroyum frítt út í EEC enn. Frá pallborðsfund- inum. Fiskivinnan hugtók sum vera man mest og tað er tíðu- ligt, at føroyingar skulu til at hugsa av nyggjum Mynd: Kalmar --Á hendan hátt fingu vit beinanvegin ein møgu- leika fyri einum effek- tivum restflota við Før- oyar. Gott fyri tey skipini sum klára tað, og ein skjótur deyði fyri tey skip, sum ikki klára kapp- ingina, eingin seigpíning og ongin kunstigur anda- dráttur frá bankunum møguligur, segði Jákup Mørkøre. Politikkararnir einki at siga Jåkup Mørkøre skjytur upp, at veidan undir Før- oyum verður sett til 80.000 tons komandi år, hon verdur eitt sindur skiftandi komandi årini fyri at røkja stovnarnar og í år 2002 skuldi hon verið komin uppá 110.000 tons. --Hetta er væl tað frægasta, sum kann verða gjørt, fyri at royna at byggja stovnarnar uppaftur yvir 10-12 ár. Hetta skal stýrast av eini serligari fiskivinnuimsiting (Fisk- arídirektoratið), har poli- tikkararnir hava lítið og einki at siga. Politikk- ararnir skulu fáa loyvi til at finna útav: Hvat skulu vit liva av i Føroyum í 1995 og ár 2000, sigur Jákup Mørkøre. jústinus Kristian á Neystabø: Farmamononolið darvar okkum --Við missa frá tveimum til fýra krónur pr. kilo, tí alifisk- urin ikki kemur til tíðina á marknaðin Farmaflumingssambandið frá Føroyum og úteftir er survid og gevur ikki teir møguleikar tað átti fyri teir, sum vilja útflyta feskan fisk á marknaðin. Vit hava ongan møguleika fyri at útflyta somu góðsku sum eitt nú > romenn Og hetta kemst av at er ov vånaligt. Fisk sum norðmenn hava á marknaðinum månadag hava vit ikki fyrr enn mikudag. Og heita kostar okkum millum tvær og fýra krónur av hverjum kiloið, segði Kristian á Neystabg á fundinum, sum Ídnaðarfelag Føroya skipaði fyri í Utvarps- høllini seinasta fríggjadag. Ikki nóg dugnaligir Formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag, Kristian á Neystabø hevði ikki mjúk orð at siga um vidurskiftini hjá alivinn- um í Føroyum. Vit hava verið rá- vørutframleidarar í yvir hundrað ár og vit koma ikki víðari. Vit duga ikki nóg væl at marknadarføra okkara vørur. -Hjå okkum kostar tað 35,50 kr. at framleiða eitt kilo av alifiski. Vit selja sama kilo fyri 28,50. Her hava vit eitt hall uppå 7 krónur, taka vit iløgurnar við, so er veruliga hallið 9,25 kr., sigur Kristian á Neystabg. Dýr orka og høgir smoltprisir eru í stóran mun vid til at geva framleiðsluhallið. Tað er eisini høpisleyst, at vit hava innflutningsbann á smolti, tå føroyska laksa- stamman í løtuni ikki er í lagi. Vit kunnu fáa frískt smolt úr útlandinum fyri lægri pris enn i Føroyum. Dyrt fóður --Av teimu 35,50 kr. sum tað kostar at framleiða eitt kilo av alifiski fara 12 krónur til fóður. Her er tað dýri orkuprísurin, serliga rav- magn, sum er orsøkin. Vit innflyta 50 prosent sav fóðrinum. Hetta er spell, tí góðskan á føroyska fóðrinum er í lagi, sigur Kristian á Neystabø. Kristian å Neystabø segði at enda, at alivinn- uni tørvadi pening, fekk hon ikki hendan, so fóru fleiri brúk á heysin. Men hann viðgekk, at tað vóru fleiri brúk, sum ikki vóru nóg væl rikin. jústinus