Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. oktober 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 — 23. oktober 1991 TO AO - —— Útbrot Eg fái javnan eksemlíkn- andi útbrot við næsarótina báðu megin árakað niðara part av brillustellinum. Útbrotið kann vera minni ella stórri og hevur í seinna førinum lyndi til at breiða seg út á kinnarnar. Húðin flusnar við næsa- rótina, og plagi eg at pilka leysu húðina burtur. Bágin kom fyrstu ferð fyri, tá ið eg var 16 ára gamalur um nakað somu tíð, sum eg fór at brúka brillur. Eg fekk eina ferð ávíst av lækna eina salvu, Lo- coid. Hon hjålpti eina tíð. Eri eg kanska hildin ov tíðliga uppat at nýta hana? Ein annar bági, sum eg havi: við innara endan á aðrari eygnabrúgvini kem- ur javnan flus. Flusið pilki eg burtur, men holdið verður so reytt. Eru nøkur ráð móti hes- um smávegis trupulleik- um? Onevndur Tað er rætt, at Locoid- salva hjálpir móti slíkum, men tað hjálpir ikki at halda fram við henni í longri tid, tí orsøkin til út- brotið er helst brillustellið. Tað byrjaði jú samstundis, sum tygum fingu brlllur. Mær kemur beinanvegin til hugs, at okkurt nikkel- kent man vera í brillu- stellinum, serliga um næsaleiðina. Hetta sam- svarar eisini við, at tygum eisini hava útbrot við eygnabrúgvina, har hongslið á brillunum er. Tí vildi eg mælt til, at tygum fyrst og fremst skifta brillustellið út við annað, ið ikki er nikkel- kent ella forkromað. Marner ing innan- og uttandura. Ókeypis vegleiðing og tilboð verða givin. VIT KOMA UM ALT LANDIÐ. lt í knænum Eg var herfyri hjá lækna við einum skaða í knæ- num. Læknin helt tað vera meniskurin. Tað helt eg vera løgid, tí eg helt tað vera typiskan fótbólts- skaða, ið spælarar fáa. Men eg veit meg ikki hava verið fyri óhappi, hóast eg fái ilt í knæið, tá eg t.d. gangi í trappum. Kann tað veruliga vera meniskurin, nakað er galið við? Hvat kann gerast við tað? TJ Eg vildi hildid, at læknin hevur rætt. Mest hugsandi er, at tad er meniskurin. Tygum siga, at tygum ikki hava spælt fótbólt. Tað kann koma av aðrari orsøk. Hetta er rættiliga lætt at fáa kannað hjá lækna, og so er eisini møguligt at gera kanningina arthro- scopi, sum merkir, at ein kikari við ljósi verður stungin inn í knæið, og stundum kann verða rætt- að á knæið við hesum tóli. Marner Kalt ella heitt? Hvat skulu fólk, ið syngja ella tosa nógv, gera, tá tey missa málið og gerast hás? Skulu tey fáa sær okkurt kalt ella heitt at drekka fyri at fáa málið aftur? Ella kann kalt ella heitt gera málið uppaftur verri? Sangfuglur Vit gera gamla gólvið sum nýtt Vit eru serútbúnir innan gólválegging v.m. Slípa, avsýra, lakkera træ, kork, vinyl, flísar, trappur. Lútviðgera gamalt. Djúpreinsan av teppum og linoleum. Flísaálegg- Latið fakmannin gera arbeiði. Gólvtænastan Tlf. 18875 Hetta er ein trupul spurn- ingur. Fyri tað fyrsta situr málið í luftrørinum, har hvørki heitt ella kalt, sum vit svølgja, kann koma til. Tað er tó ikki ómøgu- ligt, at heitt drekka kann ávirkað umhvørvid í háls- inum, so málið verður ávirkað. Um hetta er so, skuldi eisini hjálpt at lagt ein heitan lappa ella heitt