týsdagur 22. oktober 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 195 — 22. oktober 1991
Lesarabrøv
Ikki í úrtíð, Poul Michelsen
Sosialurin bar fyri mánaði
síðani tíðindini um, at
borgarstjórin í Havn, Poul
Michelsen, fór at leggja
frá sær um ársskiftið.
Tað vóru ikki fleiri av-
bjóðingar í formanssess-
inum, og nú skuldi hesin
litfagri politikarin í lands-
stýrið at avloysa parta-
mann sín Jógvan Sund-
stein, segði blaðið.
frætta vit, at
Sundstein
Seinni
sær ongan veg, og á for-
síðu í Dimmalætting vátt-
ar borgarstjórin, at hann
fer frá 1. januar. Borgar-
stjórin vil lata annan
persón brynja seg til
næsta býráðsval og vil
lyri alt í verðini varðveita
samgonguna millum
Fólkaflokkin og Sam-
bandsflokkin til gagn fyri
Tórshavnar bý.
Tað, sum fekk meg til
skrivimaskinuna var, at
Poul Michelsen sigur, at
nú eru ikki fleiri avbjóð-
ingar í býarpolitikkinum.
Poul Michelsen kom í
borgarstjórasessin í 1980.
Tá vóru góðar tíðir í høv-
uðsstaðnum. Tórshavnar
kommuna var væl fyri
fíggjarliga, og spennandi
stórmál vóru hjá hesum
arbeiðssama og ídna
politikara at fara í holt
við. Her hugsi eg serliga
um at fáa íbúgvunum
reint vatn, tak yvir hevdið
og sleppa av við ruskið.
Hesar uppgávur og
nógvar aðrar hevur borg-
arstjórin loyst til fulnar,
men eins og aðrar komm-
unur og okkara lands-
politikarar, hevur borgar-
stjórin ikki megnað at
lagt upp fyri búskaparligu
niðurgongdini, sum m.a.
danir segdu fór at koma.
Tí er steðan alt annað
enn góð, nú borgarstjórin í
Havn leggur frá sær.
Tað skulu breiðar herð-
ar at bera góðar tíðir,
verður tikið til.
Borgarstjórin og hans-
ara samgongur hava nýtt
alt ov nógvan pening í
80'árunum, sum nú skal
sparast inn aftur við at
góðir borgarar missa ar-
beiði og fólk m.a. skulu
gjalda sínar ruskposar.
Tað er langt ífrá rætt av
borgarstjóranum bert at
geva eini vánaligari bú-
skaparsteðu skyldina, og
at langa út eftir einari
undanfarnari landsstýris-
Jógvan
samgongu.
Tórshavnar Kommuna
hevur eins og aðrar
kommunur i Førovum
gjørt fleiri ørvitisiløgur,
sum til dømis tær 200
milliónirnar, lagdar eru
inni á Sundi og oman á
Skansaboga. Býurin hevði
ikki verið verri fyri, um
hesin peningur nú lá á
kistubotninum.
Ov lítil ídnaður
Íbúgvaratalið í Tórshavn-
ar Kommunu er tvífaldað
síðan 1970. Býurin hevur
ikki klárað at fáa til vega
inntøkur til hesa stóru ok
Tað er
ingina. rætt og
slætt ov litil idnadur
bynum og ov nógvir
mennir stovnar
handilsbygningar Ella
sagt á annan hátt. Onki
samsvar er millum >Tæn-
astusektorin«, og tað, sum
útflutningurin gevur í
býarkassan. Tað eru mest
sum bert virki við Eyst-
aru bryggju, við Bacalao á
odda, sum eru innteku-
gevandi, og tað vóru tey
eisini, tá borgarstjórin og
undirritaði vóru unglingar
í Havn.
Tað er ein vanlukka fyri
Tórshavnar Bý, Poul
Michelsen, at ungdómur
okkara nú skal vera ein
partur í hesum syrgiliga
spæli. Mitt á degi gongur
ungdómur í Havnar get-
um uttan at hava nakað at
taka sær til.
Hetta mátti verið tann
stersta avbjóðingin hjá
einum býarpolitikara yvir-
hevur. Hetta eru menn-
iskjalagnur og ikki stási-
ligir bygningar, bilar, as-
falt og ónýtiligar havnir
talan er um.
Hvar er andstødan?
Mangan er ført fram, at
borgarstjórin einsamallur
hevur styrt bynum sein-
astu 10 årini.
Men hvar er andstødan
blivin av?
Fyrri vóru stórdystir i
fjølmidlunum millum Inga
Mohr og borgarstjóran, og
fólk fingu tå nógv at vita.
Hvar eru Petur í Gong
og tjóðveldispolitikarar-
nir Kristianna Rein og
Leivur Hansen. Havi ikki
sæð eina grein frá teimum
í langa tíð.
Tað eru bert Sosialurin
og Tórfinn Smith, sum
glepsa viðhvert, men nú
er so avdúkað, at javn-
aðarmenninir í býráðnum
hava mett so sjáldan til
býráðsfundir, at borgar-
stjórin hevur talað at.
Borgarin fær ikki ta
rettu myndina av steðuni
í býráðnum, tá tað bert er
eitt togarí millum Tórfinn
Smith og Poul Michelsen,
har Sosialurin finnist at
og Dagblaðið verjur borg-
arstjóran.
Maðurin á getuni stend-
ur skítbýttur og veit
hverki út ella inni.
Eg kundi ynskt mær, at
borgarstjórin Poul
Michelsen, áðrenn hann
leggur frá sær og fer aftur
í handilslívið, traðkar
fram og greiðir havnar-
fólki frá, hvussu stendur
til fíggjarliga. Hvussu
stór skuldin er, og hvussu
nógvur peningur verður
nýttur til ymisku postar-
nar kommununi. Tað
skal helst v
indi borgarstjóri
era ein fyrrver-
við góð
samvitsku og rettum
ryggi, fólk heilsa uppá
Havnargetum eftir 1.
januar.
