týsdagur 22. oktober 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Nr. 195 — 22. oktober 1991
Til minnis um
Niman
Fátt kann feigum forða.
Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á
kveldi gistir.
Hver skuldi trú tí. Niman, ið heila lívið
hevur verið trolaramaður við teimum vand-
um, ið har bjóða hverjum sítt. Og Niman, ið
ikki spardi seg, men altíð var millum fyrstu
og fremstu menn at loypa til, har nakað var
áfatt.
Øll hesi ár hevur Harrin varðveitt Niman.
Vakur var hann og áræðin. Sjálvt í hesum
harðbalna lívi á sjónum, sum sjómaðurin
hevur, so hevði Harrin varðveitt hann soleið-
is, at hann nú, 57 ára gamal, hevði fult mót
uppá lívið.
Eftir at vera byrjaður sum ungur við
hvalbiartrolaranum >Drátti<, fór Niman við
»Fiskanesi«, har hann var øll árini, hesin
trolarin var í landinum. Síðan var Niman við
„Skálaberg< og tá Mortan keypti >Enni-
berg«, fór Niman við honum og var hann har
álitismaður í fleiri ár.
Eftir at Hvalba hevði ligið deyð í 40 ár, var
Niman við at birta lív í bygdina. Flakavirkið
var hann við at stovna, og tá trolararnir
komu, stovnaði hann trolvirkið í bygdini,
har fleiri mans arbeiða.
Fríggjakveldið 18. oktober skuldi verða
hansara seinasta. Niman, ið hevði siglt, har
foroyingar hava fiskað: i Grenlandi, við New
Foundland, í Hvítahavinum, undir Íslandi,
og var við hin tiltikna túrin, tá >Fiskanes<
leitaði eftir »Hans Hedtoft<, skuldi her
heima, fyri egnum durum, fara í Harrans
hendur.
Men sum orðatakið sigur: >Fátt kann feig-
um forða<. Harrans vegir eru órannsakiligir.
Vit drýpa hevur í sorg og fela inniliga við
konu, børnum og abbabørnum, ið eftir sita.
Hvíl í friði, góði bygdarmaður.
Eisini tykkum systkjum hava vit sam-
kenslu við, navnið Niman kom ikki av ong-
um. Fyrst tvær systrar, síðan níggju breður
og var tú yngstur, tí navnið Niman. Og tit
hava verið væl samansjóðað, har ein av
tykkum var, vóru altíð tveir, tríggir í nánd.
Ein mynd á havnargkinum er horvin, eitt
ljós í bygdini er sloknað. Vit lýsa frið yvir
minnið um Niman.
Ein bygdarmaður.
VALUTAKURSIR
21.10 síðsta mán.
USA Dollari .. 651,65 641,00
Bretland Pund ...1122,79 1123,90
V-Tyskland Markur . 386,23 385,90
Svøriki Kréna .. 106,03 105,71
Noreg Kréna .. 98,57 98,60
Frakland Frankur . 113,23 113,24
Belgia Frankur . 18,759 18,730
Sveits Frankur . 441,05 442,90
Holland Gyllin ... 342,72 342,39
Italia 0,5164 0,5159
Finnland 7 157,84 158,50
Ísland 10,89 11,10
Eysturríki 54,890 54,850
Spania 6,122 6,094
Portugal 4,4870 4,4610
Kanada 57796 566,45
4,9954 4, 8300
. 1033,00 1031,50
3,4700 3,4650
Skillingur
Pesetas .
Escudos
Dollari ..
Japan Yen ....
Írland Pund ..
Grikkaland Drakmur
Kelda: Føroya Sparikassi
Undirvisingarskrå
fyri vikurnar
43—51
BN.
HEI
Vika Dag Dato Skeið Vika Dag Dato Skeið
Vika 43 MÁ 21/10 Vika 48 MÅ 25/11
TÝ 22/10 Concorde-bókhald TÝ 26/11 Novell-grundskeið
MI 23/10 Concorde-bókhald | MI 27/11 Novell-supervisor
HÓ 24/10 Concorde-bókhald | HÓ 28/11 Novell-supervisor
FR 25/10 FR 29/11 Novell-supervisor
Vika 44 MÅ 28/10 Vika 49 MÅ 2/12 MS-DOS
TY 29/10 | TÝ 3/12
MI 30/10 MI 4/12
HÓ 31/10 SuperCalc5 | HÓ 5/12 WordPerfect, Flætta &
FR 1/11 SuperCalc5 | Makro
Vika 45 MÅ — 4/11 | FR 6/12 WordPerfect, grafikkur
TY 5/11 | og umbróting
MI 6/11 Vika 50 MÅ 9/12 Windows 3.1
HO 7/11 WordPerfect 5.1., TY 10/12 CorelDraw
grundskeid MI 11/12 CorelDraw
FR 8/11 WordPerfect 5.1., HO 12/12
grundskeid FR 13/12 Samskifti millumt eldur.
Vika 46 MÁ 11/11 Windows 3.1 Modem eg CarbanCopy
TY 12/11 Pagemaker 4.0 Vika 51 MÅ 16/12 PageMaker 4.0
MI — 13/11 Pagemaker 4.0 TY 17/12 PageMaker 4.0
HO 14/11 Pagemaker 4.0 MI — 18/12 PageMaker 4.0
FR 15/11 CorelDraw HO 19/12
LEY 16/11 CorelDraw FR 20/12
Vika 47 MÅ 18/11
TY 19/11 |
MI — 20/11
HO 21/11 PlanPerfect 5.1 Tekning og upplysingar å tlf.
grundskeið
FR 22/11 PlanPerfect5.1
grundskeið | 1 61 73
Brekkutún 1
Hoyvík - Tlf. 161 73