mikudagur 31. mai 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
BJARNI ZISKA DAHL:
- Nú havi eg fyri fyrstu ferð í nógv ár
frí á norðoyastevnu, so tað ætli eg mær
rættiliga at njóta. Eg havi annars spælt
sjónleik ella luttikið í ítrótti, men í ár havi
einki slíkt at hugsa um. Eg fari á
listaframsýning og til onnur tiltøk, og
annars fer tað bara at snúgva seg um at
njóta stevnuna sum frægast.
Eyðun Klakstein
– Sámal, eitt sindur meira
frustererað, so er tað fínt.
Rudolf
Joensen
situr
á
fremstu røð í salinum í Atlantis,
har Klaksvíkar Sjónleikarfelag
venur
Norðoyastevnuteitið.
Gamli kenningurin í sjónleikar-
lívinum er komin aftur til Klaks-
víkar við sjónleikarørindum, og
hesaferð skal hann standa fyri
at fáa eitt skemtiligt og undir-
haldandi Norðoyastevnuteitið
upp at standa.
Tað er hósdagur og ein lítil
vika til fyrstu framførsluna.
Sámal Eyðfinn og Agnas venja
ein av leikunum, sum verður við
í teitinum í ár.
– Skal eg koma longur inn á
pallin, spyr Sámal Eyðfinn.
– Ja, um tú kemur longur inn
á pallin, so komi eg ikki so langt
handavegin, heldur Agnas.
Tey taka leikin ígjøgnum
einaferð afturat, og tað gongur
væl.
– Norðoyastevnuteitið verður
ikki so persónligt og ágangandi
í ár, sum tað onkuntíð hevur
verið. Eg minnist, at eg var til
teitið fyri nøkrum árum síðani,
og eg helt, at tað fór í so illa við
navngivnum persónum, sigur
Rudolf Joensen.
– Tað er lætt at genera fólk,
men eg haldi ikki, at tað riggar
sum undirhald í teitinum, sigur
hann.
LÆTTARI FYRR
Tá Sámal Eyðfinn og Agnas eru
farin av pallinum, fara fýra gent-
ur á pallin at venja eitt dansi-
show. Rútmurnar eru nýmótans
og stevið sannførandi. Tað er
sjón fyri søgn, at tær hava vant
dúgliga, áðrenn tær nú eru farn-
ar á pallin í Atlantis at halda
fram við venjingunum.
Adelborg Linklett, sum eins
og Rudolf er millum drúgvu
sjónleikarfólkini í Føroyum,
gongur og ruddar í salinum. Og
maðurin hennara, Kiss, hevur
undirhildið við onkrum góðum
søgum, áðrenn venjingarnar
fóru í gongd.
Rudolf Joensen var millum
leikararnar, tá tey fyrstu Norð-
oyastevnuteitinum vórðu spæld
seinast í 70’unum og fyrst í
80’unum.
– Tá var tað nógv lættari at
gera skemt við støði í fjølmiðl-
unum, tí øll hugdu eftir sama
sjónvarpinum og lurtaðu eftir
sama útvarpinum. Í dag er út-
boðið av sjónvarpsrásum so
stórt, at tað næstan er vónleyst
at gera gjøldur við onkrari sjón-
varpssending, sigur Rudolf.
– Eg minnist, at vit eina árið
gjørdu eina parodi upp á sendi-
røðina Dallas, sum allir føroy-
ingar hugdu at. Vit kallaðu okk-
ara útgávu Ballast, og broyttu
vit røðina til føroysk viðurskifti.
Tað var sera væl dámt, minnist
Rudolf.
EISINI LOKALT
Rudolf Joensen sigur, at Norð-
oyastevnuteitið í ár verður meira
hampuligt, enn tað hevur verið
áður.
– Men vónandi verður tað
bæði skemtiligt og undirhald-
andi fyri tað. Býurin verður væl
viðfarin, men okkurt lokalt man
fara at stinga seg upp í aftur-
vendandi túnatosinum ella onkr-
um av hinum leikunum, sigur
hann.
Millum leikararnar í ár eru
fleiri, sum hava drúgvar royndir
á palli. Rudolf Joensen og Adel-
borg Linklett eru tvey teirra,
men eisini fólk sum Suni Svabo
Samuelsen, Bjarni Ziska Dahl,
Jan Gardar og Øssur Hentze
hava mangan staðið á palli áður.
Leikirnir eru skrivaðir av
monnum sum Rudolf Joensen,
Kára Øster, Mogens Højsted og
Jógvan Eliasen.
Fyrsta sýningin av teitinum
verður í kvøld klokkan 20.00,
og síðani verður spælt alla norð-
oyastevnuna. Tvær sýningar eru
hósdagin, fríggjadagin er eingin
sýning, leygardagin og sunnu-
dagin aftur tvær sýningar. Nær
tær ymsu sýningarnar eru, sæst
í skránni fyri stevnuna aðra-
staðni í blaðnum.
Rudolf skal fáa fólk at flenna
Ein av undangongumonn-
unum innan Norðoya-
stevnuteitið er nú komin
aftur á slóðina. Rudolf
Joensen stendur fyri teiti-
num í ár, og hann lovar
Føroyski poppbólkurin Taxi
skal spæla til stóra dansin í KÍ-
høllini leygarkvøldið á norðoya-
stevnu. Dansurin byrjar, tá mid-
náttarsamkoman er liðug, hetta
verður einar 20 minuttir eftir
midnátt.
