Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. oktober 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 — 23. oktober 1991 "DØ síða 3 OII kunnu ikki arbeiða I fiski | --Tað vit hava brúk fyri er ein vælútbúgvin arbeidsmegi, soleiðis at vit kunnu verða kappingarfór á arbeiðsmarknað- inum, sigur Ingeborg Vinther Kann ein og hvgr arbeiða í fiskivinnuni? Er ikki neydugt vid eini væl skúlaðari arbeidsmegi. Ingeborg Vinther, formad- ur í Føroya arbeidarafelag vidgjørdi millum annad hetta å fundinum, sum Idnadarfelag Føroya skip- aði fyri í útvarpshgllini um vikuskifti. Hon segði: —Vit hava jú ofta hoyrt, øll kunnu arbeiða í fiski. Eg havi tó ongantíð hildið hetta "úttalilsi" verða rætt, tí vit skulu minnast til, at krøvini til okkara fiskavørur, tå tær koma út á marknadin, eru stór. Og hesi krgv verða alt stórri, tí ræður um hjá okkum at verða kapp- ingarfør á marknaðinum, segði Ingeborg Vinther. Væl upplærd --Eg haldi fast við, at vit mugu hava eina væl upplærda arbeiðsmegi, skulu vit vera kapping- arfør við útheimin. Ein vælskúlað arbeiðsmegi, ið Arbeiðsfólkið á flakavirkjunum skal hává betri útbúgving er. upplærd í øllum ti, sum fer fram å einum virki, verður meira effektiv. --Hendan vil eisini, tá hon hevur fingið meira vitan og innlit í , hvat tað veruliga snýr seg um á arbeiðsplássinum, leggja meira orku í, at fram- leiðslan verður á einum so høgum stødi, og at virkið ber seg. Hetta vil eisini føra til betri samstarv millum leidslu og ar- beiðsfólk, sigur Ingeborg Vinther. Neyðug --Útbúgving verður av nógvum hildin ikki at vera neyðug. Spurt verður hvat vit skulu gera við út- búgving á flakavirkjum. Hetta eru gamlir fordómar, íð mugu burtur. -Tí verður eisini neyðugt at greiða fólki frá, hví vit mugu hava útbúgvið arbeiðsfólk. Tað vil siga at her mugu bæði virkisleiðslan og fakfeløgini "argumentera" fyri, at hetta má gerast, sigur Ingeborg Vinther --Tað hevur altíð verið lagdur stórur dentur á, at virkini skulu hava eina dugnaliga leiðslu, tað Skulu tey sjálvandi hava. Men hin parturin, arbeiðs- orkan skal eisini verða dugnalig, og hava eina vitan, men hetta verður alt ov líuð ukið fram, sigur Ingeborg Vinther. Einstáttað -Tey sum koma at arbeiða á einum flaka- virkið verða ofta sett til at reinskera ella pakka. Onk- ur vísir tær hvussu tú skalt venda flakinum, tá tað verður reinska ella skorið, ella við pakki- borðið. Tú stendur og ger sama arbeiði dag eftir dag. --Eingin frá greiðing er um, hví hendan arbeiðs- gongdin er soleiðis, eingin upplæring er í víðari handfaringini av vøruni, arbeiðsgongd ella arbeidsumhvørvi. Ein verður bert settur til eitt borð at arbeiða og har verður tú sum oftast verandi, sigur hon. --Tað sigur seg sjålvt, at nógv verða líkasæl, troytt og leiðast av arbeiðinum, tí tey halda hetta verða meiningsleyst arbeiði, sigur Ingeborg Vinther. --Nýhugsan má til. Fólk mugu kunja skifta millum tey ymisku ar- beiðini, um tey hava hug til tess. Tey mugu moti- verast, so áhugin fyri teirra egna arbeiðsplássi verður stórri. Ingeborg Vinther leggur dent má skúlast Meir í løn --Onkur vil siga, at talan kann ikki vera um meir í løn fyri tey sum fáa eina útbúgving innan fiskiídnaðin. Men tað vil tíðin vísa. Eg vænti, at tá vit hava fingið eina stabila arbeiðsmegi við upplæring, vil tað hava alstóran týdning, at hesi fólkini verða á virkinum, sigur hon. Undirmett --Vit mugu læra fólk, at arbeiði innan fiski- ídnaðin er ikki eitt arbeiði, íð skal undirmetast. Tey sum arbeiða innan hesa vinnu mugu læra sjálvsvirðing. Stødid innan fiskivinnuna må hægri upp, soleidis at verkafólk innan okkara høvudsvinnu kunnu við stoltleika siga: "Eg arbeiði á einum flakavirki". Tá eru vit komin á rætta leið og eg ivist ikki í, at tá verða broytingar til tað betra, sigur Ingeborg Vinther. Broytingartíð —Vit liva í eini broyt- ingartíð, har krøvini til á, at arbeiðsfólkið eisini okkara verur verða alt stórri. Serliga verða broyt- ingar nú innarimarknaðirin verður veruleiki og vit hava fingið eina frí- handilsavtalu við EF, ið nógv av okkum meta at vera minni góða. --Hendan avtala vísir seg at koma at kosta fleiri arbeiðspláss á landi. Sam- stundis standa vit sum eftirbátar, tí einki er gjørt fyri at útbúgva okkara arbeiðsmegin innan høv- uðsframleiðsluna, sigur hon. Ingeborg Winther segði, at okkara granna- lond hava gjøgnum fleiri ár gjørt fleiri ár gjørt nakað við hesa upplæring. Eitt nú Ísland og Danmark hava eina útbúgving, har tey id eru liðug fáa heitið sum serarbeiðarar. Hetta hevuir skapt fyrimun fyri virkini og fyri verkafólk. --Vit eiga at byrja spakuliga við hesari út- búgving, tað kann til- dømis byrja á einum skeiði, íð tekur 40 tímar, síðan kann tað byggjast Framhald á síðu 15