týsdagur 22. oktober 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I
ein ko
EM
se The NT
Síða 16
Arbeiðsskaddur:
Framtíðin er
Áhugaverda samreðan við Odd Eið
Knutsen, formann í Felagnum fyri
Ferðslu- og arbeiðsskadd, er at finna
í blaðnum hjá Arbeiðseftirlitinum,
Trygd og Trivni.
loyvi frá blaðstjórnini at endurprenta
greinina.
Vit hava fingið
Odd Eið Knutsen er for-
maður í Felagnum fyri
Ferðslu- og arbeiðsskadd.
Hetta felagið varð stovn-
að 27. apríl í ár.
Endamálið við felag-
num er at virka í samráð
við serken innan ferðslu
og arbeiðsumhvervi. Ann-
ars er uppgávan at reka
fyribyrgjandi arbeiði, so
talið av ferðslu- og ar-
beiðsskaðum minkar í
mest meguligan mun, við
at veita upplýsing, skipa
fyri skeiðum og fundum
osfr.
Onnur uppgáva er at
vegleiða teimum, sum eru
rakt av arbeiðs- ella
ferðsluskaðum og veita
sosiala og legfreðiliga ráð-
geving, eftirviðgerð og
endurbúgving. Umleið 70
limir eru í felagnum.
Sjómaður
Odd Eið Knutsen situr í
koyristóli, eftir at hann
var fyri arbeiðsvanlukku
25. mai 1990. Hann er 33
ára gamal, og giftur við
Herver. Tey eiga tríggjar
detur. Yngsta dótturin
varð borin í heim tríggjar
mánaðar eftir arbeiðsvan-
lukkuna, og tá fingu hjún-
ini eisini tíðindini, at Odd
Eið ikki fór at verða ferur
fyri at ganga aftur.
Odd Eið Knutsen var sjó-
maður, og hevði siglt við
rekjubáti í nógv ár. Tá
konan skuldi eiga triðja
barnið, gjørdi hann av at
arbeiða heima eina tíð, so
hann kundi vera hjá fa-
miljuni. Hann fekk tí ar-
beiði at sigla við grótbát-
inum Suðursteini. Tveir
mánaðir seinni gekk ljós-
motorurin fyri á grótbát-
inum, og Odd Eið fekk
boð um, at umvælingin føo
at taka einar tríggjar mán-
aðir.
Odd Eið Knutsen: — Eg
kundi ikki ganga fyri einki
hesa tíðina. Áður havi eg
ofta málað hús fyri fólk,
og tað vardi ikki leingi til
eg hevði fingið til upp-
gávu at mála fýra hús í
Porkeri.
Óhappið hendi, tá eg
skuldi fara undir at mála
fyrsta húsið. Eg var
staddur seks metrar uppi í
aluminiumstiga, tá eg tók
í ovasta trinið — og stóð
við tí í hondini, datt á eitt
snóratræ og breyt ryggin.
Tá eg vaknaði, hevði eg
trinið í vinstru hond. Odd
tiðindablaðið Sosialurin Nr. 195 — 22. oktober 1991
yristolur
Eið var einsamallur, tå
hann datt úr stiganum,
eingin sá sostatt tilburðin,
eins og Odd Eið ikki hevði
trygdarlínu ella á annan
hátt var tryggjaður móti
slíkum óhappi.
Onkusvegna hevur alu-
miniumstigin fingið ein
stoyt, men eg varnaðist
tað ikki.
Ikki staðfest seg
Longu dagin eftir fóru
Odd Eið og Herver til
Danmarkar á Ríkishospi-
talið, har Odd Eið varð
lagdur undir skurð. Lækn-
arnir vildu einki siga um
útlitini fyri at Odd Eið
kundi gerast frískur aftur,
og tí gingu tríggir mán-
aðir, aðrenn tey fingu hesi
tíðindi.
Enn er so stutt fráliðið,
og Odd Eið heldur, at tað
ikki rættiliga hevur stað-
fest seg í huga hansara, at
hann skal sita í koyristóli
framyvir.
Orsøkin til at hann fór
upp i felagsarbeidi og
gjørdist formaður í Felag-
num fyri Ferðslu- og ar-
beiðsskadd, var tann, at
so nógv viðurskifti skuldu
broytast, til tess at hann
kundi koma til sín sjálvs
eftir sjúkraleguna. Hann
heldur, at hansara royndir
kunnu koma eðrum til
góðar, so tað ikkiv erður
so trupult hjá slíkum
brekaðum í framtíðini at
bryta livihátt.