Kim Hansen er oddamaður í
Taxi, sum gjørdust landskendir,
tá teir vunnu Prix Føroyar kapp-
ingina í 1999. Bólkurin er
mannaður við góðum og roynd-
um tónleikarum, og teir spæla
Nógvur tónleikur um stevnuna
bæði egin løg og løg hjá øðrum.
Umframt Taxi verður nógv
annað tónleikaundirhald á norð-
oyastevnu.
Fríggjakvøldið
spæla harmonikkuspælarar úr
øllum Føroyum til gamla-
mannadans í KÍ-høllini. Aldurs-
markið fyri hetta tiltakið er 20
ár.
GOSPELKONSERT
Diskotek verður í Lognbrá
mikukvøldið, fríggjakvøldið,
leygarkvøldið og sunnukvøldið.
Øll kvøldini verður tað plátu-
vendari, sum skipar fyri tón-
leikaliga undirhaldinum.
Hóskvøldið verður stór gosp-
elkonsert í KÍ-høllini. Hendan
konsertin verður frá klokkan
21.00
Klaksvíkar klubbi hevur opið
øll kvøldini á norðoyastevnu.
Fríggjakvøldið og sunnukvøldið
vendir Martin Kjærbo plátum,
og leygarkvøldið fer bólkurin
MYND: JENS KRISTIAN VANG
Fluffy-Toys at spæla til dans.
Tá ein tími er farin av sunnu-
degnum byrjar tónleikacafé í
KFUM & K.
Og sum rosinan í pylsuenda-
num verður stór barna- og fam-
iljukonsert við Kulum Rótum í
KÍ-høllini fríggjakvøldið klokk-
an 20.00
Góða norðoyastevnu
Tann fyrsta av teimum stóru summarstevnunum verður hildin um
vikuskiftið. Klaksvík er karmurin um norðoyastevnu, sum fer at
bjóða alskyns tiltøk til allar aldursbólkar.
til arbeiðis. Men allastaðni er
hýrurin góður, og er veðrið eis-
ini til vildar, verður tað trupult
hjá fólki at lata sum einki.
Hol verður sett á norðoyastevn-
una i kvøld, men næstu dagarnar
kemur meira ferð á hátíðar-
dámin og tey ymsu tiltøkin. Við
hesum serliga norðoyastevnu-
blaði fara vit at ynskja øllum
eina góða norðoyastevnu.
Sosialurin
Í síðstu viku vóru ruddingar-
dagar í Klaksvík, og í hesi vik-
uni hava fólk bæði privatfólk og
fólk hjá Klaksvíkar kommunu
fríðka um í býnum, soleiðis sum
vanligt er at gera, tá norðoya-
stevnan er fyri durðum.
Norðoyar Frítíðar- og Ítróttarráð
stendur fyri at samskipa norð-
oyastevnuna, og felagið ger á
hvørjum ári nógv burtur úr at
fáa eina góða og fjølbroytta
skrá. Hetta er aftur eydnast í ár,
har norðoyastevnan kann bjóða
nógv forvitnislig tiltøk.
Norðoyastevnan verður í ár
longri, enn hon vanligt er. Lagt
verður fyri hósdagin, tá nógv
tiltøk eru á skránni. Áður hevur
verið vanligt, at stevnan er byrj-
að fríggjakvøld, men av tí at
hódagurin er heiligdagur ber til
at hava ymisk tiltøk.
Fyrstu tiltøkini verða tó longu í
kvøld, tá Klaksvíkar Sjónleikar-
felag fer at hava fyrstu fram-
førsluna av Norðoyastevnuteiti-
num, sum leikarar úr felagnum
hava vant seinastu dagarnar.
Eisini verður dansur í Lognbrá
frá midnátt.
Ítróttur eigur sum altíð ein sen-
tralan leiklut á norðoyastevnu,
og stóru tiltøkini eru sum vanligt
FM-kappróðurin, sum verður
leygardagin, og 1. deildardyst-
urin, sum verður spældur sunnu-
dagin. Hetta eru ítróttarhend-
ingar, sum savna nógv fólk, men
eisini nógvur annar ítróttur er.
Millum annað verða nógvir fót-
bóltsdystir, bæði hjá teimum
vaksnu og børnunum.
NÓGV AT FARA TIL
Men tað, sum nógv fólk gleða
seg til, er sjálvur stevnuhýrurin,
sum ger vikuskiftið so hátíð-
arligt. Fólk ganga og mæla í
býnum, detta inn til familju og
kenningar, fara til ymisk tiltøk
og fáa annars tíðina at ganga við
hugnaligum práti ymsastaðni.
Onkur letur ein løgg niður í
hálsin, onnur fara við børnunum
í tivoli og onnur eru sjálvandi
Seinastu tíðina hevur verið
góðveður í Klaksvík, og nú
vóna klaksvíkingar, at veðrið
eisini fer at eydnast á norð-
oyastevnu um vikuskiftið.
Mynd: Jens Kr. Vang
Vælkomin á
Nor›oyastevnu
Klaksvíkar B‡rá›