Poul Michelsen, avbjóð-
ingin hevur ongantíð verið
sterri enn tann sama, nú
hundraðtals menniskja-
lagnur standa upp á spæl.
Ongin er avbjóðingin at
koma til ein fullan býráðs-
kassa og nýta av honum.
Tað er í hesum tíðum, ein
politikari skal vísa sína
dygd.
Síða 17
Ikki haldi eg, at vant-
andi avbjóðing er orsekin
til, at borgarstjórin leggur
frá sær mitt í einum val-
skeiði. Er tað skiparin,
sum nú fer av sekkandi
skútuni? Hetta fái eg meg
ikki at halda um borgar-
stjóran, sum — rætt skal
vera rætt — hevur givið
Tórshavnar býi so nógv.
PS. Annars haldi eg, at
sjónvarpssendingin um
Sundsdepilin avdúkaði
nógv, sjálvt um onkrar
upplýsingar vantaðu. Tað
er gott, at fólk fáa at vita,
at nakrir politikarar ein
seinnapart kunnu ekja um
skuldina hjá kommununi
við 50 milliónum til eina
havn, ongin veit hvat nýt-
ast skal til.
Vagnur Michelsen
Um at útbúgva til arbeiðsloysi
Synd er at siga, at hand-
verkarar og handverks-
lærlingar ofta eru evni, ið
verða viðgjerd í Sosialin-
um og hyggur tú eftir,
hvat hevur verið skrivað í
hesum árinum, er tað bert
tá ið trupulleikar eru við
læruplássum og sum nú,
at lærlingar verða útlærd-
ir til arbeiðsloysi, at hetta
hevur áhuga á Sosialin-
um. Fyri stuttum stóð
annars i teiginum »So siga
tey« ein innbjóðing til
positivt kjak um viður-
skiftini innan handverks-
útbúgvingarnar, og hetta
er harðliga tiltrongt.
Um hesar lærlingar, ið
nú verða útbúnir til ar-
beiðsloysi er annars at
siga, at teir hava eina
góða útbúgving hóast alt,
og hendan kann nýtast í
ellum norðurlondum. Eg
havi ikki sæð nakra yvir-
skrift um arbeiðsloysi ella
oyðsl av almennum pen-
ingi, tá bleðini eru á trem-
ur við myndum av næm-
ingum, ið hava lokið stu-
dents- ella HF-prógv.
Ongin spyr hvussu nógv-
um av hesum tað er brúk
fyri ella hvussu nógv av
hesum nýta sína eksamiu
til nakað. Fyri ikki at tala
um øll tey, ið fara á FHS á
Handilsskúlanum, ongin
tosar um hvussu nógv av
teimum fáa praktikk-
pláss.
Munurin á einum hand-
verkslærlingi og einum
næmingi á studentaskúl-
anum eru fleiri. Tann
fyrsti munurin er at hand-
verkarin er liðugur við
eina útbúgving, tá hann
hevur lokið sína skúla-
gongd, meðan studenturin
hevur tikið eina próvteku,
ið fyrireikar hann til at
fara undir eina útbúgving.
Handverkslærlingurin
fær løn meðan hann gong-
ur í skúla, umleið 900
krónur um vikuna fyrsta
árið, ið hann betalur skatt
av og studning fær hann
ongan. Studenturin fær
studning frá 600 til 1400
krónur = um mánaðin
skattafritt og harafturat
kann hann vinna so nógv
sum hann vil aftan á
skúlatíð uttan at tað
ávirkar studningin.
Ætlanin her er ikki at
niðurseta studentsprógv-
ið, men at tað skal vera
nekur ell mugu hava,
kann ikki vera rætt. Í hes-
um ringu tíðum floyma
Ing innan- og uttandura
Ókeypis vegleiðing
og tilboð verða givin
VIT KOMA UM ALT LANDIÐ.
ungfólk inn á studenta-
skúlarnar og hvat ger
landsstýrið, jú teir byggja
bara fleiri studentaskúlar,
so enn fleiri kunnu sleppa
á hesar skúlar. Ongin
spyr, um tey hava hug til
hetta sjálvi og um samfe
lagið hevur brúk fyri teim-
um og ikki minst ráð at
gjalda
Skal ungdómurin hava
ein veruligan møguleika
at velja, so mugu vit fáa
latið tekniska skúlan upp,
so tey mongu og fjøl-
broyttu útbúgvingartil-
boðini, ið hesin kann hav
eisini verður ein valmegu
leiki. At enda vil eg heita á
landsstýrið um at gera
okkurt við henda partin
av skúlanum, nú hevur
verið tosað um hetta í s«
nógv ár, at tíðin er komin,
har tað krevst at okkurt
hendir.
Eyðgunn Samuelsen
V4-tølini
i dråtti nr. 913, t. 19. okt. 1991
47 — 60 — 76
20 — 38 — 75 — 96 —
4 — 28
Vinningur: 135.925,00 kr.
49 — 36 — 59.
Vinnarar: Fýra, ein í Vági, ein í Miðvági, ein á
Toftum og ein í Havn.
Eykavinningar: ein á 10.000 kr., fimm á 1.000 kr.
og tjúgu á 500 kr.
Vit gera gamla gólvið sum nýtt
Vit eru serútbúnir innan gólváleg
flísar, trappur. Lútviðgera gamalt
ging v.m. Slipa, avsyra, lakkera træ, kork, vinyl,
Djupreinsan av teppum og linoleum. Flisaålegg-
Latið fakmannin gera arbeiði
Gólvtænastan
Tlf. 18875