mikudagur 23. oktober 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarbiaðstjóri: Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Jústinus Eidesgaard
Útgevari: PÆ Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent:
Pif Pressan 1981
Bústaður: Argjavegur 26
Argir
Teiefon. 11820
Postadresss: Postsmoge 76
110 Tórshavn
Teletax: 14720
Rættur og
åbyrgd
Ein tann týdningarmesti
grundarsteinurin undir demo-
kratinum er, at hvør av okk-
um hevur frælsi at skriva og
siga tað, hann ynskir, tó undir
ábyrgd. Dialogurin — orða-
skiftið — eru sera týðandi
partar av hesum grundarlagi.
Í hesum sambandi hava fjøl-
miðlarnir eina sera týdningar-
mikla uppgávu, nevniliga
hana at skapa umstødur hjá
vanligum fólki at bera sína
hugsan um eitthvert mál
fram, soleiðis at henda hugs-
anin — meiningin — kann
koma fram til so mong fólk
sum gjørligt. Hetta er ein
møguleiki, sum summir po-
litikarar troyta, í hvussu er
upp undir val. Men fría og
frælsa orðið er ikki ætlað at
skula vera ognað politikarun-
um einsamøllum. Tað er okk-
ara alra. Og øll kunnu vit
troyta umrødda meguleika.
Men gera vit nú tað!
TÍÐINDABLAÐIÐ Sosialurin,
sum nú kemur út fimm dagar
um vikuna, skuldi verið ein
sera góður karmur um nýtslu
av tí fría orðaskiftinum, men
tíanverri mugu vit ásanna, at
føroyingar eru heldur varnir
fyri ikki at siga óviljaðir at
tríva í pennin og siga sína
hugsan um samfelagslig og
onnur mál. Tó við einum und-
antaki, og tað eru tey dul-
nevndu lesarabrøvini. Ynski-
ligt hevði verið, at fleiri fólk
brúktu blødini, t.v.s. skrivaðu
sína hjartans meining um eitt-
hvort og settu sítt fulla navn
undir. Endamálið við tí skuldi
so verið at fingið eitt ærligt
og sakligt kjak, har persónligt
briksl o.l. ikki var til staðar.
VIT hava fleiri ferðir roynt at
gera »Sjénarmid« til fastan
tátt í blaðnum, men royndir
okkara eru tíanverri tær, at
føroyingar antin tíma ikki ella
tora ikki at siga sína hugsan
um samfelags viðurskifti.
Hetta er stórt spell, tí vit eiga |
nógv fólk í hesum landi, sum
eru før fyri at skriva, fólk,
sum hava fingið hollar og
góðar útbúgvingar. Ein loyvir
sær at spyrja, hvat øll tey
mongu, sum samfelagið hev-
ur verið við til at gjalda út-
búgvingarnar hjá, billa sær
inn, tá tey eftir lokna útbúgv-
ing og eftir at tey hava fingið
vællønt starv, loyva sær als
ikki at luttaka í tí alneyðuga
samfelagsliga orðaskiftinum!
Við at tiga um eitt og alt lata
hesi í veruleikanum alla á-
byrgd frá sær og lata hana
burturav til teir politikarar,
sum somu fólk frammanund-
an ofta hava so lítið álit á.
FRÍA orði — meiningin — er
ikki bert ein rættur, sum
demokratiska samfelagið
gevur okkum. Tað fylgir so
sanniliga eisini skylda við
hesum rætti, nevniliga hon,
at hvør einstakur gevur sítt
»bidrag« til tað almenna
orðaskiftið. Ikki minst tí, at
tað ofta er út frá hesum, at
sera týdningarmiklar politisk-
ar avgerðir verða tiknar. Tað
er m.a. við hesum í huga, at
Sosialurin nú fer undir fastan
tátt í blaðnum hvgnn miku-
dag, sum eitur »Sjénarmid«.
Her skulu øll evni kunna við-
gerast av hvørjum sum helst.