Odd Eið: — Áður var eg
sera aktivur maður, og
hevði altíð úr at gera. Eg
bant ongantíð frið, spældi
fótbólt og borðtennis, ar-
beiddi fyrifallandi arbeiði.
Stutt sagt — okkurt
Orð og myndir Dagny Joensen
skuldi henda, har sum eg
var.
Tá tað gekk upp fyri
mær, hverjar avleiðingar
arbeiðsvanlukkan hevði
við sær, var tað í fyrstu
atløgu fíggjarumsteður
okkara eg hugsaði um.
Tann maðurin, sum eg
málaði húsini fyri, hevði
teknað hjálparfólkatrygg-
ing, umframt at eg sum
sjómaður eisini var
tryggjaður.
Slapp ikki heim
til sín sjálvs
Endurgjald fyri avlamni í
mínum feri verður roknað
út eftir, hvussu nógv ein
hevur vunnið seinastu trý
árini. Eg hevði havt góða
innteku seinastu árini, og
tí fekk eg eisini lutfalsliga
stórt endurgjald.
— Eg havi ikki sæð nak-
að pappír enn, men tað er
sagt mær um telefonina,
at eg fekk 1.214 tús. krón-
ur.
Odd Eið Knutsen er for-
maður í Felagnum fyri
Ferðslu- og arbeiðsskadd.
Í løtuni lesur hann til
elektromekanikara um
brævskula og ætlar sær
at hava verkstað heima,
tá hann hevur fingið út-
búgvingina
Í Danmark fekk eg sam-
band við ein sosialráð-
geva, sum skuldi hjálpa
mær at avgreiða ymisk
mál, til tess at eg eftir
sjúkraviðgerð kundi
sleppa heimaftur.
Fyrsta uppgávan var at
fáa samband við sosial-
ráðgeva í Feroyum, sum
skuldi syrgja fyri t.d. at
umvælingar vóru gjerdar
heima.
Trupulleikin var bert, at
tá eg kom heimaftur, í
november mánaða sama
árið sum vanlukkan
hendi, vóru umvælingar-
nar als ikki gjørdar. Eg
noyddist at liggja á
sjúkrahúsinum á Tveroyri
í tríggjar vikur, tí tað als
ikki bar mær til at vera
heima.
— Tað er óneyðugt at
siga frá, hvussu tað kenn-
ist at noyðast at liggja á
sjúkrahúsi, eftir at hava
verið so leingi burtur, og
harnæst at skula fara
undir ein heilt annan ger-
andisdag, enn tann, sum
tú kendi frammanundan.
Hverji ráð vilt tú geva
teimum, sum skulu gjøgn-
um somu trupulleikar sum
tú?
— Fyrsta uppgávan er
at fáa fíggjarligu viður-
skiftini í rættlag, so fa-
miljan fær umsteður at
Odd Eið Knutsen við
yngstu dóttrini Oddver,
sum er 13 mánaðar
gomul
virka trygt. Síðani at fáa
tær umvælingar gjerdar,
sum eru neyðugar hjá ein-
um, sum situr í koyristóli.
Tað er umráðandi at
sosialráðgevari og Al
mannastovan fara til
verka beinanvegin, men
her er trupulleikin, at ein
endalig læknaváttan skal
til, áðrenn Almanna-
stovan fer til verka.
Mannminkandi
Eg kundi hugsað mær, at
tað ikki vardi so leingi, til
endaliga váttanin varð
skrivað — tó at tað eisini
veldst um, hvussu sjúkan
tekur seg upp.
— Tað kan eisini tykjast
mannminkandi, at tú fært
útgoldið endurgjald fyri
arbeiðsskaða, men at tú
noyðist at sekja um hvert
oyra av upphæddini, sum
síðani verður viðgjert á
fundi í Færøernes Ulykk-
esrád, áðrenn tú fært nýtt
egnan pening.
— Tú kennir teg eitt
sindur ómynduggjerdan
av slíkari umsiting. Tú
hevur ikki fingið skaða í
hevdið. Tað eru beinini,
Framhald á síðu 19