mikudagur 23. oktober 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sida 10
Føroyskt
heimastýri -
heimfødisligt
stakkalastás
Vilja og tora vit at vera tað, vit eru spyr Hans Jacob
Debes, professari í "Sjónarmið" í dag. Hann viðger
úrslitið av fólkaatkvóðuni i 1946, sum hann kallar
tjóðskaparligt svik. Hann umrødur eisini heimastýris-
lógina frá 1948, sum eina híggjuskotna lóg vit nú í 43
ár hava sjabbað undir, og sum ríkisrættarliga og ser
liga fólkarættarliga einki er, sum sømir seg fólkið, ið
tjóð vil kallast.
Stjórnarliga steða Fer-
oya, soleiðis sum hon er
sett í teirri dilitantiskt
gjørdu og illa skrivaðu
heimastýrislóg frá 1948
hevur verið tann klepp-
ur, sum Feroyar og fer-
oyingar hava noyðst at
knógva undir í nú 43 ár.
»Folkesamfund« stend-
ur ikki í teirri stóru
donsku orðabókini:
»Ordbog over det
danske Sprog«. Har
finnur tå »dyresam-
fund«, »fuglesamfund«
og onnur undarlig »sam-
feløg«. »Folkesamfund«
måtti uppfinnast sum
nyyråi, tå id føroyingar
máttu eita okkurt í
donskum ríkisrættarlig-
um samanhangi. Fólka-
rættarliga hevði eingin
av heimsins lærdastu al-
tjóðalegfreðingum vitað
um ella góðtikið hetta
danska neyðútkall og
hetta eyðmýkiliga fer-
oyska knæfall. Makan til
»logverk« man heimurin
neyvan hava sæd.
Hugsa bara um, at
»kanaler« og —»jern-
baner« kunnu yvirtakast
sum sermál, væl at
merkja, um føroyingar
sjålvir gjalda — fyri hesi
fyribrigdi sum ongan
meguleika hava at verða
gjørd í Føroyum (undir-
sjóvarvillskapur var ikki
komin upp tá, og í tí
sambandi hevði hann
helst verið uppi í ómegu-
lig) uttan kanska um
onkur »smartur« politik-
ari før at seta hesi undur
i primitiva skjøldur sin.
Øll lógin kann ikki vera
annað enn eitt ríkis-
rættarligt og eitt fólka-
rættarligt brotsverk, tí
úrslitið av fólkaatkveð-
uni segdu bæði danski
forsætisráðharrin og teir
føroyingar, sum høvdu
lagt seg å knæ fyri hon-
um i Føroyum, skuldi
vera bindandi. Javn-
aðarmenn og sambands-
menn vendu sær bein-
leiðis til donsku stjórn-
ina um ikki at taka í álv-
ara, ta fólkaavgerð, sum
teir sjálvir hevdu skipað
fyri, og sum teir dagin
fyri ræddu fólk við, at
hon var avgerandi. Poli-
tikkurin at seta feroy-
ingum knívin á barkan
tjóðskaparliga og polit-
iskt hevði givið evugt
úrslit.
Ein sovorðin steða
hevði alla aðrastaðni
verið roknað sum tjóð-
skaparligt svik — við
tungum revsingum.
Burtur úr øllum hes-
um kom ikki annað enn
tann meira og meira
miserabla »heimastyris-
login«, sum heldur
skuldi itið »hagastyris-
lógin< — meira er ikki í
henni.
Allir føroyingar hava
hoyrt um hesa lóg; men
eg hugsi mær, at fáir
hava lisið hana. Og tað
er eingin saknur, hóast
teir, ið tóku við hesum
maktboðum fyri at
bjarga sambandinum á
útselu, hava sett hesa
»heimastyrislog«, sum
lítið heimastýrið gevur,
til eitt politiskt/sam-
bandsligt »Nyggja
Testamenti«. Hann nådi
okkum!
Tær rættarliga lærdu
framløgurnar hjå Poul
Petersen og Thorstein
Petersen i samrådingun-
um i 1946 fingu ongan
tydning; men tær kunnu
lesast i dag i uppritinum
frå samrådingunum.
Hinir føroysku samráð-
ingarmenninir tykjast at
hava komið á fund hend-
ur í lumma. Hetta man
vera eindømi i søguni, tå
ið tjóðarumboð fara til
>móðurlond< at samráð-
ast um tjóðarfrælsi.
Politikarar kunnu kegl-
ast innanlands — úteftir
standa teir altíð saman.
Tað hugsi eg mær, feroy-
ingar gera í dag; men tað
gjørdu teir ikki tá.
Orsekin til alt tað,
sum klórað er upp í A-
málini, kann bara vera
at fáa feroyingar at
halda, at alt millum
himmal og jerð kundi
»yvirtakast« uttan
himpr. Eitt sindur trupl-
ari skuldi vera at yvir-
taka gudiligheitina og ta
undirgrund, sum føroy-
ingar dag og dagliga
standa og liva å og ein
dag verða grivnir niðurí.
Dómsvald og kríggj
mátti ikki latast teimum
innfeddu. Tey instru-
mentini hanga jú saman.
Av øllum hesum er
einki, sum kunnugt, ó-
ført í føroyskum poli-
tikki — og hann er vorð-
in hareftir.
Sjålvur var eg sum
tingmaður formaður i
eini nevnd at viðgera
eitt uppskot frá Jógvani
Sundstein um eina betta
heimastýrislóg. Hetta
var eitt andsteðuupp-
skot, sum summir segdu
ikki átti at takast sum
annað enn tað og tí bara
skuldi falla. Jógvan var
tá í andsteðu, eg var í
samgongu. Jógvani havi
eg samstarvað við í poli-
tikki, bæði innan- og utt-
anlands, og honum havi
eg av royndum altíð
havt fult álit á. Eg hevði
tí ta vón, at kanska
kundi okkurt komið
burturúr frægari enn
hetta híggjuskotna
»heimastyri«, vit nú í 43
ár hava sjabbað undir,
og sum ríkisrættarliga
og serliga fólkarættar-
liga einki er, sum semir
seg fólki, ið tjóð vil kall-
ast. Tí rættarliga eru før-
oyingar ikki tjóð: Ein
danskur ríkisborgari,
búsitandi í Feroyum, er
føroyingur — úr hvørj-
um landi ella heimsparti
hann enn er úr. Ein »før-
oyingur« (av feðing, máli
og mentan), sum ikki býr
í Feroyum, er rættarliga
ikki føroyingur, av ti at
hann ikki býr i Føroyum.
Nationalitetsprinsippið,
sum vit kenna tað í Á-
landi, hava vit ikki.
Tjóðskaparliga/politiskt
eru feroyingar einki utt-
Nr. 196 — 23. oktober 1991
an eitt fólkaslag, sum
býr í tí partinum av Dan-
markar ríki, sum eitur
Feroyar. Sjálvsagt kann
kjakast, um tað tjóð-
skaparpolitiskt er nakað
vert at pjøssa um eina
postkoloniala -heima-
styrislog« — »heima-
styri« hevur ongantíð og
or astaðni verið annað
enn ein stutt tillaging til
fult sjálvstýri. Bara í
Føroyum gjørdist tað til
varandi »styrisskipan«
vid avsøgn av alment
vidurkendum tjóð-
skaparrættindum -
evni, sum i dag er
granskingarevni av
søguligari fortid. Eg
fekk mínar tjóðveldis-
menn at taka ta stødu at
viðgera málið í álvara —
um ikki annað so fyri at
halda lív í hesum stersta
spurningi í føroyskum
politikki. (Hugsa bara
um tað, sum eftir kom
av sjálvstýriskrevum
europeisku og miðasiat-
isku tjóðanna í hesum
døgum!).
Hin politiska sjålvs-
yvirmetingin i Føroyum
skriggjar dag um dag til
himmals. Skrivadir og
luftbornir fjølmidlar
røda dag um dag um før-
oyskar »rådharrar«:
»figgjarmålarådharri«,
»fiskimålarådharri«,
»samferåslumålaråd-
harri«. Einki av hesum:
er annad enn fjåkut,
óveruligt og falskt polit-
iskt stakkalastás. Móðir
Feroyar eigur ongar ráð-
-Vit skriva og tosa um
føroyskar ráðharrar.
Hetta er ikki annað enn
fjákut, óveruligt og
falskt stakkalastás.
Móðir Føroyar eigur
ongar ráðharrar. Teir
sita við kanalirnar í
Keypmannahavn
skrivar Hans Jacob
Debes professari m.a. í
sjónarmiðnum í dag.
harrar. Teir sita við
kanalirnar = í Keyp-
mannahavn — og tað
vóru ikki tær kanalirnar,
sum føroyingar yvirtóku
i 1948, og sum standa å
A-listanum í heima-
stýrislógini. Eftir ollum
at dema vórðu hesi måls-
eki ikki ætlað at gera
annað enn at gera A-list-
an longri.
Hetta eru bara nekur
fyrireikandi dømi.
Út frá hesum hugleið-
ingum er ætlanin seinni í
aðrari grein at koma inn
á politisku steðu í viður-
skiftum okkara við kom-
andi politiska og bú-
skaparliga stórveldið
EF.
Hans J. Debes