Men treytin er, at fulla navnið
er við í greinini. Vit fara tí at
heita á lesarar okkara um at
skriva til »Sjénarmid-siduna«x.
Tað er Hans Jacob Debes,
professari, sum leggur fyri í
dag við eini grein um fólkaat-
kvgðuna í 1946, um heima-
stýrislógina frá 1948 og
mangt annað. Verður undir-
tøkan nóg stór, fer blaðið at
víðka um henda tátt til eisini
at vera í blaðnum aðrar dag-
ar.
í Sosialinum var ein
Sambandsballið
heldur fram
Dimmalætting heldur tå
vera av avge
ningi, at vanlig
ingurin ikki missir å
pengum og at hann er
sannførdur um, at peng
arnir eru í góðum
hondum.
Dimmalætting skrivar
m.a. í oddagrein í gjár:
"Mon de færøske spar-
ere, de selvstyreivrende
færgske politikere eller
for den sags skyld hele
den færgske nation
rigtig har gjort sig klart,
hvilken altafgørende be-
tydning,
rigsfællesskabet med
Danmark har for
Færøerne blot med hen-
syn til dette ene, at den
færøske krone bevarer
sin værdi?”
So kann ein vera samdur
ella ósamdur vid Dimma-
lætting i hesum, men
vidhvørt tykist at leka
millum teori og praksis.
Í eini av seinastu Dimm-
unum stóðu tvær høvuds-
greinir á forsíðuni. Í aðrari
greinini gjørdi fyrrverandi
sambandsformaðurin
greitt, at nú var veitslan
av, og nú skuldi gildið
gjaldast. Pauli Ellefsen
vildi vera við, at føroyska
samfelagið er áleiðis inn í
bláa mánadagin vid tim-
burmonnum.
Men beint undir liðini á
hesi grein kom Heðin
Mortensen, býráðslimur
hjá sama flokki, við einum
em SEE
PAULI ELLEFSEN-
Veitslan er :
stórum javnara til timbur-
menninar hjá partamanni
sínum. Tí fyri Heðin var
veitslan als íkki av. Nú
vildi hann byggja nýtt
býarbókasavn fyri 50
milliónir.
ar Byráðs
Tað kann ofta tykjast at
vera sera praktiskt at vera
sambandsmaður, men hin-
vegin eitt sindur torført
hjá okkum ødrum at fylgja
teimum
Áttu at fingi
nógv betri
meguleikar
Tað er altíð hugaligt,
tá onkur tekur upp
táttin eftir onkrum,
sum áður hevur staðið
í blaðnum. Her verður
hugsað um tað ein
lesari sigur um
teknisku útbúgving-
arnar í mun til
útbúgvingarnar á eitt
nú studentaskúla og
HF.
Víst verður millum
annað á eina grein í
Sosialinum herfyri, tá
skrivað var um teir,
sum júst nú taka
sveinaprógv á tek-
niska skúla í el-læru.
Sagt var tá, at hesir
vóru útlærdir til
arbeiðsloysi. Hetta
hevur fingið lesaran at
fáa ta fatan, at greinin
undirmetan av tí hesir
hava lært.
Tað hevur tó ongan-
tíð verið ætlanin.
Tvørturim6ti. Vit
halda tað vera hjarta-
liga synd, at ung fólk
hava staðið í læru í
fýra ár, í flestu fórum
á sama arbeiðiplássi,
men í somu løtu, ein
er útlærdur fær hann
at vita, at nú er ikki
brúk fyri honum
longri.
Sum er, er hand-
verkaraútbúgingin
sera neyvt bundin at
støduni á arnbeiðs-
marknaðinum. Og ti
er hetta úrslitið. Tað
sum harvið eisini er
og verður eitt stórt
vandamál er, at um
fýra ár, er kanska - og
vónandi - brúk fyri
mongum handverk-
arum innan fleiri øki,
men hvar eru hesir tá?