um- slag á hálsin uttan. Kalt hevur møguliga somu ávirkan. Eitt, sum hjálpir, er at anda heitan damp frá kamillu-te í seg. Marner Píkar og heilsa Nú verður aftur tosað um píkar. Fíggjarmálaráðharrin vil hava píkarnar burtur. Tað verður sagt, at asfaltdustið er skaðiligt. Eg fari at spyrja læknan, um dustið er so skaðiligt. Ella verður hetta bara sagt fyri at spara asfaltkrónur? Píkakoyrari Eitt er vist: Tjøra og tjøru- úrdráttir kunnu vera skadilig fyri andalagið. Soleiðis er eisini við as- faltdusti, sum umframt tjóruúrdrátt eisini hevur annað dust í sær, t.d. grót- dust, og tað kann vera hættisligt fyri lunguni, samanber við asbestdust. Marner Tann langa ferðin Í sambandi við 30 ára fóðingardagin hjá Amnesty International gevur Føroya Lærara- felag deildini í Føroyum bók sum gåvu Hósadagin kl. 16.00 letur Amnesty International upp framsýning við litlari útsglu á torginum í SMS. Fram- sýningin heldur fram ul leygardagin. Framsyningin er í sambandi við 30 ára fødingardagin hjá Amnesty International, og Føroya Lærarafelag hevur eina fødingardagsgåvu at geva deildini hjá AI í Føroyum. Tað er bókin "Tann langa ferðin" eftir Pierre og Lene Bourgeat. Hetta er ein søga í orðum og myndum um, hvussu eitt barn upplivir tað at flýggja úr býi sínum og landi sínum. Bjørg Jacob- sen hevur týtt úr donskum. Á framsýningini hjá Am- nesty International verður høvi at keypa ljós, postkort, T-shirts, plakatir, bond og bókina. Og sjálvandi verður høvi ul at kunna seg um arbeiðið hjá Amnesty In- ternational. OOA ÆDE Ein løgin trygging Eg havi ein bruktan bil, sum eg vildi kasko- tryggja. Fór so oman á Kongabrúnna og bað tey um at sýna bilin. Jú, 90.000 krónur verdur, fekk eg at vita. At tryggja hann var sjálvandi gamaní. Prísur- in fyri fjórðingsárið var 700 krónur, fekk eg at vita. Hetta helt eg vera rími- ligt, og tók av. Men tá rokningin kom, ljóðaði hon uppá 1400 krónur. Eg ringdi so aftur á tryggingina og spurdi, um ikki okkurt var galið. Nei, hatta var í lagi. Eg var settur á 4. stig. Eg bað tá um at verða meldaður út aftur úr tryggingini, tí hetta var alt ov nógv at gjalda, men tað var ikki so lætt, fekk eg at vita. Eg fór so á eina aðra deild hjá tryggingini, og har fekk eg at vita, at eg skuldi standa á 9. stigi og gjalda 900 krónur um fjórðingsárið. Um eg slapp at melda meg út var ikki lætt, fekk eg enn eina ferð at vita. Eg fór so einaferð enn til Havnar og oman aftur á Kongabrúnna. Nú vildi eg bert sleppa mær burtur úr hesum. Tá fekk eg at vita, at tá tað var soleiðis, at eg hevði fingið skeivar upplýsingar, vildu tey loysa meg frá tryggingini, men eg var ikki meira enn komin heim aftur, fekk eg nýtt krav frá hesi somu trygging. Nú var kravið hverki 1400 ella 900, men 625 krónur fyri hetta sama fjórðingsárið. Nú veit eg púrt einki. Er tað veruliga so galið, at tryggingin roynir at senda hegar rokningar út fyri at vita, um tær verða goldnar? Hvussu ber tað til, at ein fær tríggjar ym- iskar prísir uppá somu trygging frá sama trygg- ingarfelag? Bilmaður Leiga av Sørvågs Bio til bingo, veitslur o.a.. Wild West Tlf. 33027 aftan á kl. 